Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. apríl 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 64 - 2. apríl 2003 Nr. 64 - 2. apríl 2003 9 NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tað eru nøkur fólk, ið seta sær varandi spor líka mikið hvat tey so enn takast við. Ikki tí at tey hava ætlanir um at gera vart við seg sjálvi, men av tí at tey við eldhuga takast við ymiskt, ið hevur áhuga teirra. Hetta verður ofta so fastur og stórur partur av lívi teirra, at tey mangan gerast sammerkt við áhugamálini. Eitt slíkt fólk fyllir í dag, annan apríl, sjeyti. Tað er tvøramaðurin Sverre Mid- jord. Sverre vaks upp í Valinum hjá ommu og abba sínum, Juliu og Poul í Trøðini. Havandi í huga, at júst í hesum arbeiðara- býlingi kyknaði áhugin fyri verkamanna- feløgum og samhaldsføstum hugsjónum, er kanska ikki so løgið, at Sverre tíðliga fekk áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Politikkur gjørdust skjótt partur av lívi hansara og hevur hann gjøgnum nógv ár tikið lut í bæði kommunal- og landspoli- tikki umboðandi Javnaðarflokkin. Álitisstørvini hava verið mong og krevjandi, men Sverre hevur tó altíð tikið sær tíð til eisini at røkja tvey av stóru frí- tíðaráhugamálum sínum - nevnliga dans og sjónleik. Sjónleikurin hevur kanska ikki verið so nógv frammi seinnu árini, men lættur á fótum "svingar" Sverre sær enn saman við øðrum dansiáhugaðum á Tvøroyri. Men fremsta frítíðaráhugamálið hjá Sverra hevur altíð verið - og er - ítróttin. Ítróttin og ítróttararbeiði heva altíð ligið fremst hjá honum og hevur hann verið virkin í fleiri ítróttagreinum. Sverre hev- ur m.a. roynt seg í bæði hond- og fótbólti, men tað er tó borðtennis, ið hevur fremsta áhuga hansara. Hann verður av mongum nevndur "the grand old man" innan før- oyskt borðtennis og er heldur ikki ov nógv sagt, at hann eigur sín stóra lut í, at hesi ítróttagrein hevur verið lív lagað í Føroyum. Sjálvur var hann ein teirra, ið legði lunnar undar hesa ítrótt, og fram- vegis er hann aktivur - sum spælari. Sum borðtennisspælari er Sverre besta tekin um, at aldurin er ikki nøkur forðan hjá tí, ið hevur hug og vilja at takast við ítrótt, um heilsan er til tað. Tá Sverre fyri nøkr- um árum síðani var lagdur undir skurð fyri at fáa skift einu mjødnina, gekk ikki long tíð aftaná skurðviðgerðina, til hann aftur sást spæla borðtennis í ítróttarhøll- ini í Trongisvági - við høkju at byrja við. Sverre hevur gjøgnum árini - heilt fram til í ár - vunnið hópin av FM og heiðurs- merkjum annars í borðtennis, men minni kent er kanska, at hann eisini hevur verið føroyameistari í hondbólti við TB í 1953. Hóast TBF er einkarbarn hansara, so eigur TB, og serliga fótbólturin, nærum eins stórt pláss í hjartanum hjá Sverra. Hann var formaður í Tvøroyrar Bóltfelag frá 1970 til 1972 og var venjari hjá 1.deild árini 1968 til 1971. Annars virkaði hann serliga sum ungdómsvenjari innan felagið í mong ár og eigur tað arbeiði, sum hann gjørdi har, óiva sín stóra lut í teirri framgongd og viðburði, sum TB hevði í vaksnamannadeildini seinnu helvt av sjeytiárunum og frameftir. Sverre er tvøramaður av heilum huga - eingin ivi um tað. Eingin skal siga nakað um Tvøroyri, ið ikki hóvar honum, so er hann til reiðar at verja heimbýin á ein- hvønn hátt í orð og tal. Onkur vil kanska halda, at kærleiki hansara til heimstaðið nærkast reinum trábeitni, men hetta er ikki verri enn so, at Sverre altíð hevur verið