Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. apríl 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 64 - 2. apríl 2003 Nr. 64 - 2. apríl 2003 23 SL fara við hesum alment at bjóða út rutusiglingina á Mykinesleiðini í summar við M/B Súluni. SL hava sum samferðslueind, vegna landið, til uppgávu at samskipa sjóvegis og landvegis samferðslu, herundir planleggja, stýra og hava eftirlit við rutusiglingini hjá landinum. Útbjóðingin fevnir um: Øki Leið Mykinesleiðin 36. Sørvágur-Mykines Harafturat ynskja SL at samstarvað verður um flutning, sum er uttanfyri vanligu ferðaætlanina á Mykinesleiðini, herundir eisini møguligan serflutning av ymiskum slagi. Krøv • Útbjóðingin skal virka fyri, at SL fær fíggjarligar og tænastuligar fyrimunir í rakstrinum • Sáttmálaskeiðið verður 1. mai - 31. oktober 2003. • Øll krøv og treytir verða annars ásett í útbjóðingar- tilfarinum. Tilboð Tilboð, merkt Útbjóðing Oyggjaleiðir, skulu vera inn- komin til: Strandfaraskip Landsins att. Fólkaflutningsdeildin Postrúm 88 FO-110 Tórshavn í seinasta lagi 14. apríl 2003 kl. 12.00. SL skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomin tilboð ella at havna teimum øllum. Teir arbeiðstakarar, sum bjóða, kunnu verða hjástaddir, tá tilboðini verða latin upp á Strandfaraskipum Landsins,Yviri við Strond 4. 14. apríl 2003 kl. 12.00. Sæð verður burtur frá tilboð- um, sum ikki eru innkomin til tíðina. Útbjóðingartilfar kann umbiðjast hjá SL, tlf. 343000 ella t-post: pjt@assl.fo Áðrenn útbjóðingartilfar verður sent út, skulu kr. 1.000,- latast í depositum. Nærri upplýsingar um útbjóðingina kunnu fáast við at venda sær til Poul Jákup Thomsen,fólkaflutningsleiðara. Útbjóðing Mykinesleiðin Høvuðsuppgávan hjá fyritøkuni er at lúka landsins tørv á innan- landa fólka- og farma- flutningi,og skal fyritøkan í so stóran mun sum gjør- ligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farma- flutningurin setir stór krøv um eina góða kundatæn- astu, herundir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Lands- ins javnvigar við yvir 150 mió. kr. Talið á starvs- fólkum svarar til 180 full- tíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanleggum er 11 skip, 40 bussar og 18 last- bilar. Flutningsuppgáv- urnar fevna um alt land- ið. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2414, P/F Eimskip í Føroyum, 100 Tórshavn. Nevnd: Farin úr nevndini: Benedikt Sveinsson, Posthússtræti 2, Box 220, ÍS-120 Reykjavík (formaður) og Páll Sverri Patursson, 175 Kirkjubøur. Innkomin sum formaður: Ingimundur Sigurpálsson, Posthússtræti 2, Box 220 ÍS- 120 Reykjavík. Innkomin í nevndina: Erlendur Hjaltason, Posthússtræti 2, Box 220, ÍS- 120 Reykjavík og Magni Arge, Borgartún 2, 160 Argir. Skráseting Føroya tann 31. mars 2003 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 48, P/F Auto, 100 Tórshavn. Viðtøkur broyttar: 12.03.2003. Kapitalur: Hækking við kr. 70.000,00 til kr. 574.900,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 70.000,00 við grunshækking. Skráseting Føroya tann 31. mars 2003 Kristin Balle _______________________ Skeiðsdepilin við Marknagil – SDM Skeið í Inventor – grundskeið 22. apríl kl. 16.00-21.00 23. apríl kl. 15.30-17.15 24. apríl kl. 16.00-21.00 25. apríl kl. 09.00-16.45 Innihald: Talan er um eina innleiðslu til forritið og nýtslu- flatuna. Tá ið hetta er gjørt, verður farið ígjøgnum, hvussu tað ber til at dána slíkt sum • Extrude – Revolve • Loft – Sweep • Sharing Sketches – Work drøg Vit gera avmyndanir til eina framleiðslutekning úr tilfarinum. Farið verður ígjøgnum,hvussu avmyndanir,skurður og endamál verða gjørd, og hvussu m.a. rammur verða settar inn og fyltar út. Eisini verður farið ígjøgnum, hvussu vit prenta og plotta. Skeiðsluttakarin fær eisini nakað av vita um hjálpi- funktiónirnar í Design Support skipanini, ON-line hjálp og fær at vita um Design Doctor Support skipanina, ið hjálpir og vísir, hvussu ein konstruktión kann byggjast upp og møguligar villur í henni bøtast. Nortið verður eisini við Assembly Modelling Fundamentals og »eksploder- aðar« tekningar. Vit hyggja eisini at m.a. 3D Constraining,og hvussu vit gera og goyma arbeiðir. Skeiðleiðari: Jacob Frederiksen frá CD-Light, DK Kostnaður: 3.500,00 kr. íroknað frálæru, tilfar og mat. Stað: Tekniski Skúli, 1. fyrsta hædd í El- deildini, Smiðjugerði Tilmelding: áðrenn 10. apríl 2003 Handverkarar kunnu søkja stuðul eftir reglu- gerð um