Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 1991síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 22 Óli P í Feroyahúsi í Keypmannahavn Hosdagin 21. november letur upp forvitnislig listaframsýning í Foroyahúsinum í Keypmannahavn. Á framsýningini eru tekningar hjá Ola Petersen, sum hava staðið á baksíðuni í Tíðindablaðnum Sosialinum hetta seinasta árið. Tað er Føroyska Listafelagið í Danmark, sum stílar fyri framsýningini. Fernisering er hósdagin frá klokkan 17 til 19. Framsýningin er opin til nakað inn í desember mánað. Nr. 215 — 19. november 1991 Framhald av síðu 21 háttvirdi tingmaður Tord- ur Niclasen, m.a., at verð- ur hugt at upphæddini, ið goldin er eftir forsorgar- lógini, so gevur hetta okk- um eina ábending av hvussu álvarslig arbeiðs- loysissteðan í landi okk- ara er. Eisini nevnir hann talið á teimum,-ið hava fingið arbeiðsloysisstuðul yvir forsorgarlógina fyri alt árið 1990 og talið fyri fyrra hálvár 1991. Seinni í viðmerkingunum sigur hann, at tað skal loysa seg at arbeiða, og er tað tí burturvið, at milliónaupp- hæddir verða játtaðar yvir forsorgarlógina til ar- beiðsloysisstuðul. Heldur átti peningur at verðið nýttur til arbeiðsskapandi endamál. Víðari sigur háttvirdi tingmaður, Tordur Nicla- sen, at arbeiðsloysistrygg- ing er ikki loysnin uppá arbeiðsloysið. Tí eiga nú neyðug stig frá almennari síðu at verða tikin til tess at skapa fortreytir hjá ar- beiðsleysum fyri aftur at koma í arbeiði. Sjálvsagt skal tað loysa seg at arbeiða og sjálv- sagt er arbeiðsloysis- tryggingin ikki nekur loysn uppá arbeiðsloysið. Tað stendur einum og hverjum púra greitt. Hinvegin, so veit upp- skotsstillarin, at lands- stýrið arbeiðir við hesum málunum, júst við tí fyri eyga at fáa tann stuðul, sum nú verður veittur ar- beiðsleysum eftir forsorg- arlógini, burtur. Her skal fyri tað fyrsta ein lógarbroyting til í forsorgarlógini, eins og ar- beiðsávísingin má fáast at virka. Fyrst tá er meguleikin til staðar fyri at seta í verk arbeiðsskapandi til- tek í tann mun sum upp- skotsstillarin helst ímynd- ar sær. Tá fæst eisini greiða á hvussu stórt arbeiðsloysið veruliga er í mun til í dag, har metingarnar eru ym- iskar um hesi viðurskifti. Eitt, sum hevði verið við til at givið meiri ar- beiði innan fiskivinnuna, var um virksemið, sum okkara flakatrolarar hava medvirkað til í Bretlandi, kundi verðið flutt til Fer- oya. Fyri 22 árum síðani ognaðu servingar sær ein stásiligan trolara, sum fyri nøkrum árum síðani varð útskiftur við eitt ikki minni stásiligt far. Leys- liga mett hava hesir báðir trolararnir uppskipad í Bretlandi eini 30.000 tons av kanska tí besta flakin- um, sum yvirhevur hevur kunnað fingist í Norðurat- lantshavi. Eitt virði upp á kanska 500 mill. kr., sum hevur havt ómetaliga nógv at siga fyri Servágs komm- unu eisini, landskassan og ikki minst teir, ið hava mannað Vesturvón. Men hvat hevdu hesi 30.000 tonsini ikki givið til landsbúskapin, um hetta fyrsta floks flakið hevði kunnað verið góðsk- að her heima ístaðin fyri í Bretlandi. Í hesum sambandi er tað gleðiligt at hoyra, at okkara fiskasela kannar meguleikarnar at flyta virksemið heim til Feroy- ar. Vónandi fer hetta at gerast veruleiki, soleiðis at vit og ikki bretar fáa ágóðan av tí virðismikla fongi, okkara trolarar fáa. Fyritreytin er sjálvandi, at manningin ikki verður fyri vanbýti, um veiðan skal leggjast upp í Feroy- um. Sum sagt, so er tað posi- tivt, at partar av andsteð- uni koma við hugskotum um hvussu vit skjótast kunnu seta tiltek í verk, sum kunnu taka broddin av einum fyri okkum ó- kendum fyribrigdi sein- astu nógvu árini, nevni- liga arbeiðsloysið. Til seinast í viðmerking- unum sigur uppskotsstill- arin,a t arbeiðsloysið er ein stór avbjóðing til politikararnar og er tað tí umráðandi, at bæði sam- gonga og andsteða standa saman og fáa loyst henda trupulleika, sum rakt hev- ur so dygt manga familju kring landið. Tað gevi eg uppskotsstillaranum full- komiliga rætt í. Hinvegin hevði tað verið ynskiligt, at andstaðan kom við meira itøkiligum uppskot- um til fyribyrging av ar- beiðsloysinum. Frank Davidsen Svartakálk ella Svartahálka — So ymiskt siga tey. Men óráð eru at fara á Oyggjarvegin í slíkum veðri. — Gistið tí heldur trygt og bíliga, meðan hálka er! TILHALDSHÚSIÐ SKANSIN Jekaragøta 8 tif. 122 42 Tórshavn Nýggjur handil í Havn N: sgja Hondarbeidsbud- in <ftur latið upp i Havn. Tzian er um sama handil- at borið til, tí, sum hon sigur, hava vit í Havn ongar hondarbeiðshandlar in. sum fyri nøkrum árum burturav. hóast góðar síð n helt til i Sverrisgøtu handlar til binding og Í avn, men sum seinni seyming, og so er tað i til Rituvíkar. Eftir stuttligt eisini. at :ava verið afturlatin í Hverjar víðari ætlanir eir: tíð, er tað Gisley D. = eru vid handlinum, fáa vit Bede, sum hevur tikið einki heilt a gjørt svar st» til at lata handilin uppå, men skilja so mikid, upp aftur i kjallaranum í at handilin, tå frá er liðið, D: Jakobsensgøtu í ætlar sær undir foroyska Havn. klædnaframleiðslu í små- V oruúrvalið verður um. mestsum tað sama, havn- arfólk kendu frá handlin- um í Sverrisgetu, tó við onkrum nýggjum afturat. Hóast tíðirnar ikki eru D tær bestu til at fara undir handilsvirksemi, so held- ur Gisleyg, at við ikki at seta nesina upp eftir tí heilt stóra, men at leggja seg eftir verum, aðrir handlar ikki hava, átti tað Opið er mánadag til fríggjadag frá kl. 13-17.30 og leygardag frá kl. 9—12.