Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. apríl 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 2. apríl 2003 15 Teir 20 føroyingarnir, sum næstseinasta hósdag fóru til Belfast at framføra eitt før- oyskt mentanartiltak í mentanarhúsinum har, gjørdust ikki vónsvikin. Fyri full- um húsi framførdu tey tónleik, drama og myndir undir heitinum, Music and Culture of the North Atlantic FERÐ OG MENTAN Rúna Sivertsen Stórsligna mentanarhúsið í Belfast rúmar 420 áhoyrar- um, men tað var ikki nóg mikið næstseinasta leygar- kvøld, tá eitt føroyskt ment- anartiltak varð framført har. Nøkur av teimum, sum ætlaðu sær at líða á, máttu avstað aftur, tí eingi pláss vóru eftir. Undir heitinum, Music and Culture of the North Atlantic, varð føroyska mentanin lýst við tónleiki, drama og myndum. Temaði á framførsluni var "hendur" og skuldi lýsa, hvat føroyingurin við hondum sínum hevur skapt. Gudstrúgvin er djúpt grógvin í føroyinginum; tí hevði hetta mentanartil- takið eisini støði í kristin- dóminum. Fjøltáttað skrá Kvøldið byrjaði við einum filmi hjá Ferðaráði Føroya. Eisini var ein filmur hjá Klaus Kiesewetter, sum lýsir okkara veðurlag, sýndur. Fleiri løg og tekstir vóru gjørdir av tónleikarunum sjálvum í samband við hetta tiltakið. Og júst hesi løgini dámdu áhoyrararnir serstakliga væl. Írski sangurin, "Over the fields of green" sum var nakað umskipaður, varð vælmóttikin av írum. Eftir steðgin byrjaði framførslan við, at málið, sum føroyingar fingu móti móti írum í Belfast á sinni, varð víst. Um hesin heldur skálkaligi parturin av fram- førsluni var so væl móttikin av áhoyrarunum, sigur søgan einki um. Saman við skránni fyri kvøldið, fingu áhoyrararnir ein faldara frá Ferðaráði Føroya. Írska fólkið Írar eru eins og vit oyggja- búgvar. Tey líkjast okkum og tosa sum vit - um veðrið. Har regnar illa, men um summarið er nakað heitari enn hjá okkum, eini 20 hitastig. Eftir friðaravtaluna í 1998, sokallaðu páskavtal- una, er friðarligari í Norð- ur-Írlandi. Men støðan er framvegis spent. Belfast er enn býttur í tveir partar, og protestantar og katolikkar halda seg hvør sær. Í vesturpartin av býnum, har katolikkarnir búgva, fert tú ikki inn uttan víðari, hetta orsaka av spentu støðuni. Har er ógvuliga fátæksligt, og arbeiðsloysi er stórt. Í protestantiska býarpart- inum av Belfast, tykjast fólk at vera fíggjarliga væl fyri. Men spenta støðan hevur ikki verið gagnlig fyri Norður-Írland, tí íleggj- arar eru ikki áhugaðir at gera íløgur, har ófriður valdar. Á ferð í Føroyum Drama og tónleikabólkurin hevur eisini ætlanir um at fara til Fuglafirðar og Klaksvíkar við tiltakinum. Eisini vóna tey at fáa pláss í Norðurlandahúsinum. Og møguliga verður farið avstað aftur á uttanlands- ferð seinni, tí írar bóðu tey koma aftur og harmaðust um, at tað ikki vóru fleiri tiltøk hesaferð. Føroyingar tóku Belfast við storm Aftara rað frá vinstru: Bardo, Pætur, Regin, Heidi, Jákup, Guðrun, Jógvan, Karl, Pauli, Pætur, baby Noah og Gunnar. Fremra rað frá vinstru: Anna, Unn, Nanna, Kristian, Rógvi og Snorri. Bjarni og Durita vanta á myndini Mynd: Durita Djurholm Mentanarhúsið í Belfast, Lisburn Island Art Center, rúmar 420 