Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. apríl 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 2. apríl 2003 21 Landsliðsvenjarin fer at skipa fyri kapping- unum í kvinnudeild- ini og í deildini fyri gentur 14–17 ár KVINNUFÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Í vikuskiftinum vórðu fyrstu dystirnir í kvinnufót- bólti í ár spældir. Talan var um fyrsta umfarið í steypa- kappingini ella áttanda parts finalurnar. HB vann 5–1 í Sumba, AB vann 1–0 á Sandi, GÍ vann á heima- vølli 3–1 ímóti EB/ Streymi, og dysturin mill- um B68 og FS Vágar varð útsettur. Hetta hevur við sær, at tað við undantaki av tí eina førinum er greitt, hvørji lið skulu hittast í fjórðingsfinaluni, sum verður næsta vikuskifti. Fjórðingsfinalurnar eru sambært skránni hesar: HB–GÍ, KÍ–B68/FSV, AB–VB og B36–Skála. VB og Skála hava tikið síni lið úr kappingini. Tað vil siga, at AB og B36 eru longu komin í hálvfinaluna. Størri áhugi Álvur Hansen er nýggjur kappingarleiðari hjá kvinn- unum. Umframt kvinnu- deildini skal hann taka sær av gentum 14–17 ár. Frammanundan er Álvur Hansen venjari hjá lands- liðnum, sum arbeiðir við at fyrireika seg til Oyggja- leikirnar í summar, og hann er eisini venjari hjá U–19 kvinnulandsliðnum, sum í heyst skal taka lut í EM undankappinarumfari. Tá Álvur hevur havt og hevur so nógv við kvinnu- fótbóltin at gera, er einki at ivast í, at hann er tann, sum best hevur fingurin á puls- inum, og tað vil FSF nú fáa uppaftur størri nyttu burt- urúr. Álvur er ikki limur í kappingarnevndini, men hann verður kappingarleið- ari fyri kappingarnevndina. – Tað hevur verið tosað nógv um, at kvinnufótbólt- urin er í aldudali, og at tvey feløg longu hava tikið síni lið úr kappingini kundi bent á, at tað ikki stendur fræg- ari til nú, enn tað hevur gjørt. Men eg haldi meg vita, at tey feløgini, sum nú eru tilmeldað, ætla at taka uppgávuna í álvara, og tað sær ikki so galið út, sigur Álvur Hansen. Í FSF hava tey gjørt av, at kvinnukappingin skal vera í einari deild, har øll liðini skulu spæla á heimavølli og útivølli ímóti øllum. Tíggju feløg eruumboðað, og tað vil siga, at øll feløgini fara at spæla átjan dystir. Fyrsta umfarið í landskappingini hjá kvinnum verður longu annað vikuskifti. Í gentudeildini er áhugin stórur. Í kappingini á heil- um vølli eru tíggju lið meldað til, og í kappingini á hálvum vølli eru átta lið tilmeldað. – Hetta er fyrsta árið, at tað verður roynt við gentu- kapping á hálvum vølli. Ynskið kom av, at tað í fleiri feløgum eru gentur, sum vilja sleppa at spæla fótbólt, men sum ikki sleppa upp í part, tí tað ikki eru nóg nógvar at manna lið við ellivu spælarum. Í fjør var samlaða talið á lið- um í gentudeildini ellivu. Tá varð bara spælt á heilum vølli, og tað gekk ikki væl at fáa dystirnar avgreiddar. Men nú tykist síggja betri út, og tað eigur sjálvsagt at gera kappingina hugaligari, sigur Álvur Hansen. Hóast tað seinnu árini hevur gingið striltið í kvinnufótbóltinum, tá ið tað hevur rátt um kapping- arnar heima á landi, so ber ikki til at siga annað, enn at tað hevur hilnast væl, tá ið landsliðini hava roynt seg í altjóða kappingum. U–19 landsliðið stóð seg betri enn nakrantíð, tá ið tær í oktober vóru í Buglaria. Mótstøðuliðini vóru um- framt Bulgaria Litava og Ongland. Føroyar megnaðu 1–1 ímóti vertunum, tær vunnu 2–0 a Litava, og Ongland vann 5–1 á Føroy- um. Kvinnulandsliðið skal í summar royna at verja gull- krónurnar, sum tær vunnu á Oyggjaleikunum fyri tveimum árum síðani. Landliðsvenjarin hjá U19- og A-landsliðunum, Álvur Hansen, er nýggjur kapp- ingarleiðari hjá kvinnun-um. Hann skal í framtíðini fyrireika kappingarnar hjá kvinnunum og gentum 