fríggjadagur 15. november 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Atli Dam, lógmaður um and-
stóðingarnar í samgonguni:
Hóttanir um
Slit eiga ikki
at geva Urslit
Eg haldi ikki, at tað ber til at arbeiði í eini
samgongu har ein og hvør 17. maður, eina og
hvørja løtu, hóttir við samgongusliti. Verður
andstóðuuppskotið, um at steðga framhaldandi
viðgerð av málinum um undirsjóvartunnilin
samtykt, má haldast, at samgongan hevur
útspælt sína rollu, sigur Atli Dam, lógmaður
Orðaskiftið, um ráðiligt er
at gera eina íløgu sum
undirsjóvartunnil undir
Vestmannasundi, er komin
í hæddina. Eftir øllum at
dóma eru nógv fleiri fólk
ímóti enn fyri ætlanini.
Millum onnur, sum greitt
hava sagt frá, at teir taka
kki undir við ætlanini, eru
ni. B Danielsen
Bjarni Djurholm úr
slikaflokkinum, og Vil
helm Johannesen år
Javnadarflokkinum. Teir
fara møguliga at taka undir
við einum uppskoti frå
andstøduni, fyri at forða
fyri, at arbeiðið upp á
undirsjóvartunnilin skal
gerast.
Hvat sigur Atli Dam, til
at vera løgmaður og leiðari
av eini samgongu, har
samgongutingmenn so
greitt siga frá, at teir taka
ikki undir við einum
tílíkum máli, sum lands-
stýrið arbeiðir við. Og
hvussu nógv hevur hetta
mál í veruleikanum at siga
fyri landsstýrið?
-Í samgonguskjalinum er
avtalað, at ávísar iløgu-
ætlanir skulu endurskoðast
og neyvari kannast, hvat
kostnaðarleguni í nútíðar-
prísum viðvíkur, og tað er
tað sum er farið fram í
samband við undirsjóvar-
tunniin. Tí fer tað kjakið,
sum í løtuni fer fram, fram
við tørvandi kunnleika ul
kostnað og aðrar tekniskar
spurningar. Neyðugt er tí
at menn, sum skulu taka
endaliga stóðu í málinum,
sláa kalt vatn í blóðið og
viðgera hetta í álvarsemi tá
endaligu tølini fyriliggja,
sigur løgmaður. Hann
leggur aftrat, at tað er eisi-
ni avtalað, at samfelags-
ílggur skulu raðfestast
Hetta, sum nú verður
r júst
SJÓ,
em liður hes
radfestingini. Einki nytt
arbeidi er sett i verk, men
hildid er fram vid iløgum,
sum eru settar i verk
frammaundan. Mest at
kalla allar hesar eru lidnar
i 1992.
-Sjålvsagt er í lagi, at
hava eitt kjak um sam-
felagsvidurskifti, hædi inn-
an og uttan fyri samgongu,
men tað sum kann vera
óheppi er, at menn taka í
forhond eina avgjørda
stóðu, uttan at hugsa um
avleiðingarnar, -at verulig
viðgerð verður blokerað í
samgonguni.
-Eg góðtaki ikki, at
samgongumenn hótta við
at taka undir við einum
minnilutauppskoti sum
ger, at viðgerðin av einum
tilikum uppskoti verður
steðgað. Eg havi tí sagt, at
ein samgonga av 17 monn-
um, má virka alla tíðina á
demokratiskan hátt. T.v.s.
at vit viðgera mál í
samgonguni, og megin-
reglan má vera hon, at tá
eitt mál hevur fingið
meiriluta í samgonguni, so
gongur samlaða samgong-
an inn fyri at málið verður
framt, sigur Atli Dam.
Hann heldur tó, at mál
kunnu hava tílíka náttúru,
at tey av samvitskuorsøk-
um kunnu gera tað 6gjør-
ligt hjá ávísum samgongu-
monnum at taka undir.
Men eru ninvegin mál, av
stórum samfelagsligum
týdningi sum hetta, so má
tað vera ein meiriluti, sum
tekur avgerðirnar. Annars
mugu tingmenn gera upp
við seg sjálvan hvgrjar
avleiðingar tað kann fáa
fyri samgonguna, sigur
løgmaður.
-Atli Dam hevur tí sagt
við samgongutingmenn, at
teir mugu boða frá, um teir
eru við ella ímóti, eftir at
málið hevur fingið eina
rímiliga viðgerð. Verður
ein av samgongutingmonn-
unum ikki við, má tað fáa
til fylgju, at samgongan
verður slitin. Eg haldi ikki,
at tað ber til at arbeiða í
eini samgongu, har ein og
hvør 17. maður eina og
hvørja létu hóttir vid at
spreingja samgonguna.
