Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. apríl 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 64 - 2. apríl 2003 Nr. 64 - 2. apríl 2003 13 Neyðugt er við før- oyskari fólkateljing, var niðurstøðan á stórari granskingar- stevnu í Havn Rigmor Dam "Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal." So- leiðis lesa vit í Lukas evan- geliinum, at longu á døgum Kristusar vóru tey, sum sótu við valdinum, greið um, at treytin fyri skilagóð- um politiskum avgerðum er vitanin um menniskjaliga tilfeingið í ríkinum. Hetta vóru fyrireikararnir av norðurlendsku gransk- ingarstevnuni, sum var í Havn í døgunum 27.-29. mars, eisini greið um, tá ið tey buðu 17 granskarum úr Norðurlondunum koma higar at tosa um, hvussu vit kunnu skipa hagtøl um vælferð, arbeiðsmarknað og javnstøðu í Føroyum. Í upplegginum til stevn- una søgdu fyrireikararnir, at bæði í samfelagsgransk- ing, í almennari fyrisiting og í vinnulívinum hevur tað alstóran týdning at fáa álítandi tøl at arbeiða við, og at føroyska støðan er serliga trupul, tí her eru stór hol í hagtalsgrunnunum. - Vit vita eitt nú ikki, hvønn førleika og hvørjar útbúgvingar fólk hava her á landi, lítið um hvussu ar- beiðsmarknaðurin er sam- ansettur og um umsorgan av børnum og gomlum, siga fyrireikararnir, Hag- stova Føroya og Fróðskap- arsetrið. Á stevnuni vóru tveir almennir fundir, har ser- frøðingar hildu fyrilestrar, umframt pallborð við før- oyskum og útlendskum lut- takarum og orðaskifti. Um fólkateljingar Seinastu fólkateljing í Før- oyum skipaðu danir fyri í 1977, og síðani hava vit nærum ongar upplýsingar fingið um menniskjaliga tilfeingið í landinum. Við øðrum orðum, so kenna vit ikki støðið á vælferð okk- ara, og kunnu sostatt ikki sammeta okkum við onnur lond. Í hesum sambandi verður standurin í landinum ikki einans roknaður út frá krónum og tonsum, men hvussu vit liva og húsast, sum íbúgvar í landinum. Upplysingarnar í eini fólkateljing, sum vera skrá- settir í einum dátugrunni, skulu, umframt at geva eina støðumynd av samfelag- num júst nú, dagførast alla tíðina. Hetta krevur eitt umfatandi samstarv millum stovnar og fyritøkur. Í hinum Norðurlondun- um, har tey hava skipað hesi viðurskifti, hava myndugleikar, fyritøkur og stovnar skyldu til at geva boð, til dømis tá fólk flyta bústað, gerast liðug við eina útbúgving, fáa nýtt starv og líknandi. Soleiðis ber altíð til hjá hagstovun- um, at fáa til vega tøl, sum lýsa standin í landinum. Hesar upplýsingar eru al- neyðugar innan gransking, politikk og vinnulív. Seinasta fólkateljingin í Noregi Annar av útlendingum, sum helt fyrilestur á gransking- arstevnuni, var Paul Inge Severeide, sum var leiðari fyri norsku fólka- og bú- staðarteljingina, sum Sta- tistisk Sentralbyrå gjørdi í 2001. Hann var komin higar at greiða frá, hví og hvussu normenn skipaðu seinastu, og kanska eisini seinastu, fólkateljingina. Hann segði eitt nú, at endamálið við fólkateljing- ini var at savna dáta, sum, umframt at geva eina mynd av Noregi tann 3. november 2001, skuldi geva eitt var- andi grundarlag fyri fram- leiðslu av týdningarmiklari vitan um samfelagið. Um- framt hetta, skulu upplýs- ingarnar lúka tey krøv, sum brúkarin hevur, á einum høgum støði. Eisini skulu tær