Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. apríl 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 2. apríl 2003 19 Kappingin um FM- heitini í teimum yngru deildunum, var um vikuskiftið. Heili 95 lið høvdu tekna luttøku, og er hetta stórsta talið á luttakandi liðum í eini FM-kapping. Størsti bólkurin var gentir 10 ár, har 17 lið vóru í kapping.Leiktir vóru umleið 250 dystir áðrenn teir 10 vinnararnir vóru funnnir. Vinnararnir fingu steyp, heiðurmerkir og T-shirts frá høvuðsstuðlinum hjá Flogbóltssambandinum Føroya Sparikassa, og nr. 2. og 3. fingu eisini heiðurmerki. Eitt sum ein eisini kann býta merki í, at tað sum undanfarin ár, ikki eru einstøk feløg sum vinna nógvar deildir, men FM- heitini eru býtt runt alt landið. Og til hetta kann eisini viðmerkjast, at leik- liga støði á leikarunum er í stórari framgongd millum tey ungu. Mett verður, at hetta er ein avleiðing av teimum venjaraskeiðum, sum Flogbóltssambandið hevur skipa fyri, umframt ávirkanina av teimum útlendsku leikarunum, sum eisini venja ungdómslið. Úrslitini gjørdist hesi: D 10 G 10 TB a, Fleyr a ÍF a Mjølnir a Mjølni a SÍ a D 12 G 12 ÍF TB a SÍ Mjølnir a TB a SÍ b D 14 G 14 Mjølnir Dráttur SÍ Mjølnir Nøvan TB Mans ungl Kvinnu.ungl SÍ KÍF Fleyr SÍ ÍF TB Gentir og dreingir 16 leiktu ikki FM-kapping, tí teirra kapping er liðug fyrr í ár, men hesi høvdu eina steypa- kapping um vikuskiftið. Úrslitið av hesari gjørdist: D 16 G 16 Mjølnir SÍ SÍ Mjølnir FM-fyri yngri deildir: Stór leiklig framstig ÚTISETAFELAG Páll Holm Johannesen Mánadagin kunngjørdi leiðslan í Vejle, at Henrik Brandenburg er nýggjur venjari í felagnum. Frank Petersen varð koyrdur fyri góðari viku síðan, og nú verður tað so 48-ára gamli Henrik Brandenburg, sum skal standa við róðri í Vejle. Sáttmálin millum Vejle og nýggja venjaran er bert til endan av hesum kappingarárinum. Leiðslan í Vejle sigur, at tað eru innanhýsis viður- skiftið sum ger at sáttmálin ikki er longri, men vísa tó á, at um hann fær góð úrslit, so er onki til hindurs fyri, at sáttmálin verður longdur. Undir fyrrverandi Vejle- venjaranum Frank Petersen var Christian Høgni Jacob- sen ein av stuðulsleikarun- um á høgra vongverja. Spennandi verður um nógv- ar broytingar vera á liðnum, nú nýggjur venjari er settur. Fyrsta royndin hjá Henrik Brandenburg er sunnudagin, tá Vejle vitjar Ølstykke. Leygardagin var onnur hálvfinala hjá Holte IF og Bárða Mikkelsen. Fyrru hálvfinalu vann Holte, men leygardagin gekk ikki eftir vild, og Holte tapti ímóti Skovbakken úr Århus. Dysturin endaði 3-1 í sett- um. Settúrslitini vóru 25- 19, 25-19, 25-27 og 25-18 Neyðugt er tí við einum triðja dysti, sum skal avgera hvør vinnur sær pláss í fin- aluni um danska meist- araheitið.Vinnarin av tí av- gerandi dystinum skal møta DHG Odense, sum vann seinnu hálvfinalu á Ålborg. Dysturin millum Holte og Skovbakken verður leiktur komandi sunnudag í Århus. -páll Christian Høgni fingið nýggjan venjara Dreingir 10: TB a Dreingir 12: ÍF Dreingir 14: Mjølnir Dreingir 16: SÍ Gentur 16: Mjølnir Gentir 10: Fleyr a Kvinnuunglingar: KÍF Gentir 14: Dráttur Holte má út í avgerandi dyst MAnsunglingar: SÍ 19 18 Nr. 64 - 2. apríl 2003 Róðrarsambandið sær møguleikar fyri luttøku í EM og HM í kappróðri um ikki so langa tíð KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Føroyskur kappróður stevnir ímóti limaskapi í altjóða róðrarfelags- skapinum. Tað legði for- maðurin í RSF, Hannis Joensen, upp til í ársfrá- greiðingini, sum hann legði fyri aðalfundin leygardagin. Men enn er teinurin langur, áðrenn