Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 215 — 19. november 1991 Landsstýrið vil broyta undirvisingina í BR og hevur tí heitt á landsskúlafyrisitingina um at skipa fyri fundi har millum onnur umboð fyri skúlan, stovnar, feløg, vinnuliv og fjølmidlar verða við Eftir ynski frá landsstýrin- um skipar Landsskúlafyri- sitingin fyri fundi í Lær- araskúlahgllini leygardagin 30. november kl. 10. Landsstýrið hugsar í fyrsta lagi at gera broytingar í ødrum tátti í fólkaskúla- lógini, sum er um skipan- ina av undirvísingini. Tað fundurin serluiga fer at snúgva seg um eru læru- greinir og tímatal á ymisk- um floksstigum í grund- skúlanum, tímabýti í teim- um ymsu lærugreinunum, meginreglan við flokka- býtta skúlanum og næm- ingatalið í hvørjum flokki, skipanin við vallæru- greinum, 10. flokkarnir, próvtgkuskipanin, kravd undirvisingarevni og royndarvirksemi. Síða 3 Ætlanin er, at umboð fyri millum onnur skúlan, feløg, stovnar og vinnuliv føra fram síni sjónarmið, og síðani verður orðaskifti. Landsskúlafyrisitingin hevur hugsa sær, at tað, sum kemur fram á fund- inum, verður fest á band soleiðis at nevndin, sum skal gera uppskot til nýggja fólkaskúlalóg, kann brúka tað. tór.- Landsstýrið fyrireikar broytingar í tí partinum av fólkaskúlalógini, sum fevnir um skipan av undirvísingini. Mynd: Kalmar Vonar at fleiri svara Rúsdrekka- og Narkotikaráðið sendi herfyri 3000 fólkum spurnarblýð. Helmingurin hev- ur svarað men tað er ov lítið. Pál Weyhe vónar at fáa fleiri svør inn aftur, so kanningin verður so eftirfarandi sum gjórligt Rúsdrekka- og Narkotika- ráðið er farið at ótolnast eftir at fáa spurnarblødini innaftur, ið send vóru 3000 tilvildarliga valdum fólk- um. Stívliga helmingurin hevur svarað, og tað er ov lítið. Pál Weyhe, sum er ein teirra, sum stendur fyri kanningini vónar, at tey fáa so mong spurnarblød innaftur sum gjørligt. Tess fleiri blød koma innaftur, tess meira ålitandi verdur kanningin. Pål Weyhe roknar við, at úrslitið verð- ur klárt at handa lands- stýrinum um miðjan des- ember. Tað, sum kanningin fyrst og fremst skal sýna er, hvussu drykkjuvanarnir hjá fólki eru. Vit hava tøl fyri hvussu mikið føroy- ingar samanlagt drekka, men um tey eru mong ella fá, sum drekka, vita vit ikki. Pál Weyhe sigur, at verður rúsdrekkalógin broytt nú, sum líkt er til, koma ivaleyst nógvir på- standir fram um hvussu nógv betur ella verri tað var undan broytingini. Hann heldur tí tað er sera umráðandi, at fáa úrslitið av eini tílíkari kanning nú. Hugsast kann, at hesi * somu fólk, sum hesaferð vóru spurd, fáa somu spurningar um eitt ella tvey ár. Tá sæst um fólk hava broytt drekkivanar og hvussu. Spurningarnir, fólk skulu svara eru teir somu, sum settir vóru fólki í Finlandi, Íslandi, Noregi og Svøriki fyri 12 árum síðani. Á hendan hátt fer eisini at bera til at sammeta før- oysku viðurskiftini á rús- drekkagkinum við tey lond, sum vit so mangan eru von at sammeta okkum við. Tað var annars eitt sindur misjavnt hvussu mong svaraðu hesum spurningunum í hinum norðurlondunum. Finlend- ingar tóku best undir við kanningini. Har svaraðu 71,3% av teimum spurdu. Í Íslandi svaraðu 63,1%, Í Svøriki 58 og í Noregi 54,5%. Skulu vit koma upp á sama prosenttal av svørum sum íslendingar, Skulu eini 200 aftrat senda inn spurnarblaðið. Men Pál Weyhe vónar at fáa enn fleiri svgr. Fólk skulu ikki skriva navn á spurnarblaðið, og eingin møguleiki er hjá nøkrum at finna fram til, hvør hevur svarað hvat. Pål Weyhe sigur, at fólk skulu íkki halda seg aftur at senda spurnarblaðið inn hóast tað eru onkrir spurningar tey hava ilt við at svara. Aheitanin er tí tey tey, sum enn ikki hava sent spurnarblaðið innaftur, um at gera tað beinanvegin. , tór.- RÚSDREKKA- OG NARKOTIKARÁÐIÐ Somunsargeue 5 - 100 Torshavn - TN 16896 - Fa: 19708 Nordurlendsk rusdrekkakanning Fyn betr at kunna ráðgeva um rusdrekkapolitikkin í Føroyum, ætlar Rúsdrekka og narkovukaradd al kanna hvussu rusdrekka verður brúkt Einsljóðandi spurnarblað er sent 3000 fólkum í aldnnum 20 til 69 ár vlviidarhga tm úr flkayviritunum. Tygum eru ein av hesum. Spurnarblaðið er tað sama. sum nýtt varð í eini fúsdrekkakanning. sum norðurlond gjørdu fáa høv: at samanbera okkum við g Tygum avgera sjålvi um tygum svara sp: gunum, men ein fortreyt fyr feiag í 1979. Tað merkir. at vit vid hes: kanning rannaigndin at kanningin ska vera nytilig er tó. at gil svara spurnarblaðnum Vit vona tí. at tygum kunnu fáa stundir at Svara spurnarbiaðnum og senda tað innaftu Kanningin er navnieys (anonym), og er øge ið hevur svarað. Tygum skulu ti ikk: skriva brævbjálvan. Frímerki skal kk Amnesty International Skrivstovan í Vågsbotni er opin mánadag. miku- dag og fríggjadag kl. 11—16. TIf. 15816.. solerdis til rættis. at ikk: er neyð avn eila dbustad á spurna; setast á brævdjalvan við svannum k fyn hjålpina Spurningarnir eru teir Somu, Sum settir vóru fólki í hinum norðanlondunum. Tí ber eisini til at sammeta okkara úrslit við tey í hinum norðanlondunum r Nu kemur brenni- studulin Sidst i hesi ella fyrst i næstu viku verdur brenni- og samskiftis- stuðulin = útgoldin saman við pensiónini fyri desember. Árligi brenni- og samskiftisstuðulin er 1.943 krónur. Treytin fyri at fáa hendan stuðul er tó, at pen- sionisturin ikki hevur hægri ársinntgku, út um pensiónina, enn 80.000 krónur fyri hjún og 60.000 krónur fyri støk. Hjúnarfelagar, sum bæði eru pensionistar, eiga ein part í felag. Almannastovan sig- ur, at pensiónirnar eru nú umroknaðar eftir årsinntøkuni fyri 1990 sambært endaligu skatta- álíkningini, og verður pensiónin tí hjá ávísum pensionistum broyt nakað. Nøkur fáa meira og onnur minni enn tey fingu frammanundan.