kunna samanberast við eldri fólkateljingar og onn- ur hagtøl, og vera í trá við altjóða ásetingarnar á økin- um. Síðani greiddi hann frá, hvussu tey skipaðu fólka- teljingina í Noregi, eitt nú við at samankoyra teir dátu- grunnar, sum frammanund- an eru tøkir í umsitingini. Tað veri seg persóntalsyvir- litið, dátugrunnar hjá ar- beiðsgevarum og –takar- um, frá útbúgvingarstovn- um og upplýsingar um inn- tøkur og ognarviðurskifti. Einasta økið í Noregi har skrásetingin ikki var nøkt- andi frammanundan, var á íbúðarmarknaðinum, og var tískil neyðugt at senda út spurnarbløð til allar norðmenn um hetta. Legði føroyingum lag á Paul Inge Severeide segði, at tá vit í Føroyum skulu undir eina fólkateljing, er ymiskt sum vit eiga at hava í huga. Fyrst og fremst er neyðugt, at skapa grundar- lag fyri varandi dátugrunn- um. Tað vil siga, at vit eiga at upprætta og dagføra grunnar innan umsitingina, sum síðani kunnu saman- koyrast. Tí er eisini neyðugt við sera neyvum samstarvi millum ymsu liðini í umsit- ingini. Eitt annað sum hann nevndi, var týdningurin av at tryggja persónsupplýs- ingar. At enda segði Paul Inge Severeide, at hendan íløgan í vitan, er ein íløga sum eitt nútíðar samfelag sum Før- oyar, illa kann vera fyri uttan. Okkum vanta tøl Annar, sum hevði framløgu á granskingarstevnuni, var Hans Pauli Strøm, sum starvast sum sosiologur á Hagstovu Føroya. Hann greiddi í stuttum frá um tørvin á einari fólka- og bústaðarteljing í Føroyum, og spurdi samstundis hvørj- ar upplýsingar okkum vant- ar, hvørjar møguleikar og avmarkingar eru fyri at fá til vega hesa upplýsingar, hvussu vit kunnu fáa teir til vega, og hvussu vit skulu skipa økið frammyvir. Hans Pauli Strøm, hevði býtt upplegg sítt upp í part- ar, har hann greiddi frá skrásetingarstøðuni. Hesir vóru: Familjan, húski, íbúðir, arbeiðsmarknaður- in, løn og inntøka og út- búgving. Innan familjuøkið eru nógvar upplýsingar, sum vit einki vita um. Eitt nú vita vit ikki, hvussu nógvar famijur eru, hvussu hesar eru samansettar og hvussu nógv børn eru í hvørjari familju. Heldur ikki vita vit, hvar familjurnar ar- beiða og hvør inntøka teirra er. Tá umræður húski í Før- oyum, er einasta skráseting vit hava í dag, tann, sum postverkið hevur. Sostatt er eingin íbúðar- og bústaðar- skráseting. Enn ikki í per- sónstalsyvirlitinum, har trupulleikin er, at tað bara eru størri plássini, sum hava gøtunøvn og –numm- ur. Tí vita vit onki um støddina á húskjum og samansetingina av teimum. Heldur ikki hava vit vitan um, hvussu fólk búgva – raðhús, tvíhús, íbúðir, støddir, rúm og so fram- vegis. Á bústaðarøkinum vanta eisini nógvar upplýsingar, tí vit vita ikki hvussu nógv- ir bústaðir eru, hvørji sløg av bústøðum ella hvussu nógv fólk búgva á hvørjum bústaði. Arbeiðsmegina vita vit heldur ikki nóg mikið um, segði Hans Pauli Strøm. Eitt nú vita vit ikki hvussu stórur partur av føroyingum er á arbeiðsmarknaðinum og hvussu stórur partur er uttanfyri, og vit kenna ikki býtið millum arbeiðstakar- ar og sjálvstøðugt vinnu- rekandi. Heldur ikki vita vit innan hvørjar vinnugreinir, fólk starvast, ella hvussu fólk koma til og frá arbeiði. Eitt annað øki, sum vit mugu fáa yvirlit yvir, eru lønir og inntøkur hjá føroy- ingum. Eitt nú kenna vit