Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 6. november (1991 ÞIÐ Ii 8 Anders Berg um reglur fyri fiskiloyvi hjá smábátum Kunnu geva bakslåttur --Um reglur verða settar fyri hvør kann rógva út ella ikki, so kann hetta enda við, at allir teir bátar, sum ikki rógva út regluliga, loysa frá landi fyri at uppfylla treytirnar. Hetta kemur at ganga útyvir stovnarnar, sigur Anders Berg, útróðrar- maður og taxasjafførur Anders Berg hevur høv- uðsinntgku sína av sjó- num, hann rør út, men ikki hevur verið nóg mikið við útróðrinum. Hann koyrir taxabil fyri at fáa roknistykkið at ganga upp. Taxavinna gevur heldur ikki nógv í dag og eftir ársskiftið roknar hann við at fara at rógva út burturav. --Eg haldi ikki at tað almenna kann gera reglur fyri hvør hevur loyvi at fara til útróðrar ella ikki. Hetta letur seg ikki gera. Satt er at hundradtals bátar eru í landinum og ein stórur partur av eigarunum ikki livir av útróðri. Men eigarin skal hava so og so tóran pari av inntøkuni á sjónum fyri, at halda yri, at ein stórur partur av oysir frá landi, t Í at uppfylla reyurnar. Og hetta kemur | anga útyvir stovnarnar, sigur Anders Berg. Bert lítil partur Anders Berg vísir á at av ti stóra tali av bátum sum finnast, eitt nú í Havnini, er tað bert ein lítil partur sum rekur útróður regluliga. --Tað eru 17 bátar í Havnini sum rógva út regluliga og av teimu eru bert fýra, har manningin burturav livir av útróðri. Eg kann vísa á, at fyrst í sjeytiárunum vóru 17 50- tonsarar bert í Havnini, sigur Anders Berg --Av teimun 17 bátun- um sum rógva út reglu- liga, kann tú ikki rokna við meir enn eini 10 avreiðingum um dagin. Eg haldi eisini, at tað er burturvið at halda at smá- bátarnir eru ein hóttan. Tí føroyska verðulagið er soleidis håttad, at tad forbjóðar seg sjålvt at rógva nógv út. Vit kunnu bert taka í dag sum dómi. Ongin útróður hevur verið seinastu tríggjar vikurnar orsakað av veðri, sigur itunum Anders Berg Tølini á borðið --Tað er gott at vit hava tøl fyri hvussu nóg- vur fiskur verður veiddur við húki. Men eg haldi, at vit hava ov lítið eftirlit við hvussu nógv verður veitt við troli. Tildgmis so koma tey tonsini, sum fara fyri skeyti, tá trolarar spreingja posan als ikki við í hagtølini. Heldur ikki tann nógvi yngulin, sum kemur í trolið. Og hvat við teimum mongu hálunum, har bert undir- málsfiskur er í trolinum, sigur Anders Berg --Verða stovnarnir væl røktir, so kann útróðrar- innan verða eitt gott ískoyti, hon gevur jú sum kunnugt nógv arbeiðs- pláss, sigur hann. Minstiforvinningurin -Tað hevur verið tosað nógv minstaforvinning, men eg haldi at hetta prát ber ovnógva kenslu av øvund. Eitt er givid, ongin kann liva av minstaforvinningi. Ein útróðrarbátur fær ikki meir enn 80-90 útróðrardagar um árið. Verður minstiforvinningur latin fyri hvønn dag, so livir ein maður ikki av hesum. Alternativið fyri minstaforvinning er at fara á almannastovuna og tað kemur at kosta samfelagnum uppaftur meira, sigur Anders Berg Men fiskaríið í ár hevur g havi verið bedrøviligt. E ikki fingið meir enn 70 pund uppá stampin. Og tað livir ein ikki av, Anders Berg. sigur Botnurin broytist --Tað eru nógvar um- stødur sum gera at lítil fiskur er at fáa. Fyrr kundi eg seta línu eystanfyri út á 60 favnar, nú sleppur ein ikki útum 40 favnar, uttanfyri er ormabotnur. Vestanfyri hevur fyrr borið til at fingið nógvan fisk fyrr, sum nú ikki er setandi á fyri lús. Talan er um broytingar í náttúruni. Eg haldi at høvudsorsøkin í dag til at so lítil fiskur er við land er ov lítið æti, sigur Anders Berg --Hjalti í Jákupstovu nevnir í Sosialinum, at í 1985 veiddu småu båtarnir 6000 tons. Hetta árið var eitt sindur sermerkt, vit fingu nógvan sildafisk um summarid og sildafiskur er ikki undirmålsfiskur, sigur Anders Berg at enda. jústinus