Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. apríl 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 64 - 2. apríl 2003 Nr. 64 - 2. apríl 2003 11 Eitt áhugafelag hevur sett løgmanni ein fyrispurning viðvíkjandi uppsøgnunum í Almannaráðnum. Felagið kennir seg ótrygt og vil hava løgmann at kanna viðurskiftini. Orsøkin til at felagið vendir sær til løg- mann, má væl vera tann, at løgmaður hevur ovastu ábyrgd av landsins fyrisiting og har- við hevur hann eftirlit við, at landsstýris- menn sita fyri sínum ábyrgdarøkjum á fullgóðan hátt. Men hóast rúm tíð nú er liðin, síðan felagið vendi sær til løgmann, hevur løgmaður ikki svarað. Hetta er løgið og kann neyvan góðtakast. Tað er tí komið hartil, at spyrjast má, hvat hetta er fyri nakað. Hví fær felagið ikki svar? Løgmaður hevur avreitt starvsfólkapoli- tikkin til fíggjarmálaráðharran. Fyri mong er hetta ein fullkomuliga óskiljandi avgerð. Men hetta er sjálvandi ein avgerð, sum løg- maður hevur fullan rætt at taka. Hinvegin kann so verða spurt, hvat løgmaður so hevur eftir. Bert løgmaður kennir svarið. Hetta, at løgmaður hevur avreitt starvs- fólkapolitikkin til annan landsstýrismann at fyrisita, frítekur ikki løgmann fyri at geva viðkomandi felag svar. Henda avgerð kann væl ikki frítaka løgmann fyri at ansa eftir, at landsstýrismenn sita fyri sínum økjum á fullgóðan hátt. Løgmaður er tí, uttan mun til, um tað líkar honum ella ikki, noyddur at fara inn í málið við uppsagnunum í Al- mannaráðnum. Tá 4 leiðarar siga seg úr starvi, er nakað galið. Almenningurin hevur krav uppá at vita, hvat ið er galið. Tann, ið fyrst og fremst skal tryggja, at almenningurin fær innlit í hetta mál, er løgmaður. Hann má tí gera sína skyldu. Ger hann ikki tað, so skaðar hetta virðing hansara millum manna. Eftir eru tá bert tveir møguleikar. Annar er, at málið verður tikið upp á tingi, og hin er at umboðsmaðurin kannar málið. Eitt er so vist: almenningurin kann ikki góðtaka, at hetta mál verður tagt burtur. DAGSINS MEINING Sosialurin Einki svar VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Eyðun Mohr Viderø Fyri eina av fáu ferðunum hoyrdu vit ein blaðmann í sjónvarpinum viðgera eitt mál, ið hevur almennum áhuga, men har hann ikki frammanundan avgjørdi, hvørja støðu vit øll onnur skuldu hava um spur- ningin! Spurningurin hjá Øssi Winthereig var, um tað er í lagi ella ikki, at ein mjólkarpakki kostar so nógv sum 10 kr. Hví kostar hann so nógv?! Upprunin til orðaskiftið var, at ein "nýggjur" løg- tingsmaður - Kaj Leo Jo- hannesen - hevði kannað og funnið fram til ta "genialu" sannføring, at um vit keyptu samlaðu mjólka- nýtsluna í Føroyum úr Scotlandi, so vóru einar 20 mió. kr. at spara hjá "barna- familjunum"! Bóndin Rólvur Djurhuus vísti á, at tá Løgtingið við samtyktini av fíggjarløg- tingslógini fyri 2003 hevur lækkað studningin til jarð- arbrúkið - bøndurnar -, so mátti mjólkarprísurin hækka tilsvarandi fyri at fáa javnvág í dagliga húsar- hald teirra! Hann vísti millum annað á, at tað ikki var so einfalt at umseta prísin í Skotlandi til føroysk viðurskifti, tí talan mátti vera um prísin aftan á fluttningsútreiðslur, tollavgjøld v. m., men tað hevði Kaj Leo onga við- merking til! Spurningurin var síðan, um so almennur studningur skuldi tryggja "rímuligan" mjólkaprís, ella hvussu? Her talaði Kaj Leo um neyðugar rationaliseringar innan jarðarbrúkið, men hvat har skuldi til, tað kom hann als ikki inn á. Ann- aðhvørt vildi hann ikki, ella tordi hann ikki, ella visti hann