føroyska róðrarskútan fer at verður drigin á lunnin í altjóða felags- skapinum. – Altjóða limaskapur er aðalmálið hjá okkum, og vit hava júst tikið fyrsta stigið, sigur Hannis Joensen. Tað, sum formaðurin í RSF sipar til, er, at tað á aðal- fundi í norðurlendsku róðrarsamgonguni í Landskrona 11. januar í ár varð samtykt, at Før- oyar skulu gerast asso- sieraður limur nú bein- anvegin. – Í fyrstu atløgu hoyrdu vit, at tað fóru at ganga tvey ár, áðrenn assosieraði limaskapurin fór at verða skiftur um við fullan limaskap. Men vit hava júst nú fingið bræv upp á hetta, og har er hetta orðað soleiðis, at tað eru góðir møguleikar fyri, at vit fáa fullan limaskap í norðurlendsku sam- gonguni fyrri enn so, segði Hannis Joensen mánadagin. Formaðurin í RSF sig- ur, at teir hava havt sam- band við altjóða róðrar- samgonguna fyri at frætta um møguleikan fyri føroyskum lima- skapi. – Vit vóru í Sveis fyri tveimum árum síðani, tá ið teir í sambandi við HM kappingina høvdu aðalfund. Tá fingu vit gott samband við altjóða felagsskapin. Teir upp- lýstu okkum, at fyrsta treytin fyri altjóða lima- skapi var, at vit skuldu verða limur í norður- lendsku samgonguni. Tá ið nú tann spurningurin fer at verða avgreiddur, verður næsti setningurin altjóða limaskapurin, sigur Hannis Joensen. Fleiri fyrimunir Føroyskur kappróður er serligur, og tá ið tað ikki eru aðrir, sum rógva kapp í sama slagi av bátum sum føroyingar, so er tað kanska torført at ímynda sær, at altjóða limaskapurin skal gera nakran mun fyri før- oyskan kappróður. Men tað sigur Hannis Joen- sen seg vera fullvísan í, at hann fer at gera: – Í fyrsta lagi kunnu vit fáa gagn av at taka lut í arbeiðnum at menna t. d. dómarar og venjarar. Fyri tað um bátarnir ikki eru teir somu, so kunnu vit heilt víst fáa nyttu av at lut- taka í samstarvi um venjing og døming. Hannis Joensen held- ur eisini, at gongdin tey seinastu árini hevur víst, at føroyingar væl kunnu luttaka í kappingunum um bæði EM og HM, sum altjóða róðrarsam- gongan skipar fyri: – Vit hava síðsta árið sæð, at føroyingar megna væl at standa seg. Kappróðrarkvinnur, sum áður hava kappast í Før- oyum, og sum nú búgva niðri, luttaka í donskum feløgum, og har hava onkrar staðið seg so mikið væl, at tær eru komnar á danska lands- liðið. Talan verður sjálv- andi ikki um at skifta frá danska og til føroyska landsliðið, men tað má roknast at vera sannlíkt, at aðrir rógvarar fara at ganga somu leiðina, sum rógvarar hesa seinastu tíðina hava prógvað fyri føroyingum, at tað ber til at megna. Vit hava fingið staðfest, at donsku feløgini einki hava ímóti, at rógvarar hjá teimum umboða føroyska og ikki danska landsliðið. At vit skulu taka lut á jøvnum føti við aðrar er eitt av mál- unum hjá okkum, og tað vóna vit fer at gerast veruleiki um ikki so nógv ár, sigur Hannis Joensen, formaður í RSF. Føroyskur kapp- róður á veg ímóti altjóða limaskapi Aðalfundurin gekk ikki ynskinum hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ á møti, og nú verður FM róður hinumegin fjørðin, tá ið stevna verður i Runavík KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Tá ið spurningurin um sjeynda FM kappróðurin leygardagin varð viðgjørd- ur, vóru fleiri vinnarar. Stóru bygdirnar í Vágum skulu sambært tí, sum varð samtykt leygardagin, vera vertir triðja hvørt ár, og Vestmanna skal sambært samtyktini verða vertur annað hvørt ár. Felags fyri Sandavág, Miðvág, Sørvág og Vestmanna er, at tær higartil bara hava verið vertir fjórða hvørt ár. Strendur og Skála vóru eisini vinnarar, tí sambært samtyktini