Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. november 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Samband og afturhald IKKI kann sigast, at oddaflokkurin í andstæðu, sambandið, hevur gjørt nógv um seg, síðani løgtingsvalid. Hóast flokkurin gjøgnum blad sitt Dimmalætting hevur møguleika at fáa samband við nærum allar føroy- ingar, so má sigast, at her er lítið av nýggjum, ja rætt og slætt, lítið fyri ikki at siga einki politiskt veiggj er í flokkinum, nú hann annars hevur eina sera stóra og týdningarmikla á- byrgd, nevniliga hana at standa á odda fyri andstøduni á tingi. NÚ er tað eisini so, at aðrir stórir flokkar í andstødu enn sambands- flokkurin hava gjørt lítið og einki um seg, ella sum onkur vildi vera vid, at teir høvdu bara snorksovið og raknaðu ikki við aftur fyrr enn tað varð purrað út til val. Men tað nyttar so ikki hjá sambandinum at vísa til, hvussu aðrir hava verið, nú hesin flokkurin hevur fingið litið upp í hendi uppgávuna at standa á odda fyri andstøduni. SPURNINGURIN er í dag: hvat hev- ur hesin størsti andstøduflokkurin at siga Føroya fólki! Hvønn politikk hevur hann at visa å og hvussu skal samfelagid rekast og styrast kom- Åby. gdarbiadstjori. Jan Miuiler Fyritaksstjåri: Krisjan Dahl Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov andi årini — inn i næstu øld! Lita vit nú at hesum flokki, sum einaferð átti nógv sterri veljaraskara aftan- fyri seg. so síggja vit, at hann bara er ímóti. Politiska tilverugrundarlag floksins er rætt og slætt at vera í- móti allari menning, rætt og slætt í- móti øllum. Alt skal vera við tað gamla. Best man vera sum er. SAMBANDSFLOKKURIN er ímóti, at føroyingar fáa avgerðarrættin til undirgrundina. Flokkurin er ímóti eini fríhandilsavtalu við EF, hann er ímóti at fremja åbøtur á Heima- stýrislógina, flokkurin er ímóti broytingum í rúsdrekkalógini, hann er ímóti rætt og slætt gllum, sum ber brá av menning og tíðarhósk- andi broytingum í samfelagnum. OG hetta var flokkurin, sum bjóðaði seg fram at fara í landsstýrið eftir síðsta val. Tó við tí treyt, at tað skuldi rekast borgarligur sam- bandspolitikkur í landsstýrinum. Ikki kann sigast annað enn, at flokkurin væl og virðiliga hevur varðveitt útilokingarpolitikk fyrr- verandi formansins, sum var meist- ari i at seta kilar í hjá ðrum flokk- um. Spell at flokkurin ikki hevur lært av hesum mistøkum, sum jú eisini hava verið orsøkin til, at sam- bandsflokkurin hevur sett seg sjálv- an uttan fyri ávirkan í mong ár. NN Aeg yt, Bladfélk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Utgevari: P/f Sosialurin Bústaður: Uppseting: P/f Sosialurin Prent: Pif Pressan 1981 Teleton: NU flokkurin fekk nyggja leidslu og nå hann fekk lutvist nyggja og yngri manning, eitt nå i høvuds- staðnum, hevði ein væntad nakað av einum fornýggilsi, ja, ein meira »medgjørligan« flokk, ein flokk, sum ikki bara endurtók gomlu sam- bandsramsuna um at vera ímóti øll- um, ein flokk, sum tordi at taka á seg ábyrgd saman við øðrum flokk- um — uttan at tvinga teir at skula reka bara sambandspolitikk. ER hetta tað sum „nýggjar sam- bandið við Lisbeth Petersen, Ed- mund Joensen og ødrum hevur at bjóða uppá, so verður tað seinur dagur, at sambandið