mikudagur 20. november 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 216 — 20. november 1991
tíðindablaðið
Madagaska
Føroyskir ungdómar kunnu sleppa við á eina spennandi
námsferð til Madagaskar, stóru tropuoynna í Indiska
Havinum. Farið verður í julimánað komandi summar
Sonja Klein, blaðkvinna á
Dimmalætting verður
ferðaleiðari á eini náms-
ferð fyri ung sum skulu
vitja Madagaskar komandi
summar.
Tað er DMS missi-
ónsfelagið, ið skipar fyri
ferðini, sum verður frá 12
juli til 4 august. Luttak-
ararnir fáa møguleikan i
tríggjar vikur at ferðast í
frumskóginum millum
alskyns villini djór og
lokala fólkið.
Ferðin er fyri sjey
føroyingar og sjey danir,
tveir ferðaleiðarar verða
við, Sonja, sum er før-
oyingur og so ein dani.
Fólk kunnu melda seg til
ferðina við at ringja til
Sonju á Dimmalætting.
DMS hevur havt
missiónsvirksemi á Mada-
gaskar síðan seinast í
sjeytjárunum og teirra ar-
beiði hevur verið frukta-
gott, sigst.
--Ætlanin við ferðini
er sjálvandi at læra um
madagasku mentanina, um
kirkjulívið har og í hesum
sambandi serliga um ar:
beiðið, sum verður gjørt
millum børnini og tey
ungu, sigur Sonja Klein.
--Eitt annað er, at við
at meta eini heilt aðrari
mentan, har kristindóm-
urin alíkavæl er í stórum
vøkstri, tá lærir tann
ferðandi at brúka hesar
upplivingar sum íblástur í
tí arbeiðinum , hann
hevur her heima á landi,
sigur hon.
--At síggja týdningar-
mikla arbeiðið, ríkar ein
sjálvan, hetta kann vekja
áhuga fyri tí umráðandi og
neyðuga arbeiði, sum
missiónsarbeiði er, sigur
Sonja Klein.
Tel Aviv
Á ferðini verður
millumlent í Tel Aviv og
feðalagið sleppur at
hyggja seg um har í ein
dag. Síðan heldur leiðin
fram til Atananarovi, høv-
Síða 3
uðsstaðin á Madagaskar.
Fyrstu vikuna verður
vitjað í sunnara partinum
av oynni i høvudsstad-
num og byunum har å
leið, stovnarnir hjá
kirkjuni. t.d. blinda og
deyvaskúlan.
--Tað er bert ein blinda
og deyvaskúli ul øll tey
10 mió. fólkini, sum
búgva á oynni.
Eisini verður vitjað á
eini kristnari legu, kallað
"tobi" á madagaskiskum
máli.
Seinni parturin av
ferðini gongur fyri seg á
norðara partinum av oynni
í frumskóginum, har siglt
verður á stórum áum í
træbulabátum.
Maturin á Madagaskar
er fjølbroyttur, men
høvudsinnihaldi er ris.
Rís verður etið saman við
øllum.
jústinus
Ísland út úr IWC
Fleiri avdukingar
um Greenpeace
„ band
Seinastu avdúkingarnar
um ivasama arbeiðsháttin
hjá Greenpeace í amerik-
onskum og europæisk
um blødum hevur fingið
íslendska fiskimálaráð-
harran, Tórstein Palsson,
at boða frá, at tað er
týdningarmikið at íslend-
ingar taka hvalaveiðuna
uppaftur skjótast gjørligt.
Stóri spurningurin í
Íslandi í dag er um landið
fer at melda seg burturúr
altjóða
hvalaveiðunevndini IWC.
Um Greenpeace fer at
afturvísa tí sum er komið
fram í amerikanska blað-
num"Forbes" og týska
blaðnum "Der Spiegel" so
fær felagsskapurin trupu-
leikar. Samrødurnar vid
fyrrverandi Greenpeace-
leidarar, sum førdu til av-
dukingarnar, eru festar å
Men tad er islendski
filmsmadurin Magnus
Gudmundsson vid sinum
neyva arbeiði, íð hevur
æruna av, at stóru út-
lendsku fjølmiðlarnir hava
fingið áhuga fyri arbeið-
inum hjá Greenpeace.
Vælvitandi keldur siga
við norska blaðið Fisk-
aren, at tær halda, at keld-
an hjá "Forbes", Frede-
ricio Placio, hevur krógv-
að seg. Roknað verður
við, at Greenpeace fer at
flyta runt teir ymisku
grunnarnar, fyri at bjarga
fíggjarligu leivdunum av
tí grøna veldinum.
Greenpeace verður
skuldsett fyri, gjøgnum
dótturfelagið "Sea Life
Resources Institute" at
hava bjóða smáum lond-
um pening fyri at fáa tey
at melda seg uppí IWV,
altjóða hvalaveiðufelags-
skapin og har atkvøda
ímóti allari hvalaveiðu.
Stéridnadur
Greenpeace umboðs-
maðurin í Noregi Jean
Herlofsen segði í seinastu
viku til Fiskaren, at
"Forbes" er eitt blað, sum
tænir stórídnaðinum í
USA og blaðnum dámar
ikki, at Greenpeace arbeið-
ir móti ídnaðardálkingini í
USA.
Men ein amerikansk
kelda sigur við Fiskaren,
at amerikanski stórídnað-
urin fyrr hevur latið stórar
upphæddir til kampagnu-
grunnamar hjá umhvørvis-
verndarfelagsskapinum.
Byrjanin av endanum
Greinarnar i "Der
Spiegel" og "Forbes"
kunnu gerast byrjanin til
endan hjá Greenpeace. Tá
felagskapurin kemur í
ringt orð, so ríkur eisini
vinningurin.
Aðrar keldur greiða
Fiskaranum frá, at WWF,
heimsins náttúrugrunnur
eisini kann verða tikin við
í skrædlinum. Hesin fel-
agsskapur vinnur pening
við at adoptera súgdjór í
havinum kring Europa, á
sama hátt sum Inter-
national Wildlife Coali-
tion.
International Wildlife
Coalition nýtir somu
stytting sum IWC, altjóða
hvalaveiðunevndin, og
arbeiðir tætt saman við
Greenpeace í altjóða
hvalaveidunevndini.
At adoptera súgdjór í
havinum gevur nógvan
pening, og hetta varð víst
á í filminum hjá Magnus
Gudmundsson, "Survival
in thr High North"
Ein kendur rágevi fyri
hvalasøvn og fyri WWF í
hvalamálum, tann ameri-
kanski nåttårufrødingurin
Roger Pine hevur stovnað
sín egna felagsskap fyri
bjarging av hvalum.
Keldur hjá Fiskaranum
greiða frá, at startkapi-
talurin varð fíggjaður av
Greenpeace. Hendan iløga
verður skjótt vunnin
innaftur, tí hvalafriðing er
ein sera góð "forrætning"
Ein annar ráðgevi hjá
WWF, Sidney Holt situr í
altjóða
hvalaveidunevndini
fyri oyggjabólkin Seyche-
llurnar, har hann ikki
hevur statsborgarskap.
Hann býr í Italia eins og
David Mc Taggert,
fyrrverandi stýrisformaður
í Greenpeace og nú
heiðurspresidentur.
Sambært keldunum í
USA skal Placio hava
greitt "Forbes" frá at
Sidney Holt og David Mc
Taggert saman við stov-
nað "Sea Life Resources
Institute" og hetta hava
teir gjørt fyri Greenpeace.
jústinus