Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. apríl 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 64 - 2. apríl 2003 Nr. 64 - 2. apríl 2003 3 Birita situr trygg: Ongantíð í vanda Enn er føroyska Birita á Løgmansbø Blá- hamar við í donsku reality-sendirøðini Robinson. Í sending- ini mánakvøldið var hon ongantíð í vanda fyri at verða blakað út, og nú vanta bert tríggjar sendingar, áðrenn greitt verður, hvør sleppur við út á oynna í Malaysia ROBINSON Ingrid Bjarnastein 8250 fólk teknaðu seg til Robinson í ár. 106 vórðu vald út, og 36 av teimum eru vorðin til tað, tey nú kalla »aspirantar«. Mána- kvøldið vóru tey 23 eftir, og enn vanta fimm at verða koyrd úr sendingini. Í mánakvøldssendingini »Robinson aspiranterne« hjá TV3 var føroyska Birita á Løgmansbø Bláhamar aftur á skíggjanum. Tó var ikki so nógv at síggja og hoyra til hana hesuferð, og hon tykist at vera komin úr vandaøkinum hevur hon ligið í onkrar sendingar. 9 víðari Í ár eru luttakararnir sum altíð býttir upp í tvey lið. Men hesuferð er annað lið- ið eitt sokallað hyggjaralið og eitt serfrøðingalið. Birita er við á hyggjaraliðnum. Har eru tað hyggjararnir sum hava einarætt til at gera av, hvør skal rúka út úr kappingini. Men tó eftir, at luttakararnir hava valt tvey, sum slagið skal standa ímillum. Mánakvøldið var roynd- in, at liðini skuldu bæði fáa flutt seks dekk. Hesi dekk- ini vóru sett á tveir pelar, sum vóru hálvan fjórða metur til longdar. Trý dekk á hvørjum pela. Liðini skuldu býta um dekkini uppá so stutta tíð sum møguligt, og liðið sum vann, vann eitt fiskanet at taka við út á oynna. Birita var væl við í royndini. Men hóast tað, so tapti hyggjaraliðið ímóti serfrøðingaliðnum. Tað merkist heilt týði- liga, at Birita er komin væl inn í liðið aftur. Hon er tik- in úr brennideplinum, og er nú ein partur av eini heild, sjálvt um hon tó ikki er ein av teimum, sum tosar mest. Men tí sosiala viðvíkjandi, er hon komin væl við aftur. Slagið hesaferð stóð millum Fridu, sum fleiri ferðir hevur verið í heita stólinum fyrr, og ein, sum eitur Olrik. Hesuferð valdu hyggjararnir, at Frida skuldi út, og sleppur hon tí- skil ikki við út á oynna. Níggju luttakarar úr hyggjaraliðnum sleppa við til Malaysia, og í løtuni eru 12 eftir. Birita tykist ikki vera í vanda fyri at verða blakað út, so tað verður spennandi at síggja, hvør hon verður við á yvirlivils- istúrinum ella ikki. Birita á Løgmansbø Blá- hamar er við aftur í spælin- um um at sleppa út á eina oyggj í Malaysia. Hon tykist ikki vera í vanda fyri, at verða blakað út í næstu framtíð Fyriskipararnir til Prix Føroyar finaluna 2003 hava nú gjørt av, at áhoyrararnir í sal- inum og fólkið heima í stovunum framman- fyri skíggjan, skulu fáa ein leiklut til finaluna. Nú sleppa tey nevniliga at atkvøða um, hvør bólkur skal strúka av við sigrinum PRIX Ingrid Bjarnastein Til tvær tær fyrstu Prix Før- oyar kappingarnar taldi fólksins rødd við tá av- gerðast skuldi, hvør bólkur skuldi sendast víðari í kappingini. Men til triðju ferðina varð fólksins rødd dumpað, tí hon sang ov falskt. Men um vikuskiftið hava fyriskipararnir av Prix Føroyum lovað áskoðarun- um innaftur í hitan, og til finaluna sleppa teir at syngja við og hava ein fingur við í avgerðini um, hvør skal strúka avstað við sigrinum. – Henda broytingin var eitt ynskið frá miðlunum, fyri at fáa hyggjaran og lurtaran meira aktivan, sig- ur Fróði Vestergaard, sam- skipari av Prix Føroyum. 