Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. apríl 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 64 - 2. apríl 2003 Nr. 64 - 2. apríl 2003 5 Avtalan við Fiskavirking er, at arbeiðið skal vera á virkinum í Vági, sigur Borgarstjórin SUÐURLAKS Áki Bertholdsen – Heldur virksemið hjá Laksavirkinum hjá Hera Hjelm uppat, má fiskavirk- ing finna eina ðara loysn. Tí arbeiði skal vera á virk- inum í Vági. Tað sigur Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági. Hann hevði góðar vónir til Laksavirkið í Vági, og hann er ógvuliga keddur av, virk- ið er komið í so stórar trup- ulleikar, at tað veruliga stendur á at fáa tað upp- aftur. Men fyri arbeiðsfólkið er kanska ein glotti at hóma. Jógvan Krosslá sigur nevniliga, at arbeiði skal vera á virkinum í Vági. Býráðið í Vági hevur havt eina fasta støðu mót- vegis Fiskavirking og tað endaði við, at býráðið sam- tykti, at varð arbeiðið ikki á virkinum, skuldi Fiskavirk- ing eisini úr Vági, tí so skuldi leigisáttmálin um grundstykkið, sum virkið stendur á, sigast upp. Men tað endaði so við, at Heri Hjelm leigaði virkið. – Men vit hava eina av- talu við Fiskavirking um virkið í Vági og hon er, at arbeiðið skal vera á virkin- um. Tá var eisini ein avtala gjørd við Fiskavirking um at arbeiðið skal vera á virkinum. Jógvan Krosslá sigur, at beint eftir at býráðið hevði samtykt at koyra Fiskavirk- ing úr Vági, bleiv arbeiði ikki á virkinum, hevði bý- ráðið fund við Fiskavirk- ing. Og á tí fundinum váttaði Fiskavirking avtaluna, at arbeiðið skal vera á virkin- um. Tá váttaði leiðslan í fiskavirking eisini, at hel- dur virksemið hjá Hera Hjelm uppat, ætlar Fiska- virking at finna eina aðra loysn, so at arbeiðið á virk- inum verður varðveitt. Men, hvat virksemið, tal- an kann vera um, veit hann ikki. – Fiskavirking metir støðuna soleiðis, at leigumálið um virkisbygningin í Vági er hildið uppat SUÐURLAKS Áki Bertholdsen Útlitini fyri at bjarga teim- um 120 arbeiðsplássunum á stóra laksavirkinum í Vági verða verri og verri. Fíggjarligu trupulleik- arnir hjá virkinum eru nú so stórir, so tað skal nógv til fyri at at tað skal lata uppaftur. Tað nýggjasta er, at nú hevur Heri Hjelm eisini mist lyklarnar til virkið. Laksavirkið helt til í gamla, stóra flakavirkinum í Vági, Polarfrost, sum Heri Hjelm leigaði frá Fiskavirk- ing til at hava laksavirkið í. Og Meinhard Jacobsen, stjóri á Fiskavirking, váttar nú fyri Sosialinum, at teir hava biðið Hera Hjelm um lyklarnar til virkið. Og tað hevur Fiskavirk- ing fingið. Meinhard Jacobsen sigur, at tá ið laksavirkið ikki hev- ur megnað at svara sínar leiguskyldir, – Tá ið leigarin ikki megnar at gjalda leiguna, verða vit noyddir at taka lyklarnar. Stjórin á Fiskavirking sigur, at sum støðan er nú, har leigarin ikki megnar at halda sínar skyldur, metir Fiskavirking støðuna so- leiðis, at leigumálið er hild- ið uppat. Hvat ið síðani hendir, veit hann ikki, men hann sigur, at nú vera aðrir møguleikar kannaðir. Hvat tað skuldi verið, veit hann ikki enn. Fiskavirking hevur júst fingið váttað frá Pan Fish, at teir verða ikki við í virk- inum í Vági og Pan Fish er eisini farið at taka maskinur úr virkinum. – Tað, at Pan Fish ikki longur vil vera við í virkin- um í Vági, er so nýtt, at vit vita ikki, hvussu landið liggur enn og enn er ómøg- uligt at siga, hvussu leikur ferð. – Vit mugu fyrst vita, hvussu leikur ferð og hvussu tað endar hjá Hera Hjelm. Tá ið tað er greitt, taka vit støðu útfrá tí. Men hann ásannar eisini at støðan er ógvuliga trup- ul, tí tað skal umhugsast gjølliga, hvat skal gerast. – Tað er nógv aling i Suð- uroynni og tað mugu vit eisini hugsa um, sigur Meinhard Jacobsen. Forfylgt av óeydnu Tað var annars við bjørtum vónum, at Heri Hjelm læt Laksavirkið upp fyri jól í 2001. Virkið var stórt og framkomið, men hann hevði góðar vónir til, at tað fór at bera seg, hóast tað 70 milliónir. Tað var norska felagið