hósdagur 14. november 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
17. maðurin
EIN afturvendandi trupulleiki hjá
mongu av samgongunum, sum hava
stýrt landinum, er 17. maðurin. Tær
flestu av samgongunum, sum hava
verið skipaðar, hava bert havt ein
tingmann i yvirvág. T.v.s. at allir
seytjan tingmenn í samgongu hava
verið tungan á vágskálini. Júst henda
politikkin í Føroyum í mong, mong
år. | stadin fyri at reka veruligan
landspolitikk, so hava mong lands-
stýri í veruleikanum rikið 17. mans-
politikk. T.v.s. at nógvar politiskar av-
gerðir hava verið tiknar út frá rossa-
handilsprinsippinum: fái eg hetta
igjøgnum, so skal tú fáa hatta, osfr.
HETTA ljóðar ikki sørt legið, men er
ikki tess minni satt. Av tí at lands-
stýrini hava bygt á so lítlan meiriluta,
at hver tingmaður hevur kunnað
koppað eina samgongu, hevur borið
illa til at lagt landspolitiskar langtíðar-
ætlanir. Vit hava í staðin fingið eitt
sokallað landspolitiskt lokalstýri. Og
tað er sjálvandi upp á bæði gott og
ilt Men nu tað veruliga sansar at í
samfelagnum, nú vit rakna við við
kaldan dreym og síggja, at vit hava
gjørt alt ov nógvar íløgur á tí almenna
og tí privata økinum, nú gerst tað
meira greitt fyri okkum, hvat tað vil
siga, at eitt land verður stýrt av
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen
teprum landsstyrum, har allir sam-
gongutingmenn eru tungan å våg-
NUVERANDI samgonga hevur eisini
17 mans. Júst sama magiska talið, og
spurningurin er í dag, um tað verður
sama 17. mans-syndromið, sum fer
at koppa hesa samgonguna! Okkurt
kundi bent á tað, nú hugsað verður
um undirsjóvartunnilin, Nónhamar,
momsin, tolllóg o.a. Í fleiri av hesum
málum hava samgongutingmenn út-
talað seg rættiliga opið og sagt, at
teir fara at fella landsstýrið, fáa teir
ikki sín vilja. Og sum rosinan í pylsu-
endanum hevur ein samgonguting-
maður longu boðað frá, at hann fer at
atkvøda fyri einum uppskoti hjá ein-
um av andstøduflokkunum — einum
uppskoti, sum rætt og slætt tekur
ræðið av sitandi landsstýri í umrøda
máli. | Landsstýrisflokkarnir hava
nevniliga felt niður í samgonguskjal-
ið, at spurningurin um undirsjóvar-
tunnilin skal kannast. Hetta merkir
ikki, at arbeiðið skal í gongd. Fara so
samgongutingmenn, áðrenn um-
røddu kanningar eru lidnar, at at-
kvøda fyri einum andstøduuppskoti,
sum rætt og slætt forbjóðar lands-
stýrinum at gera fleiri kanningar, tí ar-
beiðið kann í fyrsta lagi byrja um fýra
ár, tá hevur hesin tingmaður avhøvd-
að sína egnu samgongu. So einfalt er
Útgevari: P/f Sosialurin
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: PH Pressan 1981 Teleton:
TAD er gott, at vit hava eitt livandi
orðaskifti um hetta mål. Men eins
greitt er tað, at eini samgongu verður
ikki leingi lív lagað — og hon verður
ikki serliga arbeidsfør — skulu ting-
menn, sum vita, at teir eru 17. maður,
í tíð og ótíð koma við hóttanum. Hes-
um hava vit havt ringar royndir av
upp gjøgnum árini, har tað hevur ver-
ið neyðugt at gera ein rossahandil
fyri og annan eftir, sum skal tæna
lokaláhugamálunum há teimum
ymsu tingmonnunum, fyri í heila tik-
ið at halda samgonguskútuni flót-
andi. Nú kann ein so siga, at her er
tað tann øvugta gongdin. Nú verður
17. maðurin bráddliga brúktur til at
fremja eitt landspolitiskt mál — ja,
hóttanin um at slíta samgonguna
skal júst brúkast ímóti meira lokalum
áhugamálum, sum umreddu ting-
menn meta eitt nú undirsjóvartunnil-
in at vera.