ikki faktisku tímalønina í ymsu vinnugreinunum, hvussu fólk verða lønt eftir royndum, starvsheiti og setanarslagi. Seinasta evni, sum Hans Pauli Strøm nevndi, var útbúgvingarøkið, har vit ikki hava nakra útbúgving- arskráseting. Sostatt kenna vit ikki útbúgvingarstøðið hjá føroyingum, um fólk hava fólkaskúla, miðnáms- útbúgving ella hava eina tekniska ella hægri útbúgv- ing. Landsumfatandi kanning Samanumtikið kann sigast, at vit vita alt ov lítið um okkum føroyingar, segði Hans Pauli Strøm. Tí hóast okkurt hissini skrásetingar- virksemi fer fram her, so er stórur tørvur á at fáa skipað hesi viðurskifti. Hans Pauli Strøm helt tí, at einasti háttur at fáa allar hesar upplýsingar til vega, er við at venda okkum beinleiðis til fólkið í einari landsumfatandi fólka- og bústaðarteljing. Henda telj- ing skal so vera tann sein- asta teljingin, sum fer fram í Føroyum, og skal hon vera grundarlagið undir nýggj- um skrásetingargrunnum, sum so skulu dagførast framyvir. Tá verður gjørligt at framleiða hagtalsyvirlit um ymisk viðurskifti, sum hava við føroyska samfelagið at gera, samstundis sum vit fara at kunna samanbera livistøðið í Føroyum við onnur lond, segði Hans Pauli Strøm. - Úrslitið av hesi seinastu fólkateljingini verður ein ómetaligur dýrgripur av vitan, tá umræður at eftir- meta støðuna í landinum, tá avgerðir skulu takast, í arbeiðinum at leggja fram- tíðina til rættis, og fyri alla samfelagsgransking, segði Hans Pauli Strøm at enda. Tá tølini tala "Sum nú er, halda vit okkum vita alt um føroyska sam- felagið, men í veruleikanum eru tað mytur vit byggja útsagnir okkara á, og ikki eksakt vitan og tøl." Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Føroya "Lesandi og granskarar ganga langt uttanum Føroyar, tí vit hava ikki tøl tøk. Tey fara heldur til Danmarkar ella Noregs at kanna, og flyta so upplýsingarnar yvir á Føroysk viðurskifti." Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Føroya "God politik kræver god statistik" Beinta í Jákupsstovu, granskari á Lærda Háskúlanum í Molde Hans Pauli Strøm, sum starvast sum sosiologur á Hagstovu Føroya. Hann greiddi í stuttum frá um tørvin á einari fólka- og bústaðarteljing í Føroyum Paul Inge Severeide, sum var leiðari fyri norsku fólka- og bústaðarteljingina Dario Fo er ein kon- troversiellur sjón- leikahøvundi. Hann er altjóða viðurkend- ur fyri sína politisku satiru. Hansara spei- semi og glantrileikir (farsur) minna um tær klassisku hjá Ari- stophanes. Hjá Dario Fo er evnið hug- myndafrøðislig álop á kapitalismuna, im- peralismu og mutur í italsku stjørnuni. Soleiðis sæð hevur hann á ein hátt tikið upp arvin eftir po- litisku sjónleikunum hjá Bertold Brecht UMMÆLI Kim Simonsen Dario Fo er føddur í 26. mars 1926 í San Giano, ein lítil býur við Lago Maggi- ore í landslutinum Varese. Faðirin Felice var sosialist- ur og leiðari á eini jarn- breytarstøð og spældi áhugasjónleik. Sum barn flutti familja frá einum býi til ein annan. Men helt Dario Fo fyri, mentanin var hin sama. Serligani lærdi Dario sum barn nógv av fiskimonnum og glasblás- arunum, ið sótu á tavern- aðum ella á piazza og søgdu frá fantastiskum søg- um, ið endaðu sum ørligar fablar og politisk satira. Dario Fo byrjaði at lesa til arkitekt, men