Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. apríl 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Claus Bech Jørgensen vil ikki útihýsa møguleikanum, at hann í framtíðini fer at umboða Føroyar, men stóri dreymurin er framvegis at koma á danska landsliðið. FÓTBÓLTSPRÁT Páll Holm Johannesen Eftir ársskiftið hevur hann verið rættiliga í andglettin- um í donskum fjølmiðlum. Vit tosa um hálva føroying- in, Claus Bech Jørgensen, sum í løtuni spælir við enska felagnum, Bradford. Hóast Bradford liggur niðaliga í ensku 1.deild, so hevur gingið strúkandi hjá hálva føroyinginum í enska felagnum. Hann hevur skotið 10 mál fyri Bradford í ár, har av níggju eftir ársskiftið, og í løtuni kann hann breggja sær av at vera mest skorandi danski leik- arin uttanfyri Danmark. Claus Bech Jørgensen hev- ur verið í Bradford í góð tvey ár, og í summar ætlar hann sær at skifta felag. – Sáttmálin hjá mær gongur út í summar, og eg ætli at royna at finna annað felag. Premier League er sjálvandi ein dreymur, men eg havi heldur onki ímóti at leika í 1.deild, sigur Brad- ford-leikarin við Sosialin Hálvi føroyingurin fór til Onglands á sumri 1999. Fyrstu tvey árini leikti hann við Bournemouth, og síðan á sumri í 2001, hevur hann verið í Bradford. Claus Bech Jørgensen hevur altíð havt ein dreym um at gerast yrkisleikari, og tá tað loks- ins eydnaðist honum, var tað ein heilt fantastisk kensla, greiðir hálvi føroy- ingurin frá. – Eg menti meg nógv í Bournemouth, og tað gekk væl hjá mær. Eftir eg hevði verið har í tvey ár, metti eg, at tíðin var búgvin at fara víðari, og tá vísti Bradford áhuga, valdi eg taka av, for- telur miðvallarin. Tað gekk tó eitt hálvt ár, áðrenn Claus Bech Jørgen- sen kom á liðið hjá Brad- ford. Á jólum 2001 varð venjarin í Bradford koyrd- ur, og Nicky Law tók yvir. Nicky Law gav Claus møguleikan alt fyri eitt, og síðan hevur hann verið fast- ur fúsur á miðvøllinum hjá Bradford. Undan kappingarárinum í ár, vóru útlitini ikki góð hjá honum, tí Bradford kom í fíggjarligt óføri, og royndi at sleppa sær av við hálva føroyingin. Hann stíddist tó víðari fyri sínum plássi á liðnum, og slapp skjótt upp í part aftur. Síðan ársskiftið hevur Claus Bech Jørgensen rættiliga fingið hol á mál- skjótingina, og er hann ein av høvuðsorsøkunum, at Bradford í løtuni ikki er í n i ð u r f ly t i n g a r va n d a . Danskir fjølmiðlar hava fingið eyguni upp fyri hon- um, og hava róst honum fyri avrikini. Bradford-miðvallarin ásannar eisini, at síðan, hann er farin at skjóta mál, hevur størri fokus verið á hansara persóni, og fleiri fylgja við hvussu hann stendur seg. Framvegis møguleiki at umboða Føroyar Claus Bech Jørgensen vil ikki útihýsa møguleikan- um, at hann í framtíðini fer at umboða føroyska lands- liðið. Hann leggur tó aftur- at, at stóri dreymurin hjá sær er framvegis at sleppa á danska fótbóltslandsliðið. – Eg kenni meg sum danskara, og mín dreymur er framvegis at umboða Danmark, men eg vil ikki útihýsa møguleikanum, at eg veri at síggja í føroysku landsliðstroyggjuni, sigur Claus Bech Jørgensen Bradford-leikarin leggur tó dent á, at tað ikki skal skiljast sum um, at um hann ikki megnar at koma á danska landsliðið, so verð- ur føroyska landsliðið ein pakkaloysn, tí sum hann sjálvur sigur, so fer hann altíð 100 % inn í uppgáv- urnar. Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, heitti á hálva føroyingin, tá hann leikti í Horsens fyri nøkrum árum síðan, men Claus Bech Jørgensen takkaði nei til føroysku innbjóðingina. Síðan hevur hann ikki hoyrt nakað úr Føroyum, men kortini hevur hann hugsað nógv um møguleikan at umboða Føroyar, tí hann er stoltur av at vera av før- oyskari ætt, og tað er ikki hvør leikari, sum fær møguleikan at leika altjóða dysti. - Tá eg ikki fekk møgu- leikan í Bradford fyri hálv- um øðrum ári síðan, og danska landsliðið var rætti- liga langt burturi, hugsaði eg nógv um, eg skuldi gera meg tøkan til føroyska landsliðið. Í fótbólti gongur rættiliga skjótt, og nú tað hevur gingið væl hjá mær, er støðan ein heilt onnur, og danska landsliðið er brád- liga ikki so langt burtur, sigur Claus Bech Jørgen- sen. Í summar er ætlanin, at Claus og familjan koma til Føroya á vitjan, og tað gleðir hann seg nógv til, tí nú eru nøkur liðin, síðan hann var í Føroyum seinast. Nær tað verður, er ikki heilt greitt enn, men hann sigur at enda, at hann vónar at fáa ein landsdyst hjá føroying- um við á ferðini. Nr. 64 • mikudagur • 2. apríl 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Gongur strúkandi hjá hálvum føroyingi í Bradford Hálvi føroyingurin, Claus Bech Jørgensen, sum spælir í Bradford, vil ikki útihýsa møguleikanum, at hann fer at umboða Føroyar, men dreymurin er framvegis danska landsliðið. Mynd: Savnsmynd Navn: Claus Bech Jørgensen Føddur: 27.04.76 Felag: Bradford Fyrrverandi feløg: Bournemouth, Horsens, AGF, Holstebro Foreldur: Thorveld Bech Jørgensen og Andrea Jørgensen (fødd Andreasen) Pláss á vøllinum: Miðvallari Tjóðskapur: Danskur/føroyskur Fakta 17 16 Nr. 64 - 2. apríl 2003 Ikki fleiri bretar Amerikanska stjórnin hevur gjørt av at senda meiri enn 100.000 amerikanskar hermann afturat til Irak, men Bretland fer ikki at økja sína hermegi har. Bretski verjumálaráðharrin, Geoff Hoon, segði í undirhúsinum mánadagin, at stjórnin hevur ongar ætlanir um at senda fleiri hermenn til Irak, í hvussu er ikki nú. Bretland hevur einar 45.000 hermenn í Irak og við Persaflógvan, og sambært ráðharranum hevur hetta víst seg at vera nóg mikið. Í orðaskiftinum í undirhúsinum vildu nakrir tinglimir hava at vita, um bretsku og amerikansku hermenninir hava funnið nøkur hópoyðingarvápn í Irak. Adam In- gram, varaverjumálaráðharri, svaraði, at higartil hava hermenninir bara funnið vápnagoymslur, sum ST-eftir- litsmenninir fyrr hava skrásett. ES slakar ES hevur nú skarvað av kravinum til EBS-londini Noreg, Ísland og Liktinstein um gjaldið fyri ein nýggj- an handilssáttmála, sum skal koma í gildi, tá tíggju lond afturat koma upp í ES næsta ár. Kravið frá ES er nú 2,3 milliardir norskar krónur, men Noreg, sum skal rinda nógv tann størsta partin av