til reiðar at tæna allari teirri føroysku ítróttafjøldini. Trongskygni er ikki tað, ið hevur eyðkent hann. Altíð hevur hann verið til reiðar at taka eitt tak har brúk hevur verið fyri tí og er tað serliga á fyriskipanaðarliga økin- um, at hann hevur gjørt vart við seg innan landsítrótt. Umleið hálvan mansaldur hevur hann verið virkin í ÍSF, og eru tað í ár liðin fjøruti ár síðani Sverre á fyrsta sinni kom í stjórn Ítróttasambands Før- oya. Samstundis kann Sverre í ár eisini hátíðarhalda 25 ára starvsdag sín, sum varaforseti ÍSF. Røðaragávurnar hevur Sverre avbera góðar og mangar eru tær veitslur har hann, á skemtiligan, og sermerktan hátt, hevur umrøtt og lýst ymisk evni soleiðis sum hann sær tey. Á sama hátt hevur hann á stjórnarfundum Ítróttasamband- sins umrøtt ymsu evnini, tá kjakið og orðaskiftið hevur gingið uppá tað harð- asta. Bersøgin sum fáur hevur hann funnist at, har hann heldur at hetta eigur at gerast, men samtundis eisini róst, tá okkurt eftir hansara meting eigur rós uppiborið. Fyri trúgva og drúgva virkið sítt innan ÍSF hevur Sverre fingið øll tey heiðurs- merki, ið Ítróttasambandið gevur. Sverre hevur fingið silvur- og gullnál ÍSF um- framt gullmerkið við bjálka. Eisini hevur hann fingið heiðurskross Ítróttasamband- sins fyri arbeiði sítt til frama fyri før- oysku ítróttafjøldina. Skaldagávur hevur Sverre eisini. Sum rithøvundur er tað tó bert ein bók, ið er komin á prent - nevnliga 75-ára minning- arritið hjá Tvøroyarar Bóltfelag - men nógvar eru yrkingarnar, sum millum ár og dag hava verið á sæð á prenti í bløðunum og nógvur eru teir veitslusangir, sum Sverre hevur yrkt, ið eru sungnir í góðum hýri á Tvøroyri. Tað er tó ikki yrking hjá Sverra sjálv- um, ið Ítróttasamband Føroya vil nýta til heilsan á stóra degi hansara. ÍSF vil loyva sær at heilsa Sverra við at nýta ørindi hjá øðrum yrkjara av Tvøroyri - yrkjara, ið Sverre hámetur - nevnliga Jógvani Nolsøe, Jógvani á Posthúsinum, tá hesin sigur: "Góðsemja altíð í verki má vera, frísinni høgt altíð merkið skal bera. Tað sum er fávitskut, stuttskygt og smátt, seta vit út um uttastu gátt." Hjartaliga tillukku Ítróttasamband Føroya Sverre Midjord sjeyti: Tvøramaður, ið eldhugaður hevur stríðst fyri fjøldini Eyðun Joensen 60 ár Mikudagin 2. apríl fyllir Eyðun Joensen, sálarfrøð- ingur, 60 ár. Eydun er fødd- ur og uppvaksin í Klaskvík, har hann tók realprógv í 1962. Fór síðani nidur á studentaskúla á Haslev gymnasium. Eftir lokið prógv kom hann heim aftur til Klaksvíkar, har hann var vikarur á Klaksvíkar Skúla í eitt ár. Í 1964 fór hann niður til Danmarkar at lesa sálarfrøði, og búði millum annað á studentargarðinum. 10. februar í 1973 var hann útbúgvin sálarfrøðingur. Í hesum tíðarskeiði møtti hann Karin Djurhuus, og giftust tey í 1973. Tey fingu seinni tvey børn, Rúna í 1977 og Elin í 1981. Fyrst í 70´unum fluttu tey heim til Føroya at búgva og bygdu sær heim uppi á Ternuryggi. Tey fyrstu árini var Eyðun kon- sulentur á Landssjúkra- húsinum, og hann undir- vísti eisini á læraraskúlan- um til 1980. Tá var hann fulltíðarsettur á Lands- sjúkrahúsinum sum klin- iskur sálarfrøðingur, og har hevur hann starvast síðan. Eyðun hevur eisini verið valdur inn í Tórshavnar Skúlaráð fyri Javnaðar- flokkin, har hann sat í tvær setur frá 1975-83. Í 1976 var hann valdur til formann í Filmseftirlitinum, og sat í hesum sessi í heili 20 ár. Eyðun hevur gjøgnum tíð- irnar verið ein sera um- hildin