2 dómarabólkar Til finaluna seinast vóru 26 dómarar við til at døma fin- aluna, og ætlanin er, at tað verður um tað sama hesu ferð. Dómararnir verða býttir í tveir bólkar, har annar bólkurin er inni í salinum, meðan hin dømir útfrá tí, sum er at síggja í sjónvarpi og útvarpi. Í fyrsta umfari døma dómararnir eftir vanligu fortreytunum, sum teir hava dømt eftir higartil. Tá verða tríggir teir fremstu bólkar- nir funnir, og er tað tá fólk- ið í salinum, hyggjarar og lurtarar, sum sita heima við hús, sleppa at vera við. Tá kunnu tey, ið hava hug antin senda eini sms-boð til eitt ávíst nummar ella ringja inn, um tey ynskja at gera seg galdandi í at- kvøðugreiðsluni. Tey kunnu tó bert atkvøða um tríggjar teir fremstu bólkar- nar í kappingini. – Tað er ikki uttan so, at dómararnir eru rúkandi ósamdir, og atkvøðurnar tí- skil verða nøkunlunda javnt býttar út millum teir tríggjar bólkarnar, at hyggjaraat- kvøðurnar kunnu gera nakr- an mun. Tí eru dómararnir so nøkunlunda samdir, sum teir hava verið undanfarin ár, so fer tað ikki at broyta úrslitið, sigur Fróði Vester- gaard, sum leggur afturat, at í fjør, tá Clickhaze vann, høvdu hyggjaraatkvøður ikki kunnað broytt úrskurðin hjá dómarunum. Hann sigur eisini, at munur er á nú, og tá fólk kundu atkvøða úr salinum fyri nøkrum árum síðani. – Fyrr vóru tað bara fólk í salinum, og ikki tey, sum sótu heima, sum sluppu at atkvøða. Og tá var atkvøðu- greiðslan eisini lokal. Var Prixið í Suðuroy, so slapp ein suðuroyarbólkur við. Men nú kunnu øll hava ávirkan, greiðir samskiparin frá. Tað er tó heilt greitt, at tað eru miðlarnir, sum hava ynskt hesa broytingarnar, og sigur Fróði Vestergaard, at hetta er ein semja, sum er komin í lag millum partarnar. – Hetta er eisini nakað, sum ger, at SvF kann hava eina so góða sjónvarps- sending sum møguligt, sig- ur Fróði Vestergaard, sam- skipari av Prix Føroyum, at enda. Fólkið innaftur í hitan Nú sleppa fólkini í salinum, og fólkini frammanfyri skíggjan heima við hús eisini at hava ein fingur við í spælinum um, hvør skal strúka avstað við Prix Føroyar sigrinum Mynd: Jens Kr. Vang Tøkk Hjartaliga takka vit fyri ta stóru samkenslu og hjálpsemi, ið varð sýnd okkum, tá ið okkara góða genta, dóttir og systir Synnøva Justinussen Streymnes fór til sín seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Ásbjørn, Stefani, Jógvan, Maud, Ólavur og Joan Prixið gongur skeiva vegin Líggjas Olsen úr Déja Vu er ein av teimum mongu tónleikarun- um, sum heldur, at íkomnu broytingar- nar av Prix Føroyum eru til tað verra. – Eg haldi, at Prixið gong- ur tann skeiva vegin nú, sigur Líggjas Olsen PRIX Ingrid Bjarnastein Kjakið gongur heitt inni á t ó n l e i k a h e i m a s í ð u n i pop.fo. Tónleikarar eru í øðini um broytingarnar í Prix Føroyar kappingini, sum vórðu gjørdar um vikuskiftið, og talan hevur enntá verið um at boykotta finaluna. Fólkið er sloppið innaftur í hitan, og nú sleppur hvør Hanus og Janus, sum hevur hug til tess, at atkvøða um, hvør hann heldur eigur at vera vinnari av Prix Før- oyar finaluni. Men hetta eru nógvir tónleikarar als ikki glaðir fyri. Og ein av teimum er Líggjas Olsen, sum er við í