hósdagur 21. november 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
a
' Lángevarar skulu
Ikki ivast longur
Landsstýrið vil sleppa undan at fáa sær einstakar lániheimildir,
tí lánveitarar kunnu koma í iva um, hvørji mål løgting og lands-
stýri hava fyri sær. Nú vil landsstýrið rudda hendan iva burtur
Nr. 217 — 21. november 1991
Postverkið sparir:
Eingi Drøv
bert blød
Postverkið skal spara, og sum eina royna til at
spara nakrar útreiðslur, bera postboð í ávísum
stóðum í landinum eingi brøv út leygardag -
bert blød
Í einum parti av Havnini,
Runavík, Klaksvík og á
Tvøroyri verða í hesum
døgum eingi brøv borin út
leygardag. Hesi umdømi
fáa komandi leygardagar
bert blødini við postinum.
Tað hevur leingi verið
tosað um hvussu verður
við postútberingini leygar-
dagar. Tað hevur verið upp
á tal heilt at strika leygar-
dagin sum postdag, men
hetta sjónarmið tykist ikki
at vinna frama. Millum
annað mótmæltu blødini
hesi ætlan ógvuliga harð-
liga, og landsstýrið hevur
heldur ikki tíkið undir við
hesum.
Nú fer postverkið at
royna at spara á annan
hátt. Seinasta leygardag
fingu fólk í ngkrum um-
dómum í Havn, Klaksvík,
Runavík og á Tvøroyri
eingi brøv - bert blød.
Mortan Rasmussen,
deildarleiðari á postverk-
inum sigur, at hetta er
roknað sum ein roynd eina
tíð. Sparingin liggur í, at
hvørt postboð í hesum
royndarumdømum leygar-
dagar hava tvey umdømi
hvør. Tað vil siga hálv
manning hesar dagar.
Hetta verður roynt kom-
andi fýra leygardagarnar
fyribils, og so er aftur
ætlanin at endurtaka
royndina til várs. Síðani
verður stóða tikin til, um
hetta verður varandi loysn.
Tá postboðini bert hava
blødini at bera út, sleppa
tey undan einum parti av
fyrireikingararbeiðinum
áðrenn tey fara út, og fáa
tey fyrstu húskini á leiðini
tí blødini væl fyrr enn tey
annars eru von við. Hin-
vegin verða eisini nøkur,
sum fáa blødini eitt sindur
seinri. Brøvini mugu so
bíða til mánadags útber-
ingina. Tó verða "skund"-
bróv eisini borin út
leygardag.
tór.-
Í åvisum umdømum í
Havn, Klaksvík, Runavík
og á Tvøroyri fáa bert
tey, sum halda blød,
vitjan av postmanninum
leygardagar.
Mynd: Kalmar
Síða 11
Landsstýrið fer hereftir
bert at arbeiða við heild-
arlåntøku, og hevur lagt
uppskot fyri tingið hesum
viðvíkjandi. Í hesum sam-
bandi biður landsstýrið
tingið um heimild at taka
upp 370 milliónir í láni til
samlaða gjaldførishall
landskassans í ár og næsta
ár.
Frá seinastu ársbyrjan
setti landsstýrið sær fyri at
arbeiða við heildarlåntøku.
Sagt verður, at av tí, at
landsstýrið enn hevur stak-
ar lånsheimildir til einstøk
endamál, kunnu lánveitarar
koma í iva um, hvgrji mál
løgting og landsstyri hava
fyri sær, um hildið verður
áfram at virka eftir hesum
støku lánsheimildum. Tí
skýtur landsstýrið eisini
upp, at minka um allar
stakar lánsheimildir í tann
mun, peningur verður nýtt-
ur til hesi endamál.
Hetta er nýggjur arbeiðs-
háttur, sigur landsstýrið.
Hetta er fyri at vera betri
ført fyri at stýra almenna
búskapin. Fíggjarlógin
skal nú fevna um allar
útreiðslur landskassans,
bæði rakstur og íløgur.
Fyrr hevur tað verið so,
at stórar útbyggingar
kundu verða settar í
gongd, uttan at hesar stóðu
á fíggjarlógini. Um lands-
stýrið hevði lånsheimild til
hesa bygging, so kundi
arbeiðið byrjað.
Við hesi broyting kann
landsstýrið ikki átaka sær
nakrar útreiðslur, sum ikki
beinleiðis standa á fíggjar-
lógini ella eru samtyktar
við eykajáttan.
Sum er hevur landsstýrið
fleiri leysar lániheimildir
til ymiskar útbygingar.
Millum annað hevur
landsstýrið heimild til at
taka 100 milliónir í láni til
upphøgging, 120 miliénir
til undirsjóvartunnil, 185
milliónir til sjúkrahús-
bygging, 11 milliónir til
bygging av landsskjala-
savni, umframt eina Óav-
markaða heimild til skúla-
útbyggingar.
Ætlanin er framyvir bert
at útvega eina lánsheimild
árliga. Sagt verður, at
landsstýrið arbeiðir mið-
víst fram ímóti at minka
um lånitørv landskassans
år undan åri.
tór.-
Nú skal lánitórvurin hjá
landskassanum minkast,
sigur landsstýrið.
SIK