Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 1991síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 215 — 19. november 1991 Frank Davidsen, tingmaður: Økid sam- | vinnuna -Vit eiga eisini at leita eftir samvinnu- móguleikum uttanfyri EF. Eitt nú fyri at kunna loysa spurningin við triðjalands- fiskinum. Her kann økt samvinna við Japan gerast sera hent segði Frank Davidsen, framsøgumadur javnaðar- floksins, tå eitt uppskot frå Tordi Niclas- sen um arbeidsskapandi tiltøk sum fyri- byrjga arbeiðsloysi var til viðgerðar á tingi. Frank Davidsen segði m.a. Tað segðist, at orsekin til seinasta samgonguslit var ein reguleringskonto uppá 12—13 mill. kr. Fólk vóru tá ikki sert er- kymlað, at ein konto til at seta ávís arbeiði í gongd skuldi kunna fella eina so talsterka samgongu. Øll vita vit, at eitt sam- felag, har ikki arbeiði er til allar vinnuførar hendur, hevur við sær stórar av- leiðingar, sjálvandi fyrst og fremst fyri tey fólk, tað rakar. Eisini kemur tað orsak- að hesum ein viss stagna- tion í samfelagið. Eitt ávíst arbeiðsloysið hevur altíð verið her á landi, bæði innan okkara hev- uðsvinnu eins og í byggi- vinnuni. Ella sagt upp á ein ann- an máta, so hevur summ- ar tíðir av árinum verið ar- beiði hvenn dag í viku, eins og arbeitt hevur verið út á kveldið, meðan aðrar tíðir av árinum hevur ver- ið heldur lakari, soleiðis at arbeitt bert hevur verið part av vikuni. Tað var tann tíð, tá fólk kundu liva við hesum, ja, sjálvt um bert annar hjúnafelagin var í vinnu, var meguligt at lívbjarga sær til matna og bústað. Nú skal ein ikki stara seg blindan og bert geva bankunum ábyrgdina. Men ein sannroynd er tað, at tá bankarnir fóru undir at fera ein órealistiskan útlánspolitikk, tá tóku teir samstundis grundar- lagið undan eini aldar- gamlari traditión hjá fer- cyinginum, hetta at kunna svara hverjum sítt. At eiga egin hús hevur eisini altíð verið eitt sereyðkenni fyri føroying- in. Men við at játta lán, heilt upp í 1—1,5 mill. kr., soleiðis at fólk skuldu gjalda ímillum 10 og 20.000,- kr. um mánaðin fyri at svara sínar skyld- ur, tað átti ein og hver bankastjóri við ábyrgd at gjørt sær greitt, at fylgj- urnar av hesum vitleysa lánipolitikki var fíggjarlig ruin hjá hesum lentakar- um. Afturat hesum hevði tað við sær ein óhugnalig- an prísvekstur, so allur okkara byggisektorur fór út at koyra. Tá ið avtornaði stóð lán- takari, sum ikki einaferð, sum svartiper. Húsini, sum tey høvdu ognað sær, vórðu seld við peningamissi upp á fleiri hundrað túsund krónur. Sjálvsagt er tað tí burt- urvið at hesi somu fólk aftan á hetta við navni skulu heingjast út í blød- unum, tí taki eg fult og heilt undir við tí uppskot- inum hjá háttvirda ting- manni Tordi Niclasen, um at broyta hesa manna- gongd í samband við al- mannakunngerðing av tvingsilsselum. Tað uppskotið er eisini til viðgerðar her í dag og orsekin til at eg nevni tað júst nú, er at hesi bæði uppskot hava samband við hvert annað, óbein- leiðis. Fyri at koma aftur til uppskot nr. 15/1991, ar- beiðsskapandi tiltøk sum fyribyrgjan av arbeiðs- loysi, so er tað gott og positivt, at andsteðan ella partar av henni, koma við uppskotum, sum kunnu gera sítt til, at arbeiðs- loysið fær eina so breiða viðgerð á legtingi sum gjørligt er. Meðan háttvirdi ting- maður Tordur Niclasen eftir míni meting higartil hevur fert ein positivan andsteðupolitikk, soleiðis at skilja at hann til tíðir hevur verið atfinningar- samur, men hinvegin eis- ini hevur verið positivur til fleiri av teimum mál- um, sum samgongan hev- ur lagt fram, so er restin av andsteðuni bert komin við atfinningum um tey arbeiðsskapandi tiltek, sum samgongan hevur sett í verk, uttan at koma við nekrum ítekiligum ætlanum sjálv. Fyrst og fremst mugu arbeiðspláss fáast til vega innan okkara primer- vinnu. Og her er góðsking av okkara fiskaverum ein fyritreyt fyri hesum. Her er skjetil settur á, og vísa