áhoyrarum. Men tað var ikki nóg mikið, tá føroyingar framførdu har næstseinasta leygarkvøld. Bygningurin, sum er 2 ára gamal og kostaði 350 milj. kr., er ógvuliga vakur um kvøldið, tá ljósini seta sín serstaka dám á umhvørvið 15 14 Nr. 64 - 2. apríl 2003 Leirvíksfjarðarbólk urin góðtekur ikki undir nøkrum um- støðum, at tænastu- støðið um Leirvíks- fjørð verður lækk- að, og fyri fyrst hev- ur bólkurin trý høvuðsmál at ar- beiða fram ímóti LEIRVÍKSFJARÐAR- LEIÐIN Solby A. Eliasen Klaksvík: Rani Nolsøe er formaður í Leirvíks- fjarðarbólkinum. Hann sigur, at fyrsta kravið hjá bólkinum er, at Dúgvan má og skal sigla. – Bólkurin góðtekur ikki undir nøkrum um- støðum, at tænastustøðið á leiðini lækkar, sigur hann. Næsta kravið frá bólkinum er alment innlit í rutuna, og tað hava tey fingið játtan um frá Strandferðsluni. Hetta heldur Rani fer at gera sítt til, at allar søgurnar, sum ganga um Leirvíks- fjarðarleiðina. – Tað gongur so nógv- ur slatur um tøl. Um hall ella ikki hall, so tað fer at verða gott at fáa eitt innlit í hesi tøl. Ikki til misbrúk ella nakað, men til ágóðan hjá leiðini, sigur Rani og vísir í hesum sambandi á, at røddir hava verið frammi um, at norðoyingar áttu á yvirtikið leiðina sjálvir. Men tað sigur formaður- in ikki er eitt av málun- um hjá bólkinum. Eitt annað, sum bólk- urin eisini hevur biðið um er, tilmælisrætt. Tað merkir, at tá Strand- ferðslan ger eina nýggja ferðaætlan um Leirvíks- fjørð, so vil bólkurin hava, at eitt uppskot um ferðaætlan um Leirvíks- fjørð skal sendast norður eftir, so at norðoyingar kunnu síggja tað áðrenn tað verður góðkent og møguliga koma við til- mælum um broytingar. Hetta metir Rani vera sera týdningarmikið fyri leiðina, og hann spyr, hvør veit betur, hvar tørvurin er enn norðoy- ingar sjálvir. Hesi trý málini eru so tey, sum Leirvíksfjarðar- bólkurin hevur sett sær fyri at røkka í fyrsta umfari, men annars fer hann at virka fyri øðrum viðurskiftum viðvíkjandi leiðini. Til dømis at tað skal fara at verða møgu- ligt at keypa ferðaseðili, áðrenn farið verður um- borð. Leirvíksfjarðarbólkur- in hevur fund aftur kom- andi hóskvøld, og tey hava boðið stjóranum í Strandferðsluni við. – Strandferðslan ynsk- ir at samstarva betur við norðoyingar um hesa rutuna, og tað vóna vit, at bólkurin eisini kann verða við til at betra, sigur Rani Nolsøe. Maria Olsen úr Árna- firði fekk boð frá læknunum at svimja nógv eftir, at hon hevði verið til skurð- viðgerð í Danmark einaferð í sjeyti-árun- um. Hon gjørdi eftir boðunum og hevur svomið fimm ferðir um vikuna síðani 29.03.1978 SVIMJING Solby A. Eliasen Klaksvík: Mari situr so errin í koyristóli sínum í eini appelsingulari blusu, har tað stendur 29.03.1978 á. Hon smílist beinanvegin, tá hon fær eyga á okkum. Hon situr úti í høllini beint við 25 metra hylin, sum hon hevur svomið í tey seinastu 25 árini. Á einum borði, sum stendur beint við, liggur eitt ringbind við nógvum plastlummum í. Tað eru øll svimjikortini hjá Mariu, síðani hon byrjaði at keypa tey í 1982. Tað eru blivin til 214 mánaðarkort hesi knapt 20 árini. – Er tað so nógv, spyr Maria. Og eitt av starvs- fólkunum svarar, at tað er tað sanniliga. Kortini