kemur út aftur í Tinganes. Alt tykkara prát um at fáa búskapin aftur í rætt lag er upp á sítt pláss, men verður tað fram- vegis ein treyt, at ongin menning skal vera í samfelagnum so ella so, tá setir sambandið seg sjálvt uttan fyri alla ávirkan. Neyvan verður tað við javnaðarflokkinum, at sam- bandið eftir eitt komandi val fer út í Tinganes, um so er, at afturhaldið og »at vera ímóti mentaliteturin« framvegis kemur at vera skjaldrar- merki floksins. So skal sambandið inn aftur í hitan, eigur tað longu nú at leggja seg eftir at »fornyggja« seg. Eingin veit nevniliga í dag at siga, hvussu ein komandi sam- gonga eftir enn eitt løgtingsval fer Argjavegur 26 Postadresss: Postsmoga 76 Argir 110 Tórshavn 11820 Telefax: 14720 at síggja út. HÓAST sitandi landsstýri bert hev- ur eitt ár á baki, so er neyvan hugs- andi, at tað fer at eydnast enn eina- ferð at skipa landsstýri bara við tveimum flokkum. Og tá fer sam- bandið at hava javnbjóðis møgu- leika við aðrar flokkar at koma sær út í Tinganes. Men treytin — sum helst allir flokkar á tingi í dag seta — fyri at taka sambandið upp í part — er og má vera, at flokkurin slepp- ur sínum afturhaldspolitikki. So hini »gomlu« — fremjið átrokandi for- nýggilsið, sum flokkurin hevur so nógv brúk fyri. Fyri tykkara egnu skyld — og hvgr veit — kanska landsins eisini. Tað er ofta gott við nýggjum fólkum — men lítið nyttar tað at fáa nýggjar og yngri kreftir inn á ting, um ein stórur partur av hesum bara halda fram við at reka tann gamla afturhaldspolitikkin. Feskasta dømid um hetta var út- talilsið hjá sambandstingkvinnuni í Havn um átrokandi broytingarnar í rúsdrekkalógini, sum hon var so nógv ímóti. Ov ússaligt av størsta andstøduflokkinum og nýggja »andliti« floksins. arbeiðinum hjá Folke- kirkens Nødhjælp og tey fólk í fólkakirkjuni, sum standa fyri umrødda arbeiði, her uppi í eisini nógvir føroyingar. Í oddagrein blaðsins næstseinasta mánadag roynir hesin fanatiski gsarin og haturskveikjarin at tveita "Folkekirkens Nødhjælp” og fólk, sum stuðlað hava henda felagsskap, í tann kommunistiska køstin. "I kjalarvørri Fólka- kirkjunnar svamblar nú eisini ein fjøld av "væl- gerðarum" (fyri almenn- a løn) Hesi "blóðandi hjørtu” eru leivdirnar frá 68-ættarliðnum, í panikkaldri og langt síð- an stirvnað. Teirra "trågv" er verdslig. Andaliga liggja tey nærri Fidel Castro og Arafat enn Grundvig og Kirkegaard. Eru yvir- Dagblaðið og fólkakirkjan Nú Dagblaðið hevur mist sína høvuds fígginda- mynd, kommunistisku stýrini eystanfyri (sum so logið tað ljóðar hava hild- ið "lív" í júst Dagblaðn- um) so er viðgongdi høgr- apolitiski ideologur tess farin at leita eftir nýggjum fíggindamyndum. Hann skal jú hava hava okkurt at liva - æna av - okkurt at hava sínar hatursskendu hugsjónir í. Nú hann eina tíð í hvussu er hevur fingið kjaftband bundið fyri, tá tað snýr seg sam- gongufelagar sínar i Før- oyum, so leitar hann gar- villur kring seg fyri at finna aðrar fíggindamynd- ir. Og í farnu viku hevur tað eydnast honum at fáa eyga á eina slíka. Hon er partur av donsku fólka- kirkjuni, nevniliga "Folk- hålad i høgru av frælsis- ekirkens Nødhjælp.” I ti gongdini i sosialistisku sum nærmast líkist kóstalondunum" hundagði