fríggjadagur 15. november 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 213 — 15. november 1991
Frá kunnandi fundinum
á Eysturskúlanum
herfyri, tá býráðs-
formaðurin og lands-
stýriskvinnan greiddu
lærarunum frá hvørjar
ætlaninar vóru vid
skúlanum.
Mynd: Kalmar
Hann helt, at tað vóru
serliga hesar, sum Maskin-
skúlin hevði brúk fyri, og
hvat verður so eftir hjá
okkum - spurdi hann.
At næmingatalið í gkin-
um uttan um skúlan fer at
minka sum býráðsformað-
urin vil vera við, vóru
heldur ikki øll samd i.
Víst varð á, at síðani 1.
september eru 11 nýggir
næminr komnir á skúlan,
og alt fleiri yngri fólk
keypa sær eldri sethús í
býnum, heldur. enn at fara
niðan í fjøllini. Hetta er
eisini í trá við tað, pening-
astovnarnir mæla fólki til,
heldur enn at byggja nýggj
hús. Sostatt er líkt til, at
næmingatalið fer at vaksa
heldur enn minka, varð
ført fram.
Stórur ótryggleiki
Tað kom greitt fram á
fundinum, at ein stórur
ótryggleiki hevur valdað
millum foreldur, næmingar
og lærarar síðani tíðindini
um, at Eysturskúlin skuldi
seljast, bórust í útvarp-
inum. Tey gjørdust heldur
ikki tryggari, eftir at
millum onnur býráðsfor-
maðurin hevði hin fyrsta
kunnandi fundin á skúla-
num. Tá segði hann seg als
ikki kunna vátta, at næm-
ingar kundu halda fram á
skúlanum eftir summar-
frítíðina. Hesum ótrygg-
leika funnust mong harð-
liga at.
Heldur ikki skúlastjórin,
Steingrím Niclasen var
serliga fegin um ætlaðu
søluna av skúlanum. Hann
segði, at hann var sjálvur í
nevndini, sum nú skal
kanna hvgnn veruligan
tórv Eysturskúlin hevur,
og um møguleikar eru at
taka ein part av skúlanum
til Maskinskúla. Nevndin
skal fáa frið at arbeiða, og
tí vildi hann íkki gera
viðmerkingar til júst hetta,
men hann loyvdi sær
kortini at vísa á, at talið á
næmingum er eins nógv
minka í Kommunuskúlan-
um sum á Eysturskúlanum
seinastu tíggju árini. Hann
spurdi tí, um Kommunu-
skúlin eisini skuldi seljast.
Tað vóru ikki tey mongu
foreldrini, sum tóku orðið
á fundinum. Tey vóru helst
komin at lurta, men eftir
fundinum og prátinum
eftir fundin at dóma, vilja
bæði foreldur og lærarar
stríðast tað tey eru ment
fyri at varðveita Eystur-
skulan.
tor.-
Tey eru mong sum halda
tað vera skeivt at
niðurleggja
barnavinarligasta
skúlan í Havn.
Mynd: Kalmar
Síða 7
Barnabíblian er bókin
til hvort heim í Føroyum!
Besta jólagáva tú
kanst geva børnunum!
400 síður
Á
við vokrum
litmyndum
320,-
fyri kr. 3
Fæst í ollum bóka-
handlum kring landið.
Og kann eisini bíleggjast
beinleiðis frá forlagnum!
Bíleggingarseðil
Ja, takk send mær eint. Barnabíblian
Set x fyri á hvenn hátt tú ynskir at gjalda
Send við postuppkravi + porto
Eg gjaldi peningin inn å postgiro nr. 73067
og fái pakkan sendandi portofrítt
Navn:
Bústaður:
Postnr
Útfyll lepan og send hann til:
Filadelfiaforlagið - Postboks 1343
110 Tórshavn
oslalurin — tímm ferðir um víkuna!