Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. november 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 216 — 20. november 1991 0) SOSÍdlUNn Síða 7 Svensson í skálanum Kári Svensson, listamaður, fyllir Listaskålan í hesum døgum við naturalistiskum og abstraktum myndum Smádrongurin Svensson, unglingin Svensson og tann búðni listamadurin Svensson, hetta er tað tú kann síggja i Listaskål- anum um vikuskiftið. Kári skipar fyri eini stórari framsýning við nógvum nýggjum máln- ingum. --Ein stóran part av hesum málningum havi eg gjørt seinasta árið, men í niðastu hæddini havi eg gamlar málningar heilt frá ungum árum, frá fyrst í sjeytiárunum, sigur Kári Svensson. Abstrakt Kári byrjaði við at mála naturalistiskar máln- ingar, men nú gerast teir alt meira abstraktir. --Framsýningin hesu- ferð ber boð um náttúruna. Eg havi roynt at gjørt náttúrulýsingar, eitt nú heystmyndir. --Mær dámar betri og betri at gera abstraktar myndir. Ikki tí, eg haldi at naturalistiskar myndir eru eisini góðar. Eg haldi eisini at tað er náttúrligt, at ein listamaður byrjar við naturalistiskum mynd- um, sigur hann. -Í dag hava litirnir alt at siga og fyri meg hevur tað stóran týdning, at myndin hongur saman. Hugskotini broytast Tá tú fært eitt hugskot til eina mynd, liggur so sama hugskotið í lidnu myndini? —Ja, sum oftast, tó kann eg arbeiða nakað við litunum, so teir ikki gerast teir somu, sum eg hugsaði um í byrjanini. Eg haldi, at tað eydnast mær væl at fáa tað á lørrifti, sum eg hugsi um, sigur Kári Svensson. jústinus Vagborg tikin Fiskaði á eini leið vid Svalbard, hóast hon hevði fingið boð um at fara hagani Mánadagin tók eitt norskt vaktarskip rækjutrolaran Vágborg úr Vági. Vágborg royndi á Ísfjórðinum við Svalbard innan fyri fýra fjórðingar. Fríggjadagin vórðu Eyðkvæmislinjan svarar alt samdøgrid á tif. 18820. Týsdagar kl. 16.00—18.00 fæst persónlig ráðgev- ing og serligir spurningar verða svaraðir. menn frá norsku vaktar- tænastuni umborð á Vágborg. Teir funnu fram til, at Vágborg hevði ov nógvan undirmálsfisk um- borð. Minsta markið við Svalbard er 47 sentimetur. Skiparin fekk síðan boð um at fara av leiðini. Men hetta vildi skip- arin Knút Hammer íkki góðtaka og mánadagin varð trolarin tíkin og ligg- ur nú í Long Year býnum. Her skal sýslumaðurin taka stóðu til hvat víðari skal henda. Helst fær skiparin bót. Ristin Rækjuskipini fåa av og å négvan tosk sum hjåveidu. Norsku båtarnir hava seinastu tíðina roynt við eini rist afturi í posanum, soleiðis, at smáfiskur kann sleppa út. Vágborg hevði ikki tílíka rist. Magnus Heinason skal gera kanningar av rist í trolposanum. Og helst um stutta tíð verður tað eitt krav undir Føroyum, at allir trolarar skulu nýta hesa ristina. jústinus — Hevði erindi á LS Teldan hjá Svimjisam- bandi Føroya, sum er stolin á Landssjúkra- húsinum — kanska einaferð í næstsíðstu viku — er framvegis | ikki komin afturíaftur. »Enn hava hvorki vit ella løgreglan fingið nakað *tips' um teld- una,< sigur Jon Hestoy, formaður í svimjisam- bandinum. »So í løtuni sær einki serligt út. Vit royna tó at hava áheit- anina standandi, so vit kanska frætta okkurt fyrr ella seinni.< Sosialurin skrivaði í leygardagsblaðnum, at ein hávaksin svart- hærdur persónur í aldrinum 16-20 ár var sæddur á veg út av Landssjúkrahúsinum við nøkrum, ið kundi verið teldan hjá svimji- sambandinum. Skrivingin loysti seg, tí løgreglan fekk eitt Skrivingin í Sosialinum leygar- dagin um ta stolnu SSF-telduna fórdi til, at mistonkti persónur- in varð funnin — og frífunnin! Mistonkti persónurin: | tips" um, hvgr persón- urin var, men varð beinanvegin reinsaður fyri allan mistanka, tí hann hevði verið á Landssjúkrahúsinum í lógligum grindum. »Men fólk, sum á ein ella annan hátt fáa okk- urt at vita um telduna, ella halda seg vita okk- urt, kunnu seta seg í samband við okkum á tif. 19955 og 12985 ella løgregluna,« sigur Jon Hestoy. Stolna teldan er ein heldur stór fartelda av slagnum Banzai, og hon hevur ein orange- littan plasmaskerm, tå hon er tendrað. A telduni er øll kapping- arúrslit, tíðir og met hjá svimjisambandinum, so helst skuldi hon komið aftur í øllum góðum. hj. Hashroykjarar tiknir í Havn Politiiið í Havn tók fríggjadagin seinna- partin tveir ungar menn, sum høvdu hash. Teir sótu í einum bili, tá teir vórðu tiknir. Nøgdin var so mikið lítil, at teir ávikavist 19 og 20 ára gomlu menninir, sleppa við bót. Hashið og pípuna fáa teir ikki aftur. randi