Pan Fish, sum átti tað mesta av virkinum. Men virkið var ikki ígongd í meiri enn eitt ár, so stóð fast. Og tað má av sonnum siga, at virksemið hevur verið forfylgt av óeydnu frá fyrsta degi. Heilar tríggjar ferðir hevur hann mist fisk í aliringum av óveðri, sum hevur slitið ringarnar og til- samans mist næstan eina millión av fiski. Harafturat fekk hann eis- ini ILA í eitt av brúkunum og aftur nú er ILA staðfest í einum brúki. Og omaná alt kom eisini eldur í eina- ferð. – Samstundis fór Pan Fish mestsum á húsagang, men varð bjargað í evstu løtu. Men so nógvur mótgang- ur upp á minni enn eitt ár, tók grundarlagið undan virkinum og beint fyri jól í fjør varð fólkið sagt upp. Og sum støðan er í løt- uni, skal nógv henda og fella upp á pláss, skal tað eydnast at endurreisa virk- ið. Fiskavirking tikið lykilin til laksavirkið frá Hera Hjelm Laksavirkið í Vági er tað mest framkomna av sínum slagi sum til er. Men bara eitt ár eftir at tað læt upp, kom tað í so svárar trupulleikar, at tað er ógvuliga óvist um virkið letur upp aftur Vágs Býráð heldur seg til avtaluna við Fiskavirking – Heldur virksemið hjá Hera Hjelm uppat, má Fiskavirking finna uppá okkurt annað, tí tað er avtalan, at arbeiði skal vera á virkinum í Vági, sigur Jógvan Krosslá, borgarstjóri Føroyingar hjálpa krígsofrum Allir føroyingar fáa høvi at hjálpa teimum, sum líða neyð í krígn- um í Irak. Reyði kross- ur skipar fyri inn- savning og fer at senda øllum føroyingum bræv. Í løgtinginum verður eisini spurt, hvat almennu Føroyar kunnu gera fyri at hjálpa NEYÐHJÁLP Ingi Rasmussen Samvitskan fær eitt lítið prik, tá vit keypa inn í stórum. Við kassarnar í handlum og á stovnum kring alt landið eru sjónligar bússur settar upp, og innkomni peningurin fer til at veita neyðstøddum hjálp. Tað er Reyði krossur í Føroyum, sum hevur tikið stig til innsavningina, og gjørt er av, at allur pening- urin fer til at hjálpa teim- um, ið koma illa fyri av krígnum í Irak. Eina krónu hvør Í næstu viku fer Reyði krossur rættiliga í hernað. Tá verða brøv send øllum føroyingum við eini áheitan um at hjálpa offrunum frá krígnum í Irak. Hetta er eitt hugskot, sum er roynt í Danmark við góðum úrsliti. – Brævið er ein áheitan til allar føroyingar um at hjálpa. Vit senda eitt bræv til hvørt húskið, og vit rokna við, at føroyingar stuðla, tí tað plaga teir at gera. Tað er ein gomul viðtøka í Reyða krossi, at vit skulu royna at hjálpa við einari krónu fyri hvønn íbúgva, so okkara mál er fáa umleið 50.000 krónur, men skuldi meira komið inn, so fer tað eisini til fólkið í Irak, sigur Suni Vinther, formaður í Reyða krossi í Føroyum. Tá sama tiltakið varð fráboðað í Danmark, kom nógvur peningur inn, longu áðrenn brævið varð sent. Og tað fekk BGBank at veita eina millión krónur til neyðhjálp í Irak. Krossur í serstøðu Reyði krossur hevur ein einastandandi møguleika at hjálpa. Aðrir hjálparfelags- skapir eru blakaðir úr Irak, men Reyði krossur hevur fingið at vita, at hann er vælkomin. – Vit halda tað vera neyð- ugt at hjálpa, har vit kunnu, og vit hava eisini møguleik- an at hjálpa. Vit sleppa at hjálpa bæði innan- og utt- anfyri Irak, og vit fáa loyvi frá báðum pørtum at fara tvørtur um linjurnar. Okk- ara merkið gevur atgongd, so vit hava góðan møgu- leika at bera skjótt at, sigur Suni Vinther. Hjálp úr løgtingi Eisini okkara fólkavaldu sleppa at viðgera, um Før- oyar eiga at taka lut í hjálp- ararbeiðnum. Hendrik Old, løgtingsmaður fyri Javnað- arflokkin, hevur sett løg- manni fyrispurning, sum skal svarast í løgtinginum. Henrik Old spyr, um løg- maður kann taka stig til at kanna á hvønn hátt, føroy- ingar best kunnu hjálpa ir- akska fólkinum, nú kríggið leikar á. – Vit vita øll, at í einum kríggi verða tað mong ósek menniskju, ið koma at líða, og mangan tykist tað sum, at long tíð gongur, til tann lovaða hjálpin kemur vegin fram. Tað síggja vit best eftir kríggið í