týsdagur 19. november 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Nr. 215 — 19. november 1991
Vilhelm Johannesen, formaður i skattanevnd Løgtingsins
Orimiligt at arbeidid
hjá hjúnarfelaga
skal roknast fyri null
Vilhelm Johannesen, ting-
madur fyri Javnadarflokk-
in og formadur i skatta-
nevndini, afturvisir ti, sum
Petur Hentze i Uttastovu å
Sandi førdi fram í blaðnum
í farnu viku. Sandsbóndin
førdi fram, at var serliga
Javnadarflokkurin, id
hevði verið treyður at
broyta skattalógina soleið-
is, at Ld. ein bóndakona
kundi setast í inntøku fyri
sítt arbeiði.
Aðrir møguleikar
- Javnaðarflokkurin kann
ikki hava verið ein avger-
andi forðing fyri, at tað
ikki ber til at seta td. eina
bóndakonu fyri eina inn-
tóku á sjálvuppgávuni, sig-
ur Vilhelm Johannesen.
Hann vísir í hesum við-
fangi til, at núgaldandi
skattalóg er samtykt av
borgarligu samgonguni
1980-1984; eisini í 1989-
1990 var samgonga uttan
Javnaðarflokkin, so tá
hava aðrir flokkar kunna
framt eina slíka broyting.
Økir ójavnan
Hinvegin viðgongur Vil-
helm Johannesen, at bæði
politikkarar yvirhøvir og
skattamyndugleikarnir
hava - vi ymiskum grund-
gevingum - verið varnir at
lata upp fyri møguleik-
anum at býta inntgkur eftir
vild millum hjúnarfelagar.
- Fyri okkum hevur tað
verið avgerandi, at hetta
hevði gagnað håinntøkun-
um, sigur javnaðarting-
maðurin.
Hann vísir á, at ein stjóri
hevði t.d. kunna flutt
helvtina av eini hálvari
millión yvir á heima-
gangandi konuna, so iey
vórðu skattað av 250.000
krónum hvert. Tey høvdu
fingið munandi meira
burturúr hesum møguleika
enn tvey, ið noyddust at
arbeiða á flakavirki, og
forvunnu t.d. 100.000 og
200.000 krónur.
Má bera til
Vilhelm Johannesen sigur,
at hinvegin kann tað ikki
vera rímiligt, at hjúnar-
felagar, sum í roynd og
veru gera eitt arbeiðið -
t.d. bóndakonur - íkki
kunnu inntgkufgra tað.
- Fortreytin má vera, at
arbeiði veruliga er gjørt,
og eg eri samdur við Petur
í Uttastovu í, at ber íað til
at hava eftirlit við tí í Dan-
mark, so eigur tað eisini at
bera til í Føroyum, sigur
formaðurin í skattanevnd
løgtingsins.
Donsku skattareglurnar
geva møguleika fyri at seta
'medhjælpende ægtefælle'
fyri upp til 130.000 krónur
å sjålvuppgåvuni; hetta er
treytad av, at eitt samsvar-
andi arbeidsavrik liggur til
grund.
ówh
- Bæði politisk ivamál og umsitingarligir trupulleikar
hanga uppivið inntóku-yvirflyting millum samstarvandi
hjún, men tað má vera rímiligt, at tey, sum í roynd og
veru gera eitt arbeiði, eisini sleppa at inntøkuføra tað
sjálvi, sigur Vilhelm Johannesen
Óneyðugt at kommunurnar líkna
Spill av tíð
og peningi
- sigur Heini O. Heinesen, bygdaráðs-
formaður í Kunoyar Kommunu. Í fleiri
ár hevur hann ikki mótt, tá Líkningar-
ráðið hevur boðsent honum
Tá rættarmálið um kvinnu-
liga festaran í Kunoy var
fyri í Føroya Rætti, kom
tað fram, at bygdaráðið í
Kunoy ikki metir upp á
deildini hjá Líkningarráð-
num í Klaksvík at líkna.
Tískil noyðist Líkningar-
ráðið at brúka sína heimild
at gera hesa uppgávuna
fyri kommununa; hetta er
eindømi, burtursæð frá
Tórshavnar kommunu, ið
hevur sína egnu líkningar-
deild.
Meiningsleyst
Heini O. Heinesen, bygd-
aráðsformaður í Kunoy,
sigur, at hóast lógin greitt
sigur, at líkningarmyndug-
leikin er hjá kommununi,
so er tað meiningsleyst at
brúka tíð uppá tað.
- Alt er á teldu í dag, og
nógv Størsti parturin er A-
skattur, so tað hevði verið
tíðar- og peningaspilla at
farið manssterkir til Klaks-
víkar, sigur bygdaráðs-
formaðurin.
lokala, men...
Hann heldur, at heilt 6-
neyðugt verður tað, tá
Líkningarráðið heldur ikki
hevur álit á bygdaráðnum,
tá tað gevur upplýsingar
um serlig lokal viðurskifti;
hann vísir í hesum føri til,
at Líkningarráðið ikki tók
upplýsingarnar frá komm-
ununi um Maluna Wilhelm
fyri góðar vørur.
Heini O. Heinesen er
sannførdur um, at Líkning-
arráðið í hesum føri hevur
gjørt eitt greitt brot á ST-
samtyktina, ið sigur, at
munur ikki skal gerast á
fólki orsakað av kyni;
løgtingid hevur tikið undir
vi hesi samtyk.
. Misnýtsla
- Antin skulu vit als íkki
líkna og bara upplýst um
- Nú líkningarmyndug-
leikarnir í Havn eisini
vita betri enn vit, hvat
hendir heima í Kunoy, so
er eisini seinasta grund-
arlagið fyri komm-
unalum líkningarvirks-
emi dottið burtur, sigur
Heini O. Heinesen
serlig lokal vidurskifti, ella
skulu vit likna fult og heilt,
og so skuldu vit fingið
sjålvuppgåvurnar sendandi
ella sjálvir tikið tær inn,
sigur Heini O. Heinesen,
ið undirstrikar, at hann er
sera væl nøgdur við tað
+ veiði, sum Likningar-
ráðið ger.
Heini O. Heinesen er
kortini argur um, at Líkn-
ingarráðið sendir brøv til
skattaborgarar og undir-
skrivar tey vegna komm-
ununa. - Tað er als ikki
góðtakiligt og púra ólóg-
ligt, sigur Heini O. Heine-
sen.
ówh
Ársaðalfundur
Havnar
Arbeiðsmannafelag
lýsir til ársaðalfund í
Læraraskulahøllini
mikukveldið 4. dec., kl. 20.00
vid hesi dagsskrå:
Frågreiding frå farna åri.
. Val av tveimum nevndarlimum og
tveimum tiltakslimum.
. Val av grannskodara.
Légarbroyting.
. Ymist.
Nevndin
Lýsið í Sosialinum