undirvísari og fyri- lestrarhaldari, og hevur hildið alskyns fyrilestrar fyri almenninginum kring landið og millum annað undirvíst á Fróðskaparsetr- inum og á sjúkrasystra- skúlanum. Eyðun hevur mong frítíðarítriv, og við hesum slappar hann av og kemur burtur frá tí annars harða arbeiðsdegnum. Hann hevur egnan bát og rør út so skjótt ein løta er. Eisini hevur hann eini summarhús uppi á ovara Ternuryggi, har hann hevur bæði dunnur og gæs, og styttir hann sær ofta stundir har uppi við til dømis at seta eplir niður o.a. 60 ára føðingardagin og 30 ára starvsdagin heldur Eyðun saman við innbodnum gest- um í veitsluhølunum á Landssjúkrahúsinum 5. apríl. Hetta er samstundis eisini ein endi á hansara 30 ára langa lívstarvi sum sál- arfrøðingur á Landssjúkra- húsinum, tí hann hevur nú avgjørt at leggja frá sær. Hanna Jacobsen 80 ár Í dag, 2. apríl, verður Hanna Jacobsen í Sørvági 80 ár. Hon er fødd í Kvívík. For- eldrini vóru Anna og Jens Niklái Petersen. Mamman doyði tá hon var smágenta og hon vaks upp Frammi við Gjónna hjá ommuni og abbanum, og er hon sostatt seinasta barnið, sum vaks upp har. Hon gekk í skúla í Leynum. Henni hevur altíð dámt væl ross og reið nógv sum ung. Hanna giftist við Jósup Jacobsen í Sørvági og fingu tey 3 børn. Hon hevur altíð verið sera virkin, hon var kokkur í Ravnoynni í Grønlandi, hon arbeiddi í fleiri ár á flakavirkinum í Sørvági, har hon eisini var álitisfólk. Hon hevur verið formaður í Sclerosefelag- num í Pensionistafelagnum í Vágum. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 2. apríl. Teodosius. Kann vera navnið á rómverska keisar- anum Teodosiusi Stóra, sum doyði í 395. Men teir halda, at líka skjótt hevur dagurin navn eftir kristnari gentu Teodosiu, sum varð tikin av døgum umleið ár 300. Viðhvørt verður hesin dagurin róptur Teodorius. Nikolai Mohr deyður 2. apríl 1790 Kendur "valari" 70 ár Fyri 38 árum síðani fóru nakrir ungir tvørádreingir og eisini onkrir ungir havn- ardreingir á venjingarlegu í borðtennis í Danmark. Sjálvur var eg bert 14 ára gamalur, og minnist eg týðiliga, hvussu stór henda ferð var fyri okkum - út í ta víðu verð. Og ivaleyst hava foreldur okkara hildið, at vit vóru í góðum hondum, tí ferðaleiðarin var eingin annar enn Sverri Midjord. Og júst hesin parturin av lívinum hjá Sverra hevur havt stóran týdning fyri Tvøroyri. Hann var ígongd- setarin, stuðulin og leiðar- in. Ikki bara í TBF, sum hann saman við øðrum tók stig til at stovna, men so sanniliga eisini innan fyri Tvøroyara Bóltfelag. Eitt ótroyttiligt stríð, onkuntíð við góðum úrslitum, men als ikki altíð. Men Sverri gavst ikki so. Og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at Sverri hevur havt stóran týdning fyri ítróttin á Tvøroyri. Hesum siga vit takk fyri. Og enn situr hann sum varaforseti í ÌSF, og tað man neyvan verða uttan grund. The Grand Old Man í føroyskum ítrótti. Sverri Midjord, hesin erka-valarin, erka-tvøra- maðurin og erka-TB´arin fyllir 70 ár 2. apríl. Vanliga kenna vit menn- iskju fyri teirra borgarliga starv. Vit siga, hann var ein góður lærari, góður sjó- maður, ella at hon var ein ófør sjúkrasystir. Men við Sverra er tað øðrvísi. Tað er ikki hin fryntligi postmað- urin, sum Sverri var í 19 ár, ella hin ábyrgdafulli starvs- maðurin á Toll- og Skatt- stovuni, sum hann var í góð 30 ár, sum fyllir 70. Nei, tað er ítróttarmaðurin, tvørámaðurin og politikk- arin Sverri Midjord, sum fyllir 70 ár. Sverri