Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ljósmyndari Ábyrgdðarbísðstjóri. Jan Miller Fyritaksstjåri: Krisjan Dahl Kalmar Lindenskov Jústínus Eidesgaard Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen Utgevari Uppseting: P/f Sosialurin Prent P/4 Pressan 19817 | Telefon 11820 P'4 Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26 Argir Nordurlond og EF RØDURNAR hjá føroysku umbodunum i eykasetuni i Norðurlandaráðnum vóru all- ar eyðkendar av einum åvis- um ótta fyri gongdini nú øll tey suverenu londini eru knýtt tætt at EF. Hetta, at øll suveren Norðurlond nú ikki bert búskaparliga men eisini politiskt eru bundin at EF, má sjálvsagt fara at hava nakrar álvarsamar fylgjur fyri norð- urlendska samstarvið. MEN vit vildu nú hildið, at EF er eitt og Norðurlond er nak- að annað. Tað er beint, tá eitt av føroysku umboðunum nevndi, at gongdin í Europa ikki av sær sjálvum eigur at enda við, at norðurlendska samstarvið viknar burtur í einki. Tað skuldi hóast alt verið nógv øki at samstarvast um, hóast alt bendir á, at ein partur av samstarvinum fer at ganga gjøgnum EF/EØS. NORDURLOND tykjast mest- sum rúsað av EF. Tað virkar, sum um tey stóru Norður- londini halda allar trupulleikar verða loystar av ella við EF. Bert fáar og veikar røddir royna at ávara móti vandan- um við tí uttanríkispolitiska og hernaðarliga samstarvin- um, ið nú uttan iva eisini kem- ur inn í EF kervið so ella so. Hetta er ein løgin gongd, Europa upplivir í hesum ár- um. Í eystri detta stóru eindir- nar sundur og planbúskapur- in verður soraður. Í staðin kemur púra ótamdur markn- aðarbúskapur. Í vestri so at siga kappast londini um at sleppa at geva frá sær frælsið til nýggja stórveldið EF sam- stundis sum tey geva seg inn undir ein planbúskap, ið einki stendur aftan fyri tann í eystri fallna, tá talan er um oyðsl, skrivstovuveldi og centralt á- settar prísir. SÆÐ úr okkara lítla horni er tað margháttligt, at Norður- lond gll sum eitt lata seg blenda av búskaparligu gandalúrunum í Bruxelles. Hetta kann bert vera tekin um ráðaloysi og politiskt máttloysi og hesi brek mugu so aftur standast av, at kon- servatisman av álvara er um at fáa fastatgkur á teimum fyrr so demokratisku og dám- ligu Norðurlondum. Koksleiðari ella økonoma Í Í Í || Samband og rúsdrekka Dimmalætting heldur nógv av tingkvinnu sam- bandsfloksins í høvuds- staðnum. Í blaðnum í gjár fær hon góða plasering. Hon eigur hálva forsíðuna og stóran part av síðu 3. Syndarligt at siga, at henda nýggja stjórna floksins hevur skapt tað fornýggilsi í flokshåborg- ini, sum onkur hevði roknað við, nú Pauli Ellefsen tók seg aftur. Tí meiningar hennara - bæði á síðu 1 og síðu 3, eru so konservativar og aftur- haldandi, at rætt og slætt hoyra fortidini til. Løgid at so nyggj og ung kvinna i politikki ikki skal vera meira framsiggin og lib- eral i hugsunarhåtti. Hvat vidvikur meining- um hennara á síðu 3 um bingospæl f Sosialinum skulu vit vísa oddagrein omanfyri. Men á forsíðu blaðsins ger hon viðmerkingar til rúsdrekkamálið og sambandinum líkt, so skulu ongar broytingar gerast í tí avoldaðu rús- drekkalógini. Nei best man vera sum er. Hetta er eisini politiski boðskap- urin hjá nýggju sambondsstjørnuni. Sambart Dimmalætting er Lisbeth Petersen hart ímóti flest øllum broyt- ngum í verandi lóggávu. Aldursmarkið skal ikki broytast, skamtanarskip- anin skal varðveitast. Og so kemur hon við gomlu sambandsplátuni um, at rúsdrekkamálið skal til fólkaatkvgðu. Tað skuldi eftir okkara hugsan ikki verið neyðugt at lagt eitt slíkt mål út til fólkaat- kvødu. Her er talan um at gera eina lóg meira tíðar- hóskandi, og hetta kann til — úngið taka sær av, uttan at hvgr sambandsveljari kring landið skal dragast fram til valborðið at forða øllum nýggjum og tíðar- hóskandi broytingum í gomlum lógum. Lisbeth Petersen er annars sera Onøgd við, at javnaðarflokkurin hevur brotið eina avtalu, sum er gjørd í víðkaðu rættar- nevndini. Her hevur for- maðurin Jóannes Dals- gaard nevniliga álagt lim- unum tagnarskyldu, so- leingi nevndin arbeiðir við málinum. Henda avtala er nú brotin sigur sambandskvinnan og vísir til, at landsstýriskvinna javnaðarfloksins hevur úttalað seg um arbeiði hjá nevndini í sjónvarpinum í vikuni. Hvørvitt landsstyris- konan skal hava kunnad úttalað seg í málinum, so- leiðis sum tað liggur í løtuni, er ringt hjá okkum at meta um. Men hin- vegin, er tað ein avtala, at einki skal fram fyrr enn málið er liðugt vidgjørt í nevnd, so átti eisini lands- stýriskonan at givið hes- um boðum gætur og bíðað við at úttala seg um hetta so viðkvæma málið, til hon fekk grønt ljós frá formanninum í rættarneyndini, sum situr við ábyrgdini. Hann er stæddur á Álandi og hevur tí ikki kunnað gjørt viðmerkingar til málið. Tær viðmerkingarnar vera vónandi í fjølmidlunum, tá hann er heimafturkomin. Tí rættiliga grova ákæran frá sambandsumboðnum í Rættarneyndini móti for- manni tess, eigur ikki at standa ósvarað. Annars er tað er spell, um bagatellir sum henda skulu koyra eitt annars so týðandi mål sum rúsdrekkamálið í baklás. til matstovuna í Føroya - Sparikassa, Tórshavn | Fil matstovu okkara sokja vit eftir leiðara at byrja 1. desember. Viðkomandi skal hava útbúgving sum økonoma ella køks- leiðari. Vbeiðstíðin er hálvan dag allar í QISda on sambært sáttmála millum SFS Í Sparikassa. Skrivlig umsókn saman við moguligum þrogvum og viðmælum, skal verða okk- um í hendi innan 22. november, og skal sendast til: Foroya Sparikassi Starvsfólkadeildin Postsmoga 34 110 Tórshavn