Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 215 — 19. november 1991 sín. Dvorák Symfoni nr. 5 er kanska hon, ið føroyingar kenna best, og hon er eisini sera væl dámd av mongum. Framferslan hjá Feroya Symfoniorkestri knýtti óivað enn fleiri fólk at hes- um vekru tónum Dvo- ráks. Her lærdu vit orkestrið at kenna frá mongum síð- um. Dvorák ger nógv burtur úr samanspælinum millum teir ymsu bólkar- nar í orkestrinum. Træblásararnir eiga stóran lut í verkinum, og hesin bólkur hevur leingi verið ein av okkara drúgv- astu, og eisini hesaferð gleddi tann vakri træ- klangurin frá miðjuni. Samanspælið millum teir ymsu bólkarnar eydn- aðist væl, og tónarnir dansaðu frá ljóðferi til ljóðferi í tryggum gtevi. Tær mongu crescendoir- nar — frå einum eins- mallum ljóðferi til fult orkestur í fullari styrki — draga áhoyrararnar við sær. Javnvágin ímillum ymsu bólkarnar var góð — bæði í pianissimo og for- tissimo. Fall serliga fyri tí stillu largoini í eðrum satsi. Kári Bæk spældi ómeta- liga vakurt upp á eing- ilska-horn sítt. Tað vakra stilla lagið legði allar áhoyrararnar í leinkjur. Tú aftraði teg við at anda, tá stilla pizzikatoið frá bassunum spákaði so fridarliga undir ti sorg- blíða lagnum. Kári hevur ein hita í sín- um tóna, sum mangir snidlingar munnu øvunda honum. 3. og 4. satsur fáa altíð áhoyrararnar at vakna, gleðast og undrast. Symfoniorkestrið end- aði allegro con fuoco og áhoyrararnir livdu við til seinasta tóna. Martin Mouritsen stjórnaði trygt og kenslu- borið, og hann hevði gott tak á tónleiki og tónleikar- um. Kundið hugsað mær eitt sindur meira av »eldi« viðhvert, men her hevur hver einstakur sjálvandi sína hugsan. Føroya Symfoniorkest- ur er í menning. Vit gleð- ast um framgongdina fyri hverja einastu konsert. Lat okkum geva hesum monnum og kvinnum meguleika at menna henda tónlistarliga stolt- leika okkara — eisini framyvir. Vit oysa pening í eitt »prestisjuprojekt« fyri og annað eftir, men tónleikur er altíð kostnaðarmikil? Kortini kostar eitt sym- foniorkestur bert fáar metrar av tunnli! Okkum tervar eitt »landsliå«, sum okkara ungu evnaríku tónleikarar kunnu spæla seg inn á, annars missa vit hetta ríkidemi okkara av landin- um. Og tá verður bert fremmandur tónleikur at hoyra úr bilradiolurtunum í undirsjóvartunnlinum ! Ein rík leta í Norður- landahúsinum. Kári Bæk við sínum eingilska-horni — og Norðurlandahúsið heldur andanum Martin Mouritsen og Jens Chr. Guttesen djúpt inni í tóna- heiminum mr uger 4 £ ; + x på