Afghanistan, har mong menniskju mangla so at siga alt, ið hugsast kann, sigur Henrik Old. Hann heldur, at Løg- mansskrivsstovan við sín- um samskifti bæði innan- og uttanlands hevur møgu- leika at finna og vísa á tann besta og skjótasta háttin, vit kunnu hjálpa irakska fólk- inum. So reyk deyða- revsingin Deyðarevsingin í Føroyum fór enda- liga í søguna í hesi vikuni, tá ríkis- umboðið ímóti løgtingsins vilja lýsti nýggju donsku hernaðar- ligu revsilógina í kunngerðarblaðn- um LÓGARSMÍÐ Ingi Rasmussen So fekst sjón fyri søgn. Ríkisumboðið hevur lýst ein bunka av hern- aðarligum lógum, kunn- gerðum og fyriskipan- um í kunngerðar- blaðnum B, sum kom út í vikuni. Við hesum er nýggja danska hernaðarliga revsilógin sett í gildi fyri Føroyar. Og harvið er tann gamla revsilógin frá 1937 ikki galdandi longur. Hon innihelt ásetingar um, at deyða- revsing er galdandi í krígstíð. Nú er hon av- lívað. 26 lógir, kunngerðir og fyriskipanir um hervald- ið í Føroyum eru lýst í nýggjasta kunngerðar- blaðnum. Sostatt hevur danska stjórnin lýst lógir fyri Føroyar, beint ímóti einari samtykt í løgtinginum, tí løgting- ið samtykti so seint sum í november 2001, at tað ynskti onga hernaðar- liga revsilóg í Føroyum. Tað eru ikki bara nýggjar lógir og kunn- gerðir, sum verða settar í gildi. Onkrar av lóg- unum stava heilt afturi frá amtsstíðini – eitt nú »Anordning nr. 513 af 02.10.1940 angaaende politimyndighed for sø- værnets skibe og luftfar- tøjer«. Í einari fyriskipan frá 1961 á síðu 271 í kunn- gerðarblaðnum stendur eisini at lesa um hvussu landið skal verjast undir kríggi. Sagt verður, at »5. kolonnevirksomhed skal bekæmpes«, og at »Politiet vil på dette område bistå de milit- ære myndigheder«. Sambært Nudansk Ordbog verður meint við fólk, sum royna at undirgrava landsins stýri til fyrimun fyri eitt fremmant vald. Sig so tað. Nú er at ansa sær. Eina krónu fyri hvønn íbúgva er málið hjá Reyða krossi, men fólk eru eisini vælkomin at hjálpa eitt sindur meira, tá tey keypa inn Mynd: Jens K. Vang Lurtaði danska stjórn- in eftir løgtingssam- tyktini um Irak, áðr- enn hon dróg Føroyar inn í kríggið? Tað spyr Tórbjørn Jacobsen í fyrispurningi til danska forsætisráð- harran FYRISPURNINGUR Ingi Rasmussen Føroyska støðan til kríggið í Irak verður nú drigin inn í Fólkatingið. Tað hendir, eftir at Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður, hevur sett Anders Fogh Ras- mussen forsætisráðharra fimm spurningar. Hann verður spurdur, um hann kennir til samtyktina á Før- oya løgtingi um, at øll tiltøk móti Irak eiga at verða góð- kend av ST, og um hendan samtykt er viðgjørd í donsku stjórnini. Tórbjørn Jacobsen spyr eis- ini, um danska stjórnin hev- ur umhugsað at lurta eftir Føroya løgtingi, áðrenn av- gerðin um at draga Føroyar inn í kríggið varð tikin. – Hóast løgtingssamtyktina hevur danska stjórnin vegna bæði Danmark og Føroyar gjørt av at fara í kríggj ímóti Irak saman við USA og Bretlandi. Stjórnin spurdi ikki føroyskar myndugleik- ar, áðrenn hon tók avgerð- ina. Og hon hevur heldur ikki síðan givið nakra frá- boðan um, at Føroyar eru ímóti krígnum. Tvørturímóti verður føroyskt loftrúm beinleiðis inndrigið í krígg- ið, sigur Tórbjørn Jacobsen. Hann ger vart við, at forsæ- tisráðharrin hevur sagt í fólkatingssalinum, at Dan- mark og Føroyar eru javn- settir partar í ríkisfelagsskap- inum, sum byggja á »gensidig respekt«. – Eg havi ilt við at síggja javnsetingina í hesum sokallaða felagsskapi. Eg havi ilt við at síggja fólka- ræðið. Og eg havi ilt við at síggja virðingina, sigur Tórbjørn Jacobsen og spyr forsætisráðharran, hvussu hann sær tað. Annars vísti ein kanning í Sosialinum í gjár, at annar hvør føroyingur stuðlar krígnum ímóti Irak. Hinvegin tóku 57 prosent av teimum spurdu undir við samtyktini hjá Føroya løgtingi um, at øll tiltøk ímóti Irak skuldu góð- kennast av ST. Føroyska krígsstøðan í Fólkatingið C M Y K 5 4