HVAT ein enn heldur um hesi mál, so
er í hvussu er eitt gott hent, og tað er,
at vit hava fingið eitt tiltrongt orða-
skifti um mál, sum koma okkum
øllum við so ella so. Hinumegin
stendur so landsstýrið, sum ynskir
arbeiðsfrið og vísir á, at tað er júst ar-
beiðsfriður, sum tað hevur skortað á í
undanfarnu samgongunum.
ANTIN ein er fyri einum undirsjóvar-
tunnli ella ikki, so er einki forgjørt í ti,
Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn
14720
Argir
11820 Teletax:
at landsstýrið heldur fram at kanna
hetta projektið til fulnar. Við ti er ikki
sagt, at arbeiðið skal byrja her og nú
ella um ngkur ár. Spurningurin er so
heldur ikki bara eitt lokalmál fyri
vágafólk. Hann hevur so sanniliga
eisini áhuga og tydning fyri øll tey,
sum í framtíðini skulu ferðast til og
frá flogvøllinum. Hann hevur eisini
týdning í sambandi við málið um
framtíðar flogferðsluna her á landi.
Verðu rikki farið at byggja flogvøll á
Glyvursnesi, so verður flogvøllurin í
Vágum samferðsluæðrin millum út-
heimin og Føroyar langt inn í næstu
eld. Og ii sambandinum verður
neyðugt at betra um ferðasamband-
ið. Her er so spurningurin, um vit
skulu byggja nýggj skip til at flyta
ferðafólk millum Oyragjógv og Vest-
manna, ella vit skulu umhugsa heilt
aðrar møguleikar.
SPURNINGURIN um at seta almenn
arbeiði í gongd, nú tey verandi ar-
beiðini verða liðug, hevur eisini nógv
at siga í hesum kjakinum. Og er
undirsjóvartunnilin ein skilagóð ílega
inn í næstu øld, eiga vit at kanna
hana nú. Men er hon grvitisskapur,
so eigur hon eisini at steðgast. Hetta
er tað, vit mugu finna fram til, og tí er
tað skeivt tá samgongutingmenn
hótta við at slíta samgonguna upp á
eitt mál, sum als ikki er búgvið til
nakað slit.
Sjálvstýrisflokk-
urin og tunnilin
Oyggjatíðindi endurgevur
í gjár formannin í Sjálvs-
týrisflokkinum, Lassa
Klein fyri at siga, at hann
tekur ikki undir við floks-
felaga sínum, Helenu
Dam á Neystabø, sum
hevur lagt uppskot fram
um at avtaka lógina um
undirsjóvartunnil um
Vestmannasund. Lasse
Klein sigur við blaðið, at
sjálvstýrisflokkurin fór
burtur úr eini samgongu í
1989, tí hon framdi eins-
táttaðar sparingar og
ultøk.
"Slíkt eigur ikki at
endurtaka seg, og skulu
sparingar fremjast, so
skulu tær fremjast sum
ein heild, og ti ber ikki
til bert at taka einstók
"populer" mål fram, sum
t.d. fasta sambandið um
Vestmannasund"
Hetta sigur Lasse Klein
sum víðari vísir á, at
eingin hevur nakað ímóti
at spara, men eingin kann
heldur taka undir við ein-
táttaðum sparingum.
Hetta eru áhugaverd
úttalilsi, kanska mest tí, at
tey vísa okkum, at heldur
ikki í sjálvstýrisflokkinum
standa tey saman sum ein
maður. Fólk hava helst
lagt til merkis, at síðani
flokkurin fekk eina
kvinnu valda á ting, er
Lasse Klein, sum hevur
verið frontfigurur líkasum
dottin niðurímillum. Fólk
eru so smátt farin at
spyrja, hvar Lasse man
vera og um flokkurin
hevur fingið nýggjan
formann og leiðara. At
Helena so leggur uppskot
fyri = tingið, sum
partamaður hennara ikki
kann taka undir við, er
einki forgjørt í, men tað
sigur nakað um, hvussu
ringt tað má vera at halda
skil í einum stórum flokki
- tá flokkur við einans
trimum tinglimum ikki
kann semjast um uppskot
flokkurin leggur fram.
