leygardagur 23. november 1991síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 219 — 23. november 1991
Tað eru fýra væl nøgd ung
fólk, sum eru komin heim-
aftur úr Oslo, har tey hava
gingið í skúla í tríggjar
vikur. Her ganga tey í 2. g í
Hoydølum, og tær triggjar
vikurnar í Oslo fylgdu tey
undirvísingini á einum
framhaldsskúla, sum svarar
til okkara studentaskúlar.
Nord Pluss eitur eitt
royndartiltak hjá Norður-
lendska Ráðharrastovnin-
um at lata skúlanæmingar
og studentar úr einum norð-
urlandi royna skúlaskipan-
ina í gðrum norðurlandi.
Nord Pluss Junior nevnist
skipanin fyri skúlanæming-
arnar.
Herfyri vóru fýra norskir
ungdómar úr framhalds-
skúla í Oslo í Føroyum og
triggjar vikur, og samstund-
is vóru fýra næmingar úr
studentaskúlanum í Hoy-
dølum á skúlanum í Oslo.
Tey fýra, Stina, Súsanna,
Martin og Ronnie lata væl
at ferðini, og tað er teirra
vón, at Norðurlendski Ráð-
harrastovnurin ikki gevst
við royndartiltakinum, ið
fyribils er sett at verða fram
til 1993.
Tað vóru bara næming-
amir í 2. g, sum fingu høvi at
sýkja um at sleppa við til
Noregs. Lestrarvegleiðari
teirra greiddi frá tilboðnum,
og 17 søktu. Tey fýra vórðu
so vald út millum umsøkj-
aramar.
Foreldrini fyrireikað
Norsku næmingarnir, sum
vóru i Føroyum funnust at.
at vitjan teirra i Føroyum
var Ov illa fyrireikað. Fleiri
lærarar í Hoydglum vistu
ikki so frægt, at tey skuldu
koma.
Soleiðis var tað eisini, tá
føroysku næmingarnir
komu á skúlan í Oslo. Skúl-
in hevði einki fyrireikað.
Lærarar vistu ikki at tey
komu, og undirvísingartil-
far fingu tey bara í onkrari
lærugrein. Øll vóru tó sera
blíð og opin.
Men foreldrini, sum tey
búðu hjá, høvdu afturfyri
fyrireikað seg væl, og tey
vistu næstan ikki, hvørjum
beini tey skuldu standa á
fyri at vera blíð og geva
ungu føroyingum høvi at
uppliva mest møguligt. Tey
gingu frå einum savni til
annað, vóru í Lillehammer,
har olympisku vetrarleik-
á
+
Góð lær
fara Durtur
Stina, Såsanna, Martin og Ronnie lata væl at
tiltakinum Nord Pluss Junior, sum gav teimum
høvi at ganga í norskum skúla i triggjar vikur
imar skulu verða, og har
hittu tey eisini býráðsfor-
mannin. Tey vitjaðu blaðið
Aftenposten, sóu Holmen-
kollen 0.s.v. Oknuntíð vóru
tey um kvgldið eisini úti við
teimum ungu í familjunum,
tey búðu hjá.
Føroyingar
hava fyrimun
Stina, Súsanna, Martin og
Ronnie duga væl at siggja,
hvussu nógv lættari tað er
hjá føroyskum skúlaung-
dómi enn hjá ødrum norð- |
urlendskum tjóðum at fara í
annað land, ti føroyingar
skilja hini målini.
Tey halda tó ikki, at tey
lærdu tað heilt stóra viðat
ganga í skúla í Oslo. Í nátt-
årufrødiligu lærugreinun-
um er undirvisingin å hægri
stígi enn í norska skúlanum,
men í fronskum t.d. vóru tey
komin longri, tí tey vóru
byrjað við tí lærugreinini
fyrr. Tríggjar vikur er eisini
heldur stutt tíð til at um-
sitilla seg til ein nyggan
Skúla.
Skúlin var í nangar mátar
ødrvisi enn skúlin í Hoy-
dølum. Tað krevst serliga
høgur karakterur fyri at
sleppa inn á skúlan, og tey
hava royndir allatíðina í
øllum lærugreinum ið end-
amálinum at sálda teir vána-
ligastu næmingarnar frá.
Hetta tyktist fremmant fyri
føroysku næmingunum.
Betri her millum
næmingar og lærarar
Tey halda eisini, at lærarar
og næmingar tosa meira
saman í Hoydglum enn á
hesum norska skúlanum.
Sjálvandi er ymist frá lær-
ara til lærara, men tað er
umráðandi at hava tað gott
saman, lærarar og næm-
ingar, tí tað heldur næm-
Martin,
Frá vinstru:
Súsanna, Stina og
Ronnie. Tey vóru øll
fegin um at sleppa í
annað norðurland at
ganga í skúla í nakrar
vikur. Norðurlanda-
ráðið, ið letur stuðul til
ferðina, átti at hildið
fram við skipanini,
halda tey
ingarnir til at lesa, og teir
trívast betur. Skúlaskipanin
á hesum skúlanum tóktist
fóroysku næminunum
heldur avoldað. Tað merkti
eisini næmingarnar, at alt
snúði seg um at fáa høgar
karakterir.
Men tey fýra eru væl
nøgd við ferðina og halda
seg hava fingið væl burtur-
år, hava upplivað nógv. Tað
er eisini sunt at vera
heimanifrá so leingi, tí ung
fólk búnast av ti. Og øll
halda tey seg í hvussu er
hava lært eitt: at skúlin í
Hoydølum er nógv betri
Skúli.
| Síða 15
Á norska skúlanum hildu
tey fýra fyrielstur um
Føroyar og vístu myndir úr
heimlandinum. Ta er teirra
fatan, at norsku næming-
arnir vistu lítið um Føroyar
Attu at fylgst avstað
Stína, Súsanna, Martin og
Ronnie halda Nord PIss
vera eitt gott tiltak. Eins og
norsku næmingamir, sum
vóru í Føroyum, søgdu við
Sosialin, halda hesi, at tað
hevði verið betri, um tey
norsku komu fyrst til Før-
Oya at vera í tríggjar vikur
og at tey so kundu sylgst
avstað aftur øll
Og tey nevna somu treyt
ir, sum tey norsku søgdu
Tú skalt vera opin og vilja
síggja og læra nakað nýtt
randi
4 þ Storno
--tín trygd fyri góðsku!
HJ. Michelsen
Handan å 6, Torshavn
tif. 1.4414 — fax 1.8045
>
Hvønn mikudag hevur Sosialurin vælumtókta
læknateigin >Skriva til Marner< við í blaðnum,
har læknin Marner Simonsen
spurningum, lesarar okkara kunnu hugsast at
hava um lív og heilsu. So hava tit onkur vanda-
mál innan hetta øki, skulu tit bert tríva í pennin,
skriva spurningin niður — gjarna undir dulnevni —
og senda hann til Sosialin, Postboks 76, 110 Tórs-
havn. Merkið brævbjálvan >Skriva til Marner«.
svarar øllum