mikudagur 13. november 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
i
|
1
|
i
|
|
|
Í
|
|
|
9 Ídnaðarins ==
RS SOSÍalUPÍN
Menningargrunnur
Hoywiksvegur 108 FR-100 Tórshavn (Faroes) - Telefon 17311
Til solu
1 Bukkimaskina, Peddinghaus
Typa: Perfekt 32 KA/PA/PLA
Nr. 350114938403
1 Bukkimaskina, Peddinghaus
Typa: Special 42 N Nr. 3730245185013
1 Loðiapparat til truck
Siag: FN Elektro 3 x 380 v *o
48 V
Typa: TC 3
El-Truckur, TCM
Model: FB25H3
Kapasitet: 2500 kg
Max lytt. h 4800 m/m
Seriu nr. 7240350
1 Letterpress, SIMON HOOPER
seriu nr. 192-9020
1 Slitter creaser, »S&S 96«
seriu nr. 18303
1 Glueing maskina, »PAKMET«
seriu nr. 87-1-150
1 Uppstakking-maskina,
»TALON-FINCH« T.V. 100/87
Virkisbygningurin inni å Fjør i Vest-
manna, fyrrverandi eigari P/F Jónar Ja-
cobsen, Føroya Armering. Bygningurin
er ein stålhøll 305 m? å leiguøki frå Vest-
manna Havn.
Ognirnar kunnu seljast samladar ella
hvør sær.
Skrivlig bod skulu vera Menningar-
grunninum i hendi i seinasta lagi 18.
november 1991 kl. 12.00.
Menningargrunnur Ídnaðarins
Postbox 3079
110 Térshavn
RANDARHUS
millum Gilja til sølu
Um hóskandi boð fæst verða húsini millum Gilja
67 hervið lýst til sølu.
Hús, sum er bygd í 1990 eru 182 kvm til viddar og
eru í tímum hæddum.
Loftshædd: 32 kvm., kamar, gongd og wc.
Miðhædd: 65 kvm., køkur, 4 sovirúm, gongd og
baðirúm.
Stovuhædd: 85 kvm., durur, gongd, badirum/
bryggers, køkur, stova og goymslu-
rúm.
Nærri fæst at vita við at venda sær til
ADVOKATFELAGIÐ
Bryggjubakki 22 - FR-100 Tórshavn
Tlf. 11260 - Fax. 11261
Leif Waagstein Dánjal Magnussen
Tormóður Djurhuus Jógvan P. Lassen
Petur Even Djurhuus Annfinn V. Hansen
Jégvan Ellefsen
( Lesarabrøv ;
Nr. 211 — 13. november 1991
Gongur 2-tabellin upp?
Býráðsformaðurin í Havn,
Poul Michelsen, sigur í
Dagblaðnum mikudagin
6. november 1991 um
Eysturskúlamálið, at 2
tabellin hjá honum
røkkur. Nú vita vit øll
»vanligu« fólk hvat 2-
tabellin er og tey flestu
duga hana eisini. Men ikki
er vist, at eitur man Poul
Michelsen, er núverandi
býráðsformaður í Havn,
fyrrverandi legtings-
maður, er sera ódemokrat-
iskur av lyndi, er harð-
rendur, einaræðiskendur,
ótrúliga sjálvsekin, ikki
heldur nógv um landsins
lógir, ið gjerdar eru á Fer-
oya Legtingi, so kann væl
vera at hann hevur smíðað
sær sína egnu 2-tabell,
sum hann heldur vera ein-
astu rettu.
Skúlin út til
børnini
Skúlaálitið frå 1988 um
framtíðarskúlan í Tórs-
havn, sum sigur at skúlar-
nir skulu koma út til
bernini, passar júst sera
væl saman við Eystur-
skúlanum. Av teimum
umleið 500 næmingunum,
ið ganga á hesum skúla,
búgva umleið 75% ella
350 bern minni enn 5 mi-
nuttir burtur frá skúlan-
um.