ikki, hvat skal til, ella hevur hann, sum tað mest sannførandi, helst í høv- uðsheitinum ikki ánilsi um, hvussu almennu bónda- brúkini verða umsitin í gerandisdegnum!? Kaj Leo helt fyri, at mjólkin var nú so kostn- aðarmikil, at foreldur heldur keyptu sodavatn í staðin fyri mjólk!!! Kaj Leo ivaðist ikki í, at nú talan var um avskriving - sanering- av skuld hjá bóndunum, so skuldu barnafamiljurnar gjalda gildið!!?? Um her er talan um vantandi vitan, ella talan var um " provokatión", var so nakað høpi í? Sambært niðurstøðuni hjá bóndanum Rólvi Djur- huus um javnvág í rakstri, so kann spyrjast, um gjørdu íløgurnar eru útroknaðar og játtaðar av Jarðarráðnum í mun til, hvat ein bónda- garður av kendu stødd kann bera!! Neyvan!! Og hví er so neyðugt við avskriv- ingum eftirgevingum? Men spurningurin er so:"Hví skal mjólkin ikki hækka í prísi eins og alt annað í sambandi við løn- arhækkingar í landinum?" Hví skulu foreldur - barnafamiljur - í hesum einasta føri spara, tí mjólkin er hækkað við kr. 0,50 fyri liturin? Hvat er meðni orsøkin til, at vit í góðum árum kenna trongd til at seta okkum í búgv, fáa konu og børn, og fáa okk- um hóskandi starv fyri at evna og føða okkum sjálvi og okkara familju?? Í mun til samlaðu hækk- ing í inntøkuni í landinum, so krevja og ynskja vit hægri løn, hvør í sínum lagi, og í tí samanhangi verður eingin afturúr sigldur í mun til, hvussu støðan var frammanundan. Men hvør varnast, um rúsdrekka, sigarettir ella oljuprísir hækka ? Tí: drekkast má-roykjast má og koyrast má! Gott er at hava øvunds- mannin. Gud náði hann, ið harmaður verður! Fyri árum síðan var tað ein frammíhjárættur at vera borin til ein bóndagarð. Hetta var ikki nakað, har ein kundi taka seg til rættis. Men samstundis sum bónd- in sat tryggur á høvuðs- matframleiðsluni, og har- við hevði stórt vald - hevði arbeiðsplássini, hevði ráð til útróðrarbátin, hevði ráð til at keypa sær vitan og mentan við bókakeypi og ljóðføri, so var hansara tilvera í mun til meðmenn- iskjuni samstundis treytað av hansara menniskjaliga verumáta og hugsunnar- hátti! Mangur hóttaði sær væl, annar illa! Í dag er henda mynd grund- leggjandi broytt. Men tað er stórur munur á dugnaskapi hjá bóndum, hóast møgu- leikarnir eru nærum eins. Tað síggja vit á fram- leiðslu, røkiskapi og á skattalistanum! Sum omanfyri nevnt, so má haldast, at ongin øvundar bóndanum, men um hann í skrift og í gerandisdegnum, sum vit av og til eru vitni til, vil verða harmaður, so má eg siga sum í seinna parti av omanfyri nevnda orðataki: Guð náði hann! Hvussu nógv kostar mjólkin? John William Joensen Formaður í Norðoya Sambandsfelag Vit kunnu bert staðfesta, at tað hevur verið sera ó- heppið fyri vinnuna í Vág- um og vágafólk sum heild, at tey ikki hava havt umboð í nevndini fyri Vágatunn- ilin. Sama er galdandi í mál- inum fyri Norðoyatunnilin. Eitt umboð fyri Norð- oyggjar hevði umboða- áhugamálini hjá okkum, sum koma at brúka tunn- ilin, og hugsa vit tá serliga um áseting av gjaldi og samskiftið við vinnulívið í Norðoyggjum. Tað er ikki rætt at norð- ingar verða hildnir í óvissu, um gongdin í málinum og hettar kemur samtundis illa við hjá vinnufyritøkum í Norðoyggjum. Til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum: Gev Norðoyggjum eitt umboð í nevndina fyri Norðoyatunnilin Heðin Zachariasen løgtingsmaður og borgarstjóri í Hvalvíkar Kommunu Tá tingmál nr 79/2002 um broytingar í forsorgarlógini var til viðgerðar í tinginum, var eg framsøgumaður fyri Fólkaflokkin í hesum