gavst, júst áðrenn hann gjørdist lið- ugur. Frá 1941 til 1945 byrjaði hann at fáa áhuga fyri pallsmíð, og byrjaði at venja dialogar. Hann las Gramsci og Marx, saman við amerikanskum høvund- um, og týðingar av Brecht, Mayakovsky og Lorca.. Dario Fo byrjaði sjálvur sum ungur sum sjónleikari, í speirekandi kabarettum. Hann skrivaði eina røð av borgarligum komediun. Borgarligar, tí tær tóku støði í, og vóru leiktar fyri miðalstættini. Eftir annan heimsbar- daga skuldi bæði sjónleik- urin og filmurin úr Italia fáa sera stóra framgongd. Innan film var tað neoreal- isman, meðan innan sjón- leik var tað piccoli teatri (smá leikhús), ið mentu hugtakið um eina senu, ið var hóskandi fyri flest fólk, ikki bert tey ríku. Dario Fo tók eftir kríggið upp aftur lestur, men byrj- aði longu sum lesandi at stuttleika sær við at siga frá søgum, júst sum tær hann hoyrdi sum barn. Hann arbeiddi stundum sum assi- stentur á eini arkitekta- stovu. Speisemi er eitt vápn Speisemi, serligani politisk satira er eitt sterkt amboð. Stjórnir kunnu fella av hes- um, kríggj støðga og fangar kunnu vera latnir leysir av slíkum. Humor er ikki tespiligt vápn. Mangur man hava sannað, at ein hár- hvøss og beinrakin tekning hjá t.d. Óla Petersen hevur meiri tyngd enn ein leypur av lesarabrøvum. At Pipar og Salt eru fólkaogn í Føroyum, tí teir viðgera føroyskar ur stereotypur. Dario Fo í Føroyum Dario Fo er framførdur fyrr í Føroyum, eins og hann er í øllum pørtum av heimin- um. Dario Fo leikin "Sjeynda boð – stjal eitt sindur minni" sá eg í Norð- urlandahúsinum. Havi gloymt hvat hann snúði seg um, men minnist, at hann var absurdur og komiskur. Longu í sekstiárunum leikti Eyðun Johannessen Dario Fo leik í Føroyum, og síð- ani eru sera nógvir sýndir. Jákup Veyhe hevur nú leikstjórnað hendan nýggja leikin. Við eru hópin av ungum leikarum, men mest ókend andlit. Eg fari ikki at sammeta hesar áhugaleik- arar við teir hjá t.d. Grímu. Nú eg júst havi sæð hin stóra Per. Eg vil ikki seta meg at plaffa henda várliga unga talentmassa niður. Eg vil siga sum ummælarin Tom Kristensen helt, at man mátti ongantíð traðka á ein dunnuunga, tað kundi hent, at tað var ein H.C. Andersen, sagt um debu- tantar. Fólkini í Havnar Sjónleikarafelag, gera sítt besta. Tey spæla við hjart- anum, og tað er altíð rós vert. Men hin vegin røkka trøðini ikki inn í himmalin. Eg haldi týðingin er málsliga rættuligani ókon- sekvent. Stundum tosa tey grótføroyskt, stundum flúgva danismurnar á pallinum. Men ringast er, at tey duga mangan ov illani føroyska úttalu, men tað er helst júst munurin á yrkis- leikarum og áhugaleikar- um. Eg havi hin vegin meiri hugin at sáa iva um Dario Fo heldur allan vegin í dag, sæð við modernaðum fagurfrøðisligum eygum, nú eg havi funnið fram til, at hann fekk virðisløn Nobels í bókmentum. Hash eitt føroykst tabu Søgan er bæði einføld og langt úti í senn. Dario Fo ger seg inná ein hin mest heilaga stovnin í italienska samfelaginum, eftir pávan og fótbóltin, ið er mamm- an. Hendan mamman (Beinta Clothier) er farin at roykja hash. Verri er at hon er farin at selja tað eisini, samstundis sum hon roykir hash dagin langan. Ar- beiðið hevur hon mist, men leggur onki í tað. Sonurin Luigi er vinstravendur, men hevur ikki