hósdagur 21. november 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Á myndini liggur Peter Olov Blom á briksini.
Hann lekir
allergi við
kiropraktik
SE S0Sialurin
Føroyingurin Oli i Sjúrðagarði, arbeiðir sum
kiropraktor í Svøriki og hann er vorðin kendur
fyri at kunna lekja vidkvæmi ella allergi vid
kiropraktik
Virksemid hjå Ola i
Sjúrðagarði, føroyskur
kiropraktor i Svøriki er
eftirhondini kent vida. I
blaðnum Landstinget i
Alvsborg i Svøriki, sum
kemur ut i 200.000 ein-
tókum er stór grein um
Óla og hansara viðgerð-
arháttir.
Nakrir limir í lands-
tinginum, tað er tað sama
sum amtsráð í Danmark
hava vitjað Óla á við-
gerðarstovuni í Lødde-
købing uttanfyri Lund.
Orsøkin til at teir
vitjadu var, at teir høvdu
hoyrt um góðu úrslitini
hjá honum at lekja fólk
við allergi við
kiropraktik.
--Vit mugu í dag verða
opnir fyri alternativum
viðgerðaháttum, tí tað er
ein sannroynd, at verandi
sjúkrahúsverk ikki klárar
at viðgerða allar sjúkur.
--At vit vitjaðu Óla
var fyrst og fremst ein
kanningarferð, men eg
hevði trupuleikar við
rygginum og Hákun
Rydback leið av
viðkvæmi og so lótu vit
Óla viðgerða okkum, sig-
ur Petur Olof Bloms,
landstingslimur (S).
--Tann heilivágur vit
hava fingið frá vanligum
lækna hevur ikki hjálpt
serliga væl. Hetta er ikki
fyrstu ferð, at eg søkji
mær alternativa lækna-
hjålp, fyrr var tad
soleiðis, at ein mátti
snýkja seg at vitja tílíkar,
sigur Blom.
--At landstingslimir nú
vísa áhuga fyri alter-
nativum viðgerðarháttum
fer ivaleyst at skumpa
undir hesar. Vit kunnu
ikki tryggja okkum, at
ikki kvaksalvarar eru
ímillum, men tað eru við-
gerðarar, sum arbeiða
álvarsamt við nýggjum
viðgerðarháttum. Tað eru
hesar vit mugu pilka
burturúr.
--Mítt ynski er at ver-
andi heilsuverk skal taka
teir dugnaligu alternativu
viðgerðarháttirnar burturúr
og fáa eitt samstarv í lag
við hesar, sigur Peter Olof
Blom.
Allergi
Óli í Sjurðagarði er
útbúgvin í USA, men
viðgerðarháttin móti aller-
gi hevur hann sjálvur
funnið fram til. Boðini
um at hann kann lekja
viðkvom eru farin víða og
nú fer 80 prosent av
hansara tíð til at viðgerða
viðkvom.
Hví hansara viðgerðar-
háttur virkar, er ikki enn
prógvað vísundaliga, men
hetta leggur hann ikki so
nógv í, hann er nøgdur
vid, at hann kann lekja
sjuklingarnar.
Oli er sonur John i
Sjúrðagarði, prentara i
Havn.
jústinus
Nr. 217 — 21. november 1991
Telefonbokin
Telefonbókin verður iva-
leyst mest umtalaða bók
sum kemur út til jóla.
Hon verður í løtuni inn-
bundin.
Seinasta telefonbókin
kom út góðum trimum
„árum síðan og síðan er ein
rúgva av felagum komnir
afturat.
Sum nakað nýtt er
yvirlit yvir telefaxnum-
mørini og eisini er eitt
yvirlit yvir teir felagar,
sum hava fartelefon.
Burtursæð frá, at bók-
f
i på } h
i F á / ; %
eres veere na
in er vorðin tjúkkari, so
minnir uppsetingin um
tað gomlu.
Er nakað at fýlast at,
so er tað pappírsdygdin í
bókini. Hon er prentað á
Dimmalætting á vanligt
blaðpappír, og perman er
tunn. Næsta telefonbókin
skal ætlandi koma út í
1994. Fyri tey, sum nýta
nógv telefon fer hendan
júst útkomna neyvan at
halda til nýggja er út-
komin.
Tað er lítil ivi í, at
FON
BOK
8
FØROVAR
telefonverkið fær minni at
gera nú nýggja telefon-
bókin er veruleiki. Gamla
var so vánalig, at í heilum
var neyðugt at ringja til
0033, hetta skuldi so
verið býtt um nú.
Innbindingina standa
Bókbindaríið hjá Eyðfinn
Jacobsen og Bókbindara-
virkið hjá Vagn Olsen
fyri.
jústinus
Sjómansstovan stongd
Fiskiskapurin hjá teimum
fóroysku skipunum við
Bornholm er í minking og
tí er grundarlagið fyri
sjómansstovuni burtur.
Av hesi orsøk er ætlanin
at gevast við virksem-
inum á Bornholm til jóla
í ár, skrivar Trúðboðin.
Tá ið farið var undir at
arbeiða fyri sjómenn á
Bornholm vóru nógv før-
oysk skip, ið landaðu til
virkini á oynni. Men
síðani er fiskiskapurin
minkaður og nú eru bert
eitt ella tvey skip eftir ið
fara at fiska við Born-
holm.
Sjómansstovan verður
ein av fyrstu dógunum
lýst ul sølu, og vónað
verður at fleiri keyparar
fara at gera vart við seg.
jonna
Amnesty International
Skrivstovan í Vágsbotni er opin mánadag, miku-
dag og fríggjadag kl. 11—16. Tif. 15816.
re