14-17 ár. Mynd: Savnsmynd Nú tað líður ímóti sumri, eru fimleika- feløgini kring landið so smátt farin at takka fyri í ár. Vanliga er stóri endabrest- urin árligu framsýningarnar, og í ár er onki undantak. Fyri viku síðan vístu fim- leikararnir hjá Ljósinum fram, hvat tey hava fingist við í vetur, og leygardagin stóð Havnar Fimleikafelag fyri tørni. Leygardagin vóru tað tey ungu í Havnar Fimleikafelag, sum sluppu at royna seg, og mánakvøldið vóru tað meira tilkomnu, sum sýndu fram. Framsýningin endaðu við, at 5, 10 og 15 árs nálir vórðu handaðar og íðnaðarprógv til teir fimleikarar sum hava gjørt størst framstig í vetur. -páll Árliga fimleikaframsýningin hjá Havnar Fimleikafelg Álvur er nýggjur kappingarleiðari 21 20 Nr. 64 - 2. apríl 2003 Vinnur STÍF í Runa- vík, og VÍF fær fulla úrtøku ímóti Stjørn- uni, so tekur STÌF eitt risastig ímóti bronsu- heiðursmerkjunum. HONDBÓLTUR Páll Holm Johannesen Kvinnurnar í Vestmanna hava framvegis møguleikan at endurvinna FM-heitið, men so krevst, at VB- kvinnurnar snáva í næstu dystunum. Í kvøld fær VÍF vitjan av Stjørnuni, og skal trýstið á VB varðveitast, er kravið ein sigur á klaks- víkskvinnum í Vestmanna í kvøld. Bæði liðini vunnu sínar dystir um vikuskiftið. VÍF grundaði sín sigur í fyrra hálvleiki ímóti Neistanum, og fekk eisini høvi til at hvíla nakrar av stuðulsleik- arunum í seinna hálvleiki til dystin í kvøld. Stjørnan hevur havt eitt misjavnt endaspæl, har spælið hevur verið rættiliga svingandi, so ilt er at meta frammanundan, um liðið fer at megna at gera nakað við favorittarnar úr Vest- manna. Stjørnan vann á Kyndli um vikuskiftið, og er framvegis eitt av boðun- um til bronsuna. Í hinum dystinum í kvinnudeildini fær botnlið- ið Tjaldur vitjan av STÍF. Tað er longu greitt, at Tjaldur endar á aftasta plássi, og sjálvar siga kvinnurnar úr Runavík at hugurin at spæla hondbólt er ikki hin besti í løtuni. STÌF er tí greiður favorittur undan dystinum. STÍF ligg- ur í løtuni best fyri í kapp- ingini um bronsuheiðurs- merkini, og við einum sigri í kvøld liggja STÍF enn betri fyrr - ikki minst um VÍF fær fulla úrtøku ímóti Stjørnuni. Báðir dystirnir hjá kvinnunum byrja klokkan 18.30 Menninir spæla eisini Tveir dystir vera í bestu mansdeildini í kvøld. Tjald- ur og STÌF bresta saman, meðan kollfirðingar møta Kyndli í høllini í Hoyvík. STÍF liggur í løtuni best fyri í kappingini um FM- heitið, og er stórfavorittur undan dystinum í høllini í Runavík. Tjaldur endar eisini aftast í 1.deild hjá monnum, og runavíkingar hava tí lítið at spæla fyri, tað ið eftir er av kappingini. Einmansherð- urin Dragisa Stojovic helt Tjaldri inni í dystinum ímóti VÍF seinasta miku- dag, men eftir, at hann varð mansvardur, høvdu Tjaldur lítið at vísa. Í Hoyvíkshøllini tekur KÍF ímóti Kyndli. Kyndil hevur verið besta liðið í endaspælinum, og teir liggja framvegis framvið, um oddaliðini STÍF og VÍF skuldu snáva. Hóast Kyndil hevur fav- oritt-leiklutin í kvøld, so skulu kyndilsmenn vera varnir við at undirmeta KÍF. Tað ásannaðu strand- ingar seinasta mikudag, tá hesir góvu STÍF ein skarp- an gang, og taptu bara við einum máli á Skála. Mansdystirnir í kvøld byrja klokkan 20.00. FM-vónin livir enn Báðir føroyingarnir vóru á vøllinum alla tíðina, tá ið FCK og Molde mánadagin spældu venjingardyst á Frederiksberg ÚTISETAR Jóannes Hansen Nú var tað langt síðani, at teir báðir gomlu liðfelagar- nir í KÍ, Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson, høvdu staðið andlit til andlit á vøllinum. Tað høvdu teir ikki gjørt, síðani Jákup Mikkelsen vardi Herfølge málið, og Todi var fastur maður í álopinum hjá FCK. Men mánadagin spældu teir báðir aftur ímóti hvørj- um øðrum. Molde