finalubólkinum Déja Vu. – Eg haldi, at Prix Føroyar gongur tann skeiva vegin nú. Hvør veit, hvussu tað verður næstu ferð. Kanska hyggjararnir tá fara at eiga 50% av avgerðini, sigur ein als ikki fegin Líggjas Olsen. Showbusiness Sjónvarp Føroya hevur leigað Per Zachariassen upp til Føroya, at framleiða finalusendingina í SvF, og heldur Líggjast, at tað er her mistakið liggur. – Sjónvarpið hugsar meira um at sendingin og sjálvt showið skal vera so gott sum møguligt. Teir leggja upp til, at vit skulu arbeiða fyri teir, ístaðin fyri, at tað er hinvegin runt. Men teir vilja uttan iva tað besta, men hetta er heilt avgjørt eitt mistak, sigur Déja Vu sangarin. Á vevsíðuni pop.fo spruttar veruliga undir lok- inum, og sum sagt, so hev- ur boykott enntá verið upp á tal. – Vit eru við uppá ein dialog, men tá vit komu í Norðurlandahúsið leygar- dagin, so var avgerðin longu tikin. Um vit skulu boykotta, so skulu allir bólkarnir vera við uppá tað, men eg kundi meira hugsað mær eitt skriv ella okkurt líknandi, har vit fingu sagt okkara meining, sigur Líggjas, sum leggur afturat, at hann heldur, at sjónvarp- ið er tann minst týðandi parturin av kappingini. – Uttan útvarpið, so var ongin fløga og uttan Norð- urlandahúsið, so var onki Prix, tí teir spýta jú nógvar pengar í hesa kappingina. Uttan sjónvarpið so vóru ongar myndir. Líggjas heldur, at við hesum gongur finalan tnan 26. apríl meira út uppá showið enn nakað annað. – Ein kennir seg sum eina vøru, sum skal út fyri at sjónvarpið skal fáa eina góða sending heldur enn at vit gera góðan tónleik, sum prixið jú er um, sigur Líggjas Olsen, sangari og ljómborðspælari í finalu- bólkinum Déja Vu at enda. Líggjas Olsen úr Déja Vu er ein av mongum tónleikarum, sum er ímót broytingunum, sum eru gjørdar nú beint undan finaluni Mynd: Jens Kr. Vang Sjónvarpstjórin, Mikkjal Helmsdal, ásannar, at broyt- ingin, sum nú er almannakunngjørd um, at hyggjarar sleppa at atkvøða um, hvør bólkur skal við í finaluna, var eitt ynski frá sjónvarpsins síðu PRIX Ingrid Bjarnastein – Vit hava havt eitt ynski um at lagað finaluna til soleiðis, at hon verður so spennandi sjónvarp sum møguligt, og tað inniber, at tú fært hyggjararnar við, sigur Mikkjal Helsm- dal, stjóri í Sjónvarpi Føroya. – Við tað, at hyggjarar- nir sleppa at atkvøða, so verður tað meira áhuga- vert fyri teir. Sjónvarpsstjórin vísir tó á, at um fakdómararnir eru rímiliga samdir, so fara hyggjaraatkvøðurnar tó ikki at hava so nógv at siga. – Men tú veitst sjálv- andi ikki frammanundan, hvussu úrslitið gerst, so tað kann jú eisini vera, at hyggjararnir koma at hava ein avgerandi leiklut. Vit vænta, at ein stórur partur av Føroya fólki fer at fylgja við í finaluni, sigur Mikkjal Helmsdal. Orsøkin til, at onki hev- ur verið tosað um telefon- og smsatkvøður til undan- umførini er, at hetta hevur tekniskt ikki latið seg gera. Til tosið um at Prixið eigur at snúgva seg um góðan tónleik og ikki eitt gott show, sigur Mikkjal Helmsdal: – Um tað skal vera í sjónvarpinum, skal tað vera eitt gott show. Men tað vil ikki siga, at talan ikki er um góðan tónleik, tí tað eini læsir ikki hitt úti. Men eg skal ásanna, at hesa broytingina hava vit ynskt. Mikkjal Helmsdal: Okkara ynski So er endaliga stað- fest, at tað er Promise Me, sum Guðrun Sólja Jacobsen fer at