Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. november 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

-heldur ikki eftur at allur verjutollur dettur burtur í samband við EF-avtaluna. Kappingin verður harðari, men vit hava fyrireika okkum. Tad hava vit eisini havt góða tíð til, sigur Per Mortensen, stjóri á køksvirkinum DAMOR á Argjum sagdur, og gongur tað sum að hevur, fer nokk at bera ii. Hetta ér stórt sæð tødan á køksvirkinum DAMOR å Argjum Í mun ul so mong onnur virki i landinum, er køksvirkid å Argjum væl fyri. Eisini tå hugsað verður um, at hetta er eitt virki innan byggiídnaðin, sum er eina ringast fyri í hesum døgum, nú sethúsa- byggingin nærum steðgaði heilt upp. -Vit liggja væl í prísi, og góðskan er í lagi, og hava tann fyrimun, at vit hava sjálvi veruna um hendi, heilt frá ráðari byggiplátu til lidnan køk. > Eingi dýrkandi millumlið, sigur Per Mortensen, stjóri. Men hann dylur ikki, at sølan hevur verið stórri fyrr. Eitt annað, sum eisini merkist er, at fólk eru vorðin nógv meira ansin við dygd og prísi. Per Mortensen sigur, at tað kemur ikki fyri longur, at fólk koma og peika á ein køk, og so er handilin gjørdur. Félk bidja um tilbod allar stadir frå, og kanna hesi sera gjølla. Nú verða heldur ikki teir heilt dýru køkarnir seldir long- ur, men heldur teir bíligasti og teir í miðal prísi,- millum 25 og 35.000 krónur. Manningin á køksvirkinum DAMOR á Argjum. Aftast frå vinstru: Hans Dam, Hans Fróði Hansen, Per Mortensen og Sámal Mortensen, Frammanfy ri: Oddur Tróndheim, Árni á Dul og Jóhanna Jacobsen. Settu gomlu maskinurnar í stand Per Mortensen byrjaði innan hesa vinnu í smáum fyri tíggju árum síðani. Tá fekst hann við at selja innflutt skjótihurðaskáp. Miðskeiðis í áttatiárunum byrjaðu tey við køkum, og fyri tveimum árum síðani bygdu tey verksmiðjuna, tey nú halda til í. -Vit vóru av álvara klárir 3 tá tíðirnar versnaðu, og hetta var ikki tað besta, sum kundi henda, heldur Per Mortensen fyri. Hann leggur aftrat, at tey hava roynt alla tíðina, ikki at gera ov nógv av. Maskin- urnar keypi hann frá einum donskum trotabúgvi. Tær vóru ikki allar í besta standi tá, men so hvort tórvur hevur verið á teim- um, hava tey gjørt tær í stand, og hava nú maskin- Hans festir bakveggin meðan elementið enn stendur í pressuni ur, sum hgvdu kostað heilt milliónir at keypt nýggjar. Og maskinurnar eru bæði nógvar og til ymisk endamál. At skera plátur- nar í ávísar støddir og snið, kantlímari, ymiskar bori- maskinur, og tól at sproyta og turka. Hóast fólk kunnu fáa júst tann køk tey ynskja, er meginparturin av arbeið- inum lagdur soleiðis til rættis, at talan er beinleiðis Jóhanna Jacobsen ger innrættingaruppskot fyri viðskiftafólk