fyrstu royndirnar, at tað ber til, at meirvið- gera okkara ráveru, so at vit við einum miðvísum arbeiði verða ferir fyri at hækka okkara útflutn- ingsvirði munandi, sum so aftur gevur fleiri arbeiðs- tímar á okkara flakavirkj- um. Nógv minkandi tilfeingi í havi okkara hevur gjert at minni fiskur kemur upp á land, tað er sjálvsagt. Fyri at beta um hetta hevur samgongan stuðlað, soleiðis at ca. 6000 tons av frystum fiski eru innflutt til virkingar á okkara flakavirkjum. Nógv minkandi tilfeingi í havi okkara hevur gjørt at minni fiskur kemur upp á land, tað er sjálvsagt. Fyri at beta um hetta hevur samgongan stuðlað, soleiðis at ca. 6000 tons av frystum fiski eru innflutt til virkingar á okkara flakavirkjum. Hetta er eitt gott í- skoyti hjá okkara flaka- virkjum, eins og hjá teim- um, sum starvast har. Innan skipasmíð hevur landsstýrið saman við trygging og bankum fing- ið í lag eina skipan, sum tryggjar at skipini verða liðugtgjerd. Gongst sum væntað kemur henda vinna at geva fleiri fólkum arbeiði um ikki so langa tíð. Stersti andsteðuflokkur á løgtingi í dag eins og tað málgagn, hann nýtir til at bera fram síni sjónarmið, tykist at halda fram við sínum svartskygnispoli- tikki: EF-avtalan, triðja- landsfiskur og annars øll tiltøk samgongunnar verða skird ónýtilig av hesum flokki. Ein hevði vónað, at flokkurin, sum sleit seinastu samgongu uppá eina regulerings- konto nú, fór at reka ein meira konstruktivan poli- tikk, nú hann situr í and- steðu. Men ístaðin fyri at líta frameftir, so dámar hes- um flokki best at virka í fortíðini. Tað er ein sannroynd, at keypsprísurin, sum vit geva fyri Alaska-fiskin í dag, er ov hegur. Men tá ið ein hoyrir, at sami fisk- ur verður avreiddur í Alaska fyri 4 pris av tí, vit lata fyri hann, so sigur tað mær so mikið, at meguleikin fyri at fingið ein meira realistiskan prís skuldi verið góður. Royndirnar vísa, at úr- tekan er vorðin betri og betri aftan á at menn so við og við hava dugað betur at tiðna fiskin upp. At pessimistarnir royna at mála alt svart og pá- standa harafturat at eing- in meguleiki er fyri at selja hesi Alaska-tonsini uttan fyri EF, haldi eg vera burturvið. Tað, sum eg haldi vera avgerandi, er at keyps- prísurin kemur niður á eitt steði, sum ger at virk- ini fáa eitt avlop fyri at til- virka fiskin. Eru vit hin- vegin ikki ferir fyri at selja hesi tonsini víðari uttan um EF, so vil eg gera vart við ígjegnum formannin sjálvandi, at vit hava havt legtingsmál Síða 21 nr. 22/1991 til viðgerðar, tað snúði seg um japanska fiskiveiðu undir Føroyum. Japan er, sum vit øll vita, ein risa-fiskivinnu- tjóð og fiska japanararnir á ellum heimsins hevum. Hóast hetta, so nekta teir ikki tervin á heimamarkn- aðinum. Hvat hevði verið meira natúrligt enn at tengt okkara triðjalandstrupul- leikar upp í hesa sam- vinnu við Japan. Tí vil eg her nýta hevið til igjøgnum formannin at heita á landsstýrið og marknadarnevndina um at taka hetta til eftirtekt- ar, um hetta ikki longu er gjørt. Viðvíkjandi rækjum frá triðjalondum er steðan sjálvandi tann sama, sum vit ell vita. Eisini her hev- ur Japan ein stóran marknað. Fyri okkara flakavirki og tey, ið starv- ast har, er óneyðugt at siga hvenn týdning tað hevur at vit upp á árs- basis kundu innflutt 15— 20.000 tons av frystum fiski til virkingar her á landi. Annars er tað gleðiligt og sera positivt í hesum degum at hoyra um tiltak- ið hjá kvinnunum, sum hava eina rúgvu av hug- skotum til at seta á stovn ein heimamarknað, soleið- is at ávísar verur verða framleiddar í Feroyum í- staðin fyri at verða inn- fluttar. Navnið á felagnum, sum hesar kvinnur hava stovn- að, er Birta. Eitt sera rám- andi navn, sum stendur í kontrast til tað svart- skygni, ið hevur valdað her á landi. Eitt svart- skygni, sum einstakir flokkar nærum hava tikið patent uppá. Í viðmerkingunum til uppskotið til samtyktar, sigur uppskotsstillarin, Framhald á síðu 21