Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 220 — 26. november 1991 tíðindablaðið Í | Jancy Joensen (myndin) og Tóra í Horni eru pakkarar á gevur okkum eina dós av Kovanum laksi í part. >Faroe Gold< eitur hon. Fer nýggja veran at smakka eins væl, man hon óivað hava framtíð fyri sær… Eiler Thomassen å starvsstovuni hjå Kovanum. Her verður kannað eftir, um dósirnar eru púra tættar, so bakteriur ikki sleppa framat innihaldinum ówh Minnist til haldaragjaldið! síða 11 Mozart aftur í Norðurlandahúsinum Hesuferð við m.ø. »kryningsmessuni« við Havnarkórinum, foroyskum tónleikarum og fremmandum solistum. Villi Gohl stjórnar. Sigast má, at Mozart eis- ini hjá okkum er komin til heiðurs og æru. Sum iskoyti til eina- standandi Mozart-tiltøk- ini, sum eisini hava verið í Føroyum í sambandi við tey tveyhundrað árini, síð- ani hann doyði, verður stórt tónleikatiltak hon- um til heiður sunnukveld- ið komandi í Norðurlanda- húsinum. Hevuðsverkið á kon- sertini verður tann væl- kenda »kryningsmessan«, sum Havnarkórið saman við musikkskúlalærarum og -næmingum umframt solistum framferir undir leiðslu Villi Gohl's. Sjálv- ur kemur Villi til Feroya í morgin at standa fyri teimum seinastu venjing- unum. Av eðrum góðum, sum verður at hoyra, verður Sancta Maria-motettin, sum byrjað verður við, kvartettir av Hayden við kenda basssolistinum Stephan Kramp, sum vit minnast sum Jesus frá framfersluni av Johannes Passiónini í 87, og trimum av næmingum hansara. Undirspælið hevur Villi Gohl sjálvur. Nevnast kann eisini Skapanin hjá Hayden, sum Olavur Hå- tún stjórnar. So tónleikahugaðir fer- oyingar av avgjert okkurt at gleða seg til komandi vikuskifti. Villi Gohl higar í morgin at sk seinastu venjingunum áðrenn konsertina sunnukvøldid Blindastovnur Føroya hevur opið mánadag —fríggjadag kl. 9—16. Telefonir: 18222 og 19288.