Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. november 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fyritaksstjóri: Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov | Jústínus Eidesgaard Smásinni og øvund Í KOMANDI viku skal tingið taka endaliga stødu til eitt uppskot frá landsstýrinum um at loyva føroysk- um blødum at hava bingospæl. Uppskotið hevur verið fyri í rættar- nevndini og hevur hon býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta. Meirilut- in, sum eru samgonguflokkarnir, mælir til at samtykkja uppskotið, meðan tveir minnilutar mæla frá. LISBETH Petersen úr sambands- flokkinum sigur, at tað er órímuligt, at føroysk blød, id ofta eru heft at politiskum flokki, ið fær almennan pening til politiska upplýsing. fáa loyvi at hava bingo, tá ið hetta kann geva felagsskapum og samkomum, sum hava bingo við vælgerandi endamåli fyri eyga, óneyðuga kapp- ing. Hon mælir til bert at loyva blød- um at útflýggja smærri vinningar í sambandi við loysn av krossorða- gátum o.tl. SIGNAR Hansen úr tjóðveldisflokk- inum hevur eisini ilt av, at eitt nú Sosialurin skal fara undir aftur bingo. Hann heldur tað vera skeivt, at politisku blødini skulu fara i bein- leiðis kapping við fritidarfeløgini og tráðroyna einastu peningakeldu teirra við heilt ella partvís tilvildar- ligum kappingum sum td. bingo- spølum. Samband og fram til valborðið at forða VIÐMERKING okkara til Lisbeth og Signar er: SMÅSINNI OG ØVUND! Hvi skulu bert donsk blød, sum verða seld i Føroyum í håpatali, hava loyvi at hava bingo. At Lisbeth heldur hetta vera i lagi er at skilja, men at ein sokalladur tjóðveldis- maður sum Signar skal seta fót fyri føroyskum initiativum og loyva donskum er nærsagt ófyrigeviligt. Álvaratos, tit bæði. Hví skal eitt nú Sosialurin, sum í samfull 14 ár, tvær ferðir um árið — til ásetta tíð (og als ikki tilvildarliga, sum Signar vísir til) hevur skipað fyri bingo, ikki sleppa at halda fram við hesum! Dimma, Lisbeth ella sambandið hava ikki áður havt ilt av hesum og hava ikki talað at, ei heldur Signar. Og hví! Jú, tí at bingospælið í Sosialinum hevur á ongan hátt nervað bingo hjá teimum mongu frítíðar- og åhugafeløgum, sum hava skipað fyri bingo. Heldur tverturímóti hev- ur bingo í Sosialinum supplerað hini bingospølini, ja, verið eitt eyka og kærkomið tilboð — ikki minst hjá teimum ómettaðu bingospælarun- um kring landið, sum ikki hava møguleika at sleppa til so mong bingo, sum tey nú kundu ynskt sær. VIT hava mett bingo í Sosialinum vera eina eyka og ynskta tænastu fyri lesararnar. Og hyggja vit at tøl- unum yvir luttøkuna, sc er åhugin eisini bara vaksin. Fyrst í 80-unum fingu vit umleið 3000 brævbjálvar sendandi við bingoplátum, í 1990, málið er liðugt vidgjørt í rúsdrekka Dimmalætting heldur nógv av tingkvinnu sam- bandsfloksins í høvuds- staðnum. Í blaðnum í gjár fær hon góða plasering. Hon eigur hálva forsíðuna og stóran part av síðu 3. Syndarligt at siga, at henda nýggja stjórna floksins hevur skapt tað fornýggilsi í flokshåborg- ini, sum onkur hevði roknað við, nú Pauli Ellefsen tók seg aftur. Tí meiningar hennara - bæði á síðu 1 og síðu 3, eru so konservativar og aftur- haldandi, at rætt og slætt hoyra fortidini til. Løgid at so nýggj og ung kvinna í politikki ikki skal vera meira framsíggin og lib- eral í h igsunarhåtti. Hvat viðvíkur meining- um heanara á síðu 3 um bingospæl í Sosialinum skulu vit vísa til gllum nýggjum og tíðar- hóskandi broytingum í gomlum lógum. Lisbeth Petersen er annars sera ónggd við, at javnaðarflokkurin hevur brotið eina avtalu, sum er gjørd í víðkaðu rættar- nevndini. Her hevur for- maðurin Jóannes Dals- gaard nevniliga álagt lim- unum tagnarskyldu, so- leingi nevndin arbeiðir við málinum. Henda avtala er nú brotin sigur sambandskvinnan og vísir til, at landsstýriskvinna javnaðarfloksins hevur úttalað seg um arbeiði hjá nevndini í sjónvarpinum í vikuni. Hvørvitt landsstýris- konan skal hava kunnað úttalað seg í málinum, so- leiðis sum tað liggur í løtuni, er ringt hjá okkum at meta um. Men hin- vegin, er tað ein avtala, at einki skal fram fyrr enn nevnd, so átti eisini lands- stýriskonan at givið hes- um boðum gætur og bíðað við at úttala seg um hetta so viðkvæma málið, til hon fekk grønt ljós frå formanninum i rættarnevndini, sum situr vid åbyrgdini. Hann er stæddur å Alandi og hevur ti ikki kunnad gjørt viðmerkingar til málið. Tær viðmerkingarnar vera vónandi i fjølmidlunum, tå hann er heimafturkomin. Ti rættiliga grova