Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Norskur serfrødingur: Mælir føroyvingum til at koppseta allan alifiskin komandi ár Koppseting bert ein máti at fyribyrgja og forða sjúkum at breiða seg Í hesum døgum vitja tveu norskir serfrødingar innan fiskasjúkur í Føroyum. I vikuni hildu teir fyrilestur fyri alarum. Tað er ikki meira enn ein góður mán- aði síðani, at umboð fyri norsku fyritøkuna NorBio, Egil Greve, vitjaði í Føroyum og greiddi alarunum frá koppsetingararbeiði og fyrimununum við at koppseta aldan fisk. Egil Greve vitjaði eisini fleiri stødir í Føroyum og eftir vitjanina tosaðu vit við hann og spurdu hann, hver nidurstøda hansara varð eftir at hava sæð før- oyskar alistødir og tosað við alarar her. Fyribyrging -Nidurstøda min er tann, at tit mugu til at gera eitt stórri fyribyrgjandi ar- beiði til tess at forða og minka um sjåkurnar. Ein máti at gera hetta uppá er at brúka koppseting sum hana eg havi greitt før- oysku alarunum undir vitjanini. Egil Greve sigur, at norðmenn hava tær somu sjúkurnar, sum føroyskur alifiskurin hevur fingið. Tað tók so eisini sína tíð hjá norðmonnum rætt og slætt at viðganga fyri sær sjálvum, at hesar sjúkur vóru í alifiskinum. -Tit mugu tí fyrst og fremst viðurkenna, at tit hava fingið hesar sjúkur, og tá kunnu tit so fara undir at finna fram til, hvussu tit minka um trupulleikarnar og helst sleppa heilt av við teir. Hann sigur, at tað er sera umráðandi at forða sjúkunum í at breiða seg frá einum alibrúki til ann- að. Her má ein so gera upp, hvat skal avlívast, men annars er besta trygd- in at koppseta allan fiskin. Nú tað er blivið kaldari í sjónum ber hetta ikki so væl til, men norðmaðurin mælir øllum føroyskum alarum til longu komandi ár, tå sjógvurin aftur er vorðin heitari, at koppseta allan alifisk, bæði yngul og fisk í sjónum. Hann leggur okkum tó eina við at gera hetta uppá rætta mátan,tí ber ein seg ikki rætt at, tá fiskurin verður koppsettur, so er tað verri enn einki at gera. M.a. krevur tað umsorgan og kunnleika at koppseta ferð við at koppseta á eini alistød í Sundalagnum stóran fisk. Tað er serliga furunku- losan, sum hevur lopið hvøkk á føroysku alivinn- una og fingið okkum til at heita á norðmenn at koma higar at siga frá teirra royndum. Góðir møguleikar Egil Greve er annars rætt- iliga ovfarin av, hvussu væl egnaðar Føroyar eru til aling. Hann heldur so avgjørt, at tað er framtíð í hesi vinnu í Føroyum, hóast hon hevur trupul- leikar at dragast við í dag. -Eftirspurningurin eftir fiski fer so avgjørt at vaksa sum frálíður. Eitt nú USA og Japan eru lond, sum fara at hava fyri neyðini at keypa nógvan fisk, og har kemur so eis- ini alingin inn í myndina. Tað ræður tí um at fáa so nógv ymisk fiskasløg at ala sum gjørligt. Dålking Egil Greve visir eisini å ta nógvu dålkingina eitt nú av meðalhavinum fyri bert at taka eitt dómi. Fer dálkingin at halda fram so er givið, at tað verða nógv Føroyskar alistødir hava longu gjørt fleiri royndir at koppseta fiskin. Her eru teir í Nr. 214 — 16. november 1991 me SS SSR se SEN" | OR Egil Greve, sum vitjaði i Føroyum fyri góðum mánað síðani heldur føroyingar hava stórar framtíðar møguleikar í alivinnuni øki, har fiskur ikki kann veiðast og tí verður eftir- spurningurin úr gðrum reinum havumhvgrni nógv eftirspurdur í framtíðini. Og her koma Føroyar so avjgørt frammaliga i myndini. Egil Greve er fegin um sina Føroya-vitjan. Sjålv- andi var eisini talan um eina handilsferð, ti fyri- tøka hansara selur kopp- setingarevni. Men hann heldur tad eisini vera hugaligt at vera saman vid alarum og siggja, hvussu teir arbeida og hvat teir fáa burtur úr ymsa staðni í heiminum. Norvax selur koppsetingarevni til fleiri lond, eitt nú Føroyar. Líta á seg sjálvan Egil Greve sigur, at før- Oyingar eiga sjálvandi at læra av royndunum og mistøkunum hjá ødrum alitjóðum, men leggur tó herðslu á, at vit fyrst og fremt eiga at gera okkara egnu royndir. -Tit mugu skapa tykkara egna ali- miljø - tykkara egnu vinnu, sum byggir á tær fyritreytir, sum nú eru galdandi í Føroyum. Men harvið verður ikki sagt, at føroyingar eisini kunnu brúka Noreg sum fyri- mynd. Greve vísir til teir mongu trupulleikarnar, sum norska alivinnan hevur at dragat við í løtuni, og heldur, at norðmenn hava gjørt nógv mistøk, sum føroyingar eisini kunnu læra av. Eitt nú hevur konsessiónslógin verið skeiv. Henda lóg má broytast, soleiðis at fólk kunnu gera iløgur í fleiri alistødir og soleiðis at alistóðir kunnu leggjast saman. Tað eigur heldur ikki at vera eitt krav, at ognarrætturin til alistød- imar skal vera i økinum, har tær finnast. -Føroyar eru eitt sera spenndi aliøki. Tit hava nógvar góðar firðir, sum eru vælegnaðir til aling. Tit hava eitt sera reint hav og tískil allar møguleikar at fáa nakað gott burtur úr. Bara út ikki venda trupulleikunum bakið og undirmeta teir, eitt nú sjúkurnar. Greve heldur annars eisini, at bankar og grunnar, sum hava fíggjað alivinnuna í Noregi hava stóran part av skyldini, at tað hevur gingið sum tað hevur. Teir hava rætt og slætt ikki kunnað seg nóg væl um hesa nýggju vinnu, áðrenn teir hava givið Per og Pól pengar til at fara í gongd. -Men samanumtikið haldi eg at henda vinnan er soleiðis háttað, at tú fyrst og fremst eigur at taka í egnan barm, líta á egnar royndir. Menn mugu uppliva hetta uppá egnan kropp og royna at fóta sær sum frægast. Mest umráðandi er at tit meta alingina sum eina forrætning, sum í síðsta enda skal geva nakað av É Jan sær.