Býráðsformaðurin hev-
ur upplýst at meira enn
50% av næmingunum
búgva langt frá skúlanum
og í heilt eðrum býarpert-
um. Beinleiðis ósannindi.
Her heldur 2-tabellin
Býráðsformaðurin hev-
ur eisini upplýst, at bert
50% av helunum verða
nýtt, og at Eysturskúlin
bert hýsir 50% av tí
normeraða næminga-
talinum. Á Eysturskúl-
anum eru 30 vanligar
skúlastovur. Eru 30
flokkar við 24 næmingum,
gevur hett bert 720
næmingar íalt. Við at nýta
somu skúlastovur til t.d.
teir smáu flokkarnar 1. og
2. flokk, ber óivað til at
skúlin kann hýsa 800-850
næmingum, men ikki teim
1000 næmingunum. Aftur
beinleiðis ósannindi.
Her heldur 2-tabellin
heldur ikki.
Býráðsformaðurin hev-
ur víðari upplýst, at tað
ber væl til at finna aðrar
loysnir til tey 500 bernini
úr Eysturskúlanum, m.a.
við at fylla allar aðrar
kommunalar skúlar í
Tórshavn maximalt.
Hvussu hongur hetta
saman við at >framtíðar-
skúlin í Tórshavn skal
koma út til bernini<?
Heldur 2-tabellin í hes-
um feri?
320 børn gerast
skulaleys
Um allir flokkar i øllum
kommunalu skålunum
verða fyltir maximalt,
verða tó 320 bern eftir, ið
onki skúlapláss fáa í
Tórshavnar Kommunu.
Er ætlanin kanska at flyta
hesi 320 børnini út í Argja
skúla? Allir býráðslimir í
Havn minnast rokið, ið
stóðst av at flyta børn av
Argjum til Havnar. Sjálvt
Katrin Dahl var á gosi,
um hvussu ósemiligt tað
var at fara soleiðis við
skúlabernum, at gera
sakleys skúlabern til
kastibløkur.
Men nú er tøgn.
Hvar er 2-tabellin nú?
Býráðsformaðurin hev-
ur eisini greitt frá, at bæði
Maskinskúlin og Tekniski
skúlin skulu flyta inn á
Eysturskúlan, og hetta
prógva eisini tær »loyni-
ligu< kanningar og tekn-
ingar og útrokningar. Nú
er knappliga ógvuliga
umrådandi, at báðir
skúlar flyta inn á
Eysturskúlan. Samstund-
is verður sagt í greinini í
Dagblaðnum, at tað
»vigadi ikki serliga tungt<
at sambyggja úti í
Marknagili. Er tað sv, at
2+2=4 úti í Marknagili,
so er tað — eftir vanligu 2-
tabellini — tað sama á
Eysturskúlanum.
Krokudillutár
um privata
vinnulívið
Býráðsformaðurin hevur
seinastu tíðina grátið stór
krokudillutár um at tað
privata vinnulívið ber
byrðarnar av niðurgangs-
tíðunum í Føroyum og er
sera harmur um, at byggi-
fyritøkur í Tórshavn eru
um at fara av knóranum.
Men er hetta mál ikki
prógv um, at hetta er bert
skról frá Pól. Hver verður
snýttur fyri stórar byggi-
uppgávur í Marknagili?
Jú, byggifyritøkur, ar-
beiðsmenn og handverkar-
ar í Tórshavn, ið allir hava
sæð fram til bygging av
Maskinskúla. Henda
loysnin verður umleið líka
dýr sum bygging av
nýggjum skúla og gevur
lítið og onki arbeiði til pri-
vata arbeiðsmarknaðin.
(Júst tað sama sum hendi,
tá ein annar fólkafloks-
maður seldi sín bygning
til tað »almenna«).