Hetta fær ein at setas
spurningin: hvussu hevði
sæð út í samgonguni, um
sjálvstýrisflokkurin hevði
verið partur av henni og
har sjálvstýristingmennin-
ir eisini vóru 17. menn!
Eingin kennir lagnuna
hjá verandi samgongu og
úrslitið eftir eitt komandi
val. Men tað kann væl
hugsast, at sjálvsstýris-
flokkurin verður ein av
samgonguflokkunum, um
núverandi samgonga ikki
heldur fram ella tapir val-
ið. Við hesum í huga má
tað sigast at vera lítið
hugaligt at ímynda sær
eina komandi samgongu
við einum so lítlum
flokki, ið ikki ein gang
megnar at standa saman.
Umstrídda uppskotið
hjá sjálvstýriskvinnuni
boðar so eisini frá, at vit í
sjálvstýrisflokkinum hava
fingið ein splittadan
flokk, ein flokk har teir
tríggir tinglimirnir
mestsum allir hava hvør
sítt áralag. Man hetta
benda á maktskifti í
flokkinum og fer gongdin
at líkjast henni hinum
"lilleput-flokkinum"
teimum kristiligu, har
endin var, at flokkurin fór
í tvey! Neyvan verður tað
til tað, men givið er, at
bæði Lasse og Asbjørn
hava fingið ein konkurent
í Helenu, so inniast inni
hjá teimum mundi tað
kanska ikki vera so kær-
komið kortini, at
flokkurin fekk 3.
"mannin" valdan. Men
allir flokkar hava brúk
fyri at fornýggja seg, so
kanska fjøldin av
sjálvstýrisfólki tekur
meira undir við Helenu
enn hinum báðum "gom-
lu" tingmonnunum, og at
tad ti fer at vera hon, sum
i framtidini kemur at
mynda flokkin. Uppskot
hennara um tunnilin kundi
bent á tað. Um smáu
flokkarnir ikki kunnu
semjast innanhýsis ella á
tingi um politisk mál, so
er tað helst rætt í fram-
tíðini at skipa samgongur,
sum ganga uttan um hesar
flokkar. Annars kann sig-
ast, at verandi samgonga
ikki hevur nakað at
reypað sær av í løtuni, tå
talan er um innanhýsis
ella samgongu-diciplin.
Endursendið
Hans Holm
Útvarpstátturin "Góðan
morgun Føroyar" er sera
kærkomin hjá lurtarun-
um, men tað er verri enn
so altíð, at fólk flest
hava møguleika at lýða
á hesa tíð á degnum, tí
mong eru bundin av ar-
beiði og sleppa ikki til
útvarpstólið. Tí var tað
kanska ikki nakað vána-
ligt hugskot, at okkurt
av tilfarinum varð end-
ursent í fullari longd.
Tað, sum her verður
hugsað um, er samrødan
Sonne Smith hevði við
Hans Holm um orsgkina
til borgarakríggið í
Jugoslavia. Vit hoyra og
síggja so nógv til júst
hetta borgarakríggj í
hesum døgum, at vit
hava gli gott av at fáa
eina kvalifiseraða frá-
greiðing um alla bak-
grundina. Og hana
megnar Hans Holm, lær-
ari so sanniliga at geva
okkum. Okkum nýtast
ikki endiliga at brúka
útlendsk tíðindafólk til
at fáa slíkt at vita, tá vit
eisini eiga fólk, sum
kunnu siga nakað um
søguligu bakgrundina.
Samrødan vid Hans
Holm í "Góðan morgun
Føroyar" í gjár var sera
áhugaverd og upplýs-
andi, og vit fara tí at
heita á Sonna og fyri tað
stjóran um at endur-
senda júst hetta inn-
slagið í tykkara uttan-
ríkissendingum.