fríggjadagur 15. november 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
49 ára gamla Maj Wallenlid úr Finlandi
»Landamørk eru órealistrisk, og øll eiga alt. Vii
hava øll rætt at búgva á hesi Jórðini, og eg dugi
ikki at síggja tað stóra í at skula slíta seg sundur
alt lívið fyri at eiga eini hús at búgva í,< sigur
finska kvinnan, sum í Føroyum bæði hevur búð í
Síða 8 Nr. 213 — 15. november 1991
skirvisligum húsum, skúrum og nú einum tjaldi
Hvar tú enn kemur í Før-
oyum, har fólk býr, so eru
hús í hópatali at síggja.
Føroyingurin hevur tann
vana at festa búgv í sínum
egnu húsum, sum hann at
kalla altíð sjálvur avgerð
snið og slag á, so øll hava
síni egnu hús — bókstavi-
liga
Og er hetta ein vani, er
tað ikki minni ein vani, at
hesi góðu hús kosta so
mikið nógv, at bæði maður
og kona noyðast at arbeiða
fyri at hava ráð til heimið,
um ikki talan er um eina
av teimum inntøkunum, ið
liggja í landsstýrismanna-
klassanum.
Men ikki øll hava tað
sjónarmið, at hetta er ser-
liga skilagott og bara eigur
at vera so.
Hesa síðstu tíðina hevur
49 ára gamla Maj Wallen-
lid úr Finlandi búð í einum
lítlum tjaldi á Strondum. Í
hesum tjaldi hevur hon
allar ognarlutir sínar, og
har hevur hon sovið hvørja
nátt.
ØM borgarar á jerðini
Men hví búgva í einum
so vánaligum »heimi«, tá
hús eru til tað sama?
»Eg kenni meg ikki læst-
an fastan í hesum van-
anum, at ein skal búgva í
húsum, sum vit kenna tey í
Føroyum og aðrastaðni,<
sigur hon. >Tað ber sakt-
ans til at búgva sum eitt nú
nomadar gera tað, og fyri
tað eisini lappar og onnur,
ið ikki byggja sær hesi
dýru húsini, men liva og
búgva í tjaldi ella á annan
hátt, sum gevur møguleika
at flyta, nær ein hevur hug
til tess. Og mær dámar
ikki øll hesi mørkini, tí vit
búgva jú øll á hesi jørd-
ini.«
Tíðliga í 80'unum kom
Maj V/allenlid til Føroya,
og hevur hon roynt at búð
ymsastaðni í Føroyum og
á ymsan hátt í eini 9-10 ár
við styttri millumbilum.
Búð í skúri
M.a. hevur hon roynt at
búð í einum gomlum og
skirvisligum húsum í
Hvannasundi, eins og hon
eisini hevur roynt at búð í
einum skúri. Hon hevur
m.a. verið í Havn, Kald-
bak, Kirkjubø, Kvivik og
aðrastaðni.
Ofta hevur hon ikki havt
nakað arbeiði, men av og á
hevur hon arbeitt á flaka-
virkjum.
Hon hevur fyri stutt sid-
ani verid og vitjad i Fin-
landi, men kom aftur til
Føroya í summar.
Síðstu tíðina hevur hon
búð á Strondum.
Hon hevur havt eitt lítið
tjald standandi undir ein-
um steini á einum grónum
bletti nærhendis av-
greiðsluhúsið hjá Strand-
ferðsluni, sum hevur verið
hennara >heim<.
Noyddist at flyta
Men í ódnini um viku-
skiftið komu nakrir ungir
menn og søgdu henni frå
illvedri og bóðu hana held-
ur fara inn onkunstaðni,
heldur enn at liggja úti í
slíkum veðri.
>Tí hevði eg ikki áhuga
fyri, ti eg vildi hava at vita
hvussu tjaldið royndist í
vátum veðri og nógvum
vindi,< sigur Maj Wallen-
lid.
Men hvussu var og ikki,
so noyddist hon seinni
mánanáttina at taka av til-
boðnum um at fáa innivist
í einum húsum, tí tá var
veðrið blivið nógv verri og
alt tað, sum hon hevði
liggjandi í tjaldinum bloytt
igjøgnum.
Hon hevði tó sloppið
sær á dyr aftur, áðrenn
nakar var uppi har í
húsinum morgunin eftir.
A Strandferðsluni
um dagarnar
Um dagarnar varð Maj
Wallenlid boðið at vera í
strandferðsluhúsinum um
Í hesum lítla tjaldinum,
sum stendur uppsett
omanfyri avgreiðslu-
bygningin hjá Strand-
ferðsluni á Strondum,
býr 49 ára gamla Maj
Wallenlid úr Finlandi.
Nú hevur hon hug at
royna lívið í einum
bjargingabáti — uppi á
landi. Mynd: Kalmar
dagin, og har hevur hon
sitið hesa vikuna, til
Dúgvan kemur úr Havn.
Tá rýmir hon niðan í
tjaldið aftur, og har er hon
so til næsta morgun.
Tá Sosialurin var inn á
gólvið í strandferðsluhús-
inum seinnapartin miku-
dagin, sat hon og málaði
fliður í ymsum litum. Hon
sat við eitt borð, og hjá
sær hevði hon fleiri sekkir
við ognarlutunum, og á
borðinum stóð ein stór
krukka við súltaðum
blommum og ein minni
við onkrum í, sum kundi
verið eplamorl. Á
borðinum lá eisini ein
pakki við kleynum, sum
hon segði vera nakað av
einum lívrætti.
Maj Wallenlid, ið eftir
gllum at dóma helst ynskir
at vera fyri seg sjálva og
liva sítt egna lív, hevði tó
einki ímóti at práta eitt
sindur, hóast hon ikki vildi
hoyra talan um at hon
skuldi verða avmyndað.
Vil hava fatur á
einum bjargingarbáti
Nú hon hevur livað í
eina tíð í tí lítla tjaldinum
á Strondum, hevur hon
hug at royna okkurt annað.
>Ég havi skilt á lagnum,
at bjargingarbátar skuldu
verið væl egnaðir, og at
lættari er at halda hitanum
í einum slíkum, enn tað er
í tjaldinum, tá kalt er í
veðrinum,< sigur tann á
Strondum í hesum døgum
so nógv umtalaða Maj
Wallenlid. »So um mær
eydnaðist at fáa fatur á
einum bjargingarbáti av
hesum slagnum, sum eru
at blása upp, hevði eg havt
hug at roynt at búð í
einum slíkum.<
Biðið um trolarakjans
Fyrr í vikuni var hon
umborð á trolaranum Phø-
nix og bað um arbeiði,
men har var ikki hildið, at
brúk var fyri henni.
>Tað haldi eg vera eitt
sindur løgid, ti eg havi
enntá bjóðað mær til at
gjalda fyri »innivist« um-
borð, sleppi eg við
onkrum av føroysku fiski-
skipunum,< sigur hon.
»Og slapp eg við
onkrastaðni, hevði eg helst
viljað upplivað havið, tá
tað leikar í og er harðast. Í
sløttum sjógvi er tað einki
gðrvísi enn uppi á landi,
so tað skuldi verið í
ordiligum veðri, slapp eg
við einum av teimum.«
bj.