er uppvaksin mitt í Valinum hjá ommuni og abbanum Juliu og Poul í Trøðini. Her merkti hann sum piltur tann veruleika, sum eyðkendi arbeiðara- fjøldini og fakrørsluna. Og hetta var ikki hissini barlast at hava við sær víðari á lív- sins leið. Men eisini trú- skapin fekk hann við sum førning. Og trúgvur sum trøllið hevur hann altíð verið. Trúgvur móti sínum, trúgvur móti bygdini og trúgvur móti tí, sum hann politiskt hevur staðið fyri. Men tað sum eyðkennir Sverra einamest er, at hann er so ótrúliga uppmerksam- ur. Tað er ikki ein føðingar- dagur, eitt brúdleyp ella ein jarðaferð í bygdini, at Sverri ikki onkursvegna letur við seg koma. Og júst her vísir hann eitt stórt sosialt medvit - tað at koma hvørjum øðrum við. Innast inni hugsi eg, at tað er felagsskapurin, sum hann altíð hevur leitað eftir - tí sosiala felagsskapinum. Felagsskapurin við onnur menniskju, sum eitt nú ítrótturin, sjónleikurin, dansingin og politikkurin gevur møguleikar fyri. Persónliga havi eg kent Sverra í mong ár. Fyrst sum ítróttarleiðara, men síðan sum starvsfelaga í bæði býráðs- og landspolitikki. Eg fari við hesum fáu orðum at ynskja tær Sverri hjartaliga tillukku við 70 ára degnum. Nú sólin er komin vestur á himmalin vil eg ynskja tær alt tað besta fyri komandi dagar, og eg vil eisini vegna Før- oya Javnaðarflokk ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum við tøkk fyri tíni tøk. Jóannes Eidesgaard Hanna Mørkøre fer frá Hósdagin 2. apríl gevst Hanna Mørkøre í Klaksvík í Norðoya Sparikassa. Hanna Mørkøre er dóttur Turið og Sámal Petersen, lærara og landsstýrismann. Eftir loknan fólkaskúla byrjaði hon sum næmingur í Norðoya Sparikassa í 1957. Tá vóru starvsfólkini bara trý í tali. Hanna hevur starvast innan ymisk starvsøki, eitt nú var hon í mong ár bók- haldari, meðan hon sein- astu árini hevur verið ein av sera fyrikomandi telefon- røddum sparikassans. Hanna er gift við Børga Mørkøre og eiga tey tvey børn, Turið, sum eru búsit- andi í Noreg, og Jógvan, sum býr í Klaksvík. Tey eiga eisini fýra abba og ommubørn: Jóhan, Bjørg, Fróða og Petur Ova. Eftir 46 ár á sama ar- beiðsplássi fer Hanna nú frá, og hósdagin 3. apríl millum kl. 16.00 og 18.00 verður móttøka á høvuðs- skrivstovu sparikassans, har familja, vinir og við- skiftafólk eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið. Mikudagin 2. apríl fyllur Eyðun Joensen, sálarfrøð- ingur 60 ár. Eyðun er fødd- ur og uppvaksin í Klaksvík, sonur Jóhonnu Kathrinu Sofíu av Tvøroyri og Rudolf Martin Joensen úr Sørvági. Eftir lokið real- prógv var hann til skips, fór síðan til Danmarkar, til Haslev, har hann tók stu- dentsprógv í 1963. Eftir tað arbeitt sum vikarur við skúlan á Ziskatrø í Klaks- vík og fór so undir at lesa sálarfrøði við lærda há- skúlan í Keypmannahavn, har hann gjørdist kandi- datur um ársskiftið 1972- 73. Eyðun var fyrstur før- ingur at koma heimaftur sum liðugt útbúgvin sálar- frøðingur á universitets- stigi, og hevur innan hetta økið gjørt slóðbrótandi ar- beiði í Føroyum, sálarfrøði- ligari tænastu at frama. Í 1973 var sálarfrøði lítið kend í Føroyum millum manna og millum embætis- verk og politikkarar. Størv vóru tá ongi, og arbeiddi Eyðun tí sum tímalærari við undirvísing í sálarfrøði á tí, sum tá æt sjúkrasystra- skúli Føroya, á Føroya Læraraskúla, við HF- og studentaskúlan í Hoydøl- um, umframt at vera settur sum konsulentur við Landssjúkrahúsið, táver- andi Statshospitalið. Vit