liggja øll í raðfylgju eftir dagfest- ingunum. Inni í kaffistovuni stend- ur ein lagkøka til starvs- fólkið í svimjihøllini frá Mariu. Á køkuni stendur: Hevur svomið í 25 ár. Hon er sera vøkur at líta á. Maria sigur, at hon hevur givið køku tvær ferðir um árið hvørt ár, síðani hon byrjaði at svimja. Tann dagin hon hevur føðingar- dag og so ársdagin fyri hennara svimjing. Svimjihøllin var eitt skifti stongd í yvir eitt ár, og tað merkti so eisini, at Maria ikki kundi svimja tá. – Eg keddi meg av hundanum til í fyrstuni, men so líðandi vandi eg meg við tað og gleddi meg bara til hon lat uppaftur, sigur Maria, sum til dagligt arbeiðir á varda verkstað- num á Brekku. Svimur tá tað er opið – Eg svimji hvønn dag, tá høllin er opin, greiðir Maria frá. Hon hevur eitt brek, sum hevur havt fleiri skurðviðgerðir við sær, og hon heldur sjálv, at tað er gott fyri seg at svimja. – Tað einasta staðið, har eg kenni meg trygga, er í hylinum, tí har kann eg flyta meg uttan hjálp frá øðrum, sigur Maria, sum annars má styðja seg til onnur, tí hon megnar ikki at ganga sjálv. Mamma Mariu, Fanny Olsen, hevur verið trúføst við henni í svimjihøllini øll árini. Síðani Maria flutti inn í nýggja sambýlið í fjør, hevur mamma hennara tó bert verið við henni tvær ferðir um vikuna. Hinar ferðirnar eru tað starvsfólk í sambýlinum, sum eru við. – Mær dámar best, tá mamma er við, tí tá kunnu vit taka tað so róligt, og okkum nýtist ikki at hugsa um klokkuna, sigur Maria, sum plagar at vera í hylin- um og svimja í einar tveir tímar hvørja ferð. Eftir so mong ár í høllini er Maria komin at kenna flestu svimjararnar. – Eg kenni øll tey, sum plaga at svimja fast, sigur hon. Og tað sást eisini væl, tí meðan vit práta kemur nógv fólk framvið, og so gott sum øll heilsa upp á Mariu. Av og á steðgar onkur at práta, og Maria gevur sær góðar stundir at greiða frá hesum stóra degnum. Og hon vísir teim- um øll svimjikortini, sum liggja á borðinum. Eisini býður hon øllum, sum hon tosar við at koma niðan til sín til ein kaffimunn seinni um kvøldið. Tíðin gongur skjótt, meðan vit soleiðis sita og práta, og mitt í øllum kem- ur mamma Mariu, Fanny, og so er tíð hjá Mariu at fara útí. – Nú bleiv tað so seint í dag, men tað man vera tað, tí tað er bara einaferð, at eg havi svomið í 25 ár, sigur Maria smílandi. Og so hyggur hon upp á mammu sína og biður hana koma í kaffistovuna at hyggja eftir køkuni, áðrenn hon skal útí. Og meðan tær fara smá- prátandi móti kaffistovuni, gongur okkara leið út aftur úr svimjihøllini. Leirvíksfjarðarbólkurin: Tænastustøðið skal ikki lækka Rani Nolsøe, formaður í Leirvíksfjarðarbólkinum, sigur, at bólkurin góðtekur ikki, at Dúgvan verður tikin úr sigling Dúgvan siglir framvegis um Leirvíksfjørð, og stendur tað upp til Leirvíksfjarðarbólkin, so fer hon eisini at halda fram við tí Mynd: Jens K. Vang Maria hevur svomið í 25 ár Maria í Árnafirði hevur svomið so gott sum hvønn dag, høllin hevur verið opin seinastu 25 árini. Dagin helt hon leygardagin saman við vinum og við at bjóða starvsfólkunum lagkøku Maria bjóðar starvsfólkunum í svimjihøllini køku tvær ferðir um árið. Tá hon hevur føðingardag og tann 29. mars C M Y K 14