Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. november 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 TIP Je tíðindablaðið Eysturskúlin verður neyvan seldur Ein kanning kollrennur allar ætlanir at Selja skúlan - Eysturskúlin verður neyvan seldur, eftir at Landsskúlafyrisitingin hevur gjórt avdúkandi kanning, sum vísir, at næmingatalið í Havn veksur so nógv, at ov fáar skúlastovur vera um nøkur år. Tí verður tað hildið at vera heilt burturvið at selja Eysturskúlan Úrslitið av eini lítlari, men sera avgerandi og natúr- ligari kanning, sum Lands- skúlafyrisingin nú hevur gjørt, fer helst at kollrenna allar ætlanir um at selja Eysturskúlan. Nevndin, sum býráðið setti herfyri, at arbeiða víðari við Eyst- urskúlamálinum, hevur fingið úrslitið av kann- ingini, og eftir gllum at døma, verður nidurstødan hjå nevndini, at byrådid verdur bidid um at sleppa hesum tankanum,- ongan- tíð ov skjótt. Kanningin vísir nevni- liga, at talið á skúlabórnum í Havn veksur í hverjum, og at átta skúlastovur fara at resta í um sjey ár. Sum grundgeving fyri at selja Eysturskúlan varð ført fram, at skúlin er alt Ov stórur, og at næminga- talið seinastu tíggju árini var nógv minka. Hvussu mong børn nú verða fødd, og sum vón- andi einaferð skulu í skúla, hevur sum skilst ikki ligið ovarlaga í hugaheiminum hjá býráðnum. Men hetta kann Landsskúlafyrisiting- in nú siga frá. Í 1980 var næmingatalið á kommununalu skúlnum í Havn 2280. Síðani minkar talið til tað í dag er 1954. Næmingatalið minkaði serliga á Kommunuskúlan- um og Eysturskúlanum. Men nú er vend komin í soleiðis, at Landsskúlafyri- sitingin nú kann vísa á, at næmingatalið í Havn verður 2397 í 1998. Ov fáar skúlastovur Heldur enn at vit hava ov nógvar skúlastovur fram- yvir, verða ov fáar. Petur J. Sigvardsen á Landsskúla- fyrisitingini sigur, at eftir kanningini at dóma, verða átta skúlaflokkar heim- leysir í 1998. Hann sigur, at tá hava tey rokna við at í miðal Eftir øllum at dóma verður ikki neyðygt hjá Steingrimi Niclasen, skúlastjóra á Eysturskúlanum, longur at bera ótta fyri ætlanunum hjá Poul Michelsen, býráðsformanni, at selja skúlan. Mynd: Kalmar verða 20 næmningar i hvørjum flokki. I dag er midaltalid 19,4. Eisini er roknað vid, at hvør flokkur hevur sina heimastovu, soleidis at ikki er neydugt hjá næmingum at flyta úr einari stovu í aðra. At hvør flokkur hava sína stovu gagnar næmingunum best. Í grundarlagnum undir kanningini er eisini roknað við, at Adventistaskúlan framhaldandi hevur 70 næmingar, at Sankta Frans Skúli framhaldandi hevur 14 flokkar, og Hoyvíkar Skúli 16 flokkar tá hann er útbygdður. Um næmingabýtið mill- um Venjingarskúlan, Kommunuskúlan og Eyst- urskúlan verður hitt sama sum nú, fara tríggjar skúlastovur at resta í á Kommunuskúlanum, á Venjingarskúlanum sjey, + = Í 1998 hava vit ov fáar skúlastovur í Havn heldur enn ov nógvar, kann Petur J. Sigvardsen á Landsskúlafyrisitingini nú vísa á. og á Eysturskúlanum fara tvær skúlastovur at loypa av. Petur J. Sigvardsen sig- ur, at hóast Eysturskúlin tekur ímóti tveimum av flokkunum frá gðrum skúlum, fara enn átta stov- ur at resta í. -Tá er ikki torført, at gita sær til, hvat Landsskúla- fyrisitingin fer at mæla til í samband við søluna av Eysturskúlanum, leggur Petur J. Sigvardsen aftrat. tór.- Projektkapping Farið er undir fyrireiking til bygging av nýggjari kirkju á Heygunum á Toftum. | hesum sambandi verður uppskot til tekning av nýggju kirkjuni boðið út til al- menna kapping millum føroyingar. 3 virdislønir verða latnar. Útbjóðingartil- farið fæst við at venda sær til Niklas Foldbo, 650 Toftir, tlf. 47492. Kirkjuráðið fyri Nes kirkjugki