skulu tær í felag skipa fyri FM kapping annað hvørt ár. Talan var bara um ein tapara, og hann var stórur tapari. Runavík ætlaði sær FM stevnu á hvørjum ári. Tí vóru tað upprunaliga teir, sum løgdu uppskot fyri aðalfundin um sjeyndu FM stevnuna. Tað uppskotið fall, og harvið verður Runavík framvegis bara FM vertur annað hvørt ár, meðan FM kappingin ann- að hvørt ár verður í Fugla- firði. Harafturat kemur tað eyka illa við hjá Kapp- róðrarfelagnum NSÍ, at FM kappróðurin, sum teir og so nógv onnur høvdu roknað við skuldi vera á Eystan- stevnun i leygardagin 14. juni, nú verður hinumegin fjørðin. Viðgerðin Tað ber ikki til at siga annað, enn at Kappróð- rarfelagið NSÍ reiddi illa fyri sær sjálvum leygardag- in. Teir tóku sítt egna upp- skot um, at FM kappróður skuldi vera í Fuglafirði og Runavík á hvørjum ári aftur, tí teir søgdu seg stuðla uppskotinum hjá vestmenningum. Tað gekk út uppá at Runavík skuldi hava FM kapping á hvørj- um ári, og at Vestmanna og Fuglaførður skulu skiftast um FM róðurin. Eftir langt orðaskifti gjørdi orðstýrarin leygar- dagin av, at tey fimm upp- skotini, sum vóru komin til fundin um, hvussu FM kappingarnar skulu leggj- ast, skuldu setast undir at- kvøðugreiðslu eitt og eitt. – Orðstýrarin gjørdi greitt, at hann fór at seta uppskotini undir atkvøðu- greiðslu eitt og eitt, og at tað uppskotið, sum fekk fleiri enn helmingin av teimum 21 atkvøðunum, fór at verða samtykt, og so fór ikki at vera neyðugt at atkvøða um tey uppskotini, sum tá ikki høvdu verið undir atkvøðugreiðslu, sig- ur Hannis Joensen, formað- ur í RSF. Uppskotið um Vest- manna og Skála/Strendur og Vágarnar fekk fjúrtan atkvøður. Uppskotið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, sum annars var tað fyrsta sum var komið til RSF, var tikið aftur, og uppskotið hjá VÍF var ikki komið til at- kvøðugreiðslu, tá ið fund- urin samtykti uppskotið um Strendur/Skála, Vestmanna og Vágarnar. – Eg veit ikki, hvussu nógv feløgini høgdu tosað saman, men tað er mín fatan, at tað var ikki serliga nógv tosað, heldur Hannis Joensen. Í blaðnum leygardagin vísti formaðurin í róðrar- deildini hjá VÍF, Bárður Nielsen, á, at hann helt tað vera heilt rímuligt, at Runavík fekk FM kapping á hvørjum ári. Tað grund- aði hann á, at kappróðurin í Runavíkar kommunu altíð hevur havt tað gott, at at undirtøkan bæði so og so hevur verið góð hjá Kapp- róðrarfelagnum NSÍ tey seinnu árini. Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Kapp- róðrarfelagnum NSÍ um fyri teir sera óhepnu støð- una. Tað eydnaðist at fáa orðið á formannin, Sofus T.Hansen. Hann segði seg ikki hava umstøður at práta og bað okkum ringja aftur seinni. Tað gjørdu vit fleiri ferðir, men tá varð tele- fonin ikki tikin. Á aðalfundinum í R ó ð r a r s a m b a n d i n u m leygardagin vóru tveir nýggir nevndarlimir valdir. Jónsvein Joensen og Niels Nielsen stillaðu ikki uppaftur. Í teirra stað vórðu valdir Jan Herman Hansen úr Rituvík og Dánjal Petur Olsen úr Hósvík. Nevndin hevur skipað seg. Hannis Joensen er framvegis formaður, Jan Herman Hansen er næstformaður, Hans David Hansen er kappingarleiðari, Sjúrður Gulbein er skrivari, Dánjal Petur Olsen kassameistari og síðsti nevndarlimurin er Poul John Æðustein, sum varð afturvaldur á fundinum leygardagin. Tiltakslimir eru Martin Berg og Magnus Pauli Dahl–Olsen. -jh Runavík var stóri taparin Tveir nýggir Hóast runavíkingar ætlaðu sær FM-róður á hvørjum ári, so gjørdist hetta ikki veruleiki. Runavíkingar mugu framvegis sláa seg til tols við at hava FM-róður á øðrum hvørjum ári C M Y K 18