Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. november 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 218 — 22. november 1991 Síða 13 Tommy Petersen, stjóri á Almannastovuni: Dan Klein skal ikki óátalaður skuldseta meg fyri tagnarbrot >Almannagkið er vruligt feitilendi hjá blaðstjóra uttan nakað moralskt grunstóði, tí hann veit, at hann er væl vardur av tagnar- skyldu starvsfólkanna, sum ger, at vit ikki alment kunna afturvísa ósannindi hansara í konkretum málum,< skrivar Tommy Peter- sen. >Ég skal ynskja Dan Klein góðan byr — tað kann bert ganga framá — lægri kemur tú neyvan.« Dan Klein, blaðstjóri, og huldumannalið hansara (eru teir nevndir, eru teir kendir) hava í longri tíð koyrt eina vælskipaða kampagnu/herferð mót- vegis umndirritaða, AI- mannastovuni og starvs- fólki hennara. Eg havi onkuntíð fyrr — áðrenn tann veruliga her- ferðin varð skipað, svarað til, serliga fyrstu ferð eitt navngivið starvsfólk fyri nekrum árum síðani varð spilt út, men annars havt ta stødu, sum mangt hampafólk, at aftursvar var at geva ov nógv burt- ur úr grunnu útspilling Dan Kleins. Svarar ikki útspilling At eg ikki havi svarað til Dan Kleins spurningar viðvíkjandi »Ribemålin- um< kemst heilt einfalt av, at øll, ið hava verulig- an áhuga í hesum nú 12 ára gamla málinum og kenna veruligu umsteður- nar, tey vita, at bæði lýs- ing Dan Kleins av málin- um og spurningar hansara 100 NÁ. 1 Lo #0 HURINK FØONGUTERGE Í - einki hava við veruleikan at gera, og er tað tí óneyð- ugt at svara teimum, m.a. av sakligum »hensyn- tagen« til tey, ið málið snúði seg um, og at málið nú má fara at hvíla í friði, viðskiftafólki og næstr- ingum at gagni. Dan Klein veit eisini sjálvur, at »påstandir« og spurningar hansara eru grundleysir, og ivast hann enn, nú 1'4 ár aftan á at dómur fall, ja, so kann hann vissa seg um at so er við at spyrja fólk, ið stendur honum rættiliga EKO GI RA BMNÓÍGIRGVAN? | HUVØUNDD nær. Hesi útspilling nýtist mær tí ikki at svara — men skal hverki Dan Klein ella onnur óátalað skuldseta almennan tæn- astumann fyri brot á tagnarskylduna — grund- syllan í moralgrundarlagi tænastumansins — tí bert stevning um hesi viður- skifti. Spilt starvs- fólk út Onnur orsek til nú alment at svara til Dan Klein er, at hansara herferð nu 1 longri tíð hevur spilt út ónavngivin og navngivin starvsfólk á stovni okk- ara. Tí hóast flest øll væl innast inni meta megin- partin av skriving Dan Kleins sum undirhald á lægsta stigi, so er megu- liga vandi fyri, at ein hver ésannleiki, ið verður endurtikin nóg ofta og ser- liga so »undirhaldandi«, av summum kundi upp- fatast sum sannleiki, tað hava verri fólk enn Dan Klein ásannað longu í tríatiárunum. Dan Klein hevur í fleiri blødum og eisini í dagsins pappíri borið segur til torgs um bæði navngivn- ar og ónavngivnar persón- ar, sum hava dagligt sam- skifti við okkum. Sumt av tí, ið teimum verður lagt í munnin, hava onkur av teimum síðani óbiðin fyri okkum avsannað, men lat tað fara. Dan Klein, >verji teirra verjuleysu«, (sjálv- ironi av grovasta slag?) hevur valt sær lætt »offur«, og hugsi eg her bæði um viðskiftafólk og Almannastovuna, tí al- mannagkið er jú veruligt feitlendi hjá blaðstjóra uttan nakað moralskt grundsteði, tí hann veit, at hann er væl vardur av tagnarskyldu starvsfólk- anna, sum ger, at vit ikki alment kunnu afturvísa ósannindum hansara í konkretum málum. Tommy Petersen ger í greinini viðmerkingar til, hví hann ella starvsfólk á Almannastovuni ikki svara Dan Klein og Oyggjatíðindum aftur í nógvu skrivingini har um Almannastovuna. Eisini greiðir Tommy Petersen frá, hví hann nú hevur valt at stevna. Hava kannað hvort mål Tó skal eg við hesum kunna almenningin (Dan Klein kennir sannleikan, um hann annars kennir ein slíkan, tá ið hann hoyr- ir ein) um, at hvert mál, har okkara starvsfólk eru spilt út fyri óregluligheit, ólógliga umsiting og Seljari Mynd: Kalmar óflýggjaligheit, er kannað. Starvsfólkini hava í ellum innanfyri lógarrammumi og vanligari siðvenju við- gjert málini eftir bestu sannfering undir truplum umsteðum í eini tíð, har trýstið er vaksandi á tí einstaka starvsfólkinum, Framhald í síðu 18 søkist Hevur tå bil og telefon, hevur tu hug at royna nakaå nytt, ert tu positivur, hevur tú áræði og hug at síggja úrslit... Er svarið ja, so kunnu vit bjóða tær eina upplæring, so tú kanst byrja skjótast til ber. Ring í vikuskiftinum á Tlf. 19556 og fá meira at vita.