Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. apríl 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 64 - 2. apríl 2003 Nr. 64 - 2. apríl 2003 7 Skeiðsdepilin við Marknagil er farin undir eina nýggja útbúgving fyri leið- arar. Talan er um Dip- lomleiðaraútbúgving. Georg Suðurgarð er leiðari á Skeiðsdepl- inum við Marknagil ÚTBÚGVING Magnus Gunnarsson Diplomleiðaraútbúgvingin er væl kend, eitt nú í Danmark, har fleiri av handilsskúlunum bjóða hesa útbúgving. Útbúgv- ingin verður roknað sum ein góð barlast hjá leiðar- um. Serliga hjá teimum, sum hava arbeitt við leiðslu, men ikki hava nom- ið sær útbúgving innan starvsfólkaleiðslu. Georg Suðurgarð hevur verið við til at ment hesa útbúgving í Danmark. Hann hevur gjøgnumført diplomleið- araútbúgvingina í Danmark og í Grønlandi, og nú er túrurin komin til Føroyar. Hósdagin 27. mars var so skjøtil settur á diplomleið- araútbúgvingina á Skeiðs- deplinum við Marknagil. 20 luttakarar vóru á fyrsta liðinum, meðan 10 luttak- arar eru á bíðilista til lið 2, sum byrjar síðst í apríl ella fyrst í mai. Skeiðini verða hildin á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Tað er Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúlin, sum reka Skeiðsdeplinum við Marknagil (SDM). Betri leiðarar Útbúgvingin er gjørd til leiðarar, ið ynskja at blíva betri leiðarar. Við leiðslu meinast ikki einans við fíggjarstýring, framleiðslu- stýring o.l., men vanliga praktiska leiðslu við menn- iskjum. Góðir leiðarar hava eina heildarfatan av leiðslu- funktiónini í fyritøkuni, samstundis sum teir duga at brúka hana í sínum dagliga arbeiði. Útbúgvingin er uppbygd sum ein læra, ið er bygd á royndir, t.v.s. at tað verður arbeitt við: vitan, hugburði og í verki – frá teori til praksis. Endamálið við útbúgv- ingini er at geva núverandi og komandi leiðarum í privatum og almennum fyritøkum eina miðvísa kunning í leiðslufunktión. Útbúgvingin tekur tvey ár, men luttakararnir møta 10 ferðir um hálvárið. Skúlagondin er frá klokkan 9-16. Skeiðluttakararnir í fyrsta skeiðinum ynsktu t.d. at fáa betri kunnleika til góða praktiska leiðslu, ikki einans teoretiska, men at duga betur at skipa dagliga arbeiði. Áhugaði kunnu venda sær til Skeiðsdepilin við Marknagil. Tel. 318813 ella teldupost: dt@hsh.fo Leiðarar á skúlabonk Georg Suðurgarð undirvísir á nýggju Diplomleiðaraútbúgvingini Føroyar hava uppi- borið eina arbeiðs- føra samgongu og politiskan stabilitet, sigur Sambandsflokk- urin í niurstøðu á landsfundinum, sum var í Sørvági um vikuskiftið SAMBANDSFUNDUR Edvard Joensen Sørvági: Sambandsflokkurin bjóðar sær til at taka við landsins leiðslu, men byrjast skal av nýggjum, og fólkið skal sleppa at tala, veðrur sagt í landsfundarsamtykt Sam- bandsfloksins Føroya fólk hevur uppi- borið eina arbeiðsføra sam- gongu og politiskan stab- ilitet. Brúk er fyri flokkum og persónum, sum kunnu vísa á loysnir á landsins trupulleikum, siga sam- bandsfólk. Heldur enn at læsa okk- um inni vil Sambands- flokkurin troyta teir vinnu- møguleikar, ið vitan og samvinna við aðrar kann geva, og herundir kanna møguleikarnar fyri betri samstarvsformi ella tilknýti til ES felagsskapin. Flokk- urin hevur sett hol á kjakið um henda spurning. Sambandsflokkurin stað- festir í síni landsfundar- samtykt, at yvirtøkur koma ikki uppá tal, uttan tær eru væl fyrireikaðar og før- oyska samfelagið orkar at umsita og bera tær fíggjar- liga. Spurningurin um, hvat vit vilja við okkara heilsu- verki, skal takast upp í álv- ara og viðgerast, og kannast skal í æsir, hvussu støðan er, og hvar støðið skal leggjast, sigur flokkurin. Menning av vinnulívi, mentan og sosialari vælferð er málið, sum best kann røkkast við virðiligum og álitisfullum samstarvi inn- an ríkisfelagsskapin. Hesar uppgávur metir Sambandsflokkurin seg vera best føran fyri at røkja, og sigur eisini, at flokkurin er støðufastur í hesum spurningi. – Ongin skal ivast í støðu Sambandsfloksins til ríkis- felagsskapin, ikki bert meðan samfelagið verður útbygt og almenna skuldin verður niðurgoldin. Tað er ikki altíð at tann minsti parturin í einum fel- agsskapi er tann týdningar- minsti, men flokkurin ásannar, at saman við Grønlandi og Danmark standa