fríggjadagur 15. november 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 213 — 15. november 1991
TC T———
Viðhald í
Villleiðing
Tórfinn Smith, býráðslimur í Havn, gevur lítið
fyri almenna stovnin Prísráðið, sum visti frá sær
klaguna um, at Kommunala Orku & Brenni-
stóðin á Sandvíkahjalla villeiddi, tá fólk í lýsing
fingu at vita, at skatturin fór at minka við nýggju
innsavningarskipanini
Tórfinn Smith, býráðslimur
í Havn, fekk einki burturúr
at fara til Príseftilitið at
klaga um nýggju innsavn-
ingarskipanina av burtur-
kasti í Havn. Tórfinn Smith
sendi í september mánaði
príseftilitinum kæru um
skipanina, tí hann helt, at
Kommunala Orku &
Brennistødin hevði borið
fram rangar, og villeiðandi
upplýsingar, tá greitt varð
frá skipanini í lýsing í
blødunum. Tórfinn Smith
vísti her á, at K.O.B hevði
lýst við, at tað ikki fór at
gera gerandisdagin hjá fólki
dýrari. Brúkaragjald kom,
men samstundis fór skatt-
urin niður.
Sum byrådslimur visti
Tórfinn Smith, at skatturin
ikki verður lækkaður, og tí
vildi hann vera við, at
K.O.B. hevði borið fram
rangar og villeiðandi upp-
lýsingar.
Tað var mátin
- Tað var ikki skipanina eg
kærdi til Prísráðið, men
mátanum, tí sagt varð, at
skatturin fór niður, og at
nýggja skipanin ikki fór at
gera gerandisdagin dýrari.
Eg kendi lógina um
príseftirlit, og tí vendi eg
mær til tann stovnin, sigur
Tórfinn Smith.
Tveir måndir eftir, at
hann sendi inn sína kæru,
kemur svar aftur frá prís-
eftirlitinum, sum vísir mál-
ið frá sær.
- Brævið er fyri ein part
avskriftav $ 11 í lógini. Tað
var ikki neyðugt hjá teim-
um, at skriva hesa grein av,
tí eg havi alla lógina.
Sjálvandi
fyri at ávirka
- Teir siga í brævinum, at eg
í míni kæru ikki endurgav
alla $ 11, at ikki er loyvt at
bera fram rangar, villeið-
andi og ófullfíggjaðar upp-
lýsingar, sum eru egnaðir
at ávirka eftirspurningin í
sølulysingum. Príseftirlitið
heldur, at upplýsingarnar í
umrøddu lýsing frá K.O.B.
ikki eru egnaðir at ávirka
eftirspurningin, men har eri
eg ósamdur. Hví skuldi
K.O.B. annars tíkið hesar
upplýsingar við í lýsing, um
tað ikki var fyri at ávirka.
Brennistødin kundi í síni
lýsing sagt, atnú kom nýggj
skipan, at posarnir fáast á
hasum og hasum stóðum,
og hvat posamir kostaðu.
So var tað ikki rangt og
villeiðandi, sigur Tórfinn
Smith.
Hann ivast í, um hann
skal fara vidari til Yvir-
prisråd Føroya vid kæruni,
tí tað fer neyvan at geva
gðrvísi úrslit, væntar hann.
Hinvegin vil hann ikki vera
hildin fyri gjøldur og fer tí
onkurvegna víðari við
málinum.
- Tí tað kann ikki vera
rætt, at ein almennur stovn-
ur gevur eini fyritøku rætt
til at koma við rongum og
villeiðandi = upplýsingum,
sigur Tórfinn Smith.
— Síða3
K.0.B. kundi bara upp-
lýst. at nú kom nýggj
skipan, og at fólk skálv $
skuldu keypa posar, sum
fåaast í hesum og hasum }
handlunum. So hevði í
upplýsingin ikki verið
rong og villleiðandi,
sigur Tórfinn Smith
Tórfinn Smith heldur, at
besta príseftirlitið hevði
fingist, um brúkarafelagið
fekk pengar, so tað kundi
arbeitt
Virkar ov seint
Hann heldur tað annars vera
sera óheppið, at tað skal
taka so dúgva tíð at viðgera
eina slíka kæru. Skipanin
varð sett í verk beinan-
vegin. Tá svar ikki kemur
fyrr en so seint, fáa fólk ta
fatan, at tað ikki losyir seg
at kæra, og málið verður
eisini minni aktuelt, sum
tíðin gongur, heldur hann.
- Onkur vil óivað eisini
Spyrja, um tað hevur so
nógv at siga fyri fólk at
skula gjalda 10,75 kr. fyri
ein ruskposa um vikuna.
Summir borgarar merkja
ikki 500-600 krónur um
árið, men tær merkjast hjá
nógvum. Men fyri meg
hevur tað tað mest at siga, at
ein fyritøka sum K.O.B.
ikki skal kunna koma við
rongum og villeiðandi upp-
lýsingum.
-Ogalthettasigur mær, at
stórur tørvur er á brúk-
arafelag. Mín áheitan er tí til
landsstýrið at játta brúkara-
felagnum minst so fræga
játtan, at hon røkkur til at
løna einum fólki at taka sær
av brúkaraspurningum.
Tíðin er kanska farin frá
príseftirliíinum í slíkum
spurningum, tí tá tað eru
fleiri handlar kappast teir
um at hava bíligastu og
bestu vørurnar. Eitt gott og
væl virkandi brúkarafelag
hevði best dugað at upplýst
um alt hetta, sigur Tórfinn
Smith.
randi
Kunnu meira nú
Klaksvíkar Sjúkrahús er umbygt og hevur fingið
útgerð, so tey eisini eru fór fyri at skurðviðgera
heilt vánaligar sjúklingar
Í dag kl. 13.00 er móttgka á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har
ymist nýtt verður at síggja.
Á deild M eru medinsku
stovurnar umbygdar, so tær
nú eru heilt nýmótans, og
sjúkrahúsið hevur intensiva
deild, har fylgt verður við
sjúklingunum eftir skurð-
viðgerð við nýmótans tól-
um. Eisini hevur sjúkra-
húsið fingið respirator.
Umbyggingina hevur tað
almenna fíggjað við eyka-
játtan, .g tGlini eru figgjad
við gávum. Barnabati gav
sjúkrahúsinum respirator-
in, og tann hálva milliónin,
sum Noroya Sparikassi læt,
rakk til atkeypa tól, ið skulu
til á slikari deild.
Hans Jákup Simonsen,
narkosulækni á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, letur væl at. Við
umbyggingini kann Klaks-
víkar Sjúkrahús átaka sær
fleiri uppgávur, sum áður
hava verið landsuppgávur.
Hetta vil siga, at nú kunnu
næstan allar skurðviðgerðir
gerast í Klaksvík. Tær
kunnu gerast trygt við
nýggju útgerðina. Tað
verða tó framvegis onkrar
viðgerðir, sum sjúkrahúsið
ikki kann átaka sær, m.a. tá
neyðugt er at brúka heil-
kropskannaran.
randi
Seinnapartin í dag hava
fólk høvi at koma á
Klaksvíkar Sjúkrahús og
síggja nýggju útgerðina,
og hvussu umbygt er