gjaldinum, heldur framvegis, at kravið er alt ov stórt. Í gjár buðu tey trý ESTA-londini sær til at gjalda 1,1 milliard krónur. Samráðingarleiðarin hjá ES, sviin Percy Westerlund, sigur, at nýggja tilboðið er eitt stig á teirri røttu leiðini, men at tilboðið er ikki nóg gott. Percy Westerlund vísir á, at ES hevur skert sítt krav úr 4,6 niður í 2,3 milliardir krónur, og nú ber ikki til at fara longur, sigur hann. Norska stjórnin hevur fleiri ferðir sagt, at hon heldur kravið frá ES vera órímiligt. Sum er rindar Noreg ES 175 milliónir krónur um árið. Illgruni um SARS í Svøríki Svensku heilsumyndugleikarnir hava gjørt av at av- byrgja ein mann, tí illgruni er um, at hann kann hava fingið ta herviligu lungnasjúkuna SARS. Hetta er fjórðu ferð, at svensku heilsumyndugleikar- nir hava ávarað um, at sjúkan møguliga er komin hagar. Hinar tríggjar ferðirnar var talan kortini um aðrar sjúk- ur, men læknarnir í Stockholm søgdu í gjár, at røntgen- myndir benda á, at tann avbyrgdi maðurin hevur sjúkraeyðkenni, ið minna um SARS. Á svenska stovninum, sum viðger smittusjúkur, halda tey kortini ikki, at talan er um SARS. Stjól dýrar málningar Danska løgreglan leitar eftir einum norðmanni, sum stjól tveir virðirmiklar málningar á einum harragarði nærhendis Aalborg mánanáttina. Upprunaliga hevði maðurin bílagt eitt kamar á harragarðinum eina nátt, men sunnudagin segði hann, at hann ætlaði sær at steðga eina nátt afturat. Morgunin eftir var maðurin horvin, men tá vóru teir báðir málningarnir eisini horvnir. Tjóvurin hevði skorið teir úr rammanum. Danska løgreglan sigur, at teir báðir málningarnir eru frá umleið 1820, men tað er ikki greitt, hvør hevur málað teir. Kriminalløgreglan í Aalborg sigur, at málningarnir eru fleiri milliónir krónur verdir. UTTAN ÚR HEIMI Tann væl kendi amer- ikanski krígstíðinda- maðurin Peter Arnett hevur fingið sekkin, tí hann segði amerik- ansku krígsætlanina vera miseydnaða. KRÍGGJ Í IRAK Árni Joensen: Amerikanska sjónvarpið NBC News kunngjørdi fyrradagin, at Peter Arnett arbeiðir ikki har longur. Undir Flógvakrígnum í 1991 var Peter Arnett í Bagdad, haðani hann í beinleiðis sendingum greiddi frá, at tey sera bein- raknu amerikansku vápnini beindu fyri fleiri hundrað sivilum irakum. Hetta ar- beiðið fekk hann seinni virðisløn fyri. Eisini hesaferð hevur tann kendi tíðindamaðurin leitað sær til Bagdad, og tað er ikki fallið í góða jørð allastaðni í USA. Í 1991 vildi táverandi Bush-stjórn- in vera við, at Peter Arnett hevði latið seg misnýta í propagandaátøkum hjá Saddam Hussein, og nú hevur hann aftur verið fyri atfinningum. Um vikuskiftið hevði ir- akska sjónvarpið samrøðu við Peter Arnett, og tað var har, at hann segði amerik- ansku krígsætlanina í Irak vera miseydnaða. - Tann fyrsta krígsætlanin miseydnaðist, tí irakar gjørdu mótstøðu, so nú roynir USA at leggja eina nýggja ætlan, segði tíðinda- maðurin við irakska sjón- varpið. Og hann helt fram: - Tað er heilt greitt, at amerikanararnir mistóku seg, tá teir mettu um tey ir- aksku mótstøðuevnini. Sjálvur skilji eg tað ikki. Eg