vit sterkari, sigur Sambandsflokkurin at enda í landsfundarsamtykt síni. Saknsatangi, sum saman við Research varð tikin úr vinnu fyri stuttum, verður skjótur aftur í flotan. Kollfirðingar hava keypt hann til krabbaveiðu undir Føroyum FISKIVINNA Edvard Joensen Kollfirðingar ætla at fara at royna eftr krabba undir Før- oyum. Teir hava keypt Skansatanga og gera hann nú út til hesa nýggju veið- una. Spaniólar skulu keypa krabban. Finnbogi Hansen í Kolla- firði hevur saman við Holgari Johansen keypt Skansatanga. Finnbogi vil ikki siga, hvat skipið er keypt fyri, men bara at prísurin var rímiligur. – Holgar er royndur á øk- inum, greiðir Finnbogi frá. Hann hevur í fleiri ár verið við til krabbafiskiskap í Grønlandi, og veit tí, hvussu farast skal fram. Teir siga Skansatanga vera væl egnaðan til hesa veiðuna. Tað eru hekkutrol- arar yvirhøvur, sigur Finn- bogi Hansen. Alt verður sett út av hekkuni, so gott pláss kemur væl við. Drigið verður aftur sum við línu. Teir fara ætlandi at royna út suður av grunnunum suðurvestantil, sigur Finn- bogi Hansen. Suður móti markinum á djúpum vatni. Krabbin verður hildin livandi umborð, og landað verður væntandi einar tvær ferðir um vikuna, sigur hann. Krabbin verður lagd- ur í kassar, sum skulu standa kalt og myrkt. Eitt sindur av sjógvi verður spulaður á soleiðis av og á, og so kunnu teir halda seg livandi einsar tríggjar dagar ella so. Teir hava tryggjað sær marknað, sigur Finnbogi Hansen. Spaniólar keypa tað, sum er. Fyrrverandi fiskasølustjórin, Hans Jo- hannes á Brúgv, sum í løtuni býr í Spania, fer at selja fyri teir. Krabbin verður tikin sundur, tá hann er komin i land, og so verða kløur og kroppur fryst hvørt sær. Einir seks - átta mans fara við Skansatanga, tá farið verður til fiskiskap nakað skjótt. hann liggur í løtuni á Fuglafirði, har spæl verður sett umborð, og onkrar aðrar umbyggingar verða gjørdar. Finnbogi Hansen sigur, at teir hava enn ikki gjørt av, um skipið framhaldandi fer at eita Skansatangi, ella tað fer at skifta navn. Føroyar hava uppiborið politiskan stabilitet Hesir tríggir vóru eisini á Sambandsfundi í Sørvági Mynd: Edvard Joensen Skansatangi á krabbaveiðu Skansatangi fer aftur í vinnu nakað skjótt. Hann skal fiska krabba á djúpum vatni undir Føroyum Mynd: Skipalistin Ein aliflaki av Gøtu- vík er fluttur vestur í Vágar og verður lagdur út til aliring- arnar suður úr Giljanesi ALIVINNA Edvard Joensen Sandavági: E i n stórur aliflaki er komin vestur í Vágar, har ali- støðin Fútaklettur skal brúka hann sum fóður- flaka við aliringanar undir Prestlandinum. Atli Gregersen, stjóri á Fútakletti, sigur, at talan er um ein flaka, sum flutt- ur er av Gøtuvík vestur í Vágar. Virksemið á Gøtuvík er í álvarsligari minking orsak- að av staðfestari ILA sjúku har, so brúk er ikki fyri flakanum á Gøtuvík meira, sigur Atli Gregersen. Tað hava verið tveri ali- flakar á Gøtuvík, sigur Atli Gregesen. So tá nú virksemið fór at minka so munandi, varð gjørt av at flyta annan flakan vestur í Vágar. Allur fiskur á Gøtuvík skal takast, nú sjúka er staðfest. Tað er tó als eingin vandi við at flyta ein brúktan aliflaka av Gøtu- vík vestur í Vágar. Flutn- ingurin er undir sera strongum eftirliti, sigur Atli Gregersen. Flakin er fyrst sóttreins- aður væl og virðiliga í Gøtu. Síðan hevur hann verið á sleipistøð í Havn, har hann aftur er reinsaður og málaður uttan. Sostatt skuldi einki, sum eitur smitta yvirhøvur, verið á honum, sigur Atli Greger- sen. Alivinnan livir eitt strævið lív í løtuni, ásann- ar Atli Gregersen. ILA sjúkan er staðfest nógva- staðni, men hevur ikki fyri neyðini at vera nøkur rætitlig vanlukka kortini, sigur hann. Tað velst um, hvussu tíðliga hon verður staðfest, eftir at fiskurin er settur út. Er komið tætt at tøkutíð, er eingin trup- ulleki sum so, tí tá kann fiskurin brúkast. Tá er tað bara sjúkan og ikki prísur- in, sum avger tíðina, tá tikið verður. Verður hinvegin stað- fest ILA skjótt eftir útset- ing, er verri vorðið., tí tá fæst einki fyri fiskin, sig- ur Atli Gregersen. Fluttur fóðurflaki Aliflakin hjá Fútaklettir er sóttreinsaður undir strongum eftirliti, áðrenn hann er fluttur av Gøtuvík vestur í Vágar Mynd: Edvard Joensen C M Y K 7 6