mál- ið. Áðrenn eg fekk orðið, gjørdu Gerhard Lognberg fyri Javnaðarflokkin, sum eisini er borgarstjóri í Skopunar Kommunu og Alfred Olsen fyri Sam- bandsflokkin, sum hevur verið skrivari í Nes Komm- unu í mong ár, viðmerking- ar til tølini, sum vóru upp- givin í skjali, sum fylgdi við málinum. Teir, eins og eg sjálvur, vildu vera við, at teirra kommuna hevur nøktandi barnaansingar- pláss. Men í skjalinum var upplýst, at Almannastovan hevði útgoldið 193.785,00 kr. vegna vantandi barna- ansing í Skopunar komm- unu, fyri Nes, Toftir og Saltnes var útgoldið 83.752,00 kr og fyri Hval- víkar kommunu 25.903,00 kr. Fyri allar kommunur í Føroyum eru útgoldnar omanfyri 7 mió kr í 2002 vegna vantandi barnaans- ing. Sum borgarstjóri í Hval- víkar Kommunu undraðist eg yvir, at Hvalvíkar kommuna var við í yvirlit- inum yvir forsorg útgoldna í samband við tørvandi barnaansing í kommununi. Tí tað samsvarar ikki við, at Hvalvíkar Bygdaráð fyri fleiri árum síðan gjørdi av, at tað ikki skuldi verða manglandi barnaansingar- pláss í kommununi. Og sum borgarstjóri hevði eg ikki undirskrivað nakað skjal, sum gav grønt ljós til nakað útgjald í okkara kommunu. Tí valdi eg í samband við 1. viðgerð av tingmálinum, at spyrja landsstýrismannin um hesi tøl veruliga vóru røtt. Eftirfylgjandi havi eg eisini kannað hetta nærri hjá okkum sjálvum og eri kom- in fram til, sum eisini upp- lýst í samrøðu við Útvarp Føroya, at í eitt stutt tíðar- skeið í 2002 hava vit ikki kunna nøktað nevnda økið, tí vit manglaðu dagrøktar- ar. Leiðarin fyri dagrøktina hevur váttað, at so er. Hetta er fult í trá við galdandi lóg, og tað er sjálvsagt heldur ikki neyð- ugt, at borgarstjórin av- greiðir tílík mál, tí tað er jú dagrøktarleiðarin, sum hevur dagligu ábyrgdina av hesum økinum. Bygdaráð- ið samtykkir fíggjarætlan- ina fyri dagrøktina fyri eitt ár í senn, sum leiðarin so umsitir. Og sambært hesum ávirkar ein tílík váttan hvørki fíggjarætlanina fyri dagrøktina ella fíggjarætl- anina hjá kommununi. Hetta er ein váttan útskriv- að eftir umbøn og er send Almannastovuni, sum um- sitir og hevur ábyrgdina av almennu forsorgini. So her er rætt farið fram. Eg vil gjarna undirstrik- að, at eg í tinginum ikki legði nakran undir nakað óregluligt, men spurdi um upplýstu tølini vóru røtt, út frá tí, sum eg havi greitt frá her. At hetta saman við við- merkingunum frá Gerhardi Lognberg og Alfred Olsen er blivið til eitt mál, er ein onnur søga. Eitt, sum ikki er komið greitt fram í viðgerðini er spurningurin, hvussi leingi ein váttan fyri vantandi barnaansing, er galdandi. Tí, sum eg dugi at síggja, so váttar dagrøktarleiðarin, at einki pláss er tøkt í løt- uni, men at væntast kann at pláss verða tøk, tá ið barna- garðurin letur upp. Men eg síggi einki skriv ella áheit- an, har Almannastovan fylgir málinum upp. Í sam- band við broytingarnar í forsorgarlógini sigur Al- mannastovan í hoyringar- svarinum, at broytingarnar helst fara at føra við sær, at kommunurnar verða meira nærlagdar at upplýsa Al- mannastovuni, tá ið við- skiftafólk fáa tilboð um barnaansing. Hvørjar treyt- ir setir Almannastovan kommununum í samband við eina tílíka váttan. Er tað kommunan ella Almanna- stovan, sum skal fylgja málinum upp? Møguliga eru fastar mannagongdir hjá Almannastovuni í hes- um málið, sum Almanna- stovan ella landsstýris- maðurin kann greiða frá. Eftir galdandi lóg er tað Almannastovan og ikki kommunurnar, sum um- situr og hevur ábyrgdina av almennaøkinum og tí ansar eftir, at forsorg