leygardagur 16. november 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 214 — 16. november 1991
Skal Eysturskúlin seljast, útleigast, heilt ella part-
víst, ella skal hann framhaldandi vera fólkaskúli:
Nú vita vit
hverki ut
ella inn
-Tí býráðsformaðurin sigur eitt, og aðrir
býráðslimir í samgonguni annað, sigur for-
kvinnan í lærararáðnum á Eysturskúlanum,
Katrin Jacobsen
Katrin Jacobsen, forkvinn-
an í lærararáðnum á Eyst-
urskúlanum kennir seg,
eins og hinir lærararnir á
skúlanum, ikki sért gr-
kymlað eftir fundin miku-
kvøldid.
Á hesum fundinum
greiddu m.o. umboð fyri
býráðið frá hvørjum ætla- -
num tey hava við skúlan-
um. Um hann skuldi selj-
ast, og um hann heilt ella
partvíst skuldi avhandast
til annað endamál.
Hon heldur, at upplýs-
ingarnir, sum koma frá
teimum ymisku býráðslim-
unum í meirilutanum eru
ógvuliga mótstríðandi.
Hon vísir á, at Poul
Michelsen á einum fundi
við lærararnar á Eystur-
skúlanum herfyri gjørði
greitt, at vit ikki longur
skuldu hava fimm skúla-
eindir í Havn, men fýra, og
at hetta kom at ganga út
yvir Eysturskúlan. Hetta
heldur Katrin Jacobsen
ikki kundi fatsast gðrvíst
enn, at Eysturskúlin skuldi
niðurleggjast sum fólka-
skúli. Býráðsformaðurin
førdi tå fram, at fólka-
grundarlagið undir skúla-
num fór at minka, serliga
eftir at útbyggingin av
Hoyvíkar Skúla er liðug.
SX løroya følkabáskúli
Háskúlin
ein skúli fyri lívið
Skeiðið byrjar 7. januar 1992
Katrin Jacobsen,
forkvinna í
lærararáðnum á Eystur-
skúlanum: -Ein sigur
eitt, og ein annar sigur
eitt annað,- hvórjum
skulu vit trúgva?
Hesum er Katrin Jacob-
sen als ikki samd við
býráðsformanninum í, og
hevur eisini víst hesum
pástandi aftur.
Siga ymiskt
-Men á fundinum miku-
kvøldid kom ein annar bý-
Føroya Fólkaháskúli - Tlf. 117 43
ráðslimur í samgonguni,
Jan Christiansen, og sigur
okkum, at tað als íkki
kemur upp á tal, at Eystur-
skúlin, ikki framhaldandi
skal nýtast til fólkaskúla.
Hesum tóktisk eisini Heðin
Mortensen partvíst at taka
undir við, sigur Katrin
Jacobsen, og ivast í hvørj-
um tey skulu trúgva. Og
fyri at seta krúnuna á
verkið kemur nú stjórin á
Maskinskúlanum og mælir
til at sleppa ætlanunum um
at Maskinskúlin skal yvir-
taka ein part av Eystur-
skúlanum, sigur hon.
Nógv brúktur
Forkvinnan í lærararáð-
num sigur, at Eystrurskúlin
verður nógv brúktur sum
er. 26 flokkar eru á skúla-
num, og nýttar verða 26
av teimum tilsamans 30
vanligu skúlastoynum. Tær
fýra, sum ikki verða nýttar
til vanliga undirvísing,
verða nýttar til onnur
endamál. Haraftrat eru
serhølini, sum skúlin als
ikki kann vera fyri uttan.
Katrin Jacobsen heldur
tað vera ógvuliga órímil-
igt, at lærararnir á skúlan
ongantíð hava verið tíknir
upp á ráð í samband við
hesar ætlanir. Hon leggur
aftrat, at nú fer lærararáðið
at heita á Lærarafelagið
um at fylgja sera væl við tí
sum nú fer at henda.
Verður ein partur av skúla-
num, ella allur skúlin,
niðurlagdur, fær tað sjálv-
andi ávirkan á allar aðrar
skúlar í kommununi, og
kemur hetta sjálvandi eis-
ini at åvirka umstødurnar
hjjá læraraunum, sigur
Katrin Jacobsen.
tór.-
Je
Eitthvørt hava tey bæði at tosa um. Steingrím Niclasen, skúlastjóri og Marita
Petersen, landsstýriskvinna í skúlanum. Marita Petersen leggur dent á, at tað als ikki
er hugsan landsstýrisins at niðurleggja nakran fólkaskúla í eysturbýnum
Kalmar
Mynd
Fólkaskúlin í
eysturbýnum
Skal varðveitast
-Spurningurin er um pláss er fyri bæði fólka-
skúla og maskinskúla í núverandi Eysturskúlan-
um, og tað er hetta vit kanna. Tað hevur
ongantíð verið upp á tal hjá landsstýrinum at
niðurleggja nakran fólkaskúla í eysturbýnum,
sigur Marita Petersen, landsstýriskvinna í
skúlamálum
-Er nakar sum heldur, at
landsstýrið hevur í hyggju
at niðurleggja nakran
fólkaskúla í eysturbýnum,
ella fyri alt tað nakrastaðir,
fer hann stórliga skeivur.
Hetta hevur ongantíð verið
upp á tal, og tað er enn
minni landsstýrisins upp-
gáva. Okkara uppgáva í
Eysturskúlamálinum er, at
vit fingu eitt tilboð frá
býráðsformanninum, og
tað er okkara skylda at
kanna hetta tilboð.
Hetta sigur Marita Peter-
sen, landsstýriskvinna í
skúlamálum. Hon leggur
dent á, at tað er býráðsins
uppgáva at avgera allar
spurningar viðvíkjandi
skúlabygningum í Havn,
og als ikki landsstýrisins.
-Hinvegin má tað vera
mín skylda, bæði sum
vanligur borgari í landin-
um, og sum landsstýris-
kvinna at kanna, um tað í
hesum døgum er skilagott
at fara undir eina 50
millióna stóra iløgu, sum
ein nýggjur maskinskúli
kostar, ella at nýta eitt-
hvørt egnað høli, sum
stendur tókt, sigur lands-
stýriskvinnan. Hon sigur,
at tað sostatt er hennara
skylda nú at kanna um
pláss er fyri at hýsa
maskinskúlanum á Eystur-
skúlanum soleiðis, at
fólkaskúlin har kann halda
fram ótarnaður.
tór.-