leygardagur 23. november 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 219 — 23. november 1991
eftir Viderg
Bókagarður hevur givið út tvær bøkur eftir
Kristian Osvald Viderø. Og eina bókin Saga
um bygdirnar í Sandoynni og oyggjunum nær-
hendis man fara at gerast bestseljari hjá sunn-
anfjórðsmonnum til jóla
Kristian Osvald Viderg er
ein av okkara stóru søgu-
monnum og tað sum
hann hevur lagt eftir seg
savnar neyvan dust á
bókahyllunum.
Kristian Osvald Viderg
hevur skrivað eina saga
um bygdirnar í
Sandoynni. Bókin fevnir
um heimbygdina
Skálavík, Húsavík,
Skarvanes, Dal, Skúvoy
Dímun, Sand, Skopun,
Hest og Koltur.
Hetta er ein drúgv
bók, næstan 500 síður.
Og málið hjá Kristian
Osvaldi er tað sama sum í
undanfarnum bókum. Eitt
mål, ið ikki verður talað í
dag. Við nógvum
íslendskum ísletti. Men
Sigurfari
heima
Saltfiska linubåturin
Sigurfari hjå Joensen &
Olsen er komið heim
úr New Foundlandi.
Sigurfari fór avstað
mitt í summar og fiski-
skapurin hevur verið
sera lítil.
Hósdagin setti Sig-
| urfari fólk av á Havnini
og síðan varð farið til
Klaksvíkar.
Ballett á
Múrinum
Danski balett instruk-
tørurin Alexander Kør-
chen kom til Føroya i
gjår. Hann skal kanna
møguleikarnar fyri at
gera eina ballett å
kirkjubømirinum. Og
tå skrivad verdur å, so
meinast eisini vid å.
Ti ætlanin er at leggja
eitt tak yvir Múrin og
á takinum skal
ballettin framførast og
takast upp.
Alexander Kørchen
hevur fingid peninga-
ligan studul til pro-
jektið.
stuttligt er tað at lesa.
Kristian Osvald er
forteljari av guds nådi og
tad er eitt øgiligt minni
hesin madur hevur havt.
Bókagarður hevur eis-
ini givð út bókin "Frá
landi av fyrsta sinni" eftir
Kristian Osvald Viderg.
Hetta er ein bók, sum
viðgerð barnaárini, uttan-
landa ferðum og hug-
leiðingar heima umframt
fleiri yrkingar.
Bókagarður hevur eis-
ini givið Færøsk
Antologi eftir V.U.
Hammersheimb. Talan er
um tvey bind. Í ødrum
stendur orðalistin, sum dr.
Jacobsen, skrivaðu upp á
lestrarárunum. Í hinum
bindinum viðgerð Ham-
mersheimb føroyska
málið umframt
kvæðauppskriftir.
jústinus
Ov tíðindafróðir
politikarar skapa
otryggleika
Politikarar eru ov skjótir at fara í fjólmiðlarnar
við stórtíðindum, heldur Lærarafelagið
Lærarafelagið talar nú at
bæði landsstýri og bý- og
bygdarráðnum fyri ta
mannagongd, sum er
vorðin alt meira vanlig.
Mannagongdini felagið
mótmælir er, at landsstýrið
og bý- og bygdarráð
gjøgnum fjølmidlarnar
boða frå ætlaðum stór-
broytingum, uttan at tey,
sum broytingarnar raka,
eru kunnaði framman-
undan, og uttan at nøkur
itøkilig ætlan er til skjals.
Felagið vísir á, at í heyst
lósu foreldur at bórnunum
í skúlanum á Trødni í
blødunum, at eitt av skúla-
heimunum, sum hoyrir til
skúlan, skuldi seljast.
Foreldrini vistu av ongum,
og heldur ikki hvussu
næmingarnir skuldu hýs-
ast.
Herfyri bar útvarpið tey
tíðindi, at Eysturskúlin
skuldi seljast. Hverki
næmingar, foreldur, lærar-
ar ella skúlaráð visti av
nøkrum, og ongar itøki-
ligar ætlanir vóru um, hvar
næmingarnir á skúlanum
skuldu undirvísast, eftir at
skúlin var seldur.
Føroya Lærarafelag
heldur, at slík framferð
skapar rumbul og ótrygg-
leika, og er ein háðan og
undirmetan av børnum,
foreldrum og starvsfólki.
Víst verður á, at løgting-
ið við lóg hevur tryggjað
avvarðandi eitt orð at siga
í slíkum málum, men
myndugleikarnir halda bert
hánt um hesi lógartryggj-
aði rættindi. Lærarafelagið
heldur hetta vera eina
beinleiðis hóttan móti
fólkaræðinum, og tað átal-
ar felagið harðliga, og
biður bæði landsstýrið og
bý- og bygdarráð taka sær
annað skinn um bak.
tór.-
Síða 5
Hetta er triðja árið, at Sverri Egholm og Niels
Nattestad geva út (jóla)blaðið Birting, og eins og
hini árini er alt upprunatilfar, ið her verður prent-
að, einki umsett úr eðrum málum.
Innihaldið er blandað. Her eru tvær stuttsegur
(Jens Pauli Heinesen og Lydia Didriksen) og fleiri
yrkingar, tríggjar greinir um skaðatilburðir í ódn-
arveðrinum í desember 1917, sum Niels Natte-
stad og Johs. Andr. Næs hava skrivað. Freydis
Poulsen hevur skrivað um festið í Tarti í Oyndar-
firði, heilt aftur til 16. eld. Harumframt eru hug-
leiðingar hjá Gunnari Hoydal »Borgir« og ólav-
sekuhugleiðingar Sverra Egholm >Har sprettur
upp so mangt eitt træ«. Miðopnan er ein plakat
við keipumyndum av fótbóltslandsliðnum, og
harumframt eru nógvar myndir, bæði tekningar
og fotomyndir til hverja grein ella segu.
Summar fotomyndir (t.d. á bls. 5, 9 og 18) eru
keðiliga kámar og gráligar. Tað mátti borið til at
havt klárari myndir á so tjúkkum og blonkum
pappíri, sum her er nýtt. Á s. 11 er kríllurin
sneiddur oman av konuni á myndini.
Stutt sagt — her er eitt blað, sum bæði yngri og
eldri kunnu hava áhuga fyri, og sum óivað verður
goymt og kann vera hent at hava á bókahillini eis-
ini til at taka fram aftur seinni. Hent hevði tað
verið, um innihaldsyvirlit eisini hevði verið prent-
að á permuni aftan; tað hevði lætt um, um onkur
seinni fekk hug at leita sær fram eitthvert í blað-
num.
Men hesar atfinningar skulu ikki verða skrivað-
ar uttan samstundis at viðmerkja, at Birting hev-
ur nógv gott tilfar við varandi virði. Alt er vanda-
liga skrivað og einki ber dám av at vera tóm
ífylla.
esj