leygardagur 16. november 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 214 — 16. november 1991 Síða 11
Anna Samuelsen, sjúkrasvstir:
| >AIDS — tað má vera
abyrgd hins einstaka«
Síðstu árini hevur Anna Samuelsen úr Havn undirvist sjåkrasystrum i eftirútbúgving og næmingum
á sjúkrasystraskúlanum um sjúkuna AIDS, sum hon hevur funnið sær rættiliga umfatandi kunnleika
til. Og eisini í frítíðini er hon m.a. við til fundir og annað í hesum sambandi
Hóast sjúkan AIDS hevur
rakt fýra føroyingar, ið eru
búsitandi í Føroyum, og
seks bera HIV-smittuna —
ikki tíggju, sum Sosialurin
annars hevur skrivað — er
einki fólk í Føroyum sett
at arbeiða burturav við eitt
nú upplýsing um AIDS og
við at søkja kunnleika um
sjúkuna yvirhgvur.
Í mun til hini norður-
londini er hetta einki ser-
ligt, tí taka vit Danmark,
eru har í hvgrjum amti
nakrir AIDS-konsulentar,
umframt at lærarar og onn-
ur virka sum sokallaðir
lyklapersónar.
Sumnevnt, hevur tað al-
menna eftir gllum at dóma
ikki serliga stóran áhuga
fyri AIDS-upplýsing, men
tað hava tíbetur onnur, og
tí er hóast alt ikki púra
deytt á hesum øki.
Savnað sær tilfar
saman um AIDS
Anna Samuelsen úr
Havn, sum síðstu 20 árini
hevur arbeitt sum sjúkra-
systir, hevur í nøkur ár so
hvørt hildið seg kunnada
um tað allarmesta av fi,
sum í dag kemur fram um
AIDS.
Hetta hevur hon gjørt
gjøgnum blød, tíðarrrit,
bóklingar og annað tilfar,
sum fæst um AIDS.
>Tað var soleiðis, at eg í
fleiri ár hevði fingið
danska sjúkrasýstrablaðið,
og har vístu seg at standa
alt fleiri og fleiri greinar
um hesa sjúku, sum enn
var rættiliga nýggj og
ókend,< greiðir Anna frá.
»So eg fór at savna mær
hesar mongu greinarnar
saman, og so hvørt sum eg
kom fram á okkurt um
AIDS aðrastaðni, goymdi
eg mær tað eisini.<
Biðin um at ur:4irvísa
So við og við varð talan
um ikki sørt rúgvusmikið
tilfar, sum Anna lá inni
við, og fyri fýra árum
síðani kom so fyristødu-
kvinnan á Landssjúkrahús-
inum til Annu og spurdi
hana, um hon ikki kundi
hugsa sær at brúkt hesa
vitanina til nakað:
»Fyristødukvinnan segði
mær, at hon hevði hoyrt,
at eg skuldi hava savnað
ymist tilfar saman, og tað
bleiv so til, at eg varð bið-
in um at undirvísa sjúkra-
systrum í eftirútbúgving
um AIDS,< sigur Anna.
>Eg skuldi stutt eftir niður
kortini, og fekk eg tá frí í
tveir dagar, so eg kundi
far? inn á Ríkishospitalið
fyi at seta meg eitt sindur
meira inn í hetta. Tá eg so
kom aftur, byrjaði eg at
undirvísa um AIDS.<
Síðani hevur hetta vund-
ið meira og meira uppá
seg, og um umframt at
undirvísa sjúkrasystrum,
hevur hon eisini undirvís-
ing fyri næmingum á
sjúkrasystraskúlanum, um-
framt at boð eisini eftir
henni aðrastaðni, har fólk
vilja hava meira at vita um
AIDS.
Hetta brúkar hon so ein
part av síni fritid til, tí sum
hon sigur: >Tá ein nú hev-
ur søkt sær nakað av vitan
um eitt evni — í hesum før-
inum AIDS — so er eisini
at gera brúk av henni.
Anna Samuelsen hevur
síðani alt hetta byrjaði
verið niðri nakrar ferðir,
og í fjør arbeiddi hon
tríggjar av summarmánað-
unum á Ríkishospital-
inum.