havi verið her fleiri ferðir, og í sjónvarpinum havi eg greitt amerikanar- unum frá irakska stríðsvilj- anum. Men Bush-stjórnin lurtaði ikki eftir mær ella øðrum, sum høvdu somu uppfatan sum eg. Í samrøðuni við irakska sjónvarpið segði Peter Ar- nett eisini, at alt fleiri amer- ikanarar eru ímóiti krígnum í Irak, og at hetta kemst av teirri hørðu iraksku mót- støðuni, og tí at fleiri amer- ikanskir hermenn eru deyð- ir í krígnum. Honum nýttist ikki at bíða leingi eftir teirri fyrstu viðmerkingini úr Washing- ton. - Hann ánar ikki, hvat hann tosar um. Hann hevur ongantíð lagt eina krígs- ætlan. Hansara metingar eru illgrunasamar, segði ein ónevndur tænastumaður í Hvítu Húsunum. Aðrir tóku somu støðu. Eitt nú helt blaðstjórin á tí konservativa National Review, Rich Lowry, lítið um orðini hjá Peter Arnett. - Tað er ótrúligt, at hann skal koma sær at siga slíkt í einum Gestapo-riknum sjónvarpi, segði Lowry. Sunnudagin vísti NBC øllum atfinningunum aftur, men mánadagin boðaði sjónvarpsstøðin frá, at Peter Arnett hevði havt sína sein- astu frásøgn hjá teimum. Peter Arnett fekk sekkin Amerikansku her- menninir í Irak ræð- ast sjálvmorðs- bumbumenn. Tí skjóta teir eftir bilum, sum ikki steðga. Tað kostaði einum manni og sjey kvinnum og børnum lívið. KRÍGGJ Í IRAK Árni Joensen: - Eg helt, at tað var ein sjálvmorðsbumbumaður, og tí skjeyt eg. Tað var frágreiðingin hjá einum amerikanskum her- manni, beint eftir at hann hevði skotið eftir einum bili, sum ikki steðgaði við eina eftirlitsstøð, sum am- erikanski herurin hevði sett upp á einum vegi nærhend- is býnum Sharta har suðuri í Irak. Maðurin, sum var í bilinum, doyði. Fáar tímar frammanundan hevði ein annar amerik- anskur hermaður skotið eft- ir einum lítlum vøruvogni nærhendis býnum Najaf. Tá bilurin ikki steðgaði, lat hermaðurin fleiri skot av. Hann royndi fyrst at raka motorin, men tá tað ikki hjálpti, skjeyt hann inn ígjøgnum hurðarnar. Tá hann og felagarnir fóru at kanna bilin, funnu teir trettan kvinnur og børn í bilinum. Sjey teirra vóru deyð av skotunum. Amerikanska herleiðslan í Qatar váttaði í gjár tíðind- ini, men legði afturat, at hermenninir høvdu gjørt eftir boðunum, sum teir hava fingið. Vilja bilar ikki steðga, er einki annað at gera enn at skjóta, segði talsmaðurin. Men ein tíðindamaður hjá Washington Post, sum var á staðnum, sigur, at am- erikansku hermenninir lótu ikki ávaringarskot av, áðr- enn teir skutu eftir bilinum við teimum trettan kvinn- unum og børnunum. Vesturlendskir tíðinda- menn í Irak siga, at amerik- ansku hermenninir, sum eru við eftirlitsstøðirnar, eru ræddir, tí teir vita ikki, um ein bilur á vegnum kann vera ein sjálvmorðs- bumba. Tí skjóta teir, ivast teir. Ræddir hermenn skutu sivilfólk uttan ávaring Amerikansku rakettirnar raka eisini sivilmál. Her stendur ein irakskur smá- drongur í tí, sum er eftir av einum bóndagarði í bygdini al-Madan sunnan fyri Bag- dad, eftir at ein rakett hevði rakt bygdina. Sambært ir- aksku myndugleikunum kostaði álopið 17 fólkum lívið, meðan 10 vórðu særd. C M Y K 16