Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 212 — 14. november 1991 Hjalti í Jákupstovu, fiskifróðingur Småbåtarnir ein hottan --Meira hesir bátar fiska, (stuttleikabátar) red. minni fáa fiski-og útróðrarmenn, sum burturav liva av hesum fiskiskapi, í sin part, sigur hann og leggur afturat, at í 1985 fiskaðu smá- bátarnir umleið 6000 tons Hugmyndin, at allir for- oyingar eiga ella kunnu hava bát og við honum fiska tað, teir kunnu og hava hug til og um teir fáa ov nógv avreiða veiðuna. Hendan hugmynd er eftir mínum tykki stórsta forðing fyri eini skilagóðari stovnsrøkt, sigur Hjalti í Jákupstovu, fiskifrødingur I dag hevur alt før- oyska samfelagið hjallin á sjónum. Livilíkindini hjá øllum er treytað av at fiskiskapurin fer fram við skili, sigurn Hjalti í Jákupstovu. --Politiskt verður tosað um, at neyðugt er við stovnsrøkt og at fáa stovnarnar uppá eitt stødi, har teir geva mest úrtóku. Men endamálið verður ikki rokkið uttanso, at vit gera okkum greitt, at gll kunnu ikki fiska sum best ber til, sigur Hjalti í Jákupstovu. --Fiskiskapurin eftir toski í 1990 royndist so vánaligur, at síðan aldar- skifti (1905) er bara kom- in minni toskur uppá land í stríðsárunum. Toska- veiðan higartil í ár er minni enn í fjør, sigur Hjalti í Jákupstovu. Herð roynd --Orsgkin er, at í áttati Síða 3 árunum varð ov nógv fiskað, samstundis sum tilgongdin hevur verið lítil. Fiskiskapurin í dag verður rikin so hart, at ein árgangur, ið kemur inní fiskiskapin eitt ár, næstan er uppfiskaður, tá árið er liðugt. Fiskiskapurin við teimum stóru førunum er avmarkaður av at skipini skulu hava fiskiloyvi. Eg haldi at tað eru ov nógv fiskiloyvi í mun tl stovnarnar. Fiskiskapurin er eisini vorðin meira effektivur, eitt nú við trimum manningum, grunnum sum gera at minni verður skrætt og harvið longri fiskitíð. Smábátarnir -Fyri at fiska við smærri bátum krevst einki fiskiloyvi. Í bátahyljum kring landið liggja bátar í hundrað tali, nógvir við bestu og mest framkomnu útgerð. Flestu bátarnar eiga menn, ið dagliga hvørki eru útróðrar- ella fiskimenn. Tá lítipð er til, liggja hesir bátar fyri teym so at siga alt árið, sigur Hjalti í Jákupstovu, --Men tá nakað er at fáa, fara nógvir at rógva út. Menn ið annars eru í aðrari vinnu, fáa tá eina lítla fitta eykainntgku. Hetta ger tað sjálvandi stuttligt og gott at liva hjá fólki uppi á landi i Føroyum, sigur hann. Småbåtar veida munandi -Men meira hesir båtar fiska, minni fåa fiski-og útróðrarmenn, ið burturav liva av fiskiskapi, í sín part. Flestu ár fiska hesir bátar ikki nógv. Men tey ár, tå tilgongdin av toski er góð, er veiðan munandi, t.d. í 1985 umleið 6000 tons, sigur hann. Hjalti í Jákupstovu, heldur at veiðan hjá smábátunum eigur at takast við í spurning- inum um stovnsrøkt --Eisini fiska hesir bátarnir mest smáfisk við tí ursliti, at minni kemur burturúr í mun til, um fiskurin var fiskaður eldri. Skal hesin møguleiki varðveitast, má leggjast upp fyri hesi veiðu í stýringini av fiskiskap- inum, sigur Hjalti í Jákupstovu. jústinus Fiskiveiðan í heiminum Kina veiddi mest í fjør, samlaða veiðan var 12 milliónir tons Samlaða fiskiveiðan í heiminum minkaðir í fjør, aftaná at hon hevur vaksið stødugt seinastu árini, sigur ST-stovnurin FAO 97 milliónir tons av fiski vórðu veidd í øllum heiminum í fjør. Hetta er tríggjar milliónir tons minni enn í 1989, tá vit fóru uppum 100 milliónir tons. Orsgkin til minkanina var serliga at veiðan eftir pelagisk»m fiski í eystara parti av Suðurkyrrahav- inum minkaði við tveim- um milliónum tonsum. Hesin fiskur verður serliga veiddur til fiskamjølsidna. Kina er nú tað land í heiminum sum veidir mestan fisk. Kina hevur yvirhálað Japan og USSR, sum seinastu mingu árini hava ligið á fyrsta plássinum. Ein stórur partur av ti fiski, sum kinverjar fáa kemur frá alivinnuni. Fiskaveiðunggdin hjá menningarlondunum fall við 800.000 tonsum í fjór. Og toska og hýsu- veiðan í Norðuratlantshavi er eisini minkað munandi, sigur FAO. 33 prosent av fisk- inum, sum menningar- londini veiddu keypti felagsmarknaðurin í fjør, Japan keypti 30 prosent og USA 16 prosent. jústinus Mr : Fun 5 po På i 0 Øll heimsins skip veiddu 97 milliónir tons í fjør. Kinverjan hava nú yvirtikið fyrsta plássi frá Japan og Sovjet. Kina veiddi 12 milliónir tons í fjór *%