Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10. november 199 sá) ÓA SØG C Eru skattapappírini ov torskild? Eingin uttan skattgjaldarin kennir svarið Líkningarráðið ger stóra kanning fyri at vita, hvat skattgjald- arin heldur um samskiftið við líkningarmyndugleikarnar. - Sum er vita vit einki um hetta, sigur Barbara á Tjaldrafløtti, ið stendur fyri kanningini Hoyrir tú tl teirra, sum sita og banna uppi yvir sjálvuppgávuni, ú tú ikki skilir hana? Letur tú kanska gðrum upp í hend- urnar at fylla hana út fyri teg...? Og ársuppgerðin? Eg skilji ikki eitt einasta petti av hesi útrokning- ini!'<, - er tað tín reaktión, tá skattavaldið fortelur, hvussu tað kemur fram ul, um tú skalt gjalda meira ella hava pening aftur? Betri samskifti Tað vil Líkningarráðið gjarna hava at vita, og er farið undir eina kanning, ið skal fáa greiðu á tí. Tað er samfelagsfrødingurin Barbara á Tjaldrafløtti, ið stendur fyri kanningini, sum verður gjørd við ráðgeving frá samfelags- deildini á fróðskaparsetr- inum. - Endamálið við kann- ingini er at betra sam- skiftið millum skattaborg- ararnar og Líkningarráðið, sigur Barbara, sum fór undir at leggja kanningina til rættis seint í summar. Nógv samskifti Sjálvuppgávan og ársupp- gerðin eru bert ein partur av samskiftinum, sum ráð- ið hevur við hvønn ein- stakan skattgjaldara; sam- skiftið gongur eisini gjøgnum bóklingin >Skatt- urin<, gjøgnum brøv til skattaborgaran og sum samtalur við fólk, sum venda sær til likningar- myndugleikarnar. Skilja fólk tað, sum stendur í bóklinginum »Skatturin«? Skilja tey tær frágreiðingar, sum tey fáa munnliga? Ella vildu fólk heldur, at Líkningarráðið hevði allar viðkomandi upplýsingar um tey, so tey heilt sluppu undan at fylla sjálvuppgávuna út? Hetta er millum tað, sum Líkn- ingarráðið vil hava at vita í kanningini. Vita einki - Skal samskiftið millum Líkningarráðið og tann einstaka skattgjaldaran betrast, so mugu vit vita, hvussu tað roynist í dag, og tað vita vit als einki um, sigur Barbara á Tjaldrafløtt. Hon heldur, at tad er umrådandi at vita, hvussu samskiftid roynist: - Samfelagið i tað er so sundurgreinað í sergki, og tað hevur við sær stóran upplysingartørv, sigur Barbara, ið heldur tað vera umráðandi, at fólk fáa ikki bert rætta, men eisini greiða og einfalda upplýs- ing, so tey ikki kenna myndugleikarnar sum fremmandar. Brúkarin kennir svarið - Sjálvandi hava fólk, sum starvast her sínar royndir og sínar hugsanir um sam- skiftið við skattgjaldarar- nar, men tann einasti rætti at spyrja um hetta, er skattaborgarin sjálvur, sig- ur samfelagsfrødingurin, ið nú fer at geva 1000 skatta- borgarum eitt spurnarblað at svara; tey útvaldu, sum eru millum 16 og 70 ár og búgva kring alt landið, eru tilvildarliga vald og vera heldur ikki navnnevnd i kanningini. Tað vera HF- og stud- entaskúlanæmingar, ið bera spurnarblaðið út um vikuskiftið. Um eina viku verða blødini tíkin inn aftur, og tá verða tey 'mal- in' í telduni; úrslitið fer at fyriliggja hesu megin jól. Urslit straks! - Tá kanningarúrslitið fyri- liggur, fara vit at endur- skoda alt okkara sam- skiftið við skattgjaldaran, so tað framyvir kann vera so gott sum til ber, sigur Barbara á Tjaldrafløtti, ið leggur aftrat, at fyrstu smáu avleiðingarnar av kanningin fara at síggjast longu áðrenn komandi sjálvuppgávan verður send út. ówh Lisbeth L. Petersen eigur at sissa seg Er lopin framav - sigur formaðurin í rættarnevndini, Jó- annes Dalsgaard, ið ikki er upphavið til tíðindini í SvF um komandi rúsdrekka- lógina Í Dimmalætting hósdagin sigur Lisbeth | at samgongan hevur broti eina avtalu í víðkaðu rætt arnevndini nr uppá Datarcar retersen » ur ú at limirni 184188 lava LA ii beiðir. Lisbeth L. Petersen TY VISIT a Dag ( 1 g Viku-sendingina : 145 YSKVGLdIÓ um i nevndini fór at síggja út í mun til uppskotið, sum Marita Petersen, landsstýr- iskona, bar í tingið fyrr í ár. Eingin kelda SvF nevndi onga keldu til tíðindini. Sigmar Bláberg, ið gjørdi SvF-sendingina, vil einki siga um, hvadani hann hevur tíðindini. Men Lisbeth L. Petersen er avgjørd í Dimmuni: rættarnevndin er ikki liðug við sítt arbeiðið, >sam- gongan< - sum hon tekur til - hevur brotið avtaluna, og formaðurin í nevndini hevur ábyrgdina av lekan- um. Ikki úr nevndini Jóannes Dalsgaard, for- maður í víðkaðu rættar- neyndini var á fundi í Norðurlandaráðnum tys lagin og sá ikki SvF-send- SvF hevur tíðindini, tey eru í hvussu er ikki frá mær, sigur Jóannes Dals- gaard, ið heldur seg hava skilt, at einki hald høvdu í tí, sum gongur fyri seg í nevndini. Kemur tá tað kemur - Tí haldi eg, at Lisbeth eigur at sissa seg og halda fram við sínum arbeiði í nevndini, har hon hevur verið bæði saklig og skila- góð, sigur formaðurin. Til spurningin um, nær nevndin fer at leggja fram álit í rúsdrekkaspurning- inum, sigur Jóannes Dals- gaard, at tað verður, tá arbeiðið er liðugt! ówh