Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. november 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

-Eg átti at vita hvussu leikur er farin fram um Eysturskúlan, um rætt varð atborið. Men so var ikki. Ein minutt - kanska hálv- anannan - í hálvgunsjey hetta tyskvøldid herfyri ringdi býráðsformaðurin til mín, og bað meg lurta eftir útvarpinum, tí her kom nakað fram, sum helst hevði mín áhuga. Eystur- skúlin skuldi seljast, og tað fór útvarpið at siga frá. Soleiðis fekk eg, sum formaður í Skúlaráðnum í Havn boðini um, at bý- ráðið virkaði fyri at selja landsstýrinum Eysturskúlan. Hetta segði Jóhannes Mynd: Kalmar Álvheyg á fundi miku- kveldið á Eysturskúlanum fyri eini stúgvandi fullari skulahøll. Ein foreldrabólkur hevdi boðað foreldrum at børn- um á skúlanum, lærarum og býráðslimum til fundar at lýða á, hvat Poul Mic- helsen, býráðsformaður, Heðin Mortensen, formað- ur í Mentamålanevndini, Marita Petersen, lands- stýriskvinna, Jóhannes Álvheyg, formaður í Skúlaráðnum og Hensar Ellingsgaard, landsskúla- stjóri, høvdu at siga um framtíðina hjá skúlanum sum kommunalur skúla í Havn, nú býráð og lands- Ein fullsett skúlahóll a Nr. 213 — 15. november 1991 y foreldurum og lærarum: Kortanei at selja Eysturskúlan Jóhannes Álvheyg, formaður í Skúlaráðnum átalaði harðliga mannagongdina í málinum. útvarpinum Býráðsformaðurin -Ein minutt undan útvarpstíðindunum ringdi býráðsformaðurin til mín og bað meg lurta eftir útvarpinum. Har kom nakað, sum eg helst hevði áhuga í at frætta, segði hann. Soleiðis fekk eg at vita um ætlaninar hjá býráðnum at selja Eysturskúlan, segði Jóhannes Álvheyg, formaður í Skúlaráðnum í Havn stýrið tingast um keyp/søla av skúlanum. Jóhannes Alvheyg segi, at Skúlaráðið hevur talað harðliga at framferðini, tí ráðið, hóast hetta er ásett í Fólkaskúlalógini, einki frætti um ætlaðu søluna frammanundan. Hvussu verður við børnunum, vita vit einki um, men vit fara sum Skúlaráð ikki at sleppa børnunum upp á fjall, segði skúlaráðsfor- maðurin. Hann legði aftrat, at mong foreldur hava ringt til hansara og boðað frá, at tey flyta ikki børn síni úr skúlanum, segði Jóhannes Álvheyg og legði aftrat, at hann helt tað vera løgid, at býráðið vildi selja barnavinarligasta skúlan í býnum. Alt ov stórur Poul Michelsen, segði seg vera sannførdan um, at Eusturskúlin var alt ov stórur í mun til næm- ingatalið. Skúlin var upp- runaliga ætlaður sum trý- sporaður skúli, og pláss er fyri 800 næmingum. Tá mest var av næmingum vóru 680, og nú eru enn færri. Tá Hoyvíkar Skúli hevur tikið ímóti teimum næmingum úr skúlanum hann skal, verða ikki fleiri enn 380 eftir á Eystur- skúlanum, segði býráðs- formaðurin, og tá hava vit enntá konstruerað eitt kunstigt skúlamark, legði hann aftrat. Poul Michelsen segði, at alt bendir á, at barnatalið í økinum er minkandi. -Vit vistu, at landsstýrið hevði ætlanir um at byggja nýggjan skúla, og tí settu vit okkum í samband við landsstýrið, segði býráðs- formaðurin og legði aftrat, at tað hevur ongantíð verið ætlanin at lata Eystur- skúlan aftur. Hann skal bert minka niður í tað stødd hann skal hava i mun til næmingatalið, segði býráðsformaðurin. Býráðið kom við besta tilboånum Marita Petersen, lands- stýriskvinna í skúlamálum segði, at eftir at tað var komið fram, at landsstýrið hevði í hyggju at byggja nýggjan maskinskúla, hevði landsstýrið fingið fleiri tilboð um at keypa bygningar til endamálið. Eitt av tilbodunum kom frá býráðnum,- Eysturskúlin. Hetta var besta tilboðið og tí vildu vit hyggja nærri at. Vit fingu at vita, at umle 180 rmetrar tøkir á Eysturskul ' t fingu Marita Petersen legdi dent á, at málið var ikki komið longri enn so, at landsstýrið hevur samtykt at samráðast víðari við býráðið. Allir juridiskir spurningar vóru heldur ikki kannaðir enn. Lands- stýriskvinnan segði, at landsstýrið fór einki at gera, sum fór at forða fyri góðum virksemi innan fólkaskúlan, men vit hava skyldu at kanna, um hgli verða nýtt rationelt, segði hon. Ikki bara at siga tað Hensar Ellingsgaard, landsskúlastjóri gjørdi vart við, at tað, at niðurleggja ein skúla, er ikki bara at siga tað. Borgararnir hava loyvi at gera vart við seg, og sambært fólkaskúla- lógini skal hetta kunn- gerast í føroysku blødun- um. Seta nóg nógvir borg- arar seg ímóti ætlanini skal félkaatkvøda haldast. Hen- sar Ellingsgaard segði, at eitt tílíkt mál kundi íkki skundast igjøgnum. Landsskúlaráðið vil hava x ráðið skal eisini fylgja ser væl við, og einki má henda, fyrr enn tað hevur sagt sína hugsan Nógv brúktur At Eysturskúlin er alt ov stórur, og at stórir partar av skúlanum standa ónýtt- ir, kundu millum onnur lærarar á skúlanum ikki standa modell til. Ein teirra vísti á, hvussu nógv tær mongu og væl utgjørdu serstovurnar vóru nýttar