hevur síðstu vikuna verið á venj- ingarlegu í Farum, og und- an heimferðina vóru teir mánadagin á venjingarvøll- inum hjá FCK á Frederiks- berg. Fleiri av spælarunum hjá FCK eru burturstaddir í landsliðsørindum. Millum hesar er Zuma. Peter Møll- er var smávegis skaddur, og so noyddust teir í FCK at biðja Toda spæla í álopin- um saman við Jörgen Pett- ersson. Jákup Mikkelsen hevur av og á í vár vart Molde málið. Sum vit hava skilt tað, so var ætlanin, at hin málverjin, Eddie Gustafs- son, skuldi verja málið mánadagin. Men hann noyddist mánamorgunin at rýma úr venjingarleguni og heim til Svøríki, tí hann hevði fingið landsliðsboð. Orsøkin var tann, at svenski landsliðsmálverjin Andreas Isaksson varð skaddur und- ir venjing sunnudagin. Svø- ríki skal í morgin spæla EM undankappingardyst ímóti Ungarn. Bara eitt mál FCK vann dystin ímóti Molde 1–0. Málið fingu teir miðskeiðis í 1. hálv- leiki. Carsten Fredgaard sendi fríspark úr nítjan metrum upp um manngarð- in og í málið uttan møgu- leika hjá Jákupi Mikkelsen. FCK hevði ikki nógvar aðrar møguleikar. Todi varð spældur hampuliga leysur eina ferð, hann royndi at lyfta bóltin upp um Jákup, men bólturin fór út til mál- spark. FCK hevði bóltin meiri enn gestirnir, men tað var Molde, sum hevði størstu málmøguleikarnar. Teimum eydnaðist kortini ikki at fáa mál, ikki minst tí FCK mál- verjin stóð seg væl. Á heimasíðunum hjá Molde og FCK verður sagt, at tað sást væl, at FCK er komið longur í kappingar- árinum. Teir hava spælt fleiri landskappingardystir, meðan Molde framvegis fyrireikar seg til fyrsta dystin. Molde spælararnir hava vant nógv síðstu vik- una, so teir vóru ikki heilt klárir at spæla poleraðan og skjótan fótbólt. Men teir søgdu seg vera nøgdar við venjingardystin. Tað vóru teir í FCK eisini, og teir løgdu afturat, at grasvøllur- in var væl betri, enn tann í Bukarest var, sum danska landsliðið spældi á leygar- dagin. Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munurstig 1 VB 10 9 - 1 - 0 575 459 116 28 2 VÍF 10 7 - 2 - 1 515 424 91 24 3 Stjørnan 10 3 - 1 - 6 482 482 0 15 4 StÍF 9 4 - 1 - 4 489 517 -28 15 5 Kyndil 10 3 - 1 - 6 533 549 -16 13 6 Neistin 10 4 - 0 - 6 455 487 -32 13 7 Tjaldur 9 1 - 0 - 8 400 531 -131 3 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munurstig 1 VÍF 11 8 - 0 - 3 722 608 114 25 2 StÍF 9 6 - 2 - 1 604 528 76 23 3 Kyndil 9 6 - 2 - 1 583 553 30 20 4 Neistin 10 4 - 1 - 5 619 593 26 18 5 KÍF 10 2 - 2 - 6 599 626 -27 11 6 H71 10 4 - 0 - 6 563 652 -89 11 7 Tjaldur 9 0 - 1 - 8 523 653 -130 4 Máltindarnir Kvinnur Daiva Tuomaite VB 175 (48) Asta Petrauskiene StÍF 163 (41) Danijela Ercevic Stjørnan 162 (43) Simona Dziugyte Neistin 157 (54) Sóley Mikkelsen VÍF 146 (44) Reda Kurkauskiene VB 140 (19) Lotte Sørensen Kyndil 130 (64) Milica Ergic Tjaldur 122 (24) Natasja Stamenkovic Stjørnan 121 (9) Lenka Ribaric Tjaldur 112 (32) Alina Olaru StÍF 104 (8) Jacklin Durhuus VÍF 97 (9) Nicoleta Radu VÍF 89 (1) Ileana Manolescu Kyndil 88 (13) Nikolina Eyðbjørnsdóttir VÍF 71 Menn Dragisa Stojovic Tjaldur 196 (20) Damir Oros KÍF 186 (41) Áki Olsen VÍF 149 (11) Sveinur Justinussen StÍF 147 (23) Halgir D. Olesen H71 143 (5) Morgan Knezevic Neistin 132 (28) Ingi Olsen VÍF 130 (28) Jacob Jónsson Kyndil 119 (7) Áki Mørk Neistin 116 (26) Finnur Hansson Kyndil 103 (13) Costin Dumitrescu StÍF 103 (22) John Zachariasen VÍF 98 Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 95 (27) Niels Viggo Niclassen H71 93 (1) Petur Martin Poulsen KÍF 91 Todi vann á Jákupi Sóley Mikkelsen og hinar kvinnurnar á VÍF-liðnum hava framvegis møguleika at vinna FM, og skal lítla vónin varðveitast, skulu tær vinna á Stjørnuni í kvøld. C M Y K 20