ikki verður útgoldin, tá ið barnaansing er útvegað. Í brævi dagfest 7. mars 2003, heitir Al- mannastovan á kommunur- nar um at boða teimum frá, tá ið barnaansing er útveg- að. Sjálvt um kommunur- nar skulu koma við neyð- ugu upplýsingunum, so kann Almannastovan ikki við hesum skrivi leggja ábyrgdina á hesum økinum frá sær yvir á kommunur- nar. Almannaøkið er fram- vegis undir landinum. Hetta málið er eitt talandi dømi um, at tað er betri, tá ið umsitingin verður nærri borgaranum. Men sum eg førdi fram undir viðgerðini, at tá fyribils hjálp vegna vantandi barnaansing verð- ur løgt út til kommununar at gjalda, so er neyðugt at báðir endar eru við - ábyrd og skyldur. Og tí er ongan- tíð ov skjótt, at hetta økið verður lagt út til kommur- nar at umsita, so at avgerð og ábyrgd fylgjast, so at hann sum játtar, eisini er hann, sum skal gjalda. Frá tí Føroyska ST felagnum Nú ymiskt hevur verið frammi í fjølmiðlunum og á manna munni um støðuna í Irak, so hevur nógv kjak eisini verið um hvønn leik- lut, ella kanska heldur væntandi leiklutin Sam- eindu Tjóðir hevur havt og fer at hava í hesum máli. Onkur hevur hildið fyri, at ST hevur spælt fallit og at tað ongar "tenn" hevur. Onnur halda at leikluturin hjá ST nú er vorðin ein hjá- leiklutur og at felagsskap- urin framyvir fer at virka meira ella minni sum ein gøtusópari, ið ruddar upp í gøtunum eftir tíðarinnar stormum og sum hereftir má lata sær lynda at sópa gólvini í gongdunum hjá teimum máttmiklu. Upp- aftur onnur siga, at ST hoyrir fortíðini til og at tað als ongan leiklut eigur í framtíðini. Ígjøgnum skotríðuna av analysum, ákærum og meiningum, ið floyma yvir okkum í hesum døgum, ber kortini til at staðfesta eitt: Ein stórur partur av fólk- unum kring heimin vóru vónbrotin av, at ein loysn á Irak-kreppuni ikki fekst gjøgnum ST. Hetta sást týðiliga í heimspressuni og á úrslitunum av meininga- kanningunum beint áðrenn og aftaná at kríggið í Irak brast á fyri góðari viku síðani. Fólk allastaðni runt um í heiminum vendu sær til tann einasta altjóða stov- nin, ið tey mettu at hava løggilda heimild at loysa eitt mál sum Irakmálið. Hetta er kanska fyrstu ferð at hetta er staðfest so sann- førandi og er komið so týðiliga fram. Hetta er ikki smávegis staðfesting. Tí júst hetta ber kanska boð um, at tað finnst ein møgu- leiki hjá okkum at fáa vend í altjóða samskiftið á einum støði, sum tað áður bert hevur verið droymt um. Út frá hesi staðfesting ber kanska til at hóma tvey ting: Sama hvat politiska leiðslan heldur, so eru gras- røturnar um meginpartin av heiminum fyri at ST er tað rætta forumið at loysa al- tjóða mál í; og fyri at ST er einasti fólkaræðisliga løg- gildi altjóða stovnur, ið er evsti myndugleiki í heimin- um, tá ið tað snýr seg um altjóða mál. Kanska eru lunnar lagdir undir eina tilgongd, ið sum frálíður kann fara at hava við sær at framtíðar leiklut- urin hjá ST, beint ímóti svartskygdu forsøgnunum, verður styrktur aftaná hetta dapra tíðarskeiðið við niðurbróting og ruðuleika. Tað er kanska hetta sum ST-aðalskrivarin Kofi Ann- an m.a. sipar til í yvirlýs- ingini, ið varð kunngjørd, tá ið kríggið brast á í farnu viku: ST-Aðalskrivarin Kofi Annan: Yvirlýsing um álopið á Irak New York, 20. mars 2003 Í dag er kríggj brostið á í Irak fyri triðju ferð innan eina fjórðingsøld. Hetta hendir hóast altjóða sam- felagið og Sameindu Tjóðir hava gjørt sítt ítasta til tess at fyribyrgja tí. Um vit høvdu hildið á eitt sindur enn, hevði tað møguliga eydnast at fingið