Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. november 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen Jústínus Eidesgaard EF sum samveldi TAÐ rúka politiskir neistar í Europa í hesum døgum. Borgarakríggið í Jugoslavia hevur verið nógv frammi í kjakinum, men ein spurn- ingur er, sum hevur og fær sera nógva umtalu, og tað er framtíð EF. Í komandi mánað skal lagna EF av- gerast í hálendska býnum Maast- richt. Hetta er mest týðandi fundur- in um EF, síðani felagsskapurin varð stovnaður. Tí nú skal gerast av í hvussu stóran mun EF skal gerast eitt samveldi burturav — meinlíkt USA. LONDINI í EF eru ikki samd um, hvussu felagsskapurin skal skipast og mennast í framtíðini. Týskland og Frakland eru forsprákarar fyri at skipa EF eftir amerikonskum leisti, t.v.s. at gera EF til tær sameindu tjóðirnar í Europa við eini stjórn. Europeiska Samveldið skal so meguliga hava sín egna her, sítt egna gjaldoyra osfr. Hetta merkir, at valdið hjá teimum einstøku lond- unum í nógvum fórum verður flutt til EF-stjórnina. Tað verður hon, sum tekur avgerðir, sum viðvíkja tí yvirornaða politikkinum hjá sam- veldinum. Ætlanin er so, at tey ein- støku tingini, parlamentini, skulu taka sær av meira lokalum málum. TAÐ er ikki avgjørdur meiriluti mill- um EF-londini at fremja umrøddu og kollveltandi umlegging. Bretland Útgevari: PÆ Sosialurin Uppseting: Píf Sosialurin Prent: P4 Pressan 1981 er tað landið, sum er mest ímóti ætlanunum. Og í hesum døgum hevur bretska parlamentið aðal- orðaskifti um spurningin. Kon- servativi stjórnarflokkurin gongur í tveimum bólkum, og tað sama ger arbeiðaraflokkurin. Meðan leiðslan í konservativa flokkinum er varin við sínum úttalilsum fyri einum EF- samveldi, so er leiðslan í arbeiðara- flokkinum fyri einum samveldi. Men í báðum flokkum eru tó sterk- ar kreftir, sum eru hart ímóti at geva nakað vald til eina EF-stjórn í Bruxelles ella Strassburg. Hetta málið er rætt og slætt vorðið di- lemmaið í bretskum politikki í løt- uni, og kann lætt koma at verða av- gerandi fyri, hvgr kemur at stýra Bretlandi komandi árini. Eisini kann bretska stødan fáa álvarsligar av- leiðingar fyri EF sum heild, tí av- gerðirnar, sum í næstum skulu tak- ast um framtíðina hjá EF, skulu samtykkjast einmælt av øllum 12 limalondunum, eisini Bretlandi. SPURNINGURIN um eitt EF-sam- veldi er einki minni enn ein avgerð um framtíðar lagnuna hjá Europa og einum stórum parti av heimin- um. Skulu nøkur lond í Europå byggja upp múrar rundan um seg fyri harvið at skapa sær sjálvum betri umstødur! Hetta er ein av spurningunum. Ein annar er tann, um tað ikki er skylda hjá vestur- heiminum og harvið serliga EF, nú múrarnir eystanfyri eru falnir, at hjálpa og vera við til at menna hesi lond, heldur enn at byggja nýggjar múrar upp fyri teimum! EIN kann sjálvandi siga, at eitt bú- skaparliga sterkt EF verður betur ført fyri at hjálpa umheiminum enn eitt veikt og splittað EF, har hvor dregur sína línu. Men spurningurin er um ikki EF við at byggja upp eitt europeiskt samveldi av ngkrum út- valdum londum er við at byggja upp múrar millum vesturheimin og so tey mongu lond eitt nú eystan- fyri, sum enn og leingi framyvir fara at knógva undir byrðunum av ein- um skeivum kommunistiskum bú- skaparpolitikki! Jarntjaldið verður avloyst av einum ECU-tjaldi. Tað er annars greitt, at vesturheimurin komandi árini fer at fáa álvarsligar trupulleikar vid tí vaksandi yflótta- félka«-streyminum úr eitt nú fyrr- verandi kormunistisku londunum. Spurt kann ti verða, um umrødda ECU-tjald er ein roynd at steðga einum tílíkum streymi av fólki til vælferðarsamfelag okkara! TÁ tosað verður um at brúka USA sum fyrimynd, so eiga vit at gera okkum greitt, at útgangsstoðið hjá táverandi stovnarunum av USA og teimum, sum ynskja eitt europeiskt samveldi, er fullkomiliga ymiskt. Teir, ið stovnaðu USA, vóru fólk, sum vóru ónggd við verandi heim- lond og ynsktu at skapa nakað nýtt. Og tá avtornaði høvdu tey øll felags mál, sum í dag verður tosað um alt USA. Her er stødan í Europa jú ein heilt onnur. Vit hava ein hóp av tjóðum, sum allar hava hver sítt % Bústaður: Teiefon: Postadressa: Postsmoga 76 110 Tórshavn 14720 Argjavegur 26 Argir 11820 Telefax: móðurmál, og har fólk eru errin av sínum tjóðskapi. Hvussu skal ein nú fáa hesi fólk, sum lutvíst eru nøgd við sitt, at fegnast um ein heilt nýggjan form fyri tjóðskapi! TJÓÐSKAPUR - nationalisma — kann vera bæði góð og ring. Hon má tó ongantíð gerast ein veruligur valdsfaktorur, men skal hinvegin vera motorurin, sum drívur verkið. Vit síggja í hesum døgum, hvussu nationalisman kann forkoma gllum, men vit síggja hana eisini vera slóð- ara fyri rættvísari samfeløgum og einum ríkari mentanarlívi. So tað er greitt, at tað er ikki antin ella. SPURNINGURIN er so hvussu nógv eitt europeiskt samveldi for- kemur av teimum góðu tjóðskapar- ligu eyðkennunum í Europa, sum vit øll so fegin vilja varðveita! Og spurningurin er eisini, hvussu nógv hetta samveldið fer at forkoma av okkara demokratisku rættindum, og hvussu hesi saman fara at ávirka tey einstøku londini. Vandin fyri at eitt tílíkt samveldi við so ymiskum londum bara verður til ein ovur- stóran byrokratiskan felagsskap er til staðar. Og tá er spurningurin um hann ikki — um ikki so mong ár — aftur syndrast innanífrá. Sjónvarp til fiskimenn Sambandsting- kvinna og Dimma NÚ er tað møguliga so, at onkur vil halda, at vit å hesi síðu hava brúkt i so nógv pláss og tíð uppá ungkvinnu sambandsloks- ins í Havn. Tað kann vera nakað um tað, og tí skal hon fáa eitt seinasta orðið frá okkum á hesum sinni. nú hon sleppur at brúka hálva forsíðuna á Dimma- lætting at breiða seg á í aftursvari til okkara. Rætt skal vera rætt. Vit komu við einum skeivum upplýsing: í blaðnum her- fyri, tá vit søgdu, at Lis- beth Petersen er nevndar- limur í Dimmalætting. Tað er hon ikki, og vit biðja hana fyrigeva okkum hetta mistakið. Men lat okkum so leggja aftrat, at í umrødda máli man skeggið sita nærri høkuni enn hon vil vera við. Vit skrivaðu í vikuni, at tað var ein stórur spurn- ingur, um ikki tingkvinnan var inhabil í umrødda bingomáli, nú hon hevði so tætt tilknýti ul Dimmalætting og tætt má hetta tilknýti so sanniliga vera, tá hon í einum og hvgrjum smámáli sleppur at breiða seg út á sjálvari forsíðuni á landsins størsta blað. Sjálvt Pauli Ellefsen, fyrrverandi sambandshøv- dingin, mátti lata sær lynda við at fáa síðu 3. Tað er framvegis okkara hugsan, at tingkvinna sambandsfloksins í rætt - arnevdnini meira hevur hugsað um kappingina við SITT egna blað enn kapp- ingin við åhugafeløg kring landið, tá hon í berum smásinni og øvund hevur roynt at leggja fót fyri, at føroysk blød, og harímill- um Sosialurin, sleppa at bjóða lesarum sínum bingospæl javnbjóðis við donsk blað Tá tingkvinnan so í Dimmalætting í gjár sigur, at ákærur okkara eru bæði éseriøsar og ósakligar vilja vit venda spurning- mum til hennara. Er tað ikki bæði ósakligt og seriøst at brúka sín ting- sess til at forða føroysk- um blødum at bjóða lesarum sínum bingo, út frá teirri pátiknu grund- geving, at hetta fer at ganga út yvir virksemi í frítíðar- og åhugafeløgum! Nei Lisbeth. Sig sum er. Tú unnar ikki eitt nú Sosialinum, sum hevur bjóðað lesarunum at spæla bingo nú í 14 ár, at sleppa at halda fram við hesum tátti, tí tú sær hetta sum eina óhepna kapping hjá tínum egna blað Dimma- lætting. Harvið er síðsta orð okkara fallið í hesum máli. So verður tað upp til tín, um tú fer at umbiðja pláss aftur á forsíðu Dimmalættingar tl at burturforklåra veruleikan i hesum måli. Hann stendur annars so málinum. Spurningurin er bara at duga at lesa hann við teimum réttu brill- unum. PS. Prippin ella erkvisin, ja bæði orðini eru helst dekkandi fyri "fornýggilsi" sambands- floksins í fyrrverandi sam- bandsháborgini Havnini, soleiðis sum tað leika í eftir at hava fingið ngkur skot fyri bógvin. Føroya Fiskimannafelag hevur sent landsstyrin- um og sjónvarpinum skriv, har heitt verður á tey um at bera so í bandi, at føroyskir fiski- menn kunnu síggja før- oyska sjónvarpið. Til tess er neyðugt at seta upp eina antennu, ið ikki kostar tað nógva. Hesum taka vit fult og heilt undir við og vilja stuðla Fiskimannafelagnum í ynski tess og vóna, at landsstýrið letur sjón- varpinum eina lítla eykajáttan, soleiðis at hetta kann gerast veruleiki. Tí hvat skuldi verið meira náttúrligt enn tað, at okkara fiskimenn eisini hava høvi at síggja føroyska sjónvarpið. Felagið hevur eisini heitt á landsstýrið um at brúka millumbylgjusendaran hjá útvarpinum fult út og-ikki sum nú við hálvari megi. Tí sum nú er, tá sendarin bert sendir við hálvari styrkju, røkkur hann ikki til okkara fjarfiskimenn. Nú vit hava bygt sendaran 200 Kw, so átti tað eisini verið ein sjálvfylgja, at hann varð nýttur sum so.