Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

rr Á FÅ Bokautgåva HETTA er tann tíðin, tå hópur av nýggjum bókum, bondum, plátum og líknandi kemur í handlarnar. Ikki kann sigast annað enn, at føroyingurin er sera produktivur, tå tað snýr seg um at skriva bøkur og spæla inn bond og plátur, tí hóast tíðirnar eru versnaðar nógv, so sær ikki út til, at um- redda bóka- og plátuútgáva er minkað munandi. Tað fer nevniliga ikki dagur, og enn er nakað til jóla, at eitt nú vit á blødunum fáa inn um dyrn- ar eina nýggja bók, eitt nýtt band osfr. HÓAST fáment sum tjóð, so skerst ikki burtur, at føroy- ingar eru sera góðir við sítt egna. Neyvan finst tann tjóð í heiminum, har tað í mun til í- búgvaratalið verður skrivað so nógv av nýggjum bókum, spælt so nógv av nýggjum løgum sum júst í Føroyum. Ein kann so spyrja seg sjálv- an, hvussu hetta nú ber til. Svarið er ikki einfalt og stutt. Tað hevur við so nógv viður- skifti at gera, men helst hev- ur isolatiénin her í norðurat- lantshavi nakað við tað at gera. Hetta at vit enn eru Útgevari: P/f Sosialurin Uppseting: P/f Sosialurin Prent: PH Pressan 1981 Partur av forsidutekning í bókini »Skemt 91«, sum Sosialurin gevur út í næstum. Óli Petersen teknar. rættiliga fjarskotin frá megin- landinum og tí ikki eru so nógv ávirkað haðani. Ein kann so bara gita sær til, hvussu parabolgldin fer at á- virka henda okkara stóra pro- duktivitet á mentanarøkin- um. MEN ein høvudsorsøkin man vera málið. Hetta at vit eiga eitt móðurmál, sum vit kunnu kalla okkara, hevur helst nógv um ikki alt at siga, tá vit tosa um umrøddu bóka- og plátuútgávu. Sjálvandi hevur tað eisini nakað við at vera tjóðskaparligur at gera, men hetta at eiga sítt egna mál og virða tað man vera hgvuðsor- søkin. Ein onnur orsøk kann vera hetta, at vit hava varð- veitt bygdirnar og bygdalívið við tess eyðkennum. Hóast miðsavnar.in eisini her hjá okkum hevur verið stór, so kunnu vit tó siga, at tey bøttu samferðsluviðurskiftini og menningin á bygdunum við eitt nú arbeiðsplássum hava gjørt, at vit hava eitt ríkt mentanarlív kring alt landið. TAÐ vilja so vera tey, sum halda, at nógv av tí, sum givið verður út, eru lættisoppar, sum var betur óútgivið. Nak- að kann vera um tað, men júst hetta at næstan hvor Per og Pól dittar sær undir at geva út okkurt, skapar gróð- rarbotn fyri einum ríkum Bústaður: Argjavegur 26 Telefon: Stevnt Stjórin á Almannastov- uni, Tommy Petersen hevur stevnt blaðstjóran Postadressa: Postsmoge 76 Argir 110 Tórshavn 11820 Telefax: 14720 mentanarlívi. Tað má og skal ikki blíva soleiðis, at útgáva av bókum og bondum bara kann lata seg gera, um henda lýkur ávísar treytir. Tí hver skal tá seta hesar treytir og avgera, hvat er gott og hvat vánaligt! EISINI vit sum blað vilja vera við í umrøddu bókaútgávu. Og ikki kann sigast annað enn at framleiðslan er hampuliga stór. Síðani 1989 hevur Sosialurin givið út 3 bøkur og tann fjórða er á veg. Fyrsta bókin var Stavnur og Snar. Hetta var føroysk tekni- rød í Sosialinum eftir Óla Petersen, síðani eru komnar út tvær bøkur »Skemt 89« og »Skemt 90« við tekningum hjá Óla Petersen, sum staðið hava í Sosialinum, og nú er so tann triðja skemtibókin í gerð. Vit vóna, at vit við hesi bókaútgávu hava verið við til at ríkað okkara lítla føroyska bókaheim. Og vit meta um- røddu bøkur at vera ein part av nýggjari