fríggjadagur 15. november 1991síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
+
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á våsi? — tvamál?
Ein spurningur, elta tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Telefon 11820 -
på
veðrið
Eitt lágtrýst ferðast
suðureftir skamt
eystanfyri Feroyar.
Fyrst í næstu viku
fer ein hitabrúgv við
lýðku yvir Feroyum.
Fríggjadagin
AN
; þa
*
N a
vindur til
skrið ella storm, 15—
20 m/s, av útnyrðingi,
gott sýni og sólar-
glottar, men eisini
okkurt kavaælið. Tað
verður kaldari, mill-
um 1 hitastig og 3
kuldastig.
Hvassur
Leygardagin og
sunnudagin
Leygardagin frískt
lot til strúk ella
hvassan vind, 8—13
m/s, av útnyrðingi,
gott sýni og sólar-
glottar, men eisini
okkurt kavaælið. Hit-
in millum 3 hitastig
og l kuldastig.
Sunnudagin lot til
friskt lot, 5—10 m/s,
av útnyrðingi, men
seinni av landnyrð-
ingi og eystri, gott
sýni, sólarglottar og
bert hendinga kava-
æl. Hitin millum 2 og
ð stig
12. november:
14. november:
21. november:
Telefax 147 20
Vælevdnadur
AIDS-fundur
Mikukvøldid varð skipað
fyri fundi um AIDS í hús-
um Kongshavnar Kvinnu-
felags á Glyvrum. Tað var
kvinnufelagið, skipaði fyri
fundinum.
Á fundinum, sum var
rættiliga væl mannaður —
50-60 fólk, harav megin-
parturin ungfólk — greiddi
Anna Samuelsen sjúkra-
systir frá um AIDS, og
samstundis kundu fólk
seta fram spurningar.
Og spurningum var nógv
av. Meðan Anna Samuel-
sen greiddi frá, luttók fólk-
ið á fundinum virkið við,
og ikki tóktist, sum van-
ligu >múrarnir<, tá tosað
verður um AIDS og kyns-
lív sum heild, vóru til stað-
ar.
Abyrgd hins einstaka
Meðan Anna greiddi frá,
vísti hon við >overheader<
á einum lørifti, hvat tað
snúði seg um, sum hon
tosaði um, so rættiliga lætt
var at fylgja við alla
tíðina.
Ein reyður tráður gjøgn-
um tað, hon hevði at bera
fram, var at tað má vera
ábyrgd hins einstaka at
verja seg og hini móti at
verða smittaður og at
smitta.
»Halda fólk seg til tær
meginreglur, sum kunnu
tryggja, at ein ikki hevur
møguleika fyri at fåa
AIDS, er nógv minni
møguleiki fyri, at fólk ger-
ast sjúk og at sjúkan breið-
ir seg,< segði hon m.a. >Í
dag koma føroyingar so
nógv í samband við onnur
lond, at ein og hvgr má
ansa sær sjálvum.<
Danmark er fjórð-
ringast fyri í Europa
Eisini vísti hon á, at av tí
at føroyingar eisini ferðast
sera nógv Danmarkar, má
verða ansað eftir, tí Dan-
mark er tað land í Europa,
ið er fjórðringast fyri, tá
talan er um AIDS.
Greitt varð eisini frá, at
fyri tað um ein persónur í
dag kann vísa fram eina
rættiliga nýggja AIDS-
roynd, ið vísir, at viðkom-
andi ikki ersmittaður, so er
hon als ikki eftirfarandi i
øllum fórum:
»Frå ti, at ein kanska
heldur seg vera smittaðan,
ella heldur vanda hava
verið fyri tí, mugu ganga
tríggir mánaðir, til ein
kann lata seg kanna, so
nógv kann henda í tí mill-
umbilinum,< segði Anna
Samuelsen. »Umrådandi
er sum sagt alla tíðina at
ansa sær sjálvum, so er
trygdin stórri bæði hjá
einum sjálvum og hinum.<
Langt frá alt smittar
Nakað, ið eisini kom
fram, var vandin fyri at
verða smittaður á ymsan
hátt. Har visti sjúkrasysur-
in á, at eitt nú als eingin
Anna Samuelsen
greiddi væl frá um
AIDS á fundinum á
Glyvrum miku-
kvøldid, ið eydnaðist
sera væl.
fr
LESID SERA ÅHUGA- |
| VERDA SAMRÓÐU VID
ANNU SAMUELSEN Í
BLAÐNUM Í MORGIN !