lætt við at góð- taka, at mamman og abbin eru teir stórstu hashseljarin í økinum. Ella at mamman er drønskeiv sum dagurin er langur. Eg haldi tað er eitt stuttligt evni tey hava kastað seg yvir, serligani í Føroyum, har hash er eitt tað størsta tabuevni aftaná sex og skitsofreni í familj- uni. Eg havi sæð fleiri Dario Fo leikir, men eg minnist eisini kensluna av, at Dario Fo við at viðgera samtíðar- evni, kundu tykjast nakað avoldaður í dag. Tað sum var vilt, politiskt og pro- gressivt í sjeytiárunum sýntist nakað naivt í dag. Che, Lenin og Marx eru ikki tey hottastu nøvnini her, eftir at vit eru komin víðari, heimurin er broyttur. Men tað ringasta var kensl- an av, at onkur vildi prakka "allar tær røttu meiningar- nar" oman á mítt tá blað- unga høvd, júst sum lærar- nar í Studentaskúlanum, áðrenn Múrurin datt, DDR hvarv saman við meining- ini við teirra lívi. Hetta er sama kenslan man kann hava, um man lesir Fregnir, Information ella verður tvangsinnlagdur at hoyra eina andakt í sjónvarpinum við Jenis av Rana – kundi eg sagt, um eg seti meg í samtíðarspeisama hornið eina løtu. Politikur og list Dario Fo var so kontro- versiellur sjeytiárunum, at hann í ikki fekk visa til USA. Tá hann endiligani í 1986 kom til USA takkaði hann Ronaldi Reagan fyri at hava givið honum nógva umtalu, við júst ikki at lova honum inn í landið. Hjá Dario Fo er Amerika eitt hjálandaveldi. Hann var ikki bangin fyri at seta sam- ansvørjingar á pall, millum Vatikanið, mafiuna, CIA. Alt er rotið, øll eru við uppá tað. Einstaklingurin hevur ikki ein kjans. Sam- felagið hevur skyldina. Hin vegin hevur Fo meiri enn bert speisemi og politik at bjóða uppá, hevði hann ikki, var hann gloymur, sum tey mongu politisku listarligu neyðareggini frá seksti- og sjeytiárunum. Fo hevur røtur í Com- media dell'Arte og eitt ríkt repertoire av tragiskum og komiskum sinnaløgum og hegnigum dialogi. Sum ekstremt vinstravendur er einki heilagt hjá Fo, hann brúkar alt frá bíbilskum tekstum, til Shakespeare, Chekhov og brot úr lívinum hjá Giordano Bruno, Gali- leo Galilei tilsett sosialist- iskan marengsbotn. Kann man ikki tola sosialistiska marengsbotnin er køkan mangan ikki etandi. Millum vatnpípur, bong og eufori Í hesum leikinum kemur ferð á søguna, tá systurson- urin, ið er ein fasistoidur narkotikaløgreglumaður, kemur á gátt. Ferðin er altíð øgilig hjá Dario Fo, her hendir sera nógv. Dialog- urin er skjótur og mangan sera beinrakin og ikki minst stuttligur. Gamla klichein um at Dario Fo fær okkum at flenna, men eisini at hugsa, er sonn. Men tá eg so seti meg at hugsa, eri eg at enda bert ikki samdur við Dario Fo. Evni Dario Fo vil hava okkum at hugsa um her, er um drøgg í samfelagnum. At samfelagið skapar narkomanar, ið er nakað banalt. Kanska tað var klókt at siga slíkt í 1977, men í dag virkar hetta sum gamla skøvaða plátan " Det er samfundets skyld", ið TV2 sungu um. Alt í hesum heimi kann ikki skiljast við vinstravendari sosiologi. Men tillukku Havnar Sjónleikarafelag við 85 ára degnum og við hesum leik- inum. Vilja fólk hugna sær og flenna, er hesin leikurin eitt gott hugskot. Einki er sum Mammusa gras. Atgongumerki kosta 100 krónur. Samfelagið hevur skuldina – Dario Fo í Sjónleikarhúsinum C M Y K 13 12