syngja í finaluni í "Stjerne for en aften" fríggjakvøldið. - Ein dómarabólkur hevur góðkent hetta, men eg havi vitað tað alla tíð- ina, sigur Guðrun í telefon úr Keyp- mannahavn TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Leingi hevur verið ógreitt og nógv hevur verið gitt, men nú er endaliga greitt, at tað verður lagið Promise Me, sum Guðrun syngur í finaluni í "Stjerne for en aften" fríggjakvøldið. Hetta gleðir óivað mong, tí Guðr- un er óføra væl dámd við júst hesum lagnum. Eini 84% hava á Portalinum at- kvøtt, at hetta skal verða finalulagið. Nærum 9000 hava atkvøtt. Lagið hevur eisini ligið nummar eitt á "15 teim bestu" í vikuvís og er framvegis á odda. - Nú hevur ein dómara- bólkur góðkent sangin. Ikki vanligi dómarabólkurin, sum vit kenna, men teir dómarar, sum eisini vóru við til úttøkuroyndirnar. Men eg havi alla tíðina vitað, at tað skuldi verða Promise Me, sigur Guðrun í telefon úr Keypmannahavn. Frítiðarparadís og klæði Um vikuskiftið hava finalu- luttakararnir verið í frítíð- arsentrið hjá Dansk Folke- ferie í Karrebæksminde. Har hava tey tikið sær av løttum og gingið túr á strondini. - Men vit hava eisini gjørt ymiskt, t.d. vant dans og sunnudagin var chatt við lurtarar og hyggjarar á heimasíðuni hjá DR, har fólk settu spurningar og so svaraðu vit, sigur Guðrun. Týsdagur er settur av til at finna klæðir til finaluna. - Vit hava øll fingið spon- sorar uttanum DR og fara so at finna útav, hvørji klæði vit skulu vera í til finaluna, sigur Guðrun, sum hósdagin skal møta í Forum klokkan 9 til fyri- reikingar. Spurd, hvør teirra er fav- orittur millum finalistarnar sjálvar, sigur Guðrun: - Ein tíðindamaður spurdi júst tað sama fyrr í dag. Og svarið er tað sama. Øll eru líka góð. Hetta eru jú seks tey bestu av eini 3 - 4000. Nú kennast vit so mkið væl, ein kennur menniskjuni aftanfyri rødd- irnar, so tað er sera ringt at meta um, sigur Guðrun. Ótrygg framtíð Guðrun hevur nógv at gera og er biðin at syngja nógva- staðni kring í Føroyum. Men at fáa fatur á Guðrun til tiltøk er ikki longur so lætt, tí allir finalistarnir hava fingið sonevndan managera. John Kristofer- sen skal taka sær av teim- um og teirra uppgávum fram til oktobermánað. Guðrun hevur eisini sæð kanningina á heimasíðuni hjá BT, har til ber at at- kvøða um, hvør finalistur vinnur fyrstaplássið og pening, fløgusáttmála og sangferð kring Danmark í summar. Tarek er á odda og honum á baki kemur Guðr- un, sum fegnast um góðu undirtøkuna í Føroyum og í Danmark. Fløgan við øllum vinnar- unum frá undanumførunum er eisini komin, og hon er væleydnað, sigur Guðrun. Ein grein í BT herfyri upplýsti, at Guðrun eftir summarfrítíðina ætlar sær til Danmarkar at búgva, so meira kann gerast við tónleikin. - Enn er alt so ótrygt og ilt er at siga nakað um framtíðina. Skúlin er at taka sær av og eg havi sera ringar stundir nú. Má møguliga taka síðsta árið umaftur og tað vil eg eisini fegin. Framtíðin yvirhøvur er eitt sindur ring at sig nakað um júst nú. Eg finni útav tí fríggjadagin, sigur Guðrun Jacobsen. Tað verður Promise Me lovar Guðrun Tað verður Promise Me í finaluni fríggjakvøldið, lovar Guðrun í telefon úr Keyp- mannahavn. Her avmyndað í telefonprátið við ein av mongum fjepparum, áðrenn hon fór til Danmarkar fríggjadagin Mynd: D. Olsen C M Y K 3 2