åkæran frå sambandsumboðnum i Rættarnevndini móti for- manni tess, eigur ikki at standa ósvarað. Annars er tað er spell, um bagatellir sum henda skulu koyra eitt annars so týðandi mál sum rúsdrekkamálið í baklás. oddagrein omanfyri. Men á forsíðu blaðsins ger hon viðmerkingar til Útgevari: P/f Sosialurin Uppseting: Píf Sosialurin Prent: Pit Pressan 1981 seinasta bingo okkara, bar postboð- ið ikki færri enn 9000 brævbjálvar við bingoplátum í út á Sosialin. TIT høvdu vissuliga staðið tykkum betur við einki uppskot at lagt fram, tí við hesum sjálvmótsigandi grund- gevingum tykkara fyri at nokta eitt nú Sosialinum at hava bingo, hava tit avdúkað bæði smásinni og øv- und. Hví skal forboð setast móti slíkum. Hví skulu ikki fólk sjálvi sleppa at avgera, hvat tey hava hug til! Hví skulu møguleikarnir hjá fólki at spæla við í bingo avmarkast, nú tey í samfull 14 ár hava kunnað troytt henda møguleika í einum før- oyskum blað. Unna tit ikki ødrum at brúka tað fría initiativið og harvið vera við til at geva fólki fleiri tilboð og eitt stórri úrval! Er sannleikin ikki heldur tann, at hesi bæði um- boð fyri ávikavist Dimmalætting og 14. September gvunda Sosialinum at vera fremri enn tey! Tað næsta verður kanska, at tit seta uppskot fram á ting um at nokta føroyskum blødum at koma út fimm ferðir um vikuna, ti hetta stjelur tid frå teim- um mongu, sum annars ganga i fri- tidarfeløgum til vælgerandi enda- mál. Ella kanska tit fara at skjóta upp at nokta blødunum at bjóða fólki ókeypis smálýsingar, soleiðis sum Sosialurin hevur tikið stig til. Kanska tit enntá far at skjóta upp at nokta blødunum (Sosialinum) at loyva mammun ókeypis at seta fød- ingar í blødini! rúsdrekkamálið og sambandinum líkt, so skulu ongar broytingar gerast í tí avoldaðu rús- drekkalógini. Nei best man vera sum er. Hetta er eisini politiski boðskap- urin hjá nýggju sambondsstjørnuni. Sambart Dimmalætting er Lisbeth Petersen hart im6ti flest øllum broyt- ngum í verandi lóggávu. Aldursmarkið skal ikki broytast, skamtanarskip- anin skal varðveitast. Og so kemur hon við gomlu sambandsplátuni um, at rúsdrekkamálið skal til fólkaatkvgðu. Tað skuldi eftir okkara hugsan íkki verið neyðugt at lagt eitt slíkt mál út til fólkaat- kvødu. Her er talan um at gera eina lóg meira tíðar- hóskandi, og hetta kann tingid taka sær av, uttan at hvør sambandsveljari kring landid skal dragast skal studul undir svartkjaftatilfeingið skilagott. Vit taka fult við umrødda Postadressa: Postsmoga 76 110 Tórshavn Telefax: 14720 TIT hava so eisini hin møguleikan, og hann er at taka kappingina upp vid okkum. Hvi ikki heldur fria kapping å bladøkinum eisini — heldur enn at seta forboð fyri hes- um og hasum! TÍÐINDABLAÐIÐ Sosialurin hevur skipað fyri bingospæli í skjótt 15 ár. Ongantíð hava vit merkt, at hvorki fritidarfeløg ella lesararnir hava ver- ið ónggdir við hetta tiltak okkara. Tverturímóti hava teir mett hetta sum eitt gott íkast. Júst tí boðar tann stóra undirtgkan frá. At vit vilja sleppa at halda fram við hesum — á sama hátt sum útlendsk blød seld í Føroyum — er ein náttúrlig sjálvfylgja, sum bæði Lisbeth Peter- sen og Signar Hansen áttu at skilt. Men støda teirra í hesum máli hev- ur bert sannført okkum og vónandi onnur við um, at hjá teimum ganga småsinni og øvund fram um sunna fornuft. Tit áttu rætt og slætt at skammað tykkum. Japanar undir Føroyum Tingið hevur samtykt uppskot um at lovya japanarum at royndarfiskiskap undir Føroyum. Japanar ætla at fiska svartkjaft og framleiða surimi. Nú so aðarnevndin góðkenna avtaluna. Í hesum tíðum har tosað verður um niðurfiskaðar stovnar undir Føroyum kann tað ljóða bakvent, at vit loyva japanarum at fiska undir Føroyum. Men her eiga vit at gera okkum greitt, at talan er um svartkjaft, - higartil hava latið til aðrar sum bytisfisk. Landsstýrið heldur, at samband við japanska framleiðlsutgkni marknað má vera góður reka fiskiskapi, um so er at hann er undir neyvum eftirliti. Nú eiga vit so eisini at smíða, meðan jarnið er heitt. Vit eiga ikki at lata henda møguleikan gleppa okk- um av hondum. Tað má vera ein avgjørd treyt, at vit fáa okkurt burtur úr japanska fiskiskapinum og teirra framleiðslu- tøkni. Hóast vit eru frammaliga bæði innan veiðu og viðgerð, so hava vit helst nógv at læra av japanarum. Latið okkum tí nú troyta henda møguleika og fáa optimalt burtur úr. Kann henda "gestus" okkara móti japanarum útvikla seg til eitt stórri sam- arbeiði, so kunnu vit bara fegnast. markn- sum vit og at fáa nýtt