Áhaldandi ótti og
bíðan eftir sjúkuni
>At arbeiða millum
AIDS-sjúklingar gjørdi, at
eg hesa tíðina lærdi ógvu-
liga nógv um sjúkuna,<
greiðir Anna frá. >Hetta
var á medisinskari epidem-
iskari deild, har pláss var
fyri tilsamans 22 sjúkling-
um, harav AIDS-sjúkling-
arnir kundu vera uppí 15 í
tali.«
Tað, sum hon serliga
legdi til merkis, var at teir
AIDS-sjúklingarnir, ið
lógu á deildini, vóru
merktir av, at teir høvdu
ein avmarkaða tíð eftir at
liva í.
>Fyri teir var deyðin
ikki eitt tabu, men nakað,
ið fall teimum heilt
náttúrliga at tosa um, tí
fyri teimum var deyðin ein
veruleiki,< sigur hon. >Eitt
annað, sum eg eisini legði
til merkis, var at felags
fyri tey allarflestu av
teimum HIV-positivu er,
at tey ganga við einum
stóðugum ótta, sum fær
tey uttan íhald at leita eftir
sjúkrateknum — onkrum, ið
sigur teimum, at tey hava
fingið AIDS. Tað var ein
áhaldandi ótti, meðan
bíðað varð eftir sjúkuni,
sum tey vistu kom fyrr
ella seinni.<
Foreldur og skúli
í samstarvi
At AIDS er ein ræðulig
sjúka, ið ikki eirir nøkrum,
ið fær HIV-smittuna í seg,
ger álvaran sera stóran, tá
talan er um at kunna og
upplýsa um AIDS.
Men nær er best, at eitt
nú børnini í skúlunum fáa
nakað at vita um hesa
sjúku.
>Tað er ymist, nær
hildið verður at best er at
byrja undirvisingina í t.d.
skúlunum,< sigur Anna.
»Onkur hevur verið
frammi og sagt, at børn
eiga at fáa vitan um AIDS
í 4. flokki, men eg haldi,
at betri er, at hesin partur
av undirvísingini kemur í
7. flokki, ella tå børnini
eru 13-14 ára gomul. Men
fyrst og fremst haldi eg
hetta vera eina uppgávu
fyri foreldrini og skúlan at
loysa saman.“
AiDS er egin ábyrgd
Nakað, ið mangan verð-
ur sagt í sambandi við
AIDS, er at >hetta rakar
ikki meg, men hini.«
Hesum ræður Anna Sa-
muelsen fólki frá at siga, tí
tann besti holdningurin
sambært hana er at hava
egna ábyrgd, og at syrgja
fyri at ansa eftir sær sjálv-
um.
„Eingin veit, hvussu
vorðið er við nøkrum gør-
Mynd: Hilmar Jan
Anna Samuelsen hevur av egnum áhuga søkt sær vitan um AIDS, og hesa vitan brúkar
hon m.a. við at undirvísa sjúkrasystrum í eftirútbúgving og næmingum á sjúkrasystra-
skúlanum um AIDS. Umframt brúkar hon eisini ein part av frítiðini til AIDS-upplýsing.
um, men ein og hvør kann
ansa sær sjálvum, og tað
er eisini tann størsta
trygdin, um øll gera tað,“
sigur Anna Samuelsen.
Upplysingin er eisini
besta fyribyrgingin
>Í sambandi við, at ein
letur seg HIV-kannað,
skvlu gahga tríggir mánað-
ir frá, at ein kann vera
blivin smittaður, til sigast
kann útfrá eini kanning,
um ein er HIV-positivur,
so har er eitt fjórðingsár,
hvar nógv kann henda. Tí
ber heldur ikki til at brúka
HIV-kanningarnar sum
eitt trygdarnet ella eitt slag
av umbering fyri, at eini
kann liva og láta, sum best
ber til.<
Við ødrum orðum er
bert eitt, sum samfelagið
sum heild kann gera fyri at
binda um heilan fingur og
fáa so frægt bilbukt við
hesa herviligu sjúku, sum
tilber, og tað er at ávara:
>Verða tey ungu og yv-
irhøvur øll ávarað í góðari
tíð um, hvussu AIDS
smittar og sjúkan ger um
seg, kunnu vit fyribyrgja,
at sjúkan sleppur at breiða
seg,< sigur Anna Samuel-
sen. >Tí haldi eg, at tað
átti at staðið uppaftur
fremri fyri okkum, at upp-
lýsing fáa vit ikki ov mik-
ið av, ti sum stødan er í
dag, er tað nokk tann besta
fyribyrgingin, ið er at
finna móti AIDS í dag.«
hj.