kenna eisini Eyðun frá hansara drúgva virksemi fyri filmsensurnevndina saman við Sigurð Joensen og Peter F. Christiansen, sum lim í Tórshavnar skúlanevnd og frá skeiðum og eftirútbúgvingum fyri sjúkrasystrar, lærarar og heimahjálparar. Ikki fyrr enn í 1977 var fyrsta starv- ið í Føroyum sum sálar- frøðingur normerað á Før- oya Læraraskúla, og ar- beiddi Eyðun har, sam- stundis sum hann helt áfram sum konsulentur á Statshospitalinum til hann loksins kom í fast starv har í 1981, eitt starv sum hann hevur allan heiður av gjørd- ist veruleiki. Hóast nógv og ymisk arbeiðsøki, man lítið ivi vera um, at tað sum hevur havt allarmest at týða fyri hann, er arbeiði innan tað kliniskt sálarfrøðiliga økið fyrst á Ríkissjúkrahúsinum, meðan hann las, og eitt stutt skifti eisini aftaná loknan lestur, men annars óbrotið í 30 ár í Føroyum við Statshospital-ið, tað sum í dag eitur Psykiatriski depilin. Tað er rímuligt at siga, at arbeiði við menn- iskjum við sálarligum trupulleikum er hjartabarn Eyðuns. Og liggur eitt megnar arbeiði eftir hann á hesum øki. So mikið væl hevur hansara arbeiði roynst, at tað í dag eru trý størv á Psykiatriska deplin- um fyri sálarfrøðingar. Og ikki bert tað. Hann hevur eisini verið tann, ið ótroyttiliga hevur arbeitt fyri, at til skal bera hjá fólki, at fáa sálarfrøðiliga hjálp og sálarfrøðiligan stuðul við stuðli frá Sjúkra- kassanum. Fyri fáum árum síðani eydnaðist tað honum, sam- an við øðrum sálarfrøðing- um í Føroyum, at fáa eina avtalu við føroysku sjúkra- kassarnar, sum ger tað møguligt hjá fólki at søkja sær sálarfrøðiliga viðgerð privat, við lutvísum stuðli frá sjúkrakassanum. Eyðun er, á líknandi hátt sum Árni Olsen sáli var tað fyri psykiatriska arbeiðið, ímyndin av sálarfrøðiligum arbeiði. Fyri mong er tað at vera sálarfrøðingur eins- týðandi við Eyðun Joensen. Tá sjúklingar spyrja eftir sálarfrøðingi, er tað Eyðuni tey spyrja eftir, tað vita vit, sum til dagligt arbeiða sam- an við honum á Psyki- atriska deplinum. Ikki bert fyri bólkin av sálarfrøðingum hevur Eyð- un havt og hevur fram- haldandi stóran týdning, men eisini fyri læknar, serlæknar, sjúkrarøktar- starvsfólk og onnur ið arbeiða á Landssjúkra- húsinum og øllum deildum tess. Ikki bert tá talan er um fakligar spurningar, men eisini sum ein, ið hevur lagt stóran dent á at vera við til at fjálga um trivnaðin mill- um starvsfólk. Er Sofus Joensen, leiðandi yvir- lækni, skipari á psyki- atrisku skútuni í Føroyum, ber til at siga, at Eyðun Joensen er inspirator, gene- rator og leiðari av sálar- frøðiliga arbeiðinum í Før- oyum. Sum persónur er Eyðun eisini nakað fyri seg. Hann hevur ongantíð verið bang- in fyri at gingið egnar leiðir, og gjørt vart við sini sjónarmið. Tað kenna vit frá orðaskifti í bløðum og øðrum fjølmiðlum við. Men eisini í dagliga arbeiði sínum á psykiatriska depl- inum hevur hann torað og dugað at verið seg sjálvan. Sum dømi kann nevnast, at heldur hann, at tað tænir sjúklingum at fara á flot, heldur enn at sita í djúpum tonkum á einari skrivstovu saman við sálarfrøðingi, so ger hann tað. Og fýrir ikki heldur fyri at taka upp orðaskifti við eini heilari bygd um eymar spurningar har á staðnum, sum hann gjørdi fyri stuttum úti í Nólsoy. Góði Eyðun. Takk fyri gott menningararbeiði, gott samstarv og góðar løtur. Góða eydnu framyvir. Vit á læknagongini á psykiatriska deplinum. Heri Kragesteen, leiðandi sálarfrøðingur Eyðun Joensen 60 ár C M Y K 9 8