mikudagur 13. november 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 211 — 13. november 1991
-
Er fiskurin
vandamikil
at eta?
Eg havi frætt, at fiskur,
sum svimur nærhendis
aliringum, er vandamikil
at eta, tá alibrúkuið júst
hevur avlúsað ella givið
annan heilivág.
Er hetta so, og hvørji
kunnu sjúkraeyðkennini so
vera?
Um tað er vandamikið,
heyði so ikki verið beint at
boðað frá hesum á skelt-
um?
T.
Fyri at kunna svara upp å
fyrra partin av spurning-
inum, so noyðist eg eisini
at býta hann sundur í tvey.
Vi v -
Móti hesi sjúku verða
ymiskir heilivágir nýttir
av antibiotika-slagnum
ella kemoterapeutikum-
slagnum. Hesir heilivágir
verða blandaðir upp í
fóðrið, so tað lættliga
spreiðist í ringunum og
uttan fyri ringarnar, men
jú longur burtur tað er frá
ringunum, tynri verður
innhaldið av heilivági í
sjónum. Einar 200 metrar
frá er tað so mikið tunt, at
eingin vandi skuldi verið.
Fólk kunnu fáa evnini
úr heiliváginum í seg við
at eta henda fisk, sum
hevur fingið heilivág, men
nøgdin, sum kemur í
blóðið hjá fólki, verður so
lítil, at tað lítla og onga
ávirkan hevur. Tó so, at
um bakteriur ella aðrar
verður eru í blóðinum, so
doyggja hesar verur ikki
av heiliváginum, men tær
kunnu gera mótevni -
verða resistetnt - soleiðis,
at um rættilig viðgerð skal
fara fram móti hesum
bakterium, um sjúka
kemur, so virkar
heilivágurin ikki.
Ein annar vandi er, at
fólk verða yvirviðkvom,
eisini kallað allergisk, fyri
hesum evnum.
2. Avliising.
Tað eru onnur sløg av
heilivági, sum á fakmáli
verða kallað anticolin-
esterasa, og heita kann í
vissum førum vera
vandamikið fyri fólk, tí
hetta eru evni, sum ávirka
viss evni í kroppinum
soleiis, at fólk verða turr í
munninum, sjónin broytist
0.s.fr.
Til seinnu helvt av
spurninginu,m um tad ikki
hevði verið beint at sett
skelti upp, kann eg bert
siga, at tosað hevur verið
um hetta. Rættast verður
hildið at vera, at um ein
fer at fiska seið ella annan
fisk nærhendis alibrúk-
unum, eigur ein at spyrja á
alistødini, um heilivågur
hevur verið nýttur.
Heilsunevndin á stað-
num eigur kanska at geva
leiðbeining.
Marner
Ov nógvar
vitaminir?
Eg eri fyri stuttari tíð
síðan byrjaður at taka
livralýsi, sum eg eti hvønn
dag, soleiðis sum fyri-
skrivað á fløskuni.
Eg eti allan vanligan
mat, men er ikki vandi fyri
vitamineitran, tá tú bæði
fær A, D og E-vitaminir úr
lýsinum og vitaminirnar
úr matinum, tú etur.
F.
Í vanligum livralýsi er
rættiliga nógv av D-vita-
minum. Tí má ein ikki
taka eyka D-vitamnir, tí
tað kann geva rættiliga
álvarsligar sjúkur so sum
forkálking í nýrum.
At taka ov mikið av A-
vitaminum er heilt hættis-
ligt, men tað er ikki van-
ligt hjá fólki í Føroyum at
eta so nógvar A-vitaminir.
Stór nøgd av A-vitramin
finst í livrini hjá t.d.
hvitubjørn, og harvið
kundi ein hugsað, atÆni-
haldið av A-vitamirlum í
hvalalivur er rættiliga
høgt.
Onnur sløg av vitamin-
um skuldu verið púra
vandaleys at etið umframt
at eta vitamin-tablettir.
Marner
Eg havi flus í
hárbotninum og plagi at
brúka tjórushampoo og
havi roynt mangt slíkt
Hverjum kemur flus av?
Skriva til Marner, Postboks 76, 110 Tórshayn
Tjórushampoo virkar
ikki so væl longur. Hvat
kann eg gera?
422B0
Tað eru fleiri máta at
viðgera flus í hårsvørd-
inum, tí orsgkirnar til
flusið kunnu vera fleiri.
Um t.d. soppavøkstur er
í hårsvørdinum, eigur
soppadrepandi hársham-
poo at verða nýtt. Tað
finnast mong sløg á
apotekinum. Okkurt er aa
rescept, t.d. Nizoral-
shampoo.
Annars má verða tilrátt
at vaska sær ofta i høvd-
inum og nýta grønsåpu,
sum er eitt gamalt heima-
ráð, tí grønsåpan tekur
ovasta lagið av húðini, so
flusmongdin minkar.
