týsdagur 19. november 1991síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í Nr. 215 — 19. november 1991
SR a -
tíðindablaðið S0Sialurin
Sida 15
VF 6 ára gamli Ian Højgaard ur Rituvik:
Verið til venjing hjá
Sheffield Wednesday
&N Bretar lótu væl at ti unga NST aranum, men av ti at Føroyar ikki
Í farnu viku var tann bert
16 ára gamli lan Højgaard
úr Rituvík á venjingarferð
hjá enska felagnum Shef-
field Wednesday.
Ian fór avstað mánadag-
in, og var aftur í Føroyum
fríggjadagin. Soleiðis fekk
hann hgvi at venja saman
við unglingunum hjá
enska liðnum í tríggjar
dagar.
Sera væl måttikin
Og væl varð hann m6t-
tikin:
»Fyri tað fyrsta vóru teir
sera blíðir, og eg kom t.d.
ongantíð so langt, at eg av
álvara fekk pakkað míni
egnu venjingarklæði upp.
Klæði, skógvar og alt tað
neyðuga fekk eg frá teim-
um, umframt at teir rind-
aðu fyri uppihaldið har
niðri,< sigur Ian.
Tann fyrsta dagin, venj-
ing var, varð lan umlopin
av hinum á liðnum, ið ikki
vildu spæla honum bóltin.
„Hetta var sjálvsagt eitt
sindur keðiligt, og ikki
kom nógv venjing burturúr
tí,< greiðir lan frá. >Men
tá tað vísti seg, at tað kom
mál burturúr tær tilsamans
tríggjar ferðirnar teir
spældu meg, gjørdist betri,
og so bilaði ikki hinar
báðar dagarnar.<
Skjeyt eitt og legði
upp til tvey mál
Tær ferðirnar, hann varð
spældur, skjeyt hann eitt
mál og legði upp til tvinni,
og hetta løgdu venjararnir
eisini til merkis.
Unglingaliðið, sum Ian
vandi saman við, spældi
m.a. ein venjingardyst
móti 1. deildarliðnum, og
tapti bert 2-1.
Meðan hann varð niðri í
Sheffield, royndu teir at
kanna, hvussu tað kundi
lata seg gera at fáa hann
niður hagar at spæla, mer.
tær kanningarnar góvu
ikki so gott úrslit, sum
eru við í felagsmarknaðinum, kunnu teir ikki uttan víðari útvega
honum arbeiðsloyvi, so hann kann fara til Onglands at spæla
Ian Højgaard hevur
spælt fótbólt, síðan
hann var heilt lítil, og
tey góðu fótbóltsevnini
fingu eisini leiðararnir
í Sheffield Wednes-
day eyga á.
Mynd: Hilmar Jan
bæði teir og lan høvdu
vónað:
>Teir funnu útav, at av tí
at Føroyar ikki vóru við í
felagsmarknaðinum, bar
ikki til at fáa útvega mær
arbeiðsloyvi, ið má til, um
eg skal spæla fótbólt burt-
urav í Onglandi,< sigur
hann. >Ein norskur mál-
maður hevði gingið niðri í
Southampton yvir eitt
hålvt ár uttan at få? kjans-
in, tí Noregi heldur ikki er
við í felagsmarknaðinum.<
Meguleiki við
landsliðsplássi
Eitt annað, ið sum oftast
gevur nógv betri møgu-
leikar, er um ein spælari í
einum ikki-EF landi er á
landsliðnum í heimlandi
sínum, tí tá vísir tað seg
aloftast, at ikki so nógv
skal til fyri at fáa >riggað<
eitt arbeiðsloyvi til.
Men við sínum bert 16
árum, letur tað seg sjálv-
sagt ikki gera hjá lani utt-
an víðari at koma á A-
landsliðið, men um hann
fekk møguleikan á einum
U16-landslidi ella
líknandi, hevði tað kanska
verið nóg mikið.
Umframt at geva til
kennar, at teir saktans
kundu hugsa sær at fingið
blaðunga rituvíkingin í
hópin, høvdu leiðararnir í
Sheffield Wednesday
yvirhøvur rósandi orð at
bera honum. Onkur teirra
tók enntá so stóran til, at
hann ikki visti um nakran
spælara í hesum aldrinum
í Onglandi, sum við einum
bólti kundi vísa tað sama
sum Ian.
Men í gllum fórum vóru
hesi rósandi orð ikki nóg
mikið, og fríggjadagin
kom Ian heimaftur á klett-
arnar.
Lærdi nógv kortini
>Ég lærdi kortini nógv
av hesi stuttu ferð, hóast
eg í roynd og veru ikki
fekk nakað itøkiligt burt-
urúr,< sigur lan. >Men eg
havi ikki mist móti enn, so
bert er at geva gott tol. Nú
royni eg í fyrsta umfari at
fáa gjørt meg lidnan við
10. flokk. So kann tað tá
koma at vísa seg, hvat
kemur burturúr.
Ian gongur í løtuni síðsta
árið av fólkaskúlanum, og
skuldi hann sloppið av
landinum at íðkað fótbólt
burturav, hevði hann ikki
verið bangin fyri at givist í
skúlanum — eisini ti at
hann hevur eina góða frá-
faringarroynd úr 9. flokki
at vísa á, og við henni eru
eins nógvir útbúgvingar-
møguleikar opnir, og vid
10. flokki.
Hesa tidina, lan var i
Onglandi, hevði hann fing-
ið frí frá skúlanum.
Spælt síðani hann
var heilt lítil
Síðani hann var heilt
lítil, byrjaði hann at spæla
fótbólt — fyrst saman við
langabbanum — og síðani
hevur gingið slag í slag.
Saman við NSI hevur
hann bæði verið við til at
vunnið meistaraheiti og
steypakapping í ungling-
unum og ødrum liðum,
umframt at hann í fleiri
dystum hetta kappingará-
rið sat á bonkinum á 1.
deildarliðnum, so hann
kundi venja seg við
umhvørvid har.
lan Højgaard er sera
evnarikur spælari, sum
gjarna spælir i ålopinum
ella sum offensivur mið-
vallarspælari.
bj.
Medaljuveggurin
heima við hús talar fyri
seg. Har hanga einar
30 medaljur — bæði frá
innandura- og uttan-
durafótbólti.
Mynd: Hilmar Jan