tveitir hesin Politiski ritstjórin fyrrverandi stavnamaðurin = heldur fram við at eina lortabyttuna fyri og aðra eftir niður yvir tey fólk, sum hava stuðlað spræna eitur sítt út og letur tað nú raka tey fólkini, sum hava tikið » + stig til at endurstovna fylking móti EF, fylking móti Vágatunlinum og skipa fyri innsavning til Norrønt Dagsverk osfr. Hann endar við at skriva, at Folkekirkens Nødhjælp er líka fúgv- andi rotin sum rovini á Bresjnev. Ikki eiti á samanbering. Hetta er maðurin, sum dittar sær at lata seg av- mynda í blødunum, har hann við foldaðum hond- um luttekur á samfelags- stevnum við tí eina fyri eygað at geva fólki ta fatan, at hann er Guds- maður. Skriving hansara og henda niðurgerðing av "Folkekirkens Nødhjælp” visir okkum, at her hava vit ikki vid ein Guds- mann at gera, hvørki so ella so. Og tad kann so heldur ikki vera nøkur g60 reklama fyri eina trúðarsamkoma kirkju, ella líknandi at hava henda hatursfugl millum síni. Hvørki okkara trúðar- samkomar ella fólkakirkj- an hava brúk fyri fólki, sum bara liva við eittans endamåli: nevniliga at såa hatur og ótta millum fólk. Hesi fólk, sum Óli Breckmann roynir at brúka í síni propaganda- herferð móti gørvísi hugs- andi áttu at lísið slíka oddagrein sum hesa í Dagblaðnum, har Fólke- kirkens Nødhjælp verður samanborin vid rotnu rovini å Bresjnev. Vit eiga øll at spyrja okkum sjålvi: hvør er og hvat ætlar hesin madurin! Hvi roynir hann alla tíðina at såa split og hatur, hví eru svørt í Sudurafrika at sammeta við ómenniskju, hví eru allir arabarar drumbar, lortar og tað verri er osfr. Hvat er tað fyri eitt menniskja vit hava millum okkum, sum bara dyrkar tað ekstrema, sum bara vil gera kluftina millum menniskju enn størri! Vita tit ikki, hvør hann er og hvat hann stendur fyri, lesið tá oddagreinir hansara í Dagblaðnum. Føroyingar hava hvorki brúk fyri honum ella hansara ekstrema høgrapolitikki. Hvor eigur fiskin? Útvarpið skuldi í gjár hava rættiliga áhuga- verda sending undir heitinum: "Fiskikvotur". Hetta verður so møgu- liga eisini evnið, sum Fimmarin fer at taka upp í dag. Tað er greitt, at hesin spurningurin gerst alt meira relevantur fyri okkum føroyingar eisini. Vit vita, at spurningurin leingi hevur verið umrøddur í okkara grannalondum, og har hava teir skipanir við fiskikvotum. Spurningurin er serliga vorðin aktuellur her heima, nú vit hava gjørt sáttmála við EF og tað harvið fer at loysa seg betur at fara av land- inum við feskum fiski. Men hetta kann hava álvarsligar avleiðingar fyri okkara fiskavirki. Nú í seinastuni hevur málið fingið serligan aktualitet í sambandi við kvotuna hjá Nénhamri. Hvgr eigur egentliga fiskin undir Føroyum og tær kvotur við hava í fremmandum sjógvi! Hetta er ein góður spurningur, og neyvan er ætt at finna nakad einfalt svar annad enn tað, at tad eru vit øll, sum eiga fiskin. Men spurningurin er ni, hvussu verður við býtinum av fiskinum, nú minni er til og nú landið skal gera upp, hvussu nógv skal kunna landast í útlandinum og hvussu nógv skal geva arbeiði her heima. Vónandi fáa vit tvær åhugaverdar sendingar í útvarpinum, sum kunnu vera gott grundarlag undir einum framhaldandi orðaskifti í fjølmidlunum og á tingi um hesar spurningar.