Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 217 — 21. november 1991 So einfalt er tað at hjálpa: Unna tær sjálvum eina ektaða gleði. Fyri bert ein lutaseðil ella ein jóla kalendara. Síða 3 Hjálp teimum í Føroyum, sum ikki fingu eina av lívsins stóru gávum, hoyrnina. Mong av okkum taka hoyrnina fyri givið. Men fá munnu vit vera, ið ikki onkraletu hava kent, hvussu dýr gáva hon í veruleikanum er. Men hugsa tær: summi fólk hoyra einki. Tey hoyra hverki mannamál, tónleik, fuglasong, vind, fótafet ella ljóðið frá akførum í ferðsluni. Tey hoyra einki. Tú kanst ætla, at deyv fólk ofta hava brúk fyri tulki og hjálp av ymiskum slag. Tey fáa ikki eins lætt og vit onnur gjørt alt hetta dagliga, ið tykist so einfalt og sjálvsagt: at orðna erindi, í handlinum, í bankanum o.s.fr., fyri ikki at tala um meira floktar uppgávur. Ella at hugsa sær umsteðurnar í skúlanum, fyri bert at taka eitt dømi. Tað er ikki so lætt at vera deyvur. TÍBETUR HAVA TEY DEYVU í Feroyum eitt felag, sum er teimum til góðan stuðul. Deyvafelag Feroya, stovnsett í 1972, hevur skipað fyri mongum tiltøkum fyri deyv, bæði til gaman og álvara. Harafturat hevur felagið í skjótt 20 ár talað sek teirra deyvu yvir fyri myndugleikunum og eðrum. Hetta hevur eisini ført til fleiri týðandi fram- stig. Tak til dømis skrivi- telefonina, sumøll deyv i Føroyum i dag njóta gott av. Ella Deyvahúsið, við fslandsvegin i Havn, og alt, id har fer framav upp- re lysing, undirhaldi og | ødrum. Eins og allir adrir | Tað, sum fyri ein stór- an part heldur lív í virk- seminum hjá Deyvafel- agnum, er soleiðis mín og tín hjálp. Á hverjum ári plagar Deyvafelagið at skipa fyri einum happadrátti, hvers virknir stovnar skal | Deyvafelagið eisini røkj- | ast og rekast. Og tað kost- | ar pening. Felagið er so | heppið at fáa nakað av | studningi frá Landinum hvert år, og hetta lættir | PÅ vissuliga um tær búskap- | arligu skyldurnar, m.a. | rentur og avdrått upp å DeyvahusD. Tann almenni studn- ingurin er ikki so stórur, at Deyvafelag Feroya einki nýtist at gera sjálvt fyri at fáa endarnar at røkka saman. ; Deyvafelag Foroya Vit skapa betri umsteður. yvirskot fer til arbeiðið hjá felagnum. Í ár verða gávu- kort, við Kr 40,000 virði sum 1. vinningi, burtur- lutað. Viðhvert verður har- afturat skipað fyri eðrum tiltøkum. So er eisini í ár, nú felagið selir ein ógvu- liga vakran og fittan jóla kalendara, teknaður av teirri deyvu Annu Zach- ariassen, Gøtu. Tú hevur nú høvi til at hjálpa Deyvafelagnum. Keyp tann nýggja jólakal- endaran og ein ella fleiri lutaseðlar! Tann sneggi jóla kal- endarin kostar, eins og lutaseðlarnir, Kr 30 og fæst til keyps í bokhandl- um og selubúðum kring landið. Harafturat kann hann, eins og lutaseðlarn- ir, bíleggjast gjøgnum giro blankettir, sum í hes- um degum verða sendar í hvert hús í landinum, og sum eru til taks í bank- unum og á posthúsunum. Umframt hetta verður jóla kalendarin seldur hús úr húsi á summum plássum í Føroyum. Ring tel. nr. 19533 og få nærri at vita. Tad ber eisini til at nyta giro kortini til at geva Deyvafelagnum eina pen- inga gávu. Gev tærsjálvum eina ektaða gleði og ver við til at betra umsteðurnar hjá einum bólki, sum ikki hevur tað eins lætt og vit onnur í tí foroyska sam- felagnum. Hjálp Deyva- felagnum. AO DURSKJOA OLA; 1661 D hed 'VORONUNU [= — Jóla kalendarin: Stuttlig barna kapping er á bak- síðuni, har Anne Zachar- iassen hevur gjørt fittar tekningar av børnum, ið tosa fingramál.