Maskinskúlin
hevur hetta ikki
uppiborið
Feroya Maskinskúli hev-
ur fingið noytt hesa loysn-
ina niður yvir seg. Hvat
skulu teir siga? Endiliga
hevði hesin framúrskar-
andi góði skúli, sum hevur
húsast undir sera vánalig-
um umsteðum, sæð eitt
úrslit av drúgvum arbeiði
at fáa nýggjan, hóskandi
skula«. Eysturskúlin er
ikki hóskandi til Maskin-
skúla og heldur ikki hava
teir fyri neyðini allar
7.200 m?. Tað sær út sum
at Maskinskúlin absolutt
skal út frá, har teir eru í
letuni, og at teir absolutt
ikki mugu fáa nýggjan
skúla. Hví so ikki leiga
teimum teir umleið 2800
m', ið teir hava fyri
neyðini?
Niðursteða mín í hesum
máli verður at:
Býráðsformaðurin hev-
ur við vilja roynt at geva
byrådslimum skeivar upp-
lysingar i hesum måli.
Býráðsformaðurin ætlar
at blaka 320 bern út á get-
una og hevur onki skúla-
tilboð til tey. Í
Dagblaðsgreinini stendur
um útbygging av Hoyvík-
ar SKúla, at her »vann
trivnaðurin í býlinginum
frama<. Tá tað snýr seg
um 320 børn og tcirra for-
t lur og Eysturskúlan, tå
vinnur — trivnadur og
tryggleiki ikki frama.
Býráðsformaðurin på-
stendur, at við at niður-
leggja/selja Eysturskúlan
og flyta bernini, fáa tey
eina skúlagongd »vid enn
betri innihaldi«. Er hetta
ikki ein ótrúlig háðan móti
skúlaleiðslu og lærarun-
um á Eysturskúlanum?
Er tann nakni veruleiki
ikki tann, at her er talan
um »politiskan rossa-
handil< av grovasta slag,
har offrini, 500 skúlabern,
verða kastiblokur og
30—40 lærararnir gerast
arbeiðsleysir.
Vit øll, sum kenna
„arbeiðslagið< hjá býráðs-
formanninum, ivast ikki i,
hvussu gongdin í hesum
máli fer at verða.
Fyrst verður alt est upp
í skúm, so øll vera á gosi
og hann fær PR, síðan
kemur býráðsformaðurin
— himself — og einsa-
mallur (tá verður málið
ikki lagt fyri hasti-býráðs-
fund) við uppskoti um
onkra loysn, so hann
einsamallur stendur sum
tann, ið loysti trupulleik-
an. Hetta hendir alt
meðan okkurt annað trup-
ult mál gongur fyri seg í
býráðnum, so tað kann
fjalast burtur í øllum
hurlivasanum. Og íkki
minst — allir teir foroysku
fjølmidlarnir — eisini ÚF
og SvF hoppa upp á lim-
pinnin — hverja ferð.
Henda vánaliga — ó-
demokratiska — illa um-
hugsaða loyns førir við
sær, at Feroya Ma-
skinskúli fær næst-bestu
skúlaloysn, byggi-
fyritøkur verða snyttar
fyri stórarbeiði, 500 børn í
Tórshavn og foreldur
teirra verða hildin gíslar í
politiskum rossahandli av
grovasta slag. Hetta
kunnu vit ikki lata ganga
um okkum. Eg vóni, at bý-
ráðslimir i Tórshavn
hugsa seg væl um og
venda í hesum máli og at-
kveða ímóti hesi ætlan, tá
málið aftur kemur fyri
Tórshavnar Býráð.
Kristianna Rein,
býráðslimur
14-daga ferð til
EGYPTALANDS
við
KARL NOLSØE
sum ferðaleiðara
Úr Keypmannahavn 7. des.
Kostnaður uml. kr. 8.000,-, íroknað
hotell, vistarhald og allar útferðir — eis-
ini 4-daga ferð á Nilánni.
Áhugað ringið
038341486
aftaná kl. 19 for. tíð
|
HH
á