leygardagur 16. november 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Svimjisambandið
misti øll Sini met
— tá teldan hjá Svimjisambandi Føroya varð stolin í síðstu viku,
og nú verður roynt at finna bæði tjóv og teldu. Á telduni vórðu
goymdar allar upplýsingar um met, tíðir og annað hjá svimjisam-
bandinum — umframt aðrar sera týdningarmiklar upplýsingar!
Síða 10
Nr. 214 — 16. november 1991
Meðan himmalin enn var bláur og alt var ljóst,
fortíðin enn var stutt og óspilt og framtíðin
ljós og spennandi.
Mín heimbygd
Mín heimbygd hin vakra við sundi hon liggur,
har Årnadalstindur út yvir teg hyggur,
ja, frá tær eg havi nógu minni so góð,
bert eina ferð uppi á tindinum stóð.
Sum smádrongur ofta eg gekk har í fjøllum,
har seyður á beiti í kdum og hjøllum,
har haruungar runnu úr holu út og inn,
so mjúkt tóktist vera teirra skinn.
Inni á Risahellu ofta vit vóru,
og nøvn våra í hvitu steinarnar skóru,
í tjarnunum kombikk fangaðu vit,
so vekur í sólini tey skiftu lit
Vit við teimum vaksnu vóru í torvi,
í hoyna tá ið kíggin varð bundin í orvi,
fletting vit samlaðu blødrur sum best,
til nýggjárs, at nýta hesar sum brest.
Har inni í gjónni so ofta vit spældu,
í lyngi og trøllakambi os fjaldu,
it spældu við sver, boga og púl,
í ánni vit fangaðu állar og síl
Í skúlanum uttanat upp skuldu ramsa,
neun á profetum, hoyrdu spanskrerið klamsa,
ja, Luthers Katekismus hon var os so svár,
tá reistist í nakka hvert einasta hár.
Tá smágentur sóljukransar sær gjørdu,
so smidliga nálina gjøgnum tær førdu,
sær luktilsi kókaðu av summardá,
ein byrjan til ævintýr í teimum lá.
Fólk hava sæð ein
millum 16 og 20 ára
gamlan myrkhærdan
og hávaksnan persón
fara avstað við nøkr-
um, ið líktist einari
stórari bók.
Hetta er tað ítgkiliga,
løgreglan og svimjisam-
bandið sjálvt hava at
ganga eftir í leitingini eftir
bæði teldu og tjóvi.
Teldan, ið annars hoyrir
heima í hólum svimjisam-
bandsins, varð stolin í
Av sóljustelki vit telgdu os floytur,
av sinki og timbri vit smíðaðu skoytur,
vit telgdu os bátar, vit telgdu os bil,
í áum vit demdu so mangan ein hyl
Drongir og gentur í hømliukriggi,
í loyndum var okkurt óskyldugt fríggi,
men øll vistu alt, so illa bar til,
& tá heuði ikki hver unglingi bil.
Bert einans var handil har vit kundu keypa,
har hoyrdu vit onkuntíð menninar reypa,
teir reypa um skjóting og um fiskar síðstu viku á Landssjúkra-
og onkur royndi keypa fyri tað, sum restaði i. húsinum, og higartil peik-
ar mistankin á omanfyri
Um veturin skreiddu vit inni á Varða, umredda persón.
um vári vit bygdu hús os til stara,
ja, minni úr Hósvík eru so mong, Teldan eitur Banzai
eg droymi eg ofta sum pinkulítlan drong. Men hvørki persónur
ella telda eru sædd aftur
ella funnin, síðani teldan
varð stolin í síðstu viku og
stuldurin varð fráboðaður
løgregluni månamorgunin
i hesi vikuni.
Nógu bygdin er vaksin síðan eg nýtti blædu,
eg tríati ár havi ferðast á havi,
men minnini eru mær øll ka kær,
mín faðir meg leiddi í kirkju við sær.
Teldan hjá Svimjisambandi Føroya,
sum varð stolin á Landssjúkrahúsinum í
farnu viku, sær nakað út, sum hendan á
myndini hógrumegin. Hon er stór og
tung, gråsvørt og av slagnum Banzai.
>Talan er um eina teldu
av teimum, ein kann hava
við sær, ein sokallað far-
telda, og eitur hon Ban-
zai,< upplýsir formaðurin í
Svimjisambandi Føroya,
Jon Hestoy, fyri Sosial-
inum.
»Hon er gråsvørt å liti
og heldur størri í vavi —
tað vil siga serliga i tjúkd-
ini — enn hesar smáu, ið
vanliga eru at síggja alla-
staðni í dag. Tyngri enn
tær nýggjastu farteldurnar
er hon eisini. Tað, sum er
heilt serligt við hesari
telduni er, at hon hevur
plasmaskerm, ið verður
orange-littur, tá teldan er
tendrad.«
Jon Hestoy sigur, at tey i
svimjisambandinum longu
hava roynt at sett seg i
samband við fólk á
teldumarknaðinum fyri at
fáa at vita, um nakar hevur
hoyrt ella sæð nakað til
telduna.
Bert einar tvær ella
tríggjar teldur av hesum
slagnum eru til í landinum,
so tí verður vónað, at onk-
ur kanska kann gera vart
við seg, um hoyrt verður
um, at onkur hevur keypt
eina slíka teldu fyri kort-
um ella vil hava at vita
okkurt um, hvat hon kann
og hvussu hon virkar.
Liggið ikki omanå
týðandi upplýsingum!
»Å hesi góðu teldu, sum
fyri tað fyrsta kostaði okk-
um nógvar pengar, liggja
allar upplýsingar um kapp-
ingarúrslit, tíðir, met og
annað, vit ikki bert hava
áhuga fyri, men mugu
hava til taks á teldu,< sigur
Jon Hestoy. >Okkurt ligg-
ur eisini á einari aðrari
teldu, sum er tøk, men
verri enn so alt, so fáa vit
ikki hesa telduna aftur,
ella bara hesar upplýsing-
arnar, kemur tað sera illa
við hjá okkum.<
Umframt allar upplýs-
ingarnar, svimjisambandið
hevur lagt í telduna, eru
helst eisini fleiri aðrar
upplýsingar í henni, sum
tað er sera átroðkandi at
fáa aftur.
>Skjótari vit kunnu fáa
telduna aftur, betri hjálpir
tað okkum,< sigur formað-
urin í svimjisambandinum.
So skuldi onkur av lesar-
um Sosialsins sitid við
upplýsingum, ið kunnu
føra til, at telda og helst
eisini tjóvur verða aftur-
funnin, er ikki at liggja
omanå hesi vitan, men lata
løgregluna ella Svimjisam-
band Føroya fáa tær at
vita.
hj.