Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

+ 5 +] Í å að Nr. 220 — 26. november 1991 i Sida 13 1. deild menn, StÍF-Kyndil 22-25 (11-14): Væl leiktur StÍF gav Kyndli harða mótstóðu i dystinum teirra millum á Skála sunnudagin Málskjúttar fyri StÍF: Poli 6, Símun Pauli 5, Magni 3, Arthur 3, Poul Enok2, Pauli 2 og John 1. Málskjúttar fyri Kyndil: Jónleif 8, Hallur 6, Dia 3, Petur 3, Birgir 2, Sophus 1, Kári 1 og Bárður 1. Åvaringar: SUF 1 og Kyndil 2 Útvísingar: SUF 3 og Kyndil 4. Dómarar: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen. Dysturin á Skála gjørdist nógv javnari, enn nakar hevði roknað við. Flest øll høvdu væntað, at tað fór at gerast ein lættur dystur hjá Kyndli, sum higartil ikki hevur fingið ta stóru mót- støduna . StiF hevur ikki livað upp til tær metingar, ið gjørdar vóru áðrenn kappingin byrj- aði, men tað sást beinan- vegin, at nú ætlaðu teir at bøta um hetta. Poul Enok við aftur Ein av grundstuðlunum hjá StIF seinastu árini, Poul Enok, var aftur at síggja á liðnum, eftir at hava drigist við ein fótbóltskaða. Tað var, sum um at nógv meira breidd kom í spælið, og báð- ar síðurnar í álopinum vóru nýttar at spæla seg igjøgnum verjuna hjá Kyndli. StIF byrjaði væl og var frammanfyri teir fyrstu tíggju minuttirnar, men so fekk Kyndil skil á verjuni og kom fyrstu ferð framum 6-5. Kyndil fekk síðani yvir- vág, tað ið eftir var av fyrra hálvleiki. Eitt skifti vóru strandingar tveir færri enn Kyndil, og Kyndil nýtti høvid ul at skjóta trý mål. Tá farið var til hálvleik var stødan 11-14 til Kyndil. Strandingar mentu seg I seinna hálvleiki mentu strandingar seg og vóru nær við at javna, men tað eydn- aðist Kyndli at vera eitt mál frammanfyri, líka til fimm minuttir vóru eftir, tá teir við trimum fylgjandi málum avgjørdu dystin. Sum heild kann sigast, at dysturin var væl leiktur og sera spennandi. StIF kláraði væl at verja seg móti skjóta álopsspælinum hjá Kyndli, sum tveitti fleiri bóltar burt- ur, enn teir plaga. Tað var kanska ti, at mótstóðan gjørdist størri enn teir vænt- aðu, tá teir komu til Skála. Maðurin, ið strandingar funnu, tá teir seinasta viku- skifti leitaðu eftir málmanni, sær út til at vera tað besta, teir hava funnið í langa tíð. Harry Olsen spældi ein sera góðan dyst. Hann bjargaði m.a. onkrum brotskasti, og tók fleiri skot frá púra ein- samgllum Kyndla-leikar- um. Birgir Hansen fekk t.d. fleiri grå hår í høvdid av Harry, áðrenn hann fekk fyrsta målid. Hinir fáa eisini mål Annars spældu Poli og Símun Pauli eisini ein góðan dyst. Sjálvt um málslúkar sum John og Arthur ikki høvdu ein av sínum bestu døgum, vístu hinir, at teir eisini kunnu skjóta mál, um tað skal vera. Um strand- ingar halda fram viðatspæla Poul Enok Hansen, StÍF, sum ikki hevur verið við nakran av hinum dystunum vegna skaða, var við aftur sunnudagin móti Kyndli. Mynd: Hilmar Jan sum teir gjørdu sunnudagin, kunnu teir kanska fara at toga nøkur stig frå oddalið- unum. Hjå Kyndli spældu teir flestu væl. Um nakar skal nevnast, má tað verða Jón- leif, sum eisini gjørdisttopp- skjútti við átta málum. Okkara einastu altjóða dómarar komu, sum vant, væl frá dømingini. Jonna 1. deild kvinnur, Stjórnan-Neistin 18-27 (8-16) Stórur Neista-Sigur Málskjúttar fyri Stjórnuna: Malan Klakkstein6, Gunvør Samuelsen 5, Jastrid Joen- sen 3, Annika Johansen 1, Jórun Olsen 1 Málskjúttar fyri Neistan: Svanna Hanusardóttir 6, Mildrid Jacobsen 6, Gunn- vá Guttesen 5, Marjun Christiansen 4, Kára á Dunga 3, Guðrun Paturs- son 1, Beinta Wardum 1, Rita Berg 1 Avaringar: Stjórnan 3 Neistin 3 Utvísingar: Stjórnan 4, Neistin 5 Dómarar: Birgir Sondum og Regin Joensen Kvinnurnar hjá Neist- anum vunnu sunnudagin stórsigur á Stjórnuni ihøllini Malan Klakkstein, Stjórnan, roynir í verjuni at forða Marjuni Christiansen, Neistin. Mynd: Brandur í Klaksvík. Eins lítið og nakað av hinum liðunum hevur megnaðatgivið Neistanum veruliga mótstýðu, eydnað- ist Stjórnuni at gera tað. Settu glopur í Longu frá byrjan av í dystinum settu Neista- kvinnurnar glopur í á mál- talvuni, og hålvleikstødan var eisini 16-8 til Neistan. Lidini løgdu bæði út við atskora í fyrsta minuttinum, men síðani hevði Neistin munin, og áðrenn Stjórnan hevði fingiðukið seg saman, var Neista-liðið komið so mikið langt framum, at dyst- urin meira ella minni longu var avgjørdur. Í seinna hálvleiki helt Neistin fram við at leggja trýst á Stjórnuna, men sjálv- ar vóru Neistakvinnurnar um at forkoma tí heilt stóra fyrimuninum, tå bæði Marj- un Christiansen og Rita Berg vórðu útvístar í sama minutti. Hesa løtuna kom Stjórnan eittsindur fyri seg, og áðrenn tær útvístu vórðu sleptar innaftur, hevði heimaliðið otað seg inná Neistan viðngkrum málum. Men tað munaði bara einki, tí Neistin var alla tíð- ina tann stórar munin frammanfyri, og tá avtorn- aði var úrslitið tað, at Neistin við níggju málum framm- anfyri vann dystin 27-18. Frægastu spælararnir í hesum dysunum vóru Gun- vør Samuelsen hjá Stjørnuni og Gunnvá Guttesen hjá Neistanum. Eingin rerir Neistan Neisun heldur sostatt fram, uttan at hava sett nak að stig ul, og sum gongdin er nú, verður helst sera tætt og torført hjá måtstødulid unum at røra Neistan. Liðið er ikki bert sterkt, tí einstakir spælarar bera tí uppi, men sum sæst á mál- skjuttalistanum hesaferð. eru fleiri, ið finna vegin til måtstødumeskarnar, og tað kann bert koma liðnum til góða. (hj.)