eftirútbúgving av yrkislærdum.Luttak- arar, ið hava goldið í eftirútbúgvingargrunnin »VITAN«, kunnu søkja um stuðul haðani. Umsóknarbløð til Yrkisdepilin og Vitan fáast frá Skeiðsdeplinum. Skeiðsdepilin við Marknagil Marknagilsvegur 77, postsmoga 177, 110 Tórshavn Tlf. 318813, fax 313374 t-postur dt@hsh.fo Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460 Baðirúms- møblar Lýsið við brúktum bilum Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Skeiðsdepilin við Marknagil – SDM Inventor – víðkað skeið 26. og 27. apríl kl. 09.00-16.45 28. apríl kl. 16.00-21.00 Innihald: Skeiðsluttakarin fær meira at vita um forritið, og hvussu full nytta kann fáast burtur úr tí. Vit hyggja at projektfílum, designaraeindum, og hvar rammur verða settar. Nortið verður við reservatión av myndum (multi user), sum eisini fevnir um Design Assistant/Manager. Hugt verður at, hvussu vit fáa nýtt Excel saman við Inventor Advanced. Eisini verður hugt at, hvussu onnur format kunnu flytast ímillum. Vit fara ígjøgnum grundleggjandi funktiónirnar eins og Flange, Face, Bend, Cut, Corner seam og Corner.Luttakarin fær eisini kunning um at gera 2D avmyndanir til eina framleiðslutekning. Skeiðleiðari: Jacob Frederiksen frá CD-Light, DK Kostnaður: 3.500,00 kr. íroknað frálæru, tilfar og mat. Stað: Tekniski Skúli, 1. fyrsta hædd í El- deildini, Smiðjugerði Tilmelding: áðrenn 10. apríl 2003 Handverkarar kunnu søkja stuðul eftir reglu- gerð um eftirútbúgving av yrkislærdum.Luttak- arar, ið hava goldið í eftirútbúgvingargrunnin »VITAN«, kunnu søkja um stuðul haðani. Umsóknarbløð til Yrkisdepilin og Vitan fáast frá Skeiðsdeplinum. Skeiðsdepilin við Marknagil Marknagilsvegur 77, postsmoga 177, 110 Tórshavn Tlf. 318813, fax 313374 t-postur dt@hsh.fo Frá Hósvíkar kommunu Søkt verður eftir reingerðingarfólki til skúlan, kommunuskrivstovuna, almenna wc, at byrja 1. mai 2003. Umsóknir skulu vera Hósvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 8. apríl 2003. Nærri fæst at vita við at venda sær til kommunu- skrivstovuna tlf. 422366. Hósvíkar kommuna Samskipari til Fiskiveiðieftirlitið Starv sum samskipari á Fiskiveiðieftirlitinum, verður hervið lýst leyst til setan skjótast gjørligt. Fiskiveiðieftirlitið er skipað sum deild í Fiskimálaráðnum. Talan er um eitt starv við spennandi avbjóðingum, har møguleiki verður fyri at royna seg á einum øki, ið alla tíðina er fyri øktum krøvum á altjóða støði, og har dagføring og menning av skipanum og starvsfólkum er ein týðandi liður í dagliga arbeiðinum. Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur: • Áhaldandi viðlíkahalda og dagføra trygdar- og leiðsluskipanina eftir ISM- koduni, • Ráðgeva deildarstjóranum og taka sær av øllum málum viðvíkjandi viðlíkahaldi av skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum • Hava dagligu umsitingina av starvsfólkaviðurskiftunum á Fiskiveiðieftirlitinum um hendi • Annað fyrifallandi arbeiði í samband við skipini. Førleikakrøv: Umsøkjarin skal: • Hava útbúgving sum verkfrøðingur ella • Hægstu maskinmeistaraútbúgving ella • Hægstu nautisku útbúgving • Hava góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • Kunna arbeiða sjálvstøðugt • Hava góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa Hollar starvsroyndir og royndir við at seta í verk skipanir er ein fyrimunur. Setanartreytir: Løn- og setanartreytirnar eru sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar tess, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin er í løtuni Fiskiveiðieftirlitið. Starvsheitið er samskipari og tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing til deildarstjóran. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Fiskimálaráðið tlf. 353030 og tosa við Elmar Højgaard, deildarstjóra á Fiskiveiðieftirlitinum. Umsóknir: Umsóknir, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu verða Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 22. apríl 2003 kl. 1600. Umsóknir skulu sendast til: Fiskiveiðieftirlitið Postsmoga 347 110 Tórshavn Fiskimálaráðið Fiskiveiðieftirlitið Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3050, Sp/f Sakin, 100 Tórshavn. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Kára Gunna Óladóttir, J. Broncksgøta 48, 100 Tórshavn. Innkomin sum stjóri: Havgrímur Johannesen, J. Broncksgøta 48, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 31. mars 2003 Kristin Balle _______________________ C M Y K 23 22