Marner
Pirrur í
andlitinum
Eg eri ein 24 åra gomul
genta. Eg eti vanligan
kost, men eg eri ar-
beiðsleys, so eg siti nógv
inni.
Mín trupulleiki er, at eg
havi so nógvar feittpirrur
í andlitinum, tær koma og
fara. Annars reinsi eg
húðina ofta og eri reinlig.
Hvaðani stava pirrurnar?
24 ára gomul
Hetta er fyribrigdi serliga
hjá ungum monnum, men
eisini ofta hjá ungum
kvinnum -á fakmáli eitur
hetta acne - og orsøkin er,
at tálgkertlar í húðini
verða typtir, so tálgin ikki
sleppur út, og so kann
bruni koma í.
Hjá konufólki er ein
møguleiki at royna sum
viðgerð, og tað er eitt slag
av p-pillarum, Diane mite,
sum kunnu verða nýttir í
nakrar mánaðir upp til eitt
ár. Umframt at virka sum
vanligir p-pillarar, ávirka
teir androgen-hormon-
gerðina, tí ein heldur, at
tað er mannfólkalíknandi
hormon, sum er orsøkin til
trupulleikan hjá konufólki.
Vanliga slættnar húðin,
og pirrurnar svinna burtur,
men tað gongur ein tíð,
áðrenn ávirkanin er komin
í hæddina. Ikki nýtist tað
vera meira enn eitt ár.
Marner :
Síða 11
Framhald av síðu 10
annar eitt hugskot
aftrat, hvat hendan
sending kundi innihildið.
Og soleiðis búnast tanki
spakuliga til avgjert
verður, at nú fara vit í
gongd. Við einari felags-
umsiting verður tað
nógv meira stirvið. Tú
skalt meta upp við ein-
ym lidnum uppskoti,
sum ikki hevur sama
meguleika at búnast,
sum tá tankin og av-
gerðin liggur í sama
húsi.
Vit skulu arbeiða sam-
an so nógv sum tilber.
Tað gera vit í dag. Vit
tosa dagliga saman. Vit
taka í flestu forum kon-
sertir upp saman og vit
hava felags valsending-
ar. So har nýtist eingin
lógarbroyting til tað.
Fylgisveina-
fjølmiðlar
Eg hugsi eisini, at vit
skulu vera fegin um, at
vit fingu okkara sjón-
varp, áðrenn meguleiki
var at síggja fylgi-
sveinasjónvarp. Ikki
trúgvi eg, at talan hevði
verið um í dag at farið
undir at gjørt eitt fer-
oyskt sjónvarp. Sum
maðurin segði í Kjer-
sosialurin
Ja!
Navn:
við hópin av góðum vinni
í SOSIALINUM um hálvan november
Verið við frá byrjan
— vissið tykkum øll blødini!
GERIST HALDARAR!!
— og fáið hetta frálíka tíðindablað restina av
árinum — 5 ferðir um vikuna fyri kr. 100,-
breyt-sendingini á sinni,
tá hann varð spurdur
um Sjónvarp Feroya
skuldi senda hvenn dag?
— >Tað er óneyðugtx<.
Vit hava jú ScanSat.
Eg trúgvi at føroy-
ingar í dag høvdu
hugsað, sum teir gjørdu
í 84. Sjónvarpsfelagið
skuldi halda fram við
onkrum viðfáningi av
føroyskum sendingum,
tí einaferð aftrat: tað
letur seg ikki gera, Før-
gyar eru so smáar.
Fylgisveinasjónvarp
er nú hevi at síggja
hvenn dag. Tí skilji eg
ikki, at vit ikki sleppa
at gera tað sama: at
senda hvenn dag. Tað
sum vit í veruleikanum
gera er, at vit venja fólk
til at hyggja at eðrum
sjónverpum og reka tey
burtur frá Sjónvarpi
Feroya. Einasta rásin,
sum stendur sum verji
fyri ti føroyska móti tí
útlendska árininum.
Norðoya
Javnaðarfelag
Opið Hús
Bøgøtu 18
í kveld kl. 20.
við luttøku av Vilhelm Johannesen, løg-
tingsumbodi, Ola Heinesen,
borgar-
stjóra og Allan Jacobsen, býráðslimi.
Øll javnaðarhugað eru vælkomin at
práta um dagsins politikk.
Kaffi og køkur verða at fáa.
Nevndin
Ég gerist haldari av Tíðinda-
blaðnum Sosialinum og fái
blaðið 5 ferðir um vikuna.
frá nov. 91 til nýggjárs 91/92.
fyri kr. 100,- (haldara: í Føroyum)
fyri kr. 160,- (haldarar uttanlands)
Bústaður:
Bygd/býur:
Kannað postverkinum
AA [||
Box 76
110 Tórshavn