avvápnað Irak á friðaligan hátt, ella - um ikki - so kundi heimurin tikið stig til at loyst hetta vandamál við felags avgerð og útint tiltøkini við størri heimild og breiðari stuðli enn tað sum er veruleikin í dag. Men latið okkum ikki dvølja við fortíðar tvídráttir og spjaðing. Latið okkum møta veruleikanum sum hann sær út í dag, sama hvussu beiskur hann sýnist, og leita eftir gongdum leið- um at skapa størri eind framyvir. Mínir tankar og sam- kensla eru í dag við fólk- inum í Irak, sum enn eina ferð standa fyri roynslum. Eg vóni at at allir partar samvitskufult fara at fylgja ásetingunum í altjóða mannarættarligari lóg og fara at gera alt sum stendur í teirra valdi til tess at verja vanligu borgararnar í Irak móti grimu avleiðingunum av kríggi. Sameindu Tjóðir fara í sínum lagi at veita teimum alla ta hjálp og tann stuðul, sum felagskapurin er førur fyri. Latið okkum vóna at framtíðin verður nógv bjartari hjá irakiska fólkinum enn hesi seinastu mongu árini hava verið og at tey skjótt fáa høvi at endurreisa landið í friði og frælsi undir lógligum við- urskiftum. Hesar seinastu vikurnar hava heimsins fólk sýnt hvussu stóran dent tey leggja á at heimildir eru lagdar í hendurnar á Sam- eindu Tjóðum. Tey hava gjørt greitt, at tá ið óvissa og vandi hótta, ynskja tey at síggja valdið hildið í teymum av heimild. Tey vilja hava sína leiðslu at koma saman í Sameindu Tjóðum og har loysa teir trupulleikar sum manna- ættin øll er felags um. Eg vil av øllum alvi virka fyri at Sameindu Tjóðir møta hesari avbjóðing á nøktandi hátt. Johan Dahl Løgtingsmaður Samgongan jarðleggur fiskivinnuna í útjaðaran- um við at taka flutnings- stuðulin frá henni uttan at finna arða alternativa loysn á trupulleikanum við kostnaðinum av flutninginum frá megin- økinum til framleiðslu, har sund og firðir skilja. Undirritaði hevur fyrr gjørt vart við, hvussu trupult tað er hjá virkjum í útjaðaranum at kappast um rávøruna, tá kapp- ingartreyutirar ikki eru eins. Kostnaðurin frá Upp- boðssølu til virkingastað, har sund og firðir skilja, er eitt nogv dýrkandi lið , serliga tá ein hevur í huga, at marginalarnir eru smáir. Ein stabil politisk skipan er neyðug og ikki ein skipan har tú broytir tingini frá degi til dags uttan himpr og uttan at hugsa um konsekvensir- nar av tínum gerningum. Er tað kanska betri at fólk sum kundu havt eitt arbeiða á fiskavirki held- ur fara aftur til ALS,- tað kann nevniliga skjótt gerast veruleikin. Sama ger seg galdandi við russaraframleiðsluni hjá Fiskavirking sum er ein sokallað "nichefram- leiðsla", - hví oyðileggja hetta atlernativ av berari óvitinheit. Hava tit í Fiskimála- stýrinum, nakrantíð verið úti á føroyskum virkjum og sæð og hoyrt meining- arnar hjá leiðslunum har ella havt tær til hoyr- ingar, áðrenn tit takað avgerðir sum hesa ?? Eg trúgvi neyvan teir nakr- antíð hava sæð tykkum í nánd av virkjum sínum. Stuðul er ikki altíð av tí ringa, tað veldst um hvar og hvat tú stuðlar og í hesum sambandi er stuð- ulin ein bøtandi hond fyri vinnuna í útjaðaranum sum javntstillar kostn- aðin hjá henni ,at flyta fisk frá uppboðssølu til virkini har sund og firðir skilja og flutningskostn- aðurin tískil er nógv hægri ,enn í meginøk- inum. Hugsið tykkum væl um áðrenn tit gera skerj- ingina, tí hon kann skjótt koma tykkum aftur um brekku í við øktum ar- beiðsloysi. Vón fyri framman? VIÐMERKINGAR Samgongan sparir seg eftir reyv við at skerja flutningsstuðulin til vinnuna í útjaðaranum Barnaansing og almenn forsorg C M Y K 11 10