-Eg havi sagt hetta í
samband við eini trý ella
fýra mál, sum hava verið
uppi í seinastuni, at tað fer
ikki at bera til at hóttan um
samgonguslit gevur úrslit.
Tað má heldur vera ein
saklig viðgerð, sum gevur
úrslit.
Galdandi fyri allar
Vil hetta siga, at menn
sum Bjarni Djurholm,
Birgir Danielsen og Vil-
helm Johannesen hava
fingið at vita, at hevur eitt
mál fyrst fingið eina
gjølliga og sakliga viðgerð
í samgonguni, og at ein
meiriluti í samgongu tekur
undir við tí, so skulu teir
atkvøda fyri tí?
-Eg havi ikki sett bein-
leiðis adressur á. Eg havi
sagt, at hetta er galdandi
fyri allar 17. Orsøkin til, at
eg hava sagt hetta generelt
og alment er, at eg meti
styrkina hjá hesi samgong-
uni vera, at hon kann sýna,
at hon er arbeidsfør. Vit
høvdu eina samgongu
undan hesari, og lítil ivi er
í, at tað arbeiðslagið var
sera niðurbrótandi fyri
øllum politiskum virksemi,
tí tað snúi seg um lítið
annað enn politiskt klandur
og hvussu einstakir menn
kundu markera seg í mun
til annan. Tá hendan sam-
gongan varð skipað, legði
eg dent á, at hesir báðir
flokkarnir, so ymiskir teir
eru, kundu skapa praktisk
úrslit. Tað hevur eisini
verið mín fatan, at flokk-
arnir hava arbeitt væl
saman uttan hesar l6turnar,
og hetta hevur skapt eitt
ávíst álit millum manna,
men tað skal ikki nógv til
av slíkari togan, at veljarin
fatar hetta sum óbúnar
barnalótir.
Einki lokalmál
Løgmadur heldur, at
hetta málið um undirsjóv-
Nr. 213 — 15. november 1991
artunnilin er als einki
lokalmál, og kann als ikki
kann sammetast við t.d.
sjúkrahúsverkið, sum ann-
ars mangan verður ført
fram.
Heldur ikki kann hetta
mál sammmetast við eina
vanliga samferðsluílggu,
og má tí hava eina serliga
viðgerð. Atli Dam vísir á
flogvallarmálið og ta kann
ing, sum varð gjørd á
sinni, hvar best var at
leggja ein flogvøll. Kann-
ingin visti, at flogvøllurin
lå best å Sandoynni, men
av ti, at Sandoyggin var so
mikið avskorin frå megin-
økinum, varð hetta kortini
hildid av summum nevnd-
arlimum, at flutnings-
kostnaðurin týddi so nógv,
at Tórshavn hevði fyri-
mun. Skulu vit framvegis
hava flogvøllin í Vágum,
sum øll tekin eru til, hevdi
ein undirsjóvartunnil gjørt
leiðina á flogvøllin frá
eittnú megingkinum væl
stytri, og tað hevur ikki so
lítið at siga, heldur løg-
maður. Hann leggur aftrat,
at tekniskt liggur flogvøll-
urin betri í Vágum enn á
Glyvursnesi.
-Eisini eigur at havast í
huga, hvat rakstur og út-
bygging av verandi sam-
bandið um Vestmannasund
kostar. Hetta er júst tað
útrokningararbeiði, sum nú
fer fram, og tað skal taka
ta tíð tað krevur. Vit hava
ongan serligan skund.
Atli Dam sigur, at eitt-
hvørt alment arbeiði skal
setast í verk tí mong av
teimum, sum nú eru í gerð,
eru um at verða liðug.
Fær avleiðingar
Skuldi tað hent, at eitt
andstøduuppskot, sum
forðar landsstýrinum í at
arbeiði við einum málið,
verður samtykt, so má
samgongan metast at hava
utspælt sina rollu. Tá
høvdu verid allar orsøkir at
ivast í, um ein tilik sam-
gonga framyvir hevði
verið før fyri at stýra
landinum framyvir.
Men skilur Atli Dam ikki,
at tað eisini eru politikarar
Innan samgonguna, sum
Óttast fyri, at vit ikki hava
ráð til eina tilila iløgu, og
ti vilja gera vart við seg?
-Eg eri varðugur við, at
stór fjøld av føroyingum,
m.a. av herferðini móti
ætlanini, eins og av mis-
skiltum samanberingum,
eru ímóti. Júst tað ger, at
vit noyðast at taka ta
neyðugu tíðina, og fáa øll
tøl fram, so viðgerðin kann
vera so saklig sum gjørlig,
sigur Atli Dam.
tór.-