føroyskari søgu, sum eftirtíðin kann brúka bæði til gaman og álvara. »Skemt 91« kemur í bóka- búðirnar fyrst í desember. Vónandi taka fólk eins væl undir við henni sum teimum undanfarnu. hvat vit fyrst og fremst hugsa um. Sokallaða "skemtið" á baksíðu blaðsins er mangan so groft og injurierandi, at tað er løgid, at eingin Tollspurningar Ein av fylgjunum við EF- avtaluni, sum kemur í gildi 1. januar, eru nýggju tollreglurnar. Her er talan rættiliga kollveltandi broytingar á tollgkinum, sum helst fáur hevur givið sær gætur, nú tá avtalan við EF varð vidgørd og samtykt. Nyggju tollreg! urnar snugva seg um vørur, sum vit innflyta ur londunum, sum ikki eru limir i EF. Høvudsreglan er tann, at tollurin å hesum vørum hækkar i upp til 12% tó alt eftir hvat fyri vøra talan er um. Tað kom sum snarljós av himni, tá sjónvarpið herfyri bar tíðindini um serligu tollreglurnar, sum koma i kjaralvørrinum á EF-avtaluni. Tad kendist sum okkara politikarar og okkara samrådingarmenn als ikki høvdu gjørt sær hetta greitt, tí vid broyt- ingini verður nógv dýrari at innflyta vørur år lond- um sum Japan, USA, Svøriki, Noregi fyri bert at nevna nøkur teirra. Birgir Danielsen vidger umrøddu tollbroytingar i oddagrein í Dagblaðnum i gjár. Har greiðir hann frá, hvussu nýggju tollregl- umar koma at virka og skrivar m.a. at vit frá 1. januar 1992 skulu til at nýta eina heilt nýggja tollskrá, har upprunin av vøruni er avgerandi fyri avgjaldið - og ikki sum higartil, har endamálið við vøruni hevur verið av- gerandi. Tingið vidgjørdi um- rødda mál í vikuni og vóru tingmenn rættiliga ymiskir á máli. Har vóru viðmerkingarnar til tolluppskotið frá landsstýrinum sum vera Minnist til haldaragjaldid! man ymiskar. "Ein kærkomin innspræning í landskassan. Tað reina makkverk. Frekleiki av grovasta slag. Illa gjøgn- umarbeitt" osfr. Eingin ivi er um, at hetta málið fer at verða vidgjørt í fjølmidlunum í næstum. Uppskotið til tollóg er so fyribils farið í Skatta- nevndina, har tað skal viðgerast væl og virðiliga sambart úttalsilsi frá for- manninum Vilhelm Johannesen. á Oyggjatíðindum, Dan Klein. Henda stevning er fyri ærumeiðing og bakvaskilsi í sambandi við, at Oyggjatíðindi á forsíðu og í oddagrein hava skuldsett hann fyri brot á embætisligu tagn- arskylduna. "Talan er um sera grovar skuld- setingar, tí vóru tær sannar, hevði tað verið nóg mikið til, at eg misti starv mítt" segði al- mannastjórin við Sosial- in í gjár. Almannastjórin skuldsetir blaðstjóran fyri at lúgva. Hvat hald er í tí sleppur so rætturin at avgera. Annars kemur tað ikki sum nakað yvir- raskilsi, at Oyggjatidindi fåa eina stevning. Løgid at hon ikki er komin fyri langt síðani. Og tað skal als ikki vera nakað dulsmál, hevur stevnt blaðnum fyri innihaldi í hesum teiginum. Og stevndi onkur, so er greitt, at tað hevði fingið ålvarsligar avleiðingar fyri blaðið - so lágt ríður henda út- spilling á baksíðuni og oftani eisini á síðu 2 við síðuna av oddagrein. Hon hevur rætt og slætt verið ein framhaldandi forfylging av ávísum persónum í skjótt áravís. Fær almannastjórin við- hald í rættinum fer dóm- arin møguliga at geva blaðnum ein so dyggan undir vangan, at blaðið í framtíðini, um tí verður lív lagað, fer at ansa sær og ikki brúka ávikavist síðu 2 og baksíðuna til perfida útspilling og forfylging av ávísum ósekum fólkum. oe ÉT TT