Mánin longst frå jørdini
Fyrra kvarter
Fullmáni
Suðuroyar-/
Vágafirði
vandi er fyri at drekka av
somu fløsku sum ein HIV-
positivur, at vera saman
við einum slíkum í vanlig-
um sosialum felagsskapi,
al...
Og so nevndi hon eina
rúgvu av tingum, sum ikki
eru vandamikil, og sum
heldur ikki bera smittuna
við sær. Fleiri spurningar
um hetta evni komu eisini
frá fólkinum.
Sum heild tóktust fólk
vera ávirkað av sendingini
í SvF um Hannis, sum var
deyður av AIDS, men
frammanundan hevði
verið við til at gjørt eina
sending um sjúkuna hjá
Vestmanna-
sundi firði
Nólsoyar-
Dagur
fp. | sp.
4 Lýsingar
sær, so hann gjøgnum
hana kundi ávara onnur.
Henda sending tykist hava
sett tankar í gongd hjá
mongum.
Øl vóru vælnøgd
- men ov lítið hendir
Samanumtikið tóktust
bæði áhoyrarar, fyrireikar-
ar og fyrilestrarhaldarin at
vera væl nøgd við fundin,
men eins týðiliga varð eis-
ini gjørt vart við, at upp-
lýsingin í Føroyum um
AIDS er ov lítil og ov illa
samskipað. >Pengar áttu
at verið settir av, og fólk
útbúgvið at taka sær av
hesum,< helt onkur av
áhoyrarunum.
Fólk hildu seg hava fing-
ið nógv burturúr, og gll
vóru samd um, at tað, sum
greitt varð frá, var sera
greidliga borið fram, so
tað var lættfatiligt hjá
bæði teimum ungu og
teimum meira tilkomnu, ið
vóru mett upp.
Ein skylda at upplýsa
>Vit eru glaðar fyri
fundin, tí vit kenna tað
Haraldssundi/
Lorvíksfirði
Lýsingarfólk okkara er ráðgevari hjá fyritøkum
og einstaklingum í lýsingarspr: "ngum. Hetta
verður gjørt uttan meirkostnuð fyri lýsaran
Telefon 118 20
- Telefax 14720
sum okkara skyldu, sum
tilkomin eru, at geva ung-
dóminum alla ta vitan, ið
er at fáa um hesa sjúku,<
søgdu nakrar av teimum,
ið sita í nevndini í Kongs-
havnar Kvinnufelag. >Tí
skipa vit fyri slíkum fund-
um sum hesum, og tí ætla
vit eisini at halda fram
vid.«
Eisini Anna Samuelsen
sjålv var sera glad fyri
fundin:
»Eg legdi til merkis,
hvussu væl tey lurtaðu eft-
ir, og at so nógvir spurn-
ingar vórðu settir, undir-
strikadu bara, at áhugin
fyri at vita nakað um sjúk-
una er til staðar,< segði
hon. >Og at eitt sovorðið
felag sum hetta tekur stig
til ein slíkan fund, er eisini
alla rós vert. Hesum skuldi
bara meira verið av.<
hj.
Skuvoyarfirdi/| Hestfirdi/
Skopunarfirði | Sundalagnum
fp. sp. fp. Í sp. tp.
15. nov
16. nov
0054
0158
1326
1416
0254
0358
1526
1616 0013
1141 —
1231